Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 219 - 16. november 2009 At geva seyðinum skyldina fyri bæði líkt og ólíkt í einum løgtingsuppskoti, ið nú liggur á tingborði, haldi eg vera langt úti. Hegn og stik skulu við hesum uppskoti, um tað verður samtykt, gera alt so nógv liviligari. Hesir ómæl­ andi, ferføttu skapningar gera alt so tvørligt fyri føroyingar og fyri tey, sum búleikast aðrastaðni og ikki hætta sær at koma heim aftur vegna seyða­ óskilið. Tað stendur í grundgevingini. Tað ljóðar bæði barnsligt og býttligt. Tað sker í oyruni. At seyðurin skal elva til so nógv ”lort”, passar ikki. Tað verður nevnt í løgtings­ uppskotinum, ið tingfólk úr samgongu og andstøðu hava sett fram, at seyðurin er til ampa og mangan orsøkin bæði til eitt og annað og til tað mest ræðu­ liga, ­ ferðsluóhapp. Tá danska tíðindakvinnan Line Baun Danielsen var her herfyri, hevði hon hoyrt, at føroyski seyðurin gekk og mól á flogvøllinum !! Seyðurin hevur ”altíð” verið her. Tað kann skjal­ prógvast. Seyðabrævið kenna vit. Vit hava sálmar og sangir, har tikið verður til hann við jaligum vend­ ingum. Yrkisbókmentir um seyð og seyðahald eigur neyvan nøkur onnur tjóð betri lýstan enn tann før­ oyska. Í okkara føgru bók­ mentum eigur hann eisini sítt pláss. Og vit taka íðu­ liga til tann góða heystar – og vetrarverðan, sum er nakað heilt serligt, ræsta kjøtið og rótasúpanin. Og oyggjarnar eru uppkall­ aðar, sigst, eftir hesum ómælandi, ferføttu kríatúr­ um, ið altíð hava havt frælsi í fjøllum og grønum líðum at lívbjarga sær í. Men so komu ”seyða­ oyggjarnar” til ta niður­ støðu, at vit skuldu hava vegir, tunlar og brýr. Sjálv­ andi skuldu vit mennast og byggja út. Men fara vit um ferðslunetið við skynsemi ? Skal tað eita, tá eitt óhapp hendir, at orsøkin var seyður á vegnum, um tað kanska eisini var orsøk­ in? Hví ikki siga tað bart út, ­ at koyrt var ikki eftir reglunum? Hámarksferð og tað verður yvirhøvur ikki hildið. Tað verður jabbað upp í saman at koyra eftir umstøðunum, men tað verður tað bara alt ov sjáld­ an. Koyrt verður púra svakt, ­ harur, tjøldur og másar, ja, hvørt um annað liggur javnan ”splattað” millum bygdir, og tað eru eingi onnur enn tey fer­ hjulaðu gummidekkini, ið orna tað. Seyður liggur eisini úti á vegjaðaranum lívleysur. Neyvan tí at hann gekk mitt á vegnum, men heldur tí, at ”deyðs­ hóttanin”, bilurin, varð so mikið nógv løddur og slapp at gera bart. Hálkan skal sjálvandi eisini hava skyld­ ina. Hon svarar heldur ikki aftur. Her manglar fyrilit, so tað stendur eftir í. Kann í hesum sambandi eisini nevna hesar skjótt­ gangandi spitbátarnar, ið týna og drepa alt fuglalív í bjørgunum. Tað er ferð og tað náðileys, ið fær fasta­ tøkur á tí ferðandi og feiar tann óhjálpna, verjuleysa, ómælandi skapningin burtur!!! Vil gjarna taka undir við, at vetrarfriðing, ið nú verður so nógv umrødd, er sømilig og røtt. Flestu hagapartar duga at skilja, at tað er neyðugt nú. Men at kasta seyðunum allan henda ”lort”, sum í upp­ skotinum stendur, er langt úti. Haldið tykkum til ferðslu­ reglarnar, koyrið eftir um­ støðunum og gerið eitt floyt, tá ein ær fer yvir um vegin og lambið kanska aftaná. Seyðurin er so mikið at sær komin, at hann skilir boðskapin !!! Seyðakjak Poulina SlættaneS Ein av gomlu og trúgvu bakkunum í sambands­ verjuni Trygvi Guttesen hevur grein um, at Javn­ aðarflokkurin er í tvístøðu, tá tað snýr seg um viður­ skiftini millum Føroyar og Danmark. Eg og ivaleyst mong við mær vita, hví ein slík grein kemur beint nú. Hetta er einki annað enn ein roynd at flyta fokus frá okkara veruligu trupulleikum. Ríkisrættar­ liga støðan er so ikki nakar trupulleiki, so vítt eg skilji støðuna.. At ríkisrættarliga støðan millum Føroyar við Dan­ mark ikki er nevnd í okkara samtykt frá lands­ fundinum, er væl besta tekin um, at vit hava havt ein góða landsfund við tí rætta innihaldinum. Ríkis­ rættarliga støðan er ikki eitt mál, sum vit í javnað­ arumhvørvinum brúka so drúgva tíð uppá. Vit hava onnur og munandi meira týdningarmikil mál at viðgera, enn um vit skulu loysa ella knýta okkum fastari at dønum. Tað málið kunnu Tjóðveldi og Sam­ bandsflokkurin undirhalda okkum við eina aðru ferð. Vit hava annað at brúka tiðina til. Tá Trygvi Guttesen nevnir, at tað er bara tveir flokkar, sum hava mark­ antar støður í hasum spurninginum um loysing og samband, so hevur hann ivaleyst rætt. Men um hetta gerst einasta politiska inni­ haldið, so er soðið tunt. Vert er at geva gætur, at undanfarna ABC­sam­ gonga, sum eg var løg­ maður fyri, loysti hatta málið fyri framtíðina. Her er einki at klandrast um longur, tí Yvirtøkulógin gevur okkum føroyingum fulla heimildir til at fremja tær yvirtøkur, sum vit vilja. Dømi um hetta var tingfundurin í hesi vikuni, har ein sambandsløgmaður legði uppskot fram um at fremja yvirtøkur við heimild í hesi somu lóg. So Trygvi Guttesen, at vit í Javnaðarflokkinum ikki gera so nógv burtur úr hasum meira enn 100 ára gamla klandursmálinum, so er tað tí, at vit ikki duga at síggja, at tað eigur at fylla so nógv. Vit hava sera trupul mál at loysa í sam­ felagnum, her og nú, bæði hvat framtíðar vælferð og búskapi viðvíkur. Tað er vánaligt politiskt handalag nú at flyta fokus frá hesum málum til eitt mál, sum als ikki hevur nakran sum helst týdning fyri okkara støðu. Latum okkum brúka politiska orkuna rætt. Trygvi Guttesen roynir at flyta fokus JóanneS eideSgaard Veit ikki um eg eri frekur, men loyvi mær at halda at børn og ung við serligum tørvi er eitt øki eg havi eitt sindur av skili fyri, í hvussu so er havi eg nógvar royndir á økinum. Havi lisið, sæð og lurta eftir kjakinum um flyting­ ina av Rókini og Slóðini niðan í Mjørkadal og tað ið er komið mær til hugs er, at hetta kjak minnir um tað kjaki ið var um bókina “Kamerat Jesus” ið ætlanin var at umseta, haldi tað var úr svenskum til føroyskt fyrst í 80 inum. Hetta var ein skandala, óvanliga nógv høvdu eina meining um at bókin var gudsspottandi og vanda­ mikil hjá børnum at koma í nánd av. Men felags fyri tey flestu ið høvdu eina meining var, at tey høvdu als ikki lisið bókina! Nakað tað sama hendi tá gríma framførdi tær sokall­ aðu ginu­søgur. So kjaki um at flyta Rókina og Slóðina niðan í Mjørkadal er eftir míni hugsan eitt vanligt føroyskt kjak, har nógv verður oyst út, uttan at vita hvat í veru­ leikanum verður tosa um. Eg kundi gott hugsa mær, at sagt mína erligu meining um tað er rætt ella skeivt at flyta stovnarnar niðan í fjøllini, men so má eg vita hvat fyri hugsan liggur aftanfyri. Hvat fyri pedagogiskar tankar hava tey ið standa aftanfyri hesa ætlan gjørt sær o­sfr. Hvat eru tað fyri børn og ung vit tosa um? Er tað tað Íslendska koncepti ið er grundtankin? Hvat siga starvsfólkini á Rókini og Slóðini? Her hugsi eg um tað fakligu argumentini við børnum og ungum í fokus. Hvat siga serfrøðingarnir? Hvat siga tey avvarðandi? Eg eri ikki í iva um, at fyri nøkur ung, kundi Mjørkadalur verið eitt fantastiskt umhvørvi at fóta sær í lívinum saman við dugnaligum starvs­ fólkum, meðan fyri onnur er tað møguliga minni gott. Men her eru so nógvir ósvaraðir spurningar og so fáar fakligar grundgeving­ ar, at ongin eftir míni hugsan er førur fyri at siga hvat er hvat í hesum málið. Tí skal mín áheitan til tykkum ið vara av hesum øki. Tosi við serfrøðina all­ an vegin runt /(ikki bara ein fakbólk og gloym ikki tey avvarðandi og tey ungu sjálvi ) Minnist til at hava børnini og tey ungu og teirra tørv í fokus alla tíðina. Føroyar eiga eina rúgvu av dugnaligum starvsfólki innan nærum øll fak­ økið. Hesi arbeiða dagliga við ungum við serligum tørvi. Spyrji tey og brúki tey, so koma tit víðari, vit vita í hvussu so er, hvør rindar prísin meðan kjaki koyrir og alt stendur í stað. Børn og ung niðan í Mjørkadal?? Sosialráðgevi SJúrður JohanneSen Vit frætta nú, at talan er um at lata Teistan sigla færri túrar til Sand­ oynna, fyri lutvíst at bjarga vánaligu fíggjar­ støðuni hjá landinum! Mær er sagt, at hetta snýr seg um at flyta part av mannskapinum frá Teist­ anum yvir á Ternuna, nú hon ætlandi skal røkja nólsoyarleiðina, tó uttan at tað skal kosta strand­ ferðsluni fleiri pengar, tí Ternan krevur størri mans­ skap sambært galdandi manningarlóg. Og Ritan skal røkja leiðina Svínoy/ Fugloy. Tað skal væl skiljast soleiðis, at Sandoyarleiðin skal ofrast, fyri at halda javnvág í roknskapinum! Hvat vil hetta so siga fyri Sandoynna. Hjá eldri monn­ um sum mær hevur tað ikki so stóran týdning, nær eg sleppi um fjørðin, men tað avgerandi er hjá yngra ættar­ liðnum, sum hevur smá børn at taka sær av, og at fíggja sítt heim, men noyð­ ist av oynni til arbeiðis. Hesi skulu frá morgninum leggja sær arbeiðstíðina til rættis í samráð við arbeiðs­ gevara, og við tey, ið passa børnini á barnagarði v.m.. Henda skipan er lagað til ferðamynstri í løtuni, og ivaleyst hevur tað verið trupult hjá fleiri at fáa í lag, um ikki sera góður sam­ arbeiðsvilji var. Fyri at gera hetta møgu­ ligt játtaði løgting og landsstýri áður pening til meirkostnað til fleiri túrar um fjørðin, og hesum hava serliga yngri fólk í oynni laga sín bústaðarpolitikk eftir. Hetta var eisini gjørt, so fólk ikki vórðu tvingað av oynni at búgva. Hetta var eisini ein ásannan av, at oyggin átti at varðveitast sum búsetur hjá hesum partinum av Føroyum. Vit hoyra frá politikarunum, at hallið á fíggjarløgtingslógini fyri komandi ár fera at snúgva seg um einar 800 mió. kr. Her ætlar man at ofra Sandoynna fyri at spara 2 mió. kr. Eg klári ikki at fylgja tankagongdini hjá okkara politikarum og strand­ ferðslu, og skilji eg støð­ una rætt, so má staðfestast, at hesi ikki eru før fyri at stýra okkara lítla oyggjasamfelagi. Ella hugsi tykkum um eina ferð enn og ásanni, at hetta fólk og oyggj er ein virðiligur partur av landinum, sum ikki má strikast fyri at spara 2 mió. kr. meðan samlaða hallið snýr seg um 800 mió.kr.! Fækka ferðatúrarnar til Sandoynna? eyðun Mohr Viderø viðmerkingar