fríggjadagur 13. november 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Rákið – november '09
Sumba, og har ferðast hann og
Bjørghild fleiri ferðir um árið. Har er
einki internet, og tað ber bara til at
síggja Sjónvarp Føroya í
sjónvarpinum.
– Tað er okkara frístaður, sgur
Bjørghild.
Meðan vit sita og eta, práta vit eitt
sindur meira um, hvat skal henda inni
í stovuni.
– Vit mála vindeyguni við højglans
máling. Tað ger, at tey verða nógv
lættari at vaska, sigur Bjørghild.
– Tá vit bygdu húsini, vóru risastór
vindeygu í stovuni, sum vendu beint
oman til grannan. So vit hava sett
minni vindeygu í nú. Vit høvdu eisini
teppi á gólvinum, sum man hevði í
80unum. Men har varð parkettgólv
lagt á ístaðin. Vit hava bara keypt eitt
gólv, sum er ov tunt, tað slítist ov lætt,
sigur hon. Tey ætla nú at keypa eitt
meira massivt gólv.
– Eg havi altíð ynskt mær ein
karnap, men tað ber ikki til í hesum
húsinum, sigur Bjørghild, tað verður í
næsta lívinum.
Javngamlir grannar
Tað eru nógv viðurskifti í heiminum,
sum Bjørghild og Martin eru sera glað
fyri.
– Grannalagið er so gott, at vit flyta
nokk ongan veg, sigur Bjørghild. Flestu
nábúgvarnir fluttu higar samstundis sum
tey, so tey eru komin at kennast væl.
– Vit renna ikki inn til hvønn annan
dagliga, men vit koma væl út av tí,
leggur hon afturat.
Tá eg spyrji, hvat tey eru mest glað
fyri, veit Martin beinanvegin, hvat
hann skal svara:
– Eg verði nokk mest glaður fyri
mahogni møblarnar.
– Og eg haldi, at eg eri glaðast
fyri seymirúmið, sjálvt um eg ikki hava
so góða tíð at sita har niðri, nú eg eri
undir útbúgving.
Vit takka Bjørghild og Martin fyri,
at tey lótu heimið upp til eitt prát um,
hvussu krøvini til eitt heim broytast, alt
eftir, hvar vit eru stødd í lívinum. Tey
bæði eru í øllum førum livandi prógv
um, at vit meiri enn so kunnu fylla
húsið við lívi og virksemi, hóast børnini
eru flutt út.
________________________________
Bjørk K. Olsen
Myndir: Jens Kristian Vang
– Nú er Bjørghild sloppin av avgera
alt annað í húsinum, so eg eri sloppin
at eiga stovuna – og hasir møblarnir
skulu inn, argar Martin og vísir okkum
myndina av Chesterfieldmøblunum
Ja, mær dámar ikki
møblarnar, flennir
Bjørghild
»
»
Nakrir dagar eftir, at Rákið hevði vitjað Bjørghild og Martin, hevði Martin fingið nýggju
møblarnar inn í stovuna, og myndamaður okkara fekk eina mynd av teimum.