Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 219 - 16. november 2009 Meðan spurnartekin hev ur verið sett við til búgv ingina eftir van lukkuna umborð á Polar hav hóskvøldið, er Skipaeftirlitið eisini farið at kanna um støð ur nar umborð tá vanlukkan hendi Trygd Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Hósvkvøldið hendi ein syndar lig vanlukka umborð á ísfiskatrolaranum Polar­ hav, har ein maður lat lív. Bjargingartyrlan fekk ikki farið eftir manninum, og spurnartekin hevur verið sett við tilbúgvingina. Eitt nú hava Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið funnist at til búgvingini, og hava róð uppundir, at tað er ein følsk trygd, sum sjófólk kring Før oyar hava. Hin síðan av málinum er, um trygdin umborð á skip­ unum er nóg góð. Skipaeftirlitið umsitur máls økið »Trygd á sjónum« og skal seta kanning í verk, tá vanlukkur henda á sjón­ um. Tað arbeiðið er longu farið í gongd, váttar stjórin á Skipaeftirlitinum, Vil­ hjálm ur Gregoriussen. ­ Vit hava verið umborð og hava tosað við mann in g­ ina. Vit kanna allar um støð­ u r nar, sum hava gjørt seg gald andi í samband við van lukkuna, sigur Vil hjálm­ ur Gregoriussen. Tað hevur ljóðað, at fleiri skip vóru á somu fiskileið hetta kvøldið, og at mest­ sum øll lógu bakk, orsakað av veðri. Sambært Vilhjálmi Gregoriussen, so verður eisini hugt upp á veðrið, og um ov nógv verður lagt fyri. ­ Tað er ein náttúrligur partur av kann ing ar arbeiði­ num at kanna, hvussu veðr­ ið hevur spælt inn, váttar stjórin á Skipaeftirlitinum. Skipari og reiðari felags ábyrgd Nú fíggjarligu karmarnir eru blivnir trengri í øllum vinn um, og tað kanska ser­ liga trýstir á skógvarnar í fiskivinnuni, er ikki óhugs­ andi at skiparar kenna seg und ir trýsti frá reiðarunum fyri at fiska, og at hetta kann fáa summar skiparar at leggja alt ov nógv fyri, með an teir eru undir fiski­ skapi. Tá so ein vanlukka hend­ ir, verða eyguni vend móti skiparanum, men sambært stjóranum á Skipa eftir liti­ num er ábyrgdin fyri trygd­ ini hjá sjófólkunum ikki skiparans eina. ­ Bæði skiparin og reið­ arin hava ábyrgdina av, at trygdin umborð á skipunum er nóg góð, og at sjófólkini ikki verða sett í vanda. Teir hava sostatt eina felags ábyrgd fyri, at trygdin á sjón um er í lagi, staðfestir Vil hjálmur Gregoriussen. Tekur tíð at kanna Nær kanningarúrslitið fyri­ ligg ur, vil Vilhjálmur Gregorius sen ikki gita um. Hann vísir á, at Skipa­ eftirlitið, eins og aðrir al mennir stovnar, eisini koyr ir við skerdari mann­ ing. ­ Vit eru sjálvi skerd, og kanningar hava tikið longri tíð at gjørt í seinastuni. So eg fái ikki sagt, nær kann­ ingin er liðug, og ein niður­ støða fyriliggur, staðfestir hann. Skipaeftirlitið kannar vanlukkuna Skipaeftirlitið skal seta kanningar í verk, tá vanlukkur henda umborð á skipum. Kanningin av vanlukkuni umborð á Polarhav er farin í gongd, váttar stjórin Mynd: Savnsmynd Norðmenn nei til ES Var fólkaatkvøða í Noregi í dag um limaskap í Evropasamveldinum, høvdu 58 prosent atkvøtt ímóti limaskapi, og 42 prosent høvdu atkvøtt fyri. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum blaðið Aftenposten hevur latið gera. Úrslitið er júst tað sama sum í einari tilsvarandi kanning fyri einum hálvum ári síðani. Tann nýggja kanningin vísir, at teir norsku menninir eru meiri jaliga sinnaðir enn kvinnurnar, tá tað snýr seg um limaskap í Evropasamveldinum. Eisini vísir kanningin, at mótstøðan ímóti limaskap ií ES er serliga stór í Norðurnoregi. Keypmannahavn fyrra stigið Danmark, USA og Kina eru samd um, ai arbeiðið fyri einari bindandi veðurlagsavtalu skal takast í tveimum stigum, og at tað fyrra skal takast í Keypmannahavn í desember. Lars Løkke Rasmussen hevur hitt Barack Obama og Hu Jintao í Singapore, har leiðararnir við Kyrrahavið hava hildið fund. Teir tríggir ásannaðu, at stundir eru ikki til at semjast um eina løgfrøðiliga bindandi avtalu í Keypmannahavn, men at avtalan skal takast í tveimum stigum. Sostatt verður ráðstevnan í Keypmannahavn tað fyrra stigið. 192 lond hava fingið innbjóðing at senda umboð til Keypmannahavnar, og higartil hava 40 sagt ja takk. Føroysku World-Cup svimjararnir koma á Farstøðina í Havn klokkan 15.15 í dag. ÍTróTTur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroysku svimjararnir komu við flogfari til Vágar klokkan 14 í dag, og ætlandi kemur hópurin á Farstøðina í Havn klokkan 15.15. Og har verður skipað fyri mót­ tøku. Svimjararnir, sum hava verið í World Cup­kapping hesa seinastu vikuna, eru Pál Joensen, sum á ferðini vann eitt gull­ og tvey silvur merki, umframt at hann tríggjar ferðir setti norður lendskt met á 1.500 metr um. Shailamillum Garðarnar, sum kappaðist í 50 og 100 metra frí. Mona Simonsen, sum kapp aðist á 400 og 800 metra frí. Og Pauli Øssurson Mhor, sum kappaðist á 50 og 100 metra frí. Í báðum førum við persónligum meti sum úrsliti. Venjari hjá liðnum er Jón Bjarna son og leiðari og fysio terpeut er Thurid Kjær bo. Móttøka fyri svimjarunum Móttøka verður fyri føroysku World Cup svimjarunum í dag