mánadagur 16. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 219 - 16. november 2009
Skulu Strandfaraskip
Landsins halda seg
innanfyri karmin sum
fíggjarlógin leggur
upp til, so missa
nógvar oyggjaleiðir
túrar komandi ár
StrandferðSla
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Suðuroyingar missa 4 túrar
av 34 um veturin, men onki
um summarið, sandoyingar
missa 14 túrar av 122 alt
árið, kalsoyingar missa 8
túrar av 92, nólsoyingar
missa 8 túrar av 92 og øll
skulu gjalda ein fjórðing
afturat fyri at koma í ymisku
oyggjarnar.
Hetta leggja Strandfara
skip Landsins upp til í teirra
hoyringssvari til fíggjar
lógaruppskotið 2010, har
Strandferðslan greiðir frá,
hvussu hon kann gera fyri
at liva upp til treytirnar,
sum eru álagdar av lands
stýrinum.
Til samans verður í 2010
álagt
Strandfaraskipum
Landsins at spara umleið
13 milliónir krónur, tí
samlaða játtanin hjá Strand
ferðsluni er skorin við
700.000 krónum, samstund
is, sum tænastan til ávísar
leiðir skal økjast.
Tænasturnar, sum skulu
økjast eru at bilferja skal
sigla til Nólsoyar, umframt
at Svínoyar‐ og Fugloyar
leiðin skal hava eina betri
tænastu.
Hyggur Strandferðslan at
oljuprísum, so var í 2009
mett við 50 oyrum ov lítið
fyri liturin, so tað í veru
leikanum vóru 5 milliónir
krónur at nýta.
Afturat øllum hesum koma
lønarframskrivingar á meira
enn eina millión krónur.
Út frá hesum heldur
Strandferðslan,
at
besta
loysnin er at minka minst
nýttu túrarnar á oyggjaleið
um og at hækka prísirnar
har, sum tó ikki fara upp
um kostnaðin, sum hann
var í 2007, tá prísurin varð
settur niður.
Oyggjaleiðir missa túrar
Løgmaður hevur sagt, at tað kanska ber til at hækka karmin, og eg fari at
kanna, um tað ikki ber til, at syrgja fyri, at skerjingarnar vera eitt vet minni.
Men hann viðurkennir, at samfelagið koyrir tungt í løtuni, og tí mugu
sparingar gerast í rakstrinum á nógvum økjum.
Mann má síggja í eyguni, at øll mugu gera sítt. Harímillum verður neyðugt
við sparingum hjá Strandfarskipum landsins, men tingini glíða aðrastaðni, og
tí fari eg at kann, um hon kann sleppa eitt sindur lættar, sigur Johan Dahl.
Tað kann ikki bera til, at nakrir sektorar fáa í posa og sekk og onnur mugu
bløða, sigur hann.
Hann vísir tó á, at sparingarnar eru gjørdar so skynsamar sum gjørligt.
Vit síggja, at summarsiglingin á Suðuroyarleiðini ikki verður skerd og tað
verður á vetrarhálvuni, at skerjingar verða gjørdar, sigur Johan Dahl.
Viðvíkjandi mótmælunum hjá borgarstjórunum á Suðuroyggjunum, sigur
Johan Dahl, at teir mugu skilja, at sparingar vera gjørdar, men hann fer at
kanna, um tað ikki ber til at gera okkurt.
-eij
Køkshjálp
Effo søkir eftir køkshjálp, 4 tímar um dagin,
frá kl. 10.00-14.00, tó mikudag frá kl. 08.00-14.00.
Starvið fevnir um innkeyp og matgerð í køkinum
á høvuðsskrivsstovuni á Óðinshædd í Tórshavn.
Harumframt skal viðkomandi hjálpa til í sambandi
við tiltøk og fundir.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag. Starvið er tímalønt.
Áhugaði kunnu seta seg í samband við
Sverra Kallsberg á tel 34 35 21 ella
við at senda teldupost til ska@effo.fo.
Starvið verður at seta skjótast tilber.
Pf. Effo
Postboks 3098 110 Tórshavn
Tel +298 34 35 00 Fax +298 34 35 01 www.effo.fo
Allir borgarstjórarnir í Sandoy
heitaá Jóhan Dahl, landsstýris
mann við Vinnumálum, at lata
vera við at skerja túratalið hjá
Teistanum komandi ár.
Hetta er tað sama sum at grava
ein landsveg av, siga borgar
stjórarnir í skrivi í dag.
Teir leggja afturat, at Teistin er
teirra forlongdi armur til mið
staðarøkið, at umstøðurnar eru
ringar sum er og hetta, við at
skerja teir síðstu túrarnar og túrar
sum heild, kann verða banahøggið
til Sandoynna.
Sum ætlanin hjá Strandferðsluni
er í dag við túrunum til Sandoynna
komandi ár, tí sparingar skulu ger
ast, verða 14 túrar færri um
vikuna.
Tað vil siga, at verður ætlanin
veruleiki, so verða 108 túrar
heldur enn 122 um Skopunarfjørð
um vikuna.
- eij
Johan Dahl kannar málið
- Jóhan
Dahl grevur
landsveg av
Suðuroyingar
mótmæla
skerjingum
Borgarstjórarnir í Suðuroy og Suðuroyar Ferða
vinnufelag mótmæla ætlanunum hjá Strand
faraskipum Landsins at skerja túratalið hjá Smyrli
til Suðuroyar.
Í ætlanunum hjá Strandferðsluni verður lagt
upp til, at Smyril fær fýra túrar minni um veturin,
men heldur fast við summartúratalið.
Smyril fer í løtuni 17 ferðir um vikuna av Tvør
oyri, og hetta tal verður ætlandi skert soleiðis, at
Smyril siglir av Tvøroyri 14 ferðir um vikuna um
veturin.
Borgarstjórarnir í oynni, saman við nevndini
fyri Suðuroyar Ferðavinnufelag, vilja tí staðiliga
heita á landsstýrismannin í vinnumálum at gera
sítt ítarsta til, at vit kunnu varðveita í minsta lagi
verandi ferðatíttleika við meginøkið, siga tey í
skrivi í dag.
- eij
Skulu Strandfaraskip Landsins halda játtanina komandi ár, so metir stovnurin, at 34 túrar
hjá oyggjaleiðum um vikuna skulu sparast og 30 um summarið
Johan Dahl,
landsstýrismaður
við vinnumálum,
heldur, at spar
ingarnar helst
kunnu vera
minni, tí tað sær
út til, at hann
kanska fær
meira játtan
Danske Bank risatap í Írlandi
Í dag man leiðslan í Danske Bank iðra seg um, at hon valdi at
keypa tveir írskar bankar fyri fýra árum síðani, tí úrslitið bleiv
ikki tað, sum bankin væntaði. Í 2004 keypti Danske Bank írska
bankan National Irish Bank og tann norðurírska Northern Bank
fyri 10,4 milliardir krónur fyri at fáa lut í tí stóra búskaparvøkstri
num í Írlandi. Men síðani er framgongdin steðgað og vorðin til
afturgongd, og tað hevur sambært Berlingske Tidende havt við
sær, at teir báðir írsku bankarnir hava mist næstan alt sít virði.
Matur skal draga ferðafólk
Ein nýggj sjónvarpsrøð um grønlendskan mat skal fáa útlend
ingar at velja sær Grønland sum ferðamál. Røðin, sum hevur
fingið heitið "A taste of Greenland", er í seks pørtum, og til at
hjálpa sær hava grønlendingar fingið nýsælendska meistara
kokkin Chris Coubrough, ið hevur lutin sum vertur í sendirøðini.
Tað eru grønlendska ferðavinnan, vinnufeløg, útbúgvingar
stovnar, ymsir felagsskapir og onnur, sum hava tikið stig til
sendirøðina, og sambært Sermitsiaq eru stigtakararnir væl væl
nøgdir við úrslitið. Teir ivast ikki í, at røðin kann fáa útlendingar
at fáa ans fyri grønlendskum mati og landinum sum heild.