mánadagur 16. november 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 16. november 2009
15
viðmerkingar
Ein riðil av sambandsfólki
fylla í hesum døgum
bløðini og tíðindini við
boðskapinum um, at hóast
tey hava sitið við fíggjar
málum og við politiska
valdið í 6 ár, so er tað ikki
teirra ábyrgd, at tey reka
ein asosialan politikk og
skerja tilvildarliga hjá
veikastu bólkunum í sam
felagnum. Nei, tey hava
ikki ábyrgdina av sínum
egnu gerðum, tí blokkstuð
ulin varð lækkaður og
frystur fyri 8 árum síðani
(!). Og hokuspokus:
Tjóðveldi og onnur hava
skyldina!
Á henda hátt kunnu tey
í veruleikanum leggja alla
ábyrgd frá sær av øllum,
sum samgongan undir
sambandsleiðslu ger. Allar
fíggjarligar avgerðir og
raðfestingar kunnu jú bara
skjótast inn undir hattin:
“Góða mamma, tað var
ikki eg. Dreingirnir teir
fýrdu meg.”
Hesi sambandsfólkini, ið
geva øðrum skyldina, eiga
at svara okkum uppá hesar
spurningar:
Seinastu 8 árini, aftaná
at blokkstuðulin varð
lækkaður og fastfrystur, er
bruttotjóðarúrtøkan hjá
okkum – altso tað, sum vit
megna at framleiða sjálvi –
hækkað við meira enn
trimum millardum krónum.
Hava vit manglað inntøkur
til at betra vælferðarsam
felagið?
Tey seinastu 6 árini,
meðan sambandsflokkurin
hevur tikið avgerðirnar,
hildu tey seg hava so
nógvan pening, at tey góvu
skattalættar fyri 400 milli
ónir krónur um árið.
Hvussu høvdu vit ráð til
tað?
Ein fíggjarmálaráðharri
hjá sambandsflokkinum
segði aftur og aftur, at
føroyski búskapurin var
yvirhitaður, og at ov nógv
ur peningur var sendur út í
samfelagið frá tí almenna –
og at hetta fór at elva til
niðurgongd. Var tað tí, vit
høvdu ov lítið av pengum,
og skuldu vit havt sent enn
meira pening í umfar við at
brúka meira pengar úr
Danmark? Hvat hevði tá
hent í búskapinum?
At tey royna at billa fólki
inn, at blokkstuðul er trygd
in fyri vælferð í Føroyum,
er sjálvandi oyðileggjandi
fyri allan vilja og áræði til
at skapa eitt sosialt rættvíst
og trygt vælferðarsamfelag
í Føroyum. Verulig vælferð
kann sjálvandi bert tryggj
ast, tá vit sjálv megna at
skapa og býta virðini rætt
– og tá vit taka ábyrgd av
okkara egnu gerðum.
Ein skilakvinna orðaði
seg nakað soleiðis: “...
haldi nú ikki, at vit altíð
høvdu tað so framúr, við
fullum blokki!” Kundi ikki
verið meiri samd við
henni! Dundrandi kreppan
í ’90unum var við fullum
blokki.
Margháttligu broyting
arnar einki við sparingar
at gera
At onki mark er fyri,
hvussu asosialur politikkur
verður vardur við at geva
blokkniðurskurði skyldina,
sæst serliga á almanna
økinum. Har hava vit
seinasta árið sæð hópin av
broytingum, hvørs endamál
ikki hevur verið sparingar.
Lat meg bert nevna nakrar
teirra:
Barnaergoterapiin: broyt
ing skuldi til – men til í
dag hevur tað bert skapt
ótryggleika, ógreiðar út
meldingar, færri ávísingar
til børn, sum høvdu gagn
av tilboðnum.
Familjudeildin á barna
heiminum: Starvsfólk við
drúgvum royndum, før
leikum og eftirútbúgving
blivu uppsøgd uttan at seta
nakað í staðin í langa tíð.
Einkjubarnastudningurin
er skerdur, hóast tað bert
sparir einar 100.000 krónur.
Framskrivingin av við
bótini hjá pensjónistum
(tey, sum ikki hava aðra
inntøku) er skerd, hóast
sparingarnar eru minimalar.
Stuðulin til familjur, ið
hava børn við breki, er
skerdur, hóast tað bert eru
sera smáar upphæddir fyri
landskassan.
Tað løgnasta, vit hava
sæð seinasta árið er, at
sparingarnar einamest hava
rakt almannaøkið. Um
framt útbúgvingarøkið.
Um sparast skal, mátti
fyrsta treyt verið at lands
stýrisfólkini lyfta í felag!
Vit vita, at málbólkurin
sum higartil serliga er tikið
frá eru pensjónistarnir.
Fimm broytingar eru longu
framdar og fleiri eru
ávegis, sum taka frá
pensjónistunum.
Øll renna undan
Kritikkur mín gongur ikki
til landsstýriskvinnuna í
almannamálum burturav.
Eg spyrji, hvar var javn
aðarflokkurin, tá allar
broytingarnar vóru framd
ar? Samgongan hevur tikið
undir við øllum
uppskotunum, annars vóru
tey ongantíð framd.
Áðrenn uppskot verða løgd
niðan í tingið, verða tey
fyrst viðgjørd á landsstýris
fundi, síðani er fundur við
tingbólkaformenn í sam
gonguni, uppskot til hoyr
ingar í samgonguflokkum
og til seinast er samgongu
fundur. Harnæst eru upp
skotini til 1., 2. og 3. við
gerð í tinginum, áðrenn tey
verða endaliga samtykt.
Tískil hevur samgongan
hópin av møguleikum at
broyta og raðfesta øðrvísi,
tá uppskot eru ávegis.
Samgongan eigur tískil í
felag allar hesar marg
háttligu og syrgiligu
broytingarnar.
Hvagar gongur leiðin?
Hesar royndirnar at geva
blokksniðurskurði
skyldina, hóast vit hava
havt øktar inntøkur og
kundu havt lagt pening til
síðis, byggja onki land.
Tær hyggja bara aftureftir
og at tí, sum vit ikki skulu
megna – heldur enn at
smoyggja upp um ermar og
skapa loysnir í mun til:
• At ungdómsarbeiðs
loysið er fimmfaldað
seinasta árið
• Skilagóðar aktiverings
skipanir
• Ein arbeiðsmarknað
fyri øll
• Bøta útbúgvingar
møguleikarnar
• Skapa ein virknan
familjupolitikk
Tjóðveldi verjir
vælferðina
Alt var ikki perfekt undir
CHEsamgonguni, men
ótrúliga nógv kom av
skafti teir 7 mánaðirnar
hon var veruleiki. Eitt nú:
• Barnsburðarfarloyvið
var longt
• Eyka stuðul til stakar
uppihaldarar
• Fleiri útbúgvingarpláss
vórðu játtað
• Serlig játtan til barna
psykiatriina
• Brúkaraumboðsmaður
stovnaður
• Serlig tiltøk til lesiveik
í fólkaskúlanum.
• Bøttar umstøður hjá
fyritíðarpensjónistum
• Vinnupolitisk átøk, ið
eru grundarlagið fyri at
fíggja vælferðina.
Í andstøðu er truplari at fáa
uppskot samtykt – men
kortini er eydnast tjóð
veldinum at varpa ljós á
mál, sum tískil eru samtykt
– kundi nevnt lívmóður
hálsvaksinuna, hækkaður
lestrarstuðul til stakar
uppihaldarar og nú fegnast
vit um, at deild 1 á psyki
atriska deplinum eisini
letur uppaftur. Hevur glett
meg almikið, tá samgongu
limir ella landsstýrisfólk
hóast alt viðhvørt hava
megnað at taka væl ímóti
nøkrum av skilagóðum
uppskotunum frá
Tjóðveldi.
Møðsamt andstøðugrenj?
Skal vera tann fyrsta at
ásanna, at tað er geispandi
keðiligt at hoyra andstøðu
og samgongu skeldast um,
hvør gjørdi hetta og hatta.
Men viðhvørt er bikarið
fult – og tað hendir hjá
mær, tá fólk fáa tað at
ljóða, sum Tjóðveldi og
blokkniðurskurðurin eru
rótin til allar illar avgerðir,
ið tey sjálvi taka. Tískil
vóru hesar reglur neyðugar
fyri meg at festa á blað.
Góða mamma, tað var ikki eg...
Tjóðveldi
Bergtóra H.
Joensen
Tíðindaskriv
Havnar Fimleikafelag verður eins og Tórshavnar
kommuna og fimleikurin í Føroyum 100 ár í ár, og fer
felagið í næstum at hátíðarhalda 100 ára dagin.
Hátíðarhaldið byrjar við almennari móttøku fríggja
dagin 13. november 2009 í Müllers Pakkhúsi kl. 15.00 og
endar sjálvan 100 ára føðingardagin mikudagin 9.
desember 2009.
Nógv spennandi tiltøk vera á skránni frá 13. november
líka fram til sjálvan føðingardagin. Millum annað
fyrilestar har fimleikurin verður settur á breddan, serlig
100 ára fimleikaframsýning í Norðurlandahúsinum,
myndaframsýning í Müllers Pakkhúsi, Gallaveitsla á
Hotel Føroyum og mangt annað spennandi. Nærri
kunning um 100 ára haldið er at finna á heimasíðu
felagsins www.hf.fo
Havnar Fimleikafelag boðar frá, at øll eru hjartaliga
vælkomin til øll tiltøkini, gomul sum ung, fimleikarar og
ikki fimleikarar. Minnist bert til at ogna tykkum
atgongumerki til 100 ára gallaveitsluna á Hotel Føroyum,
leygarkvøldið 21. november kl. 19. Atgongumerki á kr.
550, fáast til keyps í Kunningarstovuni í Havn og í Vogue
frá 12. okt. til 14. nov.
Tiltøk í samband við 100 ára hátíðarhaldið hjá HF:
13 – 17 nov.
Myndaframsýning og café í Müllers Pakkhúsi
mánadag – týsdag kl. 15.00–22.00
16. nov.
Ungdómskvøld í Müllers Pakkhúsi kl. 19.00
17. nov.
Fyrilestur og kjak undir heitinum ”Fimleik sum lívsstíl” í
Müllers Pakkhúsi, Fyrilesturin byrjar
kl. 19.00.
21. nov.
Gallaveitsla á Hotel Føroyum
Atgongumerki á kr. 550. kunnu keypast í Kunn
ingarstovuni í Havn og í Vogue til og við 14. nov.
Gallaveitslan byrjar kl. 19.00
28. nov.
Gallaframsýning í Norðurlandahúsinum –
”Hugaheimurin”, ein heilsan til HF.
Atgongumerki, vaksin kr. 150, og børn 14 ár og yngri kr.
75, kunnu keypast á www.nlh.fo, í Norðurlandahúsinum,
Kunningarstovuni í Havn, Runavík, Fuglafirði og
Klaksvík frá 12 nov. Sýningarnar vera kl. 16.00 og 19.00.
29. nov.
Gallaframsýning í Norðurlandahúsinum –
”Hugaheimurin”, ein heilsan til HF.
Sýningin byrjar kl. 16.00. Atgongumerki, sí omanfyri.
9. des.
100 ára føðingardagurin – Allir limir og onnur áhugað
eru vælkomin í føðingardag á ovara vølli í Gundadali til
felags fimleikaløtu og myndatøku.
Tiltakið byrjar kl. 17.00.
9. des.
Bókaútgáva í Ítróttarhøllini á Hálsi. Tá tiltakið í Gunda
dali er liðugt, verður farið í skrúðgongu niðan í Ítróttar
høllina, har felagið bjóðar øllum kakao og bollar. Eisini
verður ymiskt mentanarligt á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Havnar Fimleikafelag hátíðarheldur 100 ár
Nú seinasta, og eftir
mínum tykki nógv
grovasta, ákæran móti
mínum persóni, eisini
er afturvíst, farið eg
at heita á tykkum,
mínar lokalpolitisku
mótstøðumenn, um at lata frið vera.
Eg boðaði frá beinanvegin, at heldur enn at koma
við persónligum verjurøðum, fór eg at lata óheftar
myndugleikar taka støðu til ógvusligu ákærurnar.
Tað arbeiðið, er nú við seinastu niðurstøðuni
liðugtgjørt, og allar ákærur eru afturvístar, sambært
ávíkavist óheftum grannskoðara, Innlendismálaráði
og Almannamálaráði.
Farið tí at heita á tykkum um at gevast her, í per
sónligu jakstranini av mær og mínari familju. Eri
sannførdur um at okkara leiklutur ikki liggur eftir í
royndini at menna bygd, oyggj og land, og valini,
hornasteinurin í fólkaræðinum, hava tala sítt týðiliga
mál.
Kenni meg somuleiðis sannførdan um at rættvísið
altíð sigrar at enda og vit eru, sum familja, glað um
at óheftu niðurstøðurnar, eru í trá við okkara egnu
fatan av støðuni.
Einki hevði farið av tykkum báðum, Brandi
Sandoy og Gerhardi Lognberg, um tit komu við eini
almennari umbering, fyri tykkara almennu skriving
móti mær og familjuni.
Eg vóni at tit kenna tykkum hógv og at tit ikki
eisini seta at mær sum nevndarformanni í SEV. Tað
vildi verið ein endalig staðfesting av, at tað bert er
manninum tit fara eftir, og ikki eftir politiska
førleikanum og politisku úrslitunum.
Vit vilja enn einaferð takka øllum tykkum, sum
við bøn og góðum stuðli hava vart og verið um
okkum, meðan harðast leikaði á. Hjartans tøkk.
Latið nú frið vera!
fyrrverandi
borgarstjóri á Sandi
Páll á
reynatúgvu