Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 219 - 16. november 2009 Meðan sethúsa­ prís irnir í høvuðs­ stað num og størru bygd unum tykjast støð ugir, er talan um prís fall í útjaðaranum SethúSaSøla Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað skrivar Eik, sum nú hev ur gjørt upp prísleguna á sethúsum í triðja ársfjórð­ ingini. Á heimasíðuni skrivar Eik, at talið av handlum fram vegis er avmarkað, men lagt verður afturat, at tekin eru um, at sølan nú aftur fer at vaksa. Talið av sølum var 36 í 1. ársfjórðingi í ár, 29 handlar í 2. ársfjórðingi og 36 handl ar í 3. ársfjórðingi, til­ samans 101 handlar higartil í 2009. Til samanberingar vóru 178 handlar teir fyrstu 3 ársfjórðingarnar í 2008, 217 í 2007 og 206 í 2006. – Bústaðamarknaðurin er sostatt framhaldandi í einari bíðistøðu, har talið av hús­ um, ið eru til sølu er sera stórt í mun til talið av framd um handlum. Tí er fram vegis sera trupult at siga, hvønn veg prísirnir fara at ganga, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik, á heima­ síðuni. Príssveiggini í miðstaðar­ økinum hava verið rímiliga smá, bæði uppeftir og niður eftir: ­6% 4. ársfjórð­ ing í 2008, ­2% 1. árs­ fjórðing 2009, +6% 2. árs­ fjórðing 2009 og ­7% 3. ársfjórðing 2009. Prísirnir á bygd eru hin­ vegin falnir hetta seinasta árið, men meðan nýggjasta uppgerðin tykist at vísa, at sethúsaprísirnir í størri bygd um eru um at stabil­ isera seg, so eru prísirnir í smærri bygdum falnir heili 26% 3. ársfjórðing 2009. – Tað er trupult at gera eina rættvísandi uppgerð av sethúsaprísum, og stóra fallið kemst helst ikki bara av veruligum prísfalli, men eisini av, at talið av smáum, gomlum húsum, sum eru seld í smærri bygdum er størri í 3. ársfjórðingi enn í 2. ársfjórðingi, sigur Bjarni Olsen við heimasíðuna. Lønarútgjaldingarnar minkaðu 4,5% Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár eru føroysku lønarútgjaldingarnar minkaðar við til samans hálvum fimta prosenti. Tað framgongur av seinastu hag­ tølunum hjá Hagstovuni. Ringast stendur til innan fiski­ og byggivinnuna. Fallið í lønarútgjaldingum innan fiski­ og ráevnisvinnuna var 14,3%, meðan tað fyri byggivinnuna var 14,2%. Fyri almennar tænastur var talan ­ sum einasti lønarbólkur ­ um eina øking upp á 4,9%, meðan privati tænastugeirin hevði eitt fall upp á 4,7% í lønarútgjaldinum. Í alt vórðu goldnar 5.527 mió kr. út í lønum fyrstu 10 mánaðirnar í ár. Hetta eru 263 milliónir krónur færri enn fyrstu 10 mánaðirnar í fjør. Hava nú hegnað yvir Árnafirði Í Árnafirði er nú vetrarfriðað, so seyðurin ikki longur gongur millum húsini. Á heima­ síðuni hjá Klaksvíkar Kommunu verður skrivað, at hegningin enn ikki er heilt liðug, men at tað tó eydnaðist at fáa seyðin á bøin til ásettu tíðina. Á myndini eru býargartn­ arin, Hans Hjalti Skaale, og hjálparmaður hansara, Mourits Jakobsen, í ferð við at stika. Vilja fyri­ byrgja fýrverks­ skaðum Landsfeløgini fyri sløkkiliðsmenn og –leiðarar, skipar nú fyri fyrilestrarrøð um teir vandar, sum eru við fýrverki FyrileStur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er nærum á hvørjum árið at óhapp standast av fýrverki, uttan at tað enn hevur verið í tær heilt stóru hendingarnar, har goymslur og størri nøgdir hava gjørt um seg. Feløgini halda, at tað er umráðandi at upplýsa og fyribyrgja, og hava í hes um sambandi fingið tveir serfrøðingar at hava fyrilestur um evnið. Talan er um ókeypis fyri lestur, sum verður í Norðurlandahúsinum týs kvøldi 17. november kl. 18.00 og 18. november somu tíð, í skúladeplinum í Hovi. Fyrilestrarhaldarar eru tveir lærarar, sum fáast við leiðaraútbúgving hjá Beredskabsstyrelsen í Danmark Annar teirra er Martin Sørensen, sum fyri stór­ an part hevur tilevnað út búgvingina og gjørt royndi við fýrverki, með­ a n hin, Per Teglgaard, hevur, sum heild tilevnað leiðsluútbúgving hjá Ind satsleiðarum í donsku skipanini. Teir koma at leggja dent á, handfaring og til­ búgving av fýrverki og hvussu ein innsatsur verður skipaður í hesum sambandi. Fundirnir eru almennir og ókeypis. Skandinaviska Barna­ missiónin fer nú und ­ ir innsavnan, har gev­ arin fyri 200 krónur kunnu geva eina geit til eitt húski í Sambia hjálpararbeiði Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sambia bløðir orsakað av AIDS sóttini, og børn í tús­ undatali eru vorðin faðir­ og móðurleys. Nøkur av børnunum eru tó so heppin, at tey kunnu búgva hjá familju, og onnur búgva hjá fosturfamiljum. Ein geit kann geva upp til seks litrar av mjólk um dag­ in ­ so hugtakið ”fattig­ mand sko” er kanska ikki heilt av leið. Mjólkin er føðslurík og styrkir immun­ verjuna og er hetta av ser­ ligum týdningi fyri tey ið eru rakt av HIV/AIDS. Skandinaviska Barna­ missi ónin arbeiðir í Mpong­ we, ein landslutur upp á 800 ferkilometrar við umleið 100.000 íbúgvum. Sam starv­ að verður við fýra ymiskar samkomur og við kirkjurnar á staðnum, og verða geitir keyptar, sum síðani verða lætnar fátækum familjum. Kirkjurnar fáa pening til mill um 10­20 geitir hvørja fer. Kirkjan skal keypa geitir frá fólki í nærumhvørvinum, so tey kunnu fáa positivt til knýti til tey, ið geitirnar verða keyptar frá. Kirkjan fær loyvi at býta út helvtina av geitunum til fátæku samkomulimirnar meðan hin helvtin skal býtast út til fólk uttanfyri samkomuna. Geitir liva í fylgi og trív­ ast ikki einsamallar, og tí verða tvær geitir lætnar hvørj ari familju. Eisini verð ur fyrsta lambið undan geitini keypt, soleiðis at húskið veit, at tað lønar seg at halda geitina, heldur enn at slakta hana til matna alt fyri eitt. Fólk kunnu stuðla við at biða um oyðublað frá Skandi navisku barnamissi­ ón ini. Tá oyðiblaðið er fylt út, skal gjaldast við til hoyr­ andi girokorti. 200 krónur kostar tað at keypa eina geit til eitt húski í Sambia. Hendan kann vera við til at bjarga tilverugrundarlagnum hjá einum húski Ein geit bjargar húskinum Prísfall uttan fyri miðstaðarøkið Hóast búskaparliga niðurgongd, so tykjas sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum ikki at falla nakað stórvegis