Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16. november 2009 – Nr. 219 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Hóast Pál Joensen er millum heimsins bestu svimjarar, so heldur Petur Heðin á Fløtti, annar av landsliðsvenjarunum í svimjing, at Pál skal megna eitt sindur afturat, áðrenn hann fær Toda Jónsson aftur sum størsta føroyska ítróttarfólk nakrantíð Pál Joensen er fremsta amatørítróttarfólkið í Føroyum nakrantíð, um vit skulu kalla hann tað. Todi Jónsson fór allan vegin, og har vóru pengar uppi í eisini. Tí haldi eg ikki, at vit enn kunnu kalla Pál Joensen fyri besta føroyska ítróttarfólkið nakrantíð. Tað sigur Petur Heðin á Fløtti, sum ikki eingong hugsaði um Pál Joensen, tá hann skuldi taka svimjilandslið út til Oyggjaleikirnar fyri fýra árum síðan. – Eg kundi taka fleiri svimjarar útyvir vanliga talið, og Pál var ikki á nøkrum pappírið. So mann kann nokk siga, at Jón Bjarnason kom heim í tøkum tíma, tí tað heystið eftir Oyggjaleikirnar kom Jón, og síðani tá hevur tað bara gingið frameftir hjá Páli, sigur Petur Heðin á Fløtti. Innari viljin Um styrkirnar hjá Páli Joensen, staðfestir Petur Heðin á Fløtti, at tað umframt góðan svimjiteknikk í høvuðsheitum er ein ógvusligur innari vilji, sum ber Pál Joensen fram. – Pál er besti svimjarin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, og tað er innari viljin hjá Páli, sum hevur borið hann so langt fram, sum hann er komin, sigur Petur Heðin á Fløtti. Um veikleikarnar hjá Páli, sigur annar landsliðsvenjarin, at beinini ikki eru nóg sterk, og at hetta veit Pál av. Hinvegin ivast hann, um tað loysir seg hjá Páli at arbeiða ov nógv við tí. – Fara teir at arbeiða við beinunum, so kann tað eisini ganga útyvir teknikkin í ørmunum, metir Petur Heðin á Fløtti. Eyðbjørn kann gera tað Verður hugt niður gjøgnum rekkjurnar í svimjing, so metir Petur Heðin á Fløtti, at tað eru einir fýra svimjarar, sum kunnu taka Pál. – Fyrst og fremst er tað Eyðbjørn Joensen – lítli beiggi Pál – sum er ein nógv meiri komplettur svimjari enn Pál, og sum svimur nógv betri enn Pál gjørdi fyri seks árum síðan, heldur annar landsliðsvenjarin. Tveir 25 Leingi hevur verið tosað um, at ein 50 metra hylur skal til, fyri at føroysk svimjing kann koma enn longri, men tað er Petur Heðin á Fløtti ikki heilt sannførdur um. – Hugsa vit bara um Pál, so hevði ein 50 metra hylur verið tað besta, men hugsa vit um føroyska svimjing sum heild, so hevði verið betri við tveimum 25 metra hylum, sigur Petur Heðin á Fløtti, sum er venjari í Ægir í Klaksvík. - eij Viðgekk hondmál Italski landsliðsframherjin, Giampaolo Pazzini, viðgekk, at hann hevði skoraði við hondini í vinardystinum ímóti Hollandi leygardagin, og tí var málið kolldømt. Sostatt endaði dysturin 0-0, men dómarin dømdi í fyrsta umfari mál, tá Pazzini fekk bóltin í málið. – Eg viðgekk, at eg skoraði við hondini, tí tað hevði ikki verið rætt at vunnið dystin við einum máli, sum var gjørt við hondini, segði Pazzini, ið mikukvøldið fær møguleikan at skora ordiliga, tá Italia møtir Svøríki í vinardysti. Ongland sjálvsálit Liðformanninum á enska landsliðnum, John Terry, tørvar ikki sjálvsálit, sjálvt um Ongland hevur skuffað í fleiri venjingardystum og síðst tapti 0-1 fyri Brasil leygardagin. Í HM-undankappingini spældu onglendingar seg syngjandi til endaspælið í Suðurafrika, og John Terry sigur nú, at hann ikki ivast í, at Ongland kann vinna á øllum liðum: – Vit spældu týðiliga ein venjingardyst ímóti Brasil, men tá tað kemur til stykkis, hava vit styrkir og dygdir, ið gera, at vit saktans kunnu teljast millum bestu landslið í heiminum, sigur hann. Soleiðis gekst Páli Seinastu vikuna hevur Pál Joensen luttikið í trimum ymiskum World Cup kapp­ ingum í svimjing, og tað hevur gingið rímiliga væl Moskva Fyrsta kappingin í hesum umfar- inum var í Moskva seinasta viku- skifti. Pál Joensen var, sum í hinum kappingunum eisini, meldaður til á 400 metrum og at 1500 metrum. Í báðum førum er talan um frísvimjing. Á 400 metrum kom Pál í finaluna við tribestu innleiðandi tíðini, men í sjálvari finaluni gjørdist vágbing- urin eitt vet styttri og gjørdist numm ar fýra. Á 1500 metrum, at ongin inn- leiðandi kapping er, gjørdist Pál fremstur av øllum svimjarunum, samstundis, sum hann við sínum 14 minuttum, 32 sekundum og 64 hundrandapartum skræddi seks sekund av Norðurlendska metinum á 1500 metrum. Stokkhólm Í Stokkhólmi skumaði Pál Joensen eisini avstað. Í innleiðandi kapp- ingini á 400 metrum gjørdist hann nummar tvey, men í finaluni í kappingini, har fleiri svimjarar vóru við enn í Russlandi, gjørdist Pál Joensen nummar 5. Í 1500 hundra metra kappingini helt Pál góðu taktirnar úr Russlandi. Fyrstu 1000 metrarnar lá Pál fremst- ur, men italski svimjarin, Federico Colbertaldi, dró frá Páli gjøgnum kappingina, og vann tá liðugt var. Pál svam tó aftur hesa ferð skjót- ari, enn hann nakrantíð hevur svomið og kom á mál við 14:32.59. Tískil setti hann aftur nýtt Norðurlendskt met. Berlin Í Berlin var seinasta kappingin í hesum umfarinum. Hesa ferð eydnaðist ikki Páli at koma í finaluna á 400 metra frísvimjing, men hetta merkti, at hann kundi spara seg eitt vet til 1500 metrarnar. Aftur hesa ferð vóru Pál Joensen og Federico Colbertaldo fremstu svimjararnir, men í mun til í Stokkhólmi, so megnaði Pál at hanga í italiumanninum í heilar 1350 metrar. Tá Pál kom á mál var tíðin 14:32.15, sum merkir, at Pál Joensen enn eina ferð setti nýtt Norður- lendskt met á 1500 metra frísvimj- ing í 25 metra hyli. - eij – Todi enn frammanfyri Pauli betraði seg Í kappingini í Berlin var Pál Joensen ikki einasta umboðið fyri Føroyar. Pauli Ø. Mohr, Mona Simonsen og Sheila millum Garðarnar vóru eisini við í kappingini. Pauli Ø. Mohr svam 50 metra frísvimjing og í 100 metra frísvimjing. Í 50 metra kappingini setti hann nýtt persónligt met, kom á mál við tíðini 0:23.24 og gjørdist nummar 73. Í 100 metra kappingini setti hann somuleiðis persónligt met við tíðini 0:52.64 og gjørdist nummar 94. Mona Simonsen svam 800 metra frísvimjing, har hon kom á mál við tíðini 8:59.17 og gjørdist nummar 17. Hon svam eisini 400 metra frísvimj ing, har hon gjørdist nummar 33 við tíðini 4:35,76. Sheila millum Garðarnar svam 50 og 100 metrar frí og gjørdist við sínum tíðum – 0:26.92 og 0:59.15 – nummar 54 og nummar 60. -eij Hóast Pál Joensen er millum heimsins bestu svimjarar, so vil Petur Heðin á Fløtti ikki enn kalla Pál fremsta føroyska ítróttarfólkið nakrantíð Joensen, sum vit tí skulu rokna við fleiri metum frá. Sindur móður Nú hevur Pál svomið tríggjar stórar kappingar í eina góða viku, so er hann ikki fysiskt so øgiliga móður. – Eg eri ikki líka troyttur, sum eg roknaði við. Tað er meira psykiskt, at tað er strævið at ferðast so nógv, so tað verður gott at slappa av í ein dag ella tveir, sigur Pál Joensen. Tað vil við øðrum orðum siga, at í ovurmorgin fer Pál aftur í gongd við sína 80 til 120 kilmetrar í hylin- um um vikuna, áðrenn hann fer til Evropameistarakapping í desembur mánaði. - eij