mánadagur 16. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 219 - 16. november 2009
Leygardagin vóru
víðgongdu libera list
ar nir innan føroyskt
mál savnaðir. Evnið
var staðanøvn í
út lond um, og Sosial
ur in var á staðnum
Lond
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Málfelagið hevði kallað til
fundar. Møttir vóru einir 40
mans og einar 10 kvinnur.
Ikki beinleiðis javnstøða,
men tað eru ikki genturnar,
sum vanliga tíma at læra
seg allar høvuðsstaðir í
heimi num.
Dagsskráin hjá monnu
num, sum høvdu kallað til
fund ar er eisini greið. Teir
vilja ikki, at Kili skal stavast
so leiðis, og heldur ikki at
nakað pláss í heiminum
skal eita Grøn høvda oyggj
ar nar.
Við øðrum orðum vilja
teir, at vit so vítt gjørligt
siga og stava staðanøvn
so leiðis, sum fólkini í landi
num gera tað, men undantøk
eru eisini.
Kili eitur Chile
Fyrstur til orðana henda
seinnapartin
í
Miðla
húsinum var Rolf Guttesen,
sum nú í fleiri mánaðir hev
ur skrivað lesarabrøv um, at
føroyska Heimsatlassið ikki
kann nýtast.
Millum
annað
heldur
hann, at onki eitur ein fíla
beins strandingur, men at
fólk av Fílabeinsstrondini
eita ivorianarar.
Rolf Guttesen hevur eitt
uppskot, hvussu mann skal
skriva og úttala ymisku
støð ini í heiminum.
– Alt byrjaði við einum
Heims atlasi í 1992, har
mann hevði valt at skriva
landa nøvn á eina føroyskan
máta, og gera bronglingar
av málinum, heldur Rolf
Gutte sen.
Hann heldur í sama við
fangi, at vit so vítt gjørligt
skulu siga, sum fólkini í
landi num sigur. Tó eru
eisini undantøk. Til dømis
Keyp mannahavn, sum vit
altíð hava rópt soleiðis.
Somuleiðis heldur hann,
at vit skulu hava fleiri stavir
í alphabetið, abc’ið ella
aábð’ið, hvat vit enn rópa
bók stava rekjuna. Hann er
nevni liga sannførdur um, at
c, q, w, x og z skulu í stav
rað ið, so vit kunnu skriva
Zimbab we heldur enn Sim
ba bvi.
– Mann sigur at onki før
oyskt orð endar við e og tí
skal Simbabvi hava i í
endan, men Zimbabwe er
ikki nakað føroyskt orð, tað
er eitt afrikanskt orð, metir
Rolf Guttesen.
Um sjálvan trupulleikan
við stavunum, har summi
lond ikki nýta sama slag
bók stavir sum vit, heldur
Rolf Guttesen, at mann skal
royna at skriva ljóðini til
la tínsk ar stavir.
Rolf
Guttesen
heldur
ikki, at vit skulu umseta
nøvn.
– Øll kenna Aberdeen,
sum merkir áarmunnin á
ánni Don. Men vit siga ikki
Don áar munni, hóast tað í
atlasi num stendur Grøn
høvda oyggjar
um
Capo
Verde.
Til seinast bara Rolf
Gutte sen fram, at vit ikki
skulu brúka gomul útdeyð
heiti um støð. Eitt dømi um
hetta er, at Bornholm við
hvørt eitur Borg undar hólm
ur.
UNGEGN
Eyvind Veyhe, sum undir
vísir á Fróðskaparsetrinum
hevði uppgávuna at vísa á,
at hátturin, sum nøvnini eru
vald í atlasinum, ikki er
tann sami, sum ST nýtir.
Und ir ST er nevniliga ein
bólk ur, sum varð settur á
stovn í 1967, sum eitur
UNGEGN (United Nations
Group
of
Experts
on
Geografical Names)
Eyvind Veyhe staðfesti,
at alt tað, sum Rolf Guttesen
segði er í samsvari við
UNG EGN, og tí er tað besti
møguleikin at standardisera
staða nøvn kring knøttin.
Eyvind Veyhe greiddi
eisini frá, at nøkur ting eru
farin at henda við málinum
um mál seinastu árini.
– Tað er í umbúna at seta
eina nevnd í Føroyum, sum
skal standardisera staða
nøvn.
Nevndin
verður
mann að av fimm fólkum,
segði hann.
»Sakaris
Zacharia sen«
Á fundinum greiddi Sjúrður
Skaale frá gongdini í ABC
málinum, har hann millum
annað – enn eina ferð –
vísti á, hvussu harmiligt tað
er, at børn við einum abba,
sum eitur William eru í eini
øðrvísi rættarstøðu enn tey,
sum ikki hava ein abba,
sum eitur William.
– Føroyska alfabetið er
bara eitt tjóðskaparligt ting.
Tað verður ikki brúkt nakra
aðra staðni, hvørki í tele fon
bók ella nøkrum øðrum,
held ur Sjúrður Skaale.
– Ein maður kom til mín,
og segði, at uppskotið er
idiot iskt, tí vit kunnu sakt
ans brúka tað føroyska
abc’ið,
fortaldi
Sjúrður
Skaale fyri at vísa, at abc er
rót fest í okkara hugsan. Júst
sum Alpha Beta.
Nú er málið hjá Menta
málaráðnum, og tað er líkt
til, at tað gongur tann vegin,
at børn fara at kunna hava
nøvn við c, q, w, x og z og
ikki bara eftirnøvn við c, q,
w, x og z.
Málráð
Seinasta uppleggið á fundi
num átti André Niclasen.
Hann møtti við einum upp
skoti til føroyskt málráð,
so leið is sum málfelagið
ynsk ir tað.
Í uppskotinum er lagt upp
til at hava eitt málráð, sum
skal syrgja fyri, at føroyskt
mál verður vart og røkt.
Sambært
uppskotinum
skal ráðið mannast við 13
limum frá fleiri ymiskum
instan sum.
Fakfeløgum,
mál feløgum og politiskum
flokk um.
Samanumtikið kann stað
festast, at fundurin var fyri
ski p aður
av
víðgongda
liberala vonginum innan
før oyskt mál.
Tvinni verulig mótmæli
vóru allan almenna fundin.
Ein
kvinna
vildi
hava
um boð fyri javnstøðunevnd
í málráðið, og ein vísti á, at
tey ungu hava tikið heilt
nógv heiti úr føroyska atlas
i num til sín.
Soleiðis skulu londini eita
Kan geva betri rækjuprís
Í Grønlandi eru summir skipa og bátaeigarar misnøgdir
við, at landsstýrið ætlar at fylgja tilmælinum frá
fiskifrøðingunum at skerja rækjukvotuna við
Vesturgrønland, so hon verður 110.000 tons næsta ár.
Men arbeiðsgevarafelagið GA tekur undir við
landsstýrinum. Jens K. Lyberth, sum er samskipari hjá
GA, sigur við grønlendska kringvarpið, at tað kann hava
týdning fyri tær grønlendsku fiskavørurnar á útlendska
marknaðinum, at politikararnir fylgja fiskifrøðini.
Harafturat kann ein skerd kvota gera, at prísurin á
rækjunum fer upp, sigur hann.
Íslendingar brúka kortið
Tað stendur kanska ikki so illa til í Íslandi, sum tey flestu
uttan fyri landið vilja vera við. Í hvussu er vísa tey
seinastu hagtølini, at íslendingar eru farnir at brúka
gjaldskortið aftur. Í oktober rindaðu íslendingar góðar 23
milliardir íslendskar krónur við gjaldskorti, og tað var 3,0
prosent minni enn í oktober í fjør. Men Seðlabankinn
vísir´, at í september rindaðu fólk 5,6 prosent minni enn í
september í fjør, og at í august var munurin heili 17
prosent. Sambært Morgunblaðnum er gongdin tekin um,
at støðan í Íslandi er ikki so ring, sum forsagnirnar hava
sagt.
Eyvind Veyhe, Rolf Guttesen og André Niclasen eru millum teirra, sum eru sanførdir um, at vit í høvuðsheitum skulu kalla londini ta navnið, sum londini sjálv brúka