mánadagur 16. november 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. november 2009 – Nr. 219 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Todi til Føroya at venja
Todi Jónsson hevur gjørt av, at frá 1. januar fer nýggi
fótbóltsskúli hansara javnan at vitja í Føroyum, so tað skal bera
til hjá føroyskum fótbóltsspælarum at fáa persónliga venjing,
har Todi venur/coachar einsamallur saman við spælaranum.
Tað ber eisini til, at spælararnir eru tveir og tveir saman. Á
heimasíðuni hjá fótbóltsskúlanum, www.fodboldcoaching.dk,
ber at tekna seg til skeið, sum eru ávíkavist tríggjar og seks
mánaðir til longdar.
U17-landslið til NEVZA-Cup
Í sambandi við, at U17-landsliðið hjá kvinnum í flogbólti skal við
til NEVZA-Cup í næsta mánaði, eru 18 spælarar úr Fleyr, KÍF,
Mjølnir, TB, SÍ og ÍF tiknir út til venjingar og venjingardystir.
Hópurin hevur longu havt onkra venjing og spælt ein
venjingardyst, og fyrireikingarnar halda fram allan henda
mánaðin og nakað inn í desember. Bæði venjingar og
venjingardystir eru ymsastaðni kring landið, og spælt verður
bæði ímóti liðum úr meistaradeildini og 1. deild hjá kvinnum.
Magnus Matras stóð ein
framúr dyst, og fyrst og
fremst var hann munurin,
tá Kyndil hálvavegna vann
stórsigur á VÍF
Mangan hava uppgerðirnar millum
teir báðar arvafíggindarnar í
føroyskum manshondbólti verið
bæði tættar og harðar. Og fyrri hálvi
tímin av uppgerðini sunnudagin
var ikki so nógv øðrvísi í so máta.
Spælið var avgjørt ikki nakað at
reypa hurrá fyri, og teknisku
mistøkini vóru ríviliga nógv í tali.
Viljin at stríðast hekk tó uttan á
hvørjum tí einasta spælara, og
nærdystirnir vóru bæði nógvir og
harðir. Hartil var munurin ongan tíð
meira enn tað eina málið, so
intensitetinum bagdi einki, hóast
kræsnu Kyndils- og VÍF-áskoð arar-
nir mangan munnu hava sæð betri
dystir millum liðini bæði.
Magnus læsti
Avgerandi hendingin í dystinum
kom hampuliga seint í fyrra hálv-
leiki. Magnus Matras og Erling
Johannesen kappast í ár um plássið
millum stólparnar hjá Kyndli, og
hesa ferð byrjaði Erling dystin.
Seinasta partin av fyrra hálvleiki
varð Magnus tó sendur á vøllin, og
hann hevði eisini nakrar bjargingar
undan steðginum.
Eftir steðgin gjørdi hann tó ein
ordans vørr. Fleiri ferðir bjargaði
hann kjansum, sum vóru upp ímóti
teimum 100 prosentunum, og eins
ofta lukkaði hann av fyri møgu-
leikanum, soleiðis at skotroyndin
frá mest sum leysa vestmenn-
inginum varð yvirplaserað.
– Hetta var ein av teimum heilt
frægu dystunum hjá mær higartil í
ár. Vit hava sjálvandi vant nógv, og
fyri meg hevur tað gjørt øgiligan
mun, at vit hava ein málmans venj-
ara. Tað hevur kanska ikki gingið
eins væl allar dystirnar, men í dag
riggjaði tað í øllum førum øgiliga
væl, segði Magnus eftir dystin.
Og tá tú so byrjar seinna hálvleik,
sum tú gjørdi í dag. Er tað so bara
soleiðis, at tingini henda av sær
sjálvum?
– Tú kemur meira ella minni í
eina støðu, har tú als ikki hugsar
um tingini. Tú sært bara bóltin fyri
tær, og tað er deiligt, tá tað hendir.
Eg hugsaði sum so slettis ikki um,
hvussu teir skutu. Eg fór bara har,
sum skotini komu, segði ein ser-
stakliga væl nøgdur Magnus
Matras, tá vit fingu orðið á hann
eftir dystin.
VÍF í botni
Sigurin ber við sær, at Kyndil nú
veruliga er við í kappingini í odd-
inum. Enn eru Neistin og StÍF á
teimum báðum finalusessunum,
men við bara tveimum stigum upp,
kann tann støðan broytast heilt
skjótt.
Hjá VÍF er støðan hinvegin einki
hugagóð. Teir eru framvegis ájavnir
kollfirðingum í stigum, og skulu teir
vinna seg úr botnstríðnum, skulu
fleiri lutir broytast. Fyrst og fremst
skal høvdið brúkast meira í spælin-
um, og so hevði tað helst ikki gjørt
nakran skaða, um menn dugdu at
vera kaldari í skotstøðunum. Tí
góður málverji ella ikki, so skulu
gjarna fleiri enn 23 mál til fyri at
vinna nakran hondbóltsdyst í bestu
mansdeildini.
Spæla sum
eitt botnlið
Fyrstu umførini var líkt til, at
VÍF skuldi vera við í kapping-
ini um pláss í FM-finaluni,
men tann vónin er væl og
virðiliga broytt. Og eftir sjey
umfør er liðið ájavnt við KÍF á
botnsessinum.
Venjarin hjá VÍF, Jónleif
Sólsker, var eisini skjótur at
ásanna, at hetta var ikki nóg
gott.
– Hetta er sjálvandi ikki tað,
sum vit ætlaðu. Vit hava spælt
væl í løtum, men tað er ov
langt ímillum, at vit koma í
góðar støður. Og tá vit koma í
góðar støður, eru vit ikki nóg
kaldir.
Tað at mann brennir so
nógv. Er tað ein mentalur
trupulleiki, ella er mann bara
ikki nóg góður?
– Tað er ein góður spurn-
ingur. Mentalt eru spælararnir
kanska ikki vanir at vera í
støð uni, sum teir nú eru í, og
tí skulu teir kanska yvir-
præstera fyri at koma skjótt
upp eftir talvuni, heldur enn
at taka ein dyst í senn og
royna at vinna hann. Tí í løtuni
sær tað út til at vera trupult
hjá okkum at vinna ein dyst.
Og tit hava kollfirðingar
beint í hølunum. Er tað eitt
trýst, sum tit merkja?
– Tað er so ikki tann behagi-
ligasta støðan at vera í. Eg
meini sjálvur, at vit eru klárt
betri enn KÍF. Men í løtuni
spæla vit sum eitt vánaligt
botnlið, staðfestir Jónleif
Sólsker.
-mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tá Magnus Matras eftir steðgin sveiggjaði sítt avrik upp á altjóða støði, skrædnaði tað fullkomuliga millum Kyndil og VÍF. Kyndil er
framvegis liðið, sum eltir oddin, og VÍF er framvegis partur av botnstríðnum móti KÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-VÍF 30-23 (14-14):
Magnus tók alt