fríggjadagur 13. november 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Rákið – november '09
Vit brúka heimið ymiskt,
alt eftir, hvar vit eru
stødd í lívinum. Nú børn
ini eru flutt heimanífrá,
hava Bjørghild og
Martin Djur huus fingið
pláss til skriv stovu,
alrúm, klædnarúm og
seymikamar. Hetta er
søgan um 30 ára gomlu
húsini hjá familjuni
Djurhuus á Argjum
Tað angar av máling, tá eg komi inn í
forgongina í húsinum á Garðsgøtu 15
á Argjum. Bjørghild tosar í telefon í
køkinum, men leggur beinanvegin á
og rópar meg inn í køkin, tá hon
hoyrir meg koma.
– Stovan var kremlitað – ein flovis
ligur litur, flennir Bjørghild, tá vit seta
okkum í sofabólkin í køkinum.
– So nú mála vit hana hvíta, greiðir
hon frá.
Yvirav okkum hanga trý bíløt av
børnunum. Tey eru øll trý flutt heimani
frá, men tað hevur Bjørghild ikki tikið
nakran skaða av.
– Tað er heilt natúrligt, greiðir hon
frá, sjálvt um hon viðhvørt leingist eftir
ganginum frá børnunum, tá tey sum
fyltu húsini við vinfólkum.
Yngsti sonurin, Rúni, hevur júst keypt
sær hús úti á Argjum, so hann er
ikki so langt burtur. Og elsta gentan,
Jóngerð, býr í Vestmanna við manni
og tveimum børnum, meðan Lydia,
miðlingurin, býr eitt sindur longri burtur
niðri á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.
– Vit tosa eisini við Lydiu regluliga,
og eg veit altíð, hvar hon er, smílist
Bjørghild, tí, um hon sigur: ein mamma
er altíð ein mamma.
– Vit eru enn ung og frí, og tá børn
ini fluttu, komu onnur ting inn í lívið,
sigur hon.
Keyptu stykkið um
heystið – fluttu inn í mars
Húsini hjá Bjørghild og Martin Djur
huus eru eini norsk typuhús. Um heystið
í 1979 keyptu tey grundstykkið á
Garðs gøtu 15, og longu í mars 1980
fluttu tey inn.
– Vit gjørdu skjótt av, sigur hon, so
vit tóku okkum kanska ikki so góða
tíð at hugsa um, hvussu húsini skuldu
síggja út, áðrenn vit fóru at byggja.
Ein skal hugsa seg væl um, áðrenn ein
keypir eini typuhús.
Vit reisa okkum upp og fara yvir
til køkin. Upprunaliga var hann úr
træi, men nú er hann hvítur við hvítum
múrsteinsveggi. Í 1989 fóru Bjørghild
og Martin niðan í HTH at keypa nýtt
vask til køkin. Men tey endaðu við at
koma heim við einum heilt nýggjum
køki og nýggjum gólvi.
– Det glade vanvid í 80unum,
flennir Bjørhild og vísur meg út í hjallin.
Her var ein altanur, men hann vendi
skeivan veg í mun til sólina og bleiv
ongantíð brúktur. Tí bygdu tey hann um
til ein hjall, sum Bjørghild heldur vera
fantastiskt at hava. Útbygningurin er
býttur upp í tvey rúm. Tað fyrra er heilt
innilokað, og her stendur frystiboksin,
hillar og borð. Uttasta rúmið er van
ligur hjallur við ymiskum mati.
4500 bøkur
Áðrenn Bjørghild vísur mær umvaldu
barnakømrini, fara vit oman í kjallar
an. Her er ein stór stova við einari
rúgvu av bókum.
– Martin samlar bøkur, sigur Bjørg
hild, hann hevur keypt fleiri bøkur um
mánaðan í nógv, nógv ár. Hon metir,
at har eru fleiri túsund.
– Men tað kann hann fortelja, tá
hann kemur heim um eina løtu, sigur
hon. Martin starvast sum bókhaldari
hjá TRIV.
Ommubørnini plaga at spæla í
hesari stovuni. Her er ein rúgva av
bókum og sjónvarp. Bjørghild kallar
stovuna fyri »alrúmið«.
Í kjallarinum hevur Bjørghild gjørt
eitt viðtalurúm. Bjørghild starvast hálva
tíð sum heilsufrøðingur í Kommunu
skúlanum í Havn, og er nú farin undir
at hava viðtalur heima hjá sær sjálvari
eisini.
Eisini hevur hon sítt egna seymirúm í
kjallaranum. Hon seymar bæði taskur
og annað.
– Hetta er mítt stað, sigur hon,
her siti eg og hugni mær, meðan
eg havi Jimmy Reeves frá í gamla
stereoannleginum.
Uppi á er Martin komin heim frá
arbeiði. Vit heilsast, og Bjørghild
biður hann siga frá, hvussu nógvar
bøkur standa í kjallaranum. Hann telur,
gangar og plussar og kemur fram til,
at har eru einir 130150 metrar av
bókum í húsinum.
– Einar 4500 bøkur, sum eg fari
at skráseta, tá eg fari á eftirløn, sigur
hann og smílist.
Meðan Martin setir kaffi útá, vísur
Bjørghild mær barnakømrini, sum enn í
dag koma væl við. Tað eina hevur hon
gjørt um til eitt klædnarúm, sum bara
hon sleppur at brúka.
– Martin sigur, at eg havi yvirtikið øll
húsini, flennir hon.
Eitt annað barnakamar er gjørt um
til kontór. Martin hevur sjálvur smíðað
skriviborð og reól. Her brúkar Bjørghild
nógva tíð, tí hon er júst farin undir
síðsta partin av eini coachútbúgving,
sum hon eisini fer at brúka sum ein
part av ráðgevingini.
Martin eigur stovuna
Bjørghild vísur mær vesið, sum Martin
sjálvur hevur bygt um. Brúsan múrað,
og hvítir, blankir flisar frá Flísuni liggja
á gólvinum, har hiti eisini er í.
Í einum horni av rúminum stendur eitt
hornaborð, har øll sminka, krem og
annað hjá Bjørghild standa á.
– Eg eri pennamaður og havi sjálvur
gjørt vesið, flennir Martin, tá hann
kemur yvir okkara.
Vit fara út aftur í køkin, har Martin
hevur sett kaffi, keks og ost á borðið.
Hann vísur mær eitt blað, har ein
mynd av Chesterfield møblum úr
mahogni er í.
– Nú er Bjørghild sloppin av avgera
alt annað í húsinum, so eg eri sloppin
at eiga stovuna – og hasir møblarnir
skulu inn, greiðir hann argandi frá.
– Ja, mær dámar ikki møblarnar,
leggur Bjørghild flennandi afturat.
Summarhús í Sumba
Martin hevur arvað barndómsheimið í
Heima hjá okkum:
Ung og frí, tá børnini flyta út
r
m