mánadagur 16. november 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 16. november 2009 – Nr. 219
Miseydnað vælgerð
Tankin við vælgerðardystinum leygardagin millum Hertha
Berlin og Türkiyemspor úr fjórðbestu deildini var vakur, men
úrslitið gjørdist milt sagt miseydnað. Fyri tað fyrsta, fóru tveir
av profilunum hjá Hertha Berlin, Patrick Ebert og Raffael, út
við skaða. Endamálið við dystinum var at útvega inntøkur til
børn, sum skulu í dialysuviðgerð í Berlin, men bara 400
áskoðarar møttu upp, so inntøkurnar gjørdust bara 35.000
krónur. Úrslitið gjørdist ein alt annað enn sannførandi 3-2
sigur til Hertha Berlin.
Sveis U17-heimsmeistari
Alpulandið vann HM fyri U17-landslið eftir 1-0 sigur í finaluni á
vertslandinum, Nigeria. Sigursmálið skjeyt Haris Seforovis
miðskeiðis í seinna hálvleiki. Nigeria trýsti nógv og rakti eisini
træverkið, og í onkrum føri fingu sveisarar ruddað bóltin burtur
frá málstrikuni. HM-sigurin er søguligur hjá Sveis, sum ongantíð
áður hevur verið við í einum endaspæli fyri U17-landslið. Sveis
vann EM fyri U17-landslið í 2002, og manna fleiri av hesum
spælarum HM-hópin hjá Sveis, sum skal til HM-endaspælið í
Suður-Afrika komandi summar. Spania vann bronsu í
HM-endaspælinum fyri U17-landslið í Nigeria.
StÍF er nú saman við Neist-
anum oddalið í Atlantic Air-
ways-deildini. Men hvørki
StÍF ella H71 sýndu nakað
meistaraspæl sunnudagin
Tað var rótut út enda í annan, tá
StÍF sunnudagin helt fast um trýstið
á Neistan í oddinum av bestu
føroysku mansdeildini.
Bestu og bestu er tó kanska
nakað nógv sagt, tí hondbóltsspæl í
føroyskari høll hevur rættiliga ofta
verið betri enn tað, sum var at
síggja í Hoyvíkarhøllini sunnudagin.
Frá byrjan var dysturin ógvuliga
rótutur. Hjá StÍF hava Gabriel
Stanciu, Cristian Preda og Mortan
Hansen borið stóran part av
byrðuni í álopsspælinum hetta
kappingarárið, og tað gjørdu teir
aftur í gjár. Men tað merkir
samstundis, at spælið hevur hug at
treingjast inn móti miðjuni, og tí
gerst ógvuliga rótut.
Og tað spælið lótu hoyvíkingar
seg eisini lokkað til sunnudagin.
Kviki hondbólturin, sum liðið væl
megnar, slapp bert framat í lítlum
løtum, og í verjupartinum vóru teir
heldur ikki eins væl skipaðir, sum
teir ofta fyrr hava verið.
Tí eydnaðist sjáldan at steðga
stóru skjúttunum hjá StÍF, og hóast
tað í málum støðugt leikaði javnt á,
so sat áskoðarin fyri tað mesta við
varhugaðum av, at gestirnir skuldu
fara avstað við stigunum.
Ikki minst tí teir í málinum hava
Marian Cirloganescu. Verjan hjá StÍF
er ikki tann, sum hon áður hevur
verið, men í Marian hava teir
framvegis ein tann besta málverjan,
sum hevur verið í føroyskum
hondbólti. Og saman við teimum
trimum álopsprofilunum var tað
nóg mikið til at tryggja stranding-
um enn trý stig á leiðini.
Tjaldur vann trygt á
heimavølli ímóti VÍF og
varðveitir tí oddasessin
Tjaldur er framvegis á fremsta
pláss inum í bestu kvinnudeildini. Í
gjár vunnu kvinnurnar úr Runavík
trygt við 12 málum á heimavølli
móti VÍF.
Oddaliðið legði sera bragdliga
fyri og einu løtu vórðu gestirnir úr
Vestmanna eyðmýktir. Eftir hvíldina
kvetti VÍF nógv av tryggu leiðsluni
hjá heimaliðnum, soleiðis at
munurin, tá avtornaði, var 12 mál.
Úrslitið gjørdist 37-25, eftir
hálvleiksstøðuna 21-9, og Adina
Petrea og Cornelia Rambu skoraðu
einsamallar fleiri mál enn alt VÍF-
liðið, ávikavist 14 og 12 mál.
VB-StÍF 25-29 (13-16):
Forkunnugt
StÍF-hál
Tað var ikki gamalt,
at kvinnurnar hjá StÍF
fingu stig við sær úr
Vági, men í gjár fóru
tær avstað við øllum
VB hevur ikki í vetur eitt líka
roynt lið sum undanfarin ár,
men hóast framtíðin avgjørt
er á veg, so megna kvinnurnar
í Vági ikki av álvara at bjóða
av nú, eftir at tær síðsta vetur
vóru ikki langt frá einum
FM-finaluplássi.
Í gjár vitjaði eitt annað ungt
lið, StÍF, og tá avtornaði, fóru
kvinnurnar av Strondum
avstað við øllum. Tær vóru
eisini á odda allan dystin –
onkra løtu fimm ella seks mál
– men ímóti endanum gjørd-
ist spennandi, tí fáar minuttir
fyri dystarenda vóru bara tvey
mál á muni.
Tað eydnaðist VB partvíst at
skerja mest vanligu álops-
hóttanirnar hjá StÍF, so sum
Fríðrún Danielsen og Rebekku
Justinussen, men afturfyri
vóru tað so aðrar, ið traðkaðu
til, og eitt nú gjørdist Bára
Berthelsen toppskjútti hjá
gestunum av Strondum.
StÍF hevði yvirhøvur fleiri
streingir at spæla uppá, með-
an VB saknar skotstyrki og tí
fekk fleiri av málunum eftir
skjótálop og fríspælingar inn
á strikuna, ið eru sterkastu
vápnini hjá liðnum í Vági í
løtuni.
H71-StÍF 26-27 (12-12):
Oddalið uttan stórspæl
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Við Levi Nybo og Johan Hofgaard á skaðalistanum mátti Jens Skipagøta gera come-back millum stólparnar hjá H71. Hann hevði annars
takkað fyri seg við FM-gullinum í vár
Mynd: Álvur Haraldsen
Tjaldur-VÍF 37-25 (21-9):
Tjaldur framvegis oddalið