Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 16. november 2009 13 Men søk um stuðul at granska hvussu veður­ lagsbroytingar so heilt fullstendiga hava oyðilagt tilhaldsstaðið hjá íkornum, og tú ert inni V it kenna hatta ergamla knepið hjá tyrannum at fáa meiniga mannin at gera akkurát tað, teir vilja: at ræða lívið úr honum! Maximilien de Robespierre skilti hetta so avbera væl. “La patrie est en danger” geylaði fransurin, áðrenn hann av­ greiddi ósek í túsundatali til hasa grimmu falløksina. Nú, 217 ár seinni, ljóðar geylanin: “Verðin er í vanda”! Vit vitna ikki longur “veður­ lagsbroytingar”, men “vanda­ miklar veðurlagsbroytingar”, gorra hasi grønu... ov gul at viðurkenna, at tey í veruleik­ anum eru reyð. Men hvat betýð­ ir hetta? Jú, tað betýðir, at bilar eru vandamiklir. At flogfør eru vandamikil. At herviligir plast­ posar eru vandamiklir. At ílegu­ manipulerað føði er vandamik­ il. At eta kjøt er vandamikið – neyt frata, kjarnorka, avskóging og so víðari, so víðari, víðari. Men so má eisini vera ein haturfuglur. Fyri Hitler vóru tað jødarnir. Fyri foreldur við óuppdrignum børnum eru tað barnagarðurin, skúlin, veður­ lagsbroytingar, Kaj Leo. Fyri Ingeborg eru tað “tey fremm­ andu”. Fyri væl lærda, kortini so banala Tórð Jóansson kapi­ talisman. Fyri veðurlagsbroyt­ ingar og tess apokalyptisku spádómar er tað tann gýrigi forbrúkarin; eigarnir av bensins­ lúkandi bilum og snarbátum, børsspekulantar og bankastjórar umframt foreldur við ov nógvum børnum. Ella, og meir víðfatandi, tað er eitt samfelag við yvirflóð, ið brúkar meir enn sín part av steinrunnu orkukeldunum, og sum við einum nýuppfunnum slag av kolonialistiskari eyð­ ræning, har heimsins fátøku eru við sviðusoð, vísir óbland­ aða líkasælu fyri komandi ættarliðum. Tó, tá ið tað kemur til hasar liðugtseymaðu broytingarnar innan veðurlagið, er skulde­ tingar­spælið uppaftur meiri lúrið enn tað hjá nasistunum; tí sjálvt um nøkur verða lastað meir enn onnur, fatar hetta moralskt ætlaða misbrot á eina verð í totalari afturgongd um okkum øll. “Vit hava sæð fíggindan”, siga hesir tofuetandi økoflipp­ arir, “og tað er tú”. Hin veruliga grundin aftanfyri følsku præ­ dikuna um alheimsupphiting rennur aftur á slóðina hjá forfjónaða Malthus. Hon er, at tað eru ov nógv fólk til, og hetta er meiri, enn Móðir Jørð megnar. Tann gamli, men eisini alt ov sjónski mátin er at sleppa sær av við fólk sum best ber til, hvat frælsisstjalandi gudarnir hjá Fríu Føroyum so eisini kláraðu væl betri enn Hitler og kom­ paní. Men tann nýggi mátin at manipulera fólk at fækkast, er at noyða ógvusliga skuldar­ kenslu á tey. Hetta er tann post­ kommunistiska metodan. Hesu­ ferð, tó, í grønum klæðum, men sama endamál: at fremja eina generella elendigheit, har øll renna sama veg. V it kunna lasta sosialistum og umhvørvisverndarfólki fyri hetta. Fólk, ið fáa avgongu antin við at píska ella verða pískað, og við hesum hava kaprað hatta nikkandi og trend­ kæra toymið av óvitbornum akademikarum, nøgdum deild­ arleiðarum og nýríkum stjórum. Umhvørvisligir fylgisneytar, hvørs fremsta stúran neyvan melur í klingur um heiðurliga arbeiðið at ílegubetra manna­ ættina ella hvussu at verja okkum fyri enn eini talufrælsis­ skerjandi paragraf, ið ætlandi skal verja onkran særdan minnilutabólk, sum ikki megnar at vinna bardagan í kjaki. Nei, heldur snýr tað seg um at síggja frískur og ‘up for it’­út og aðramáta vera í andaligari javnvág, elska seg sjálvan og syrgja fyri, at tínir feysbukk­ andi vinir gera tað sama; at luttaka í og fara til allar hasar láturligu fyrilestrarnar og ráð­ stevnur, wellness ella ei, bara tí fyriskiparin hevur dragsað onkran himmalskan dana higar. Men fyri at sleppa undan einum fullvegis moralskum tómleika, ikki renna út úr takt og, ja, gera nakað so vilt sum at hugsa og taka avgerð av tínum eintingum, er best at krøkja seg í Connie Hedegaard og hennara prísandi lærusveinar, sum við eini mystiskari upphiting av jørðini loksins hevur funnið onkra, bara onkra, stórsligna moralska søk at arbeiða fyri. S líkir ørvitisfiskar fáast ikki við partleysa vísind. Teirra umhvørvisvernd er ein átrún­ aður, og sum allar fanatiskar kultrørslur er hann fíggindaligur ímóti vísindi og skynsemi. Hann hevur sín djevul, Amerika. Hann hevur síni rituali, endurnýtsla av plast­ posum. Hann hevur sína egnu bíbliu, “Skjótt syftir seiðir og tunga takið”. Hann kemur við óendaligum undanførslum fyri sjálvpískarí... sosum at hava plastposar í fyrsta lagi. Alt hetta merkir, siga træ­ klemmararnir, at tað ikki eru stundir til eitt kjak um tað, ið kann sigast fyri og ímóti. Hvørt sekund er dýrabart. Vit hava barasta ikki ráð at spilla tíðina burtur, og so slettis ikki tíð til at gagnmeta próvtilfarið. Tað, okkum tørvar, vilja vanlukku­ profetarnir vera við, er eina víðgongda státsuppílegging til tess at tálma nýtsluni og so­ leiðis revsa modernaða borg­ aran reivaðan í materialistiskari yvirflóð. Men vit hava tíð. Tað er bara tað, at sleppa vit fyrst at meta um prógvini fyri mannaelvdari veðurlagsbroyting, kollapsar anti­kapitalistiska herferðin. Prógvini tola rætt og slætt ikki eftirkannan, og tí er tað, at politisku forrennararnir, ið vilja fólkaræði og frælsi til lívs, hava so øtiligan skund. U mhvørvisverndarfólk mana í heilum fram myndatalu frá Holocaust – á ein hátt at strika undir, at veðurlagsbroyt­ ingar er ein simplistisk moralsk søk, og annars at læsa kjakið hesum viðvíkjandi. Vit vita øll, at Holocaust hendi, vit vita øll, at tað var skeivt, vit vita øll, hvør illmennini vóru og hvør offrini vóru. So, být jødarnar um við flora og fauna, nasistarnar um við Big Business, og rasistiskar revisionistar um við “veður­ lagsbroytingar­sýtarar” og, voila, tú hevur eina liðugt­ seymaða moralska smásøgu, ið fer at vísa á, hvussu altavger­ andi tað er at takkla veðurlags­ broytingar her og nú, og hvussu skakandi og skammleyst tað er at seta spurning við motivini hjá umhvørvisverndarsektini. Bara hugskotið, at seta spurn­ ing við tann mest ivasama og propaganda­plágaða retorikkin nakrantíð framleiddan, er nú so langt úti, halda umhvørvisfólk­ ini, tey ráðandi og fjølmiðlarnir, at tú burdi biðið um hjálp. Tey ordiliga grønu steðga ikki so, men mæla til ein revsirætt a la Nürnberg fyri hasi, ið ikki trúgva upp á søguna. So hugnaligt. Sama hugsanin, faktiskt, ið sendi hasi, sum tordu at bjóða sosialistisku kollveltingini í Russlandi av, til sinnissjúkrahús at fáa høvdið kannað. Í veruleikanum er nógv at kjakast um. Amerikanska senatið móttók fyrraárið frá­ greiðingar frá meiri enn 400 veðurlagsfrøðingum, sum ósvitaliga staðfestu, at miðal­ heimshitin ikki er vaksin sein­ asta tíggjuáraskeiðið. Tíans­ heldur kunna vit leinkja ikki­ eksisterandi upphitingina við eina veðurlagsbroyting, sum í ringasta føri er uppfunnin, í besta, regional og ekstremt yvirmett. Hissini upphitingin, vit hava havt síðani 1970ini, er syklisk, og hevur einki við mannaelvt virksemi, ella CO2, at gera, greiddu teir frá. Hetta hoyrdu vit einki um. Og, uppaftur týdningarmeiri, nógvir av hesum 400 veðurlags­ frøðingunum vóru, ella eru, limir í altjóða klimapanelinum IPCC, og hava síðani broytt meining “as a result of obser­ vational fact”. Heldur ikki hetta hoyrdu vit um. Vissuliga, uppaftur fleiri høvdu víst aftur trúarsøguna um veðurlagsbroytingar, høvdu teir ikki verið so bebbaræddir fyri óhugnaliga straffinum, fíggjarligum og fakligum, men eisini familjukendum, teirra politisku harrar geva. Setur tú spurning við teirra veðurlags­ broytingar endar tú bara við at verða útihýstur júst sum sovjet­ isku vísindafólkini, ið tordu at seta spurning við kollektivan landbúnað, til dømis. Søk um stuðul at granska í matarvanunum hjá íkornum, og tú skalt ikki rokna við so mikið sum eini 10­krónu. Søk um stuðul at granska hvussu veður­ lagsbroytingar so heilt fullstend­ iga hava oyðilagt tilhaldsstaðið hjá íkornum, og tú ert inni. S amtíðis, effinett sum kommunistaflokurin hjá Tórða Jóanssyni plagdi at heilavaska skúlabørn um ræðu­ leikan í kapitalismuni og demo­ kratinum, verða skúlabørnini í dag steinslongd yvir í bókas­ avnið, har tey fáa at vita, at verðin fer at halda uppat við at virka, um ikki tey endurnýta. Bíða bara, um ikki so leingi fer ein titrandi Helena Dam á Neystabø at krevja av sínum lærarum, at næmingarnir fara at læra um hvussu synduga manna­ ættin við vilja hevur “alheims­ upphita” klótuna, og soleiðis fastlæsa eina mentan, sum kann, heilt bókstavliga, frelsa heimin. Men slíkur skúlapolitikkur er ikki ætlaður børnunum, sjálv­ andi ikki tað. Heldur er tað upp til tey at yvirtala foreldrini at blíva “góðir grønir borgarar”, nettupp sum sovjetisk børn lærdu síni foreldur at blíva til góðir kommunistar og die kinder í 1930unum í Týsklandi komu heimaftur frá legu við kravboðum um at foreldrini spældu Wagner og vaskaðu sær væl og virðiliga aftanfyri oyr­ uni hvønn Hitlers skapta dag. Presiss sum leiðslan í komm­ unistaflokkinum í tíð og ótíð leitaði sær til síni dacha at tosa um frígevingina av proletariat­ inum, brúka okkara leiðarar stór­ ar nøgdir av jarðrunnum brenni­ evni at byggja glasklæddar skriv­ stovubygningar og spitflúgva til ráðstevnur í Bali og Poznan, Kyoto og New York, og skjótt eisini Keypmannahavn, at tosa um hvussu hvør einstakur kann forbrúka nógv minni fyri at, heilt bókstavliga, frelsa heimin. Í øllum lívsins tættum, frá státsligari uppíblanding í barnauppaling til at fortelja trøllvaksnum fólki, hvat tey skulu eta og hvat tey ikki skulu drekka, frá kommunalum sneytarum til idiotiskar heilsu­ og trygdarreglar, er endamálið við veðurlagsbroytingar­ politikkinum at kontrollera og broyta mátan, vit eru uppá. Tann grøni fólkaherurin kamuflerar hetta trølsliga lyndi í lívd av átrokandi tørvinum at bjarga verðini undan armagedd­ on. Men við einstaklingum sum Tórður Jóansson, ið ætlandi halda, at tað einasta, ið er galið við verðini, er handa forbannaða mannaættin, má miljónaspurn­ ingurin væl vera, hvønn hann tá ætlar at goyma verðina til. S um vit stíga inn í eitt tíðar­ skeið við fordømisleysum politiskum tamarhaldi og ein heim, hvørs borgarir fáa sam­ sýning fyri at slatra um teir nábúgvar, ið blaka lýsingarbløð í tann gráa ruskposan og makrel­ blikk í tann grøna ruskkassan, er ein setningur, sum av sonn­ um átti at verið skrivaður við stórum bókstavum í hvønn hin einasta stovn í landinum. Hann kemur frá amerikanska journalistinum H. L. Mencken, sum skrivaði, fyri 100 árum síðani: “The desire to save man­ kind is almost always a false front for the desire to rule it”. Amen. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Ov nógv av øllum er ongantíð nokk Tíðargreinin tíðargreinin Agga Niclasen meining@meyl.fo