mánadagur 16. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 16. november 2009 – Nr. 219
Í fyrra dystinum ímóti
serbiska oddaliðnum, RK
Kolubara, megnaði Neistin
at bíta frá sær, so serbarnir
bara vunnu við einum máli.
Men í seinna dystinum var
krútið uppi hjá Neistanum,
ið tapti stórt
Annað árið á rað var mansliðið hjá
Neistanum við í EHF Cup-kapp-
ingini, og enn eina ferð megnaði
liðið at fáa eitt gott úrslit. Í fjør
gjørdist tað til ein heimasigur ímóti
RK Lovcen Cetinje, sum var vunnin
við einum máli, og hesa ferð var
Neistin bara eitt mál frá javnleiki í
fyrra dystinum ímóti serbiska RK
Kolubara.
Í dystinum leygarkvøldið, sum
formliga var útidysturin hjá før-
oysku steypavinnarunum, byrjaði
Neistin væl og var fleiri ferðir á
odda, bæði 5-2, 9-7 og 11-8, áðrenn
serbarnir javnaðu til 13-13, tá 10
minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki.
Eftir steðgin vóru tað serbarnir, ið
hildu seg frammanfyri, onkra løtu
við fýra málum, men ímóti endan-
um reistist Neistin aftur og síðsta
korterið stóð fleiri ferðir á jøvnum.
Men í evstu løtu fekk RK Kolubara
avgerandi málið og vann.
Eingin ivi um, at Neistin við
hesum enn eina ferð framdi eitt
avrik, føroyskur hondbóltur kann
vera errin av. Og hóast úrslitið
sunnudagin slett ikki livdi upp til
fyrra dystin, so er talan um ein
megnar innsats!
Afturum beinanvegin
Sunnudagin tóktist onkursvegna,
sum var krútið uppi hjá Neistanum,
sum ongantíð slapp inn í dystin,
men beinanvegin dragnaði og var
langt frá at koma upp á javnt,
tíansheldur at koma framum.
Spælararnir hjá RK Kolubara vóru
sera kontantir í seinna dystinum, og
bara í fyrra hálvleiki fingu teir seks
útvísingar, meðan Neistin bara fekk
eina. Og tá komið var til hálvleiks,
var alt longu avgjørt, tí munurin var
átta mál.
Í seinna hálvleiki fekk verjan
betur tak á serbunum, og tað gekst
heldur betur. Álopsspælið, ið
riggaði væl undan steðginum,
riggaði sera væl í seinna hálvleiki, tá
Neistin fekk ikki færri enn 18 mál.
Framvegis var serbiska spælið
kontant, men hóast RK Kolubara
ofta var í minniluta, tí spælarar vóru
útvístir, megnaði Neistin ikki í nóg
stóran mun at gera sær dælt av tí,
og sostatt gjørdist talan um ein
greiðan serbiskan sigur í seinna
dystinum.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Tróndur aftur til Neistan
Eftir at hava fjakkað í Eystanlondum er Tróndur Kragesteen nú aftur í
Føroyum, har hann ætlandi skal styrkja um mansliðið hjá Neistanum. – Nú eri
eg komin heim og eri byrjaður at venja aftur. Renni og venji styrkivenjingar.
Eri eg nóg góður, og venjarin ætlar at brúka meg á besta liðnum, sigi eg ikki
nei takk, sigur Tróndur Kragesteen við heimasíðuna hjá Neistanum. Hann
hevur seinnu árini ment seg til at vera ein av avgjørdu lyklaspælarunum hjá
Neistanum, og hann var eisini partur av landsliðshópinum, áðrenn hann í
summar fór at fjakka.
Nøgdur og harmur
– Hatta var spell, tí vit vóru við teimum alla tíðina. Og fáar minutt ir undan leikloki komu vit
upp á 33-33. Teir avgjørdu dystin ein hálvan minutt fyri tíð, tá eitt ikki serliga gott hoppi skot
fór inn. Skoraðu teir ikki tá, so høvdu vit havt møguleikan fyri sensatiónini, so hatta var spell,
segði Heini Hanusarson, tá Sosialurin eftir fyrra dystin fekk orðið á hann.
Hóast harmur, so var Heini tó rættiliga væl nøgdur um avrikið hjá sær og liðfeløgunum í
Neist anum:
– Hatta var eitt gott úrslit, tí teir hava ikki tapt í serbisku kapp ingini hetta kappingarárið,
og talan var um eitt lið í sterk astu uppstilling. Sjálvandi kann tað vera, at teir hava undirmett
okkum, og at teir mentalt ikki hava verið til reiðar. Men tað var ongantíð so, at teir settu
nakra B-ketu inn, og ein garvaður spæl ari sum Jovanovic hjá teim um spældi allar 60 minutt-
irnar.
Heini Hanusarson helt, at teir í Neistanum dugdu væl at halda fast við sítt spæl allan
dystin:
– Vit høvdu góða disiplin í spælinum. Vit duttu niður einar tvær ferðir, og tað kostaði trý-
fýra mál hvørja ferð, og so máttu vit aftur stríðast. Men tað gjørdu vit eisini sera væl, so tað
var spell, at tað ikki eydnaðist at vinna nakað altjóða stig, segði Heini.
-mørk
Serbar bilsnir
– Vit høvdu fyrireikað okkum væl, og hartil hava vit fólk á liðnum, ið duga serbiskt, so vit
vistu frá fjølmiðlunum, at RK Kolubara undirmetti okkum. Tí fóru vit í fyrra dystinum á vøllin
eftir okkara møguleika, og við ágangandi álopsspæli og dygg ari verju var tað um repp ið, at
vit vunnu, sigur venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen.
– Til seinna dystin høvdu teir fingið pjøssað onkran góðan spæl arar saman, teir annars
høvdu ætlað at spart, so tá vóru teir uppaftur betur mannaðir. Hetta eru professionellir spæl-
ar ar, so teir gjørdu tað, sum teir skuldu gera.
At Neistin skuldi geva so dygga mótstøðu í fyrra dysti num, var nakað, ið serbar vóru sera
bilsnir av, tí tað høvdu teir slett ikki væntað:
– Teir viðgingu eftir dystin, at teir slett ikki høvdu roknað við, at vit vóru so góðir, sum vit
vóru. Og teir vóru sera bilsnir av, at smáu Føroyar kundu hava so nógvar góðar
hondbóltsspælarar, sigur Ingi Olsen, ið saman við hinum í Neistanum nú er á heimleið –
men við einari seinking, ið møguliga forðar fyri, at liðið klárar at koma heim í kvøld.
hil
Neistin nær við – og tó
RK Kolubara-Neistin 37-36 (19-17)
Leygarkvøldið 14. november kl. 18
10 min: 5-8
20 min: 13-13
40 min: 23-20
50 min: 30-30
Málskjúttar
Neistin: David Edvardsen 8, Heini
Hanusarson 8, Finnur Hansson 6, Sjúrður
Thomassen 6, Áki Mørk 5, Jugoslav Djumic 3
Neistin-Kolubara 32-43 (14-22)
Sunnukvøldið 15. november kl. 18
10 min: 4-7
20 min: 9-14
40 min: 20-29
50 min: 24-37
Málskjúttar
Neistin: Finnur Hansson 10, Jugoslav Djumic
7, David Edvardsen 7, Heini Hanusarsson 5,
Áki Mørk 2, Heini Ragnarsson 1
FAKTA um dystirnar
Neistin legði aftur í ár ein góðan innsats eftir seg í EHF Cup, og hóast seinni dysturin ikki
gjørdist líka glæsiligur sum tann fyrri, ið var taptur við bara einum máli, er avrikið hjá
Neistanum klárt góðkent
Savnsmynd: Álvur Haraldsen