Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 16. november 2009 – Nr. 219 Van Persie skaddur Hollendski landsliðsspælarin, Robin van Persie, ið dagliga spælir við enska Arsenal, var so óheppin leygarkvøldið, tá Holland og Italia spældu vinardyst, at hann sleit liðbandið í øklinum. Hetta hendi, tá dysturin var bara 16 minuttir gamal, og longu beinanvegin segði hollendski landsliðsvenjarin, Bert van Marwijk, at talan var um álvarsligan skaða. Hann fekk tíverri rætt, og væntandi má van Persie halda seg frá fótbólti í øllum førum næstu tveir mánaðirnar. Chelsea fær ikki Rodwell Sambært enska blaðið, The Independent, hevur Everton havnað einum tilboði frá Chelsea upp á 125 milliónir krónur fyri 18 ára miðvallarspælaran, Jack Rodwell. Chelsea roynir at gera skjótt av og styrkja sær hópin, meðan felagið fyribils hevur fingið loyvi til at keypa spælarar, men eftir øllum at døma spyrst einki burtur úr hesum handlinum. Hóast sín unga aldur, hevur Rodwell longu sligið sítt navn fast á enska U21- landsliðnum, og hann verður mettur sum ein hin evnaríkasti ungi onglendingurin í løtuni. Pál Joensen er fegin um úrslitini í World Cup, hóast talan mest var um ein venjingartúr – Hetta hevur verið ein góður túrur. Hetta var mest fyri at fáa venjing bæði fysiskt og psykiskt, so eg eri ordiliga væl nøgdur við hvussu tað gekk, sigur Pál Joensen. Hann greiðir víðari frá, at tað kenn- ist væl at vera Pál Joensen í løtuni. – Síðan vit vóru í Rom hevur tað ikki verið nakað serligt, og síðan tá havi eg bara roynt at koma fyri meg aftur, og at gera meg galdandi aftur í heimshøpi. Men nú eri eg aftur millum teir, sum kunnu gera seg galdandi í Heimshøpi, greiðir Pál Joensen frá. Góðar vónir Fyrr hevur Federico Colbertaldo verið langt frammanfyri, men nú er minni munur, og hetta fegnast Pál Joensen um. – Hetta er fyrstu ferð, at eg svimji beint við hann, og fyrr hevur hann vunnið við 10 sekundum, so tað er ein góð kensla, at eg nú kann geva Evropameistaranum kapping, sigur Pál Joensen, sum hevur verið stutt aftanfyri italiumannin í Stokkhólmi og í Berlin, og nú vónar at koppa honum. Skal svimja skjótari Seinastu dagarnar hevur verið tosað um, at Pál Joensen hevur roynt eftir at svimja skjótari enn 14 minuttir og 30 sekund, men hetta málið er nú burtur. – Skal eg gera meg galdandi við einum góðum úrsliti til EM, so skal eg svimja nakað væl skjótari enn tað, og tað fara vit so at arbeiða uppá komandi vikurnar, fortelur Pál Hjá Jón Bjarnasyni er lítil ivi. Í desembur verður Pál Joensen Evropameistari á 1500 metrum. – Pál skal svimja nógv skjótari, enn hann ger nú, og eg dugi ikki at síggja italienaran gera tað, við teknikkinum hann hevur, sigur Jón Bjarnason Í dag koma Pál Joensen og Jón Bjarnason aftur til Føroyar eftir at hava verið til tríggjar kappingar í Evropa seinastu góðu vikuna. Tað hevur gingið væl hjá Páli, og Jón Bjarnason er sannførdur um, at tað fer at gangast Páli enn betri til komandi avbjóðingina: Evropameistarakapping í desembur. Higartil hevur italiumaðurin, Federico Colbertaldo verið skjótari enn Pál, men Jón Bjarnason er sannførdur um, at Pál fer at verða skjótari maðurin. – Pál skal svimja nógv skjótari enn hann ger nú, og eg dugi ikki at síggja italienaran gera tað, við teknikkinum hann hevur, sigur Jón Bjarnason. Millum heimsins bestu Og tað er ikki bara hetta, sum gevur Jón Bjarnason góðar vónir. – World Cup hevur koyrt í nøkur ár, og tað eru bara tveir í heiminum, sum hava svomið skjótari enn Pál óniðurtrappaðir, og tað eru tann, sum hevur Heimsmetið og tann sum hevur Evropametið, so mann byrjar at vera við, har sum tað er ordiliga stuttligt, heldur Jón Bjarnason. Altíð stuttligt Hóast tað ikki gekk so væl hjá Páli, tá hann luttók í Heimsmeistara- kappingini í Rom, so heldur Jón Bjarnason, at tað ikki er stórur munur á at vera venjari hjá Páli, tá tað gongur væl og illa. – Tað er altíð stuttligt at hava ein svimjarar, ella eitt ítróttarfólk, sum er so seriøst, sum hann er, sigur Jón Bjarnason. Størri enn Todi Aðrastaðni á hesi opnu sigur Petur Heðin á Fløtti, sum er landsliðs- venjari í svimjing saman við Jóni, at Todi Jónsson enn er fremsta ítróttar fólkið í Føroyum nakrantíð, men hesum er Jón Bjarnason ikki heilt samdur í. – Tað er ein grund til, at Todi ikki kom longri enn til superliguna. Eg haldi at hatta ikki kann saman- líknast. Tað eru tveir, sum nakrantíð hava svomið skjótari enn Pál, so er tað bara ein spurningur um tíð, so er hann tann besti, sum nakrantíð hevur verið, heldur Jón Bjarnason. – Pál verður Evropameistari eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Um lítlan mánað skal Pál Joensen svimja Evropameistarakapping, og ætlanin hjá Páli og Jón Bjarnasyni er, at Merkið skal vera í miðjuni, tá 1500 metra kappingin í frísvimjing hjá monnum er av Fínur venjingartúrur