mánadagur 16. november 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 219 - 16. november 2009
Eg haldi at tað er ein skan
dala, um tað bert verður
ein skúli, sum skal hava
allar 10. flokkarnir í Tórs
havnar kommunu.
Eg dugi væl at skilja, at
lærarar, foreldur og ikki
minst næmingarnir í
Kommunuskúlanum mót
mæla, at tað bert verður
ein skúli í Tórshavnar
Kommunu.
Fyri tað fyrsta hevur
Tórshavnar Kommunuskúli
gingið á odda fyri at fáa
10. flokk meiri spennandi
fyri næmingarnir. Teir hava
nú arbeitt við eini ætlan í
45 ár, og sær tað út til at
virka væl. Persónliga haldi
eg, at tað skal vera kapping
millum skúlarnar, tað er
sunt fyri næmingarnar, lær
arnar og ikki minst skúlan.
Um tað so skal verða
Tórshavnar Kommunu
skúli, kann diskuterast.
Eg skilji á lagnum, at um
10. flokkur skal vera ein
partur av nýggja Komm
unuskúlanum, kemur tað at
kosta einar 25. milliónir
meira enn tað er budgett
erað við, og hvar skal
Tórshavnar Kommuna
finna 25. milliónir? Um so
skal verða, mugu pengarnir
skerjast av og finnast aðra
staðir, tí fíggjarlógin fyri
2010 er longu gjørd.
Hví so ikki flyta 10.
flokk úr Tórshavnar Komm
unuskúla í gamla skúla á
Argjum? Tað kann í
høvuðsheitum vera líka
mikið, hvar ella hvørjum
hølum tú ert í, um tú hevur
somu lærarar, næmingar og
ikki minst sama konsept.
Eg haldi, at í 2010 skal
skúlaskipanin verða tann
sama, sum hon er nú.
So kunnu við umhugsa,
um vit í 2011 skulu hava
tveir skúlar í Tórshavnar
Kommunu, sum bjóða
næmingum 10. flokk.
Eg meti ikki, at tað er
nøkur orsøk til at hasta
nakað ígjøgnum, bert
vegna tað, at hendan
avgerð um 10. flokkar er
tikin í gomlu samgongu.
Ímynda tær, at ein
næmingur frá Nonnuskúl
anum fyrst skal ganga í
nonnuskúlanum frá 1 – 7.
flokk, síðani í Tórshavnar
Kommunuskúla frá 7 – 9.
flokk, og til seinast í
Eysturskúlan í 10. flokk.
Tað kann aldrin vera sunt
at flyta skúla tríggjar
ferðir, og so slett ikki tá
man bert er eitt barn.
Skal hetta hóast alt
gjøgnumførast við lóg,
meini eg, at næmingurin
skal hava møguleikan at
velja millum tveir skúlar.
Hugsið eg um meg sjálv
an, vil eg bert staðfesta, at
tað er ikki serliga feitt at
ganga í skúla og verða
happaður. Hetta havi eg
sjálvur roynt, og var tað
ein stór hjálp fyri meg at
skifta skúla. Sum uppskot
ið er í løtuni, fara næming
ar í framtíðini ikki at
kunna velja skúla sjálvir, tí
tað verður staðbundið, hvar
tú kann taka 10. floks
prógv, og tískil ikki ein
møguleiki at skifta skúla,
um tørvur er á hesum í
Tórshavnar Kommunu.
Men hvat, ja guð hjálpi
tú mær, skal ein næmingur
ganga á sama skúla sum
hann møguliga ikki trívist
í, við somu lærarum og í
sama flokki. Tað vil siga,
at næmingurin ikki fær
møguleikan fyri at skifta
skúla og mennast samsvar
andi sínum floksfeløgum,
og tískil heldur ikki møgu
leikan fyri at koma fyri
seg. Vónandi verður málið
um 10. flokkarnar væl
umhugsað og ikki bara
skundað í gjøgnum.
Við vón og virðing fyri
10. flokki í Tórshavnar
Kommunu.
10. flokkar í Tórshavnar Kommunu
býráðslimur
Rúni
DjuRhuus
Havhestarnir vóru onkun
tíð so næskir, at teir dittaðu
sær at lenda á dekkinum,
táið svongdin dró teir eftir
eini nýkruvdari gørn. At
standa og gálva og snýsa
upp í ættina, meðan fílað
var við oljutrýstsnellunum
frá Bjarna í Miðvági, var
hugaligt arbeiði. Kapping
arelementið kókaði í æðr
unum, rann sum froðandi
íða á Stokknesgrunninum
seinast í sjeytiárunum, men
so hendi tað ólukkuliga
onkuntíð, í krøppum sjógvi
og rákið var í harðara lagi,
at dergurnar komu í trol.
Tá kom mistrivnaður í eina
góða løtu, og sum Jákup
Andrias í Kálvhúsinum,
legendariski skiparin á
Columbus, segði á sinni, tá
líktist lúnningin mest av
øllum eini illa tentari rívu.
Einasta lívið var rútman
frá rakdropunum, sum víð
kaðu heimshøvini, og sár
hentu fingrunum, ið
royndu at greiða fløkjuna
og trolið aftur.
Søgan sigur okkum, at
tað er misjavnt, sum tað
hevur vignast við spuna
smiðum, politiskum, og
hartil teimum ið hava roynt
seg í øðrum lívsins gerð
armálum. Miskiljingar,
misljóð, agaloysi og ov lítil
ekvivalensur millum
heilakyknurnar á suffløri
og røðara, chefideologi og
politikara og dukkuførara
og entertainara vóru atvold
in til, at Frankenstein,
Golem og Pinocchio mis
eyðnaðust sum søguligir
figurar. Í øðrum førum
hevur tað hildnast betri. Í
nærum tveir mansaldrar sat
Mikhail Andreyevich
Suslov og stjórnaði reyðu
zarunum í Kreml. Fyri tað
hevði Rasputin stjórnað
seinasta veruliga zarinum,
Karl Rove manereraði sum
spunavargur í Hvítu húsun
um undir Bushregiminum
og í Danmark moderniser
aði Struensee einaveldið og
statsapparatið, meðan ein
hálvbýttur og brekaður
kongur varð sleipaður aftur
og fram eftir europeiska
meginlandinum í einum
lokaðum rossavogni.
Europeiska upplýsingar
tíðin varð ventilerað út í
danska samfelagið ígjøgn
um konu hansara, dronn
ingina, sum føroyskir sam
ríkjamenn plaga at taka til.
Statistiskt átti tað ikki at
borið til, men í Føroyum
hava vit seinastu tvey árini
upplivað eitt mediapolit
iskt tandempar, sum hevur
roynt seg í seinru og nú í
seinastuni í fyrru disciplin
ini. Í byrjanini gekk alt
sum eftir ánni. Uppá stás.
Populistisk media stunt,
har ókendir ESkommiser
ar vóru brúktir sum kúbein
og jarnbrot í eini roynd at
draga Føroyar inn í losjuna
hjá europeiska kontinental
kapitalinum riggaðu. Eisini
aðrar royndir, har ongin
kendi veruligu fyritreytir
nar, vóru gjørdar. Fjórða
statsvaldið, við øllum sín
um hentu mikrofonhald
arum, ið tíðum fløktust í
ravmagnskáplunum, flutti
seg í kadaverdisciplin,
hvørja ferð parlamentariski
harrin úr ríkisins metropoli
gjørdi sína entré á heim
landsins poltiska podium.
Tað veri seg á tíðindafund
um á Parnassos ella av
tingsins røðarapalli. Av
góðum grundum vitsti
ongin, um samljóð var
ímillum harran og spuna
smiðin, sum einaferð hevði
verið so óvarðin í einum
álopi, at hann noyddist úr
frumskógini við Eikitrø
um fyri at heita á fjølmiðl
arnar um at sletta síni egnu
spor. Tað ræður um at
virka í tí dulda, alt er
confidentielt. Uppgávan er
bara at dubba fyri avlát, at
mýkja politisku spengurnar
í meistaranum.
Byggir ikki Harrin
húsið, so arbeiða teir til
ónyttu, sum byggja at tí,
varðar ikki Harrin staðin,
so vakir vaktarin til ónyttu.
Tað sum hendi, nú Eiki
maðurin fór undir at virka
sum spunasmiður fyri
løgtingsmannin heldur enn
fólkatingsmannin, Edmund
Joensen, vaskikonurnar á
Vestaru brúgv borga undir
øllum umstøðum, var, at
tað bráðliga fór at leka
millum ástøði og verk.
Ímillum teori og praksis.
Í so máta eru tvey grell
dømi dagað undan í polit
isku sferuni síðani á
Mikkjalsmessu. Undir
fyrstu viðgerðini av løg
tingsfíggjarlógaruppskot
inum fyri 2010 gjørdi
løgtingsmaðurin av Oyri
bart, hann megnaði so dánt
at skúra seg fram ígjøgnum
eitt alin langt manuskript,
og vit sum sótu í tingsali
num kundu valla annað
enn fáa accosiatiónir til
fríkirkjuprestin, sum
Viderø kom í hóslag við í
Bretlandi, ávegis til
Jorsala. Honum tókti, at
har vóru tveir prestar í
einum, so lítið sum sam
ljóðið var ímillum orð,
hábrøgd og faktir. Edmund
bardist sum úlvur á skóg
hesa løtuna, tað skal hann
eiga, serliga ímóti tunla
gerð, serstakliga ímóti
tunlunum Norð um Fjall.
Lítið meira enn fjarðaður
av pallinum verður podium
hertikið av garvaða og
snilda pragmatikaranum av
Viðareiði, sum kundi stað
festa, at hesin sami
Edmund Joensen, saman
við trimum øðrum tingfólk
um í farnu tingsetuni, altso
fyri fáum mánaðum síðani,
hevði lagt verklagsuppskot
fram um, at tunlar skuldu
gerast í Borðoynni fyri
fjórðingsmilliard. Uppskot
ið varð samtykt. Tað kvøtti
ikki úr oyrarmanninum
aftur. Tíansheldur úr fjórða
statsvaldinum. Kalsberg
hevði ikki gjørt annað enn
óvitin, sum avdúkaði, at
keisarin var spillnakin.
Sjálvíscenusetti sólkong
urin var teptur. Sat sum
lundi sligin á nevið. Spuna
smiðjurin yviri við Strond
hevði ikki gjørt sítt heima
arbeiði til lítar. Sufflørur og
høvuðsleikari vóru komnir í
trol. Sendu ikki á sama
frekvensi. Annar á kort
bylgju og hin á lægru
frekvensunum á langbylgju.
Nú hendi tað so aftur.
Maðurin sum bjargaði sær
sjálvum við at broyta val
skipanina fyri tveimum
árum síðani krevur bráð
liga, at broytingar í eini so
vitalari skipan fyri fólka
ræði, sum valskipanin er,
ikki kunnu gerast uttan so,
at fólkið verður spurt eftir.
Allir miðlar kíka uttan
Útvarpið, sum var so frægt
útborið hesaferð, at tíðinda
deildin hevði researchað
og funnið útav, at hesin
sami Edmund Joensen við
hond og fót hevði stríðst
ímóti eini fólkaatkvøðu,
enntá atkvøtt ímóti henni,
táið ein broyting í valskip
anini skuldi bjarga honum
ein tingsess aftur fyri
tveimum árum síðani. Tá
var hann komin í trol við
lokalpolitiska baklandið í
266bmálinum, og nú kom
hann – Guð náði meg –
aftur í trol við Eikimannin
yviri við Strond, sum held
ur ikki hesaferð hevði gjørt
sítt heimaarbeiði til lítar.
Trupulleikin og læran av
hesum er, at aðrir aktørar í
politisku skipanini ongan
tíð vita hvørjum teir eru
uppi ímóti, einum fólka
valdum politikara ella ein
um miðlaráðgeva hjá øðr
um av stóru peningastovn
unum í Føroyum. Tí má
Edmund týða til
Sálmarnar, og fáa tak á
støðuni aftur, soleiðis at
samljóð og róður aftur
verður ímillum heilagøgn
ini á Joensen og Højgaard í
ókomnum døgum. Annars
verður tað sum á íslands
miðunum, tað verður ov
lættkomið hjá havhestun
um at stoyta seg niður á
tær garnarnar, sum av
gáloysni og av óvart ikki í
tøkum tíma vóru traðkaðar
út ígjøgnum lensiportrini.
Dergurnar mega greiðast.
Hendan greinin kemur
sjálvandi ikki út á javn
aðar/sambandsrásina og
ditto portalin (hjá almenna
partafelagnum Føroya
Tele). Kanska ditto blaðið
tekur hana upp einaferð í
næstu viku. Ritroyndin var
bara ætlað sum íkast til
aktuella og komandi pro
blematikkin, sum finst á
ógreiðu kommandoveg
unum ímillum ábyrgdar
leysar politiskar spuna
smiðir og politiskar kannu
stoyparar, ið fult og heilt
hava givið seg í teirra vald.
Í hasum minufeltinum ligg
ur demokratiski vandin,
latenti spurningurin er,
annaðhvørt tað er Gepetto
ella Pinocchio sum ræður
fyri borgum. At Edmund
Joensen í einum tvey ára
tíðarhvarvi berjist fyri og
síðani ímóti einum og
sama prinsippmáli sigur alt
um, hvussu viðbrekið
fólkaræðið í grundini er.
Borgarin og veljarin eiga
tó altíð seinasta orðið. Tað
man vera longst sum best.
Chefideologur og løgtingsmaður komnir í trol?
tóRbjøRn
jacobsen
Tad eru nú skjótt jól, og vit, sum búgva í
Danmark, eru nógv í tali, sum skulu heim.
Eg fór so tann 5 november at bíleggja mær
eina billet til Føroya. Tað var bert ein billet eftir,
og tað var tann 23 desember.
Tað er nú soleiðis, at eg sigli úti, og komi
heim til Danmark tann 23 dec. kl. 15.30. Men
Atlantic Airways hevur bert ein frágang úr Danmark tann 23 december, og tað
er kl. 13.30.
So flúgva teir aftur 26 december. Eg haldi hetta er út um alt mark. At einasta
flogfelag Føroya ikki fl+ygur meira um jólini. 23 december er fullur arbeiðs
dagur og 24 december er hálvur arbeiðsdagur.
Eg kenni 7 fólk sum ikki sleppa heim tann 23 ella 24 dec., bert tí Atlantic
Airways ikki tímir at flúgva.
Magni Arge roynir vist nokk at tekkjast flogskiparanum, so teir og restin av
manningini kunnu dusa sær til jóla uppá ferdðafólks bekostning.
Tad er onki at ivast í, at Atlantic Airways kan fylla 4 flogfør frá Danmark
tann 23 og 4 afturat tann 24 dec.
Atlantic Airways, tað
dovna flogfelagið
búsitandi í Danmark
eiRikuR
kRistiansson
anDResen
viðmerkingar