Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16. november 2009 – Nr. 219 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Vunnu uttan Julian Í gjár tók Svendborg ímóti Otterup í triðbestu donsku fót­ bóltsdeildini. Julian Johnsson var leikbannaður til dystin, men kortini eydnaðist tað heimaliðnum at vinna 3­1. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 1­1. Svendborg liggur á einum níggjunda plássi í 2. deild vestur. Svendborg hevur 20 stig fyri 15 dystir. Átta stig eru niður til niður flytingar strikuna, og 14 stig eru upp til uppflytingarstrikuna. Fyns Amts Avis nevnir Julian sum ein av berandi kreftunum á liðnum hjá Svendborg í fyrru hálvu av kappingini. Stjørnan prógvaði í gjár, at Neistin fer ikki at eiga lut í kappingini um gullið. Bláu havnarkvinnurnar eru einsamallar um at vera ov vánaligar til gull­ stríðið, men ov góðar til botnstríðið Tað varð staðfest í gjár: Neistin fer ikki annað enn at renna aftan á Tjaldri og Stjørnuni í hesum kapp­ ingarárinum. Tí bláu havnarkvinnurnar hava higartil tryggjað sær átta stig. Øll stigini eru vunnin móti StÍF, VÍF og VB, sum eru á niðastu pláss un um í deildini. Tríggjar ferðir hevur Neistin roynt seg móti tveimum teimum ovastu, men einki stig er komið burturúr. Og í gjár tapti høvuðs­ staðarfelagið við seks málum í Klaksvík, 26­20. Við leikararum sum Marjun F. Danberg, Unnur Danielsen, Bára Danielsen og Ruth Heen er fram­ tíðin á kvinnusíðuni í Neistanum í góðum hondum. Og teirra tíð fer sanniliga at koma. Men kappingarárið 2009/2010 verður ikki við Neistanum sum álvarsomum avbjóðara til meistara­ heitið. Skræddar sundur Eins og í fyrra dystinum millum liðini í heyst, avgjørdi Stjørnan mest sum alt longu fyrsta korterið av dystinum. Kvinnurnar úr Klaksvík skræddu Neistan sundur fyrstu løtuna, sum bara rann aftaná. Gestirnir hóttu ongantíð tryggu leiðsluna, og hóast Stjørnan setti leikferðina niður eftir steðgin, vunnu tær uttan stórvegis hóvasták. Tað gingu átta minuttir, áðrenn Neistin yvirhøvur fekk hol á í Klaks­ vík, meðan Stjørnan skoraði fimm ferðir. Høvuðsorsøkin til, at Neistin ikki slapp í gongd, var Kristina Grik­ saite í Stjørnu­málinum, ið spældi sera væl – serliga í fyrra hálvleiki. Skulu verða nógv betri Meira og meira líkist odda stríð­ ið í Sunset­kappingini einari endurtøku av kappingini síðsta vetur, tí Tjaldur og Stjørnan eru ávikavist seks og fýra stig framm an fyri Neistan. Una Olsen ásannar eisini, at tað helst verður ein kapping mill­ um Tjaldur og Stjørnuna um føroyameistaraheitið. – Sum tað sær út nú, er tað eingin annar enn vit og Tjaldur, men tað er ikki til at siga, tí kappingin er so ung enn, og øll liðini kunnu sjálvandi taka seg fram, sigur strikuspælarin hjá Stjørnuni. – Vit halda framvegis, at vit eiga at vera nógv betri, enn vit eru í dag. Tað er nógv, vit mugu gera nógv, nógv betri, um vit skulu vinna á Tjaldri, sum vit meta sum favoritt í løtuni. Men vit stríðast hart fyri at verða betri. Um dystin ímóti Neistanum heldur Una, at stígur kom í hjá Stjørnuni í seinna hálvleiki, tá Neistin kom eitt sindur nærri, men at talan tó ongantíð var um, at sigurin var í vanda. hil Fóru afturum beinanvegin – Tá tú kemur afturum 0­5 fyrst í dystinum, er ringt at koma afturíaftur. Og tað vóru so tey málini, ið gjørdust munurin, tá avtornaði, staðfesti vest menn­ ingurin á Neista­liðnum, Jacklin Durhuus. – Vit tveittu óneyðuga nógv­ ar bóltar burtur, og heldur ikki fingu vit verjuna at koyra ordiliga fyrr enn í seinna hálvleiki. Somuleiðis fingu vit ov lítið burtur úr skjótálop­ unum, eins og vit ikki hóttu nóg nógv útifrá. Jacklin vil ikki siga, at Neistin enn er úti av FM­stríðnum, men hon vísir á, at fyri Neistan er komandi dysturin ímóti Tjaldri sera avgerandi. – Vit hava Tjaldur aftur næsta leygardag, og tá ræður um hjá okkum at vinna, skulu vit vera við í kappingini heilt har frammi, sigur hon. hil Valentina Suciu hjá Stjørnuni bjóðar av, meðan Rakul Augustinussen og Marjun F. Danberg hjá Neistanum royna forða henni at sleppa inn til skot Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Stjørnan­Neistin 26­20 (15­9): Ov vánaligar til gullstríðið uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Jónas undir strikuni Leygardagin spældu Jónas Þór Næs og liðfelagarnir í Frem seinasta dystin undan vetrarsteðginum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Frem spældi yviri í Vestur­Jútlandi ímóti Thisted, og endaði dysturin við einum 2­0 sigri til Thisted. Tað hevur annars gingið væl hjá Frem í seinastuni. Undan tapinum ímóti Thisted, hevði liðið úr Valby ikki tapt seks dystir á rað. Úrslitið merkir, at Frem má halda vetrarsteðg undir niðurflytingarstrikuni. Jónas Tór Næs spældi allan dystin fyri Frem í Thisted, og stutt undan steðginum fekk hann eitt gult kort.