mánadagur 16. november 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 16. november 2009 – Nr. 219
Trý tey fremstu liðini á
stigatalvuni tykjast eisini
vera tey trý, ið koma at
røkka longst í Eikliguni
hjá kvinnum. Við reinum
3-0 sigrum staðfestu SÍ,
Mjølnir og Fleyr í øllum
førum sína støðu í gjár
Landskappingin hjá kvinnunum sær
framvegis soleiðis út, at SÍ er greitt
oddalið, meðan Mjølnir og Fleyr
royna at renna aftaná. SÍ hevur enn
einki stig sett til, men vísir styrki ferð
eftir ferð. Mjølnir hevur bara mist
ímóti oddaliðnum, og Fleyr sær
eisini út til at vera við at koma í
gongd.
SÍ-TB 3-0
(25-13, 25-23, 25-11)
Hóast TB fyri viku síðani gjørdi eitt
hál norðanfjørðs, so megnaði liðið
ikki at endurtaka tað, tá vitjað varð í
Sørvági sunnudagin. Tað hevði helst
eisini verið ov nógv at kravt av unga
TB-liðnum, tí SÍ hevur verið tryggasta
og besta liðið higartil – og var tað
eisini sunnudagin.
Samanumtikið gjørdist talan um
ein tryggan SÍ-sigur, har TB tó slapp
at spæla eitt sindur meira við í
øðrum setti. Munurin var tá mest, at
SÍ hevði hug at slakka eitt sindur av,
og tí fekk TB meira burturúr, enn í
hinum báðum settunum.
Sigurin er tann fimti á rað hjá
SÍ-kvinnunum, ið mugu metast sum
stórfavorittar til bæði lands- og
steypakappingina. Og hóast TB
mátti lúta í Sørvági, sær liðið tó út til
at hava dygdir, ið røkka til eitt pláss í
miðjuni.
Mjølnir-KÍF 3-0
(25-17, 25-10, 25-11)
Av hinum liðunum er Mjølnir tað, ið
hevur bestan hugin at bjóða av – og
helst eisini hevur dygdirnar til tað.
Mjølnir hevur bara tapt fyri SÍ, men
vunnið rest, og tá KÍF vitjaði í
Badmintonhøllini
í
Klaksvík
sunnudagin, gjørdist úrslitið tað, ið
væntast kundi.
Unga KÍF-liðið stríðist so væl, sum
tað kann, men ímóti Mjølnir rakk tað
ikki til so nógv, hóast kvinnurnar úr
Kollafirði kundu fegnast um, at tær
fingu fleiri stig í hvørjum setti, enn
tær hava fingið í fleiri av hinum
dystunum.
Mjølnir vann dystin lættliga, og
heldur enn at fara eftir einum so
knúsandi sigri, sum gjørligt, var
pláss givið fyri útskiftingum, so allir
spælararnir sluppu at royna seg.
Men sjálvt uttan allarsterkastu
ketuna var Mjølnir sannførandi og
vann trygt.
ÍF-Fleyr 0-3
(21-25, 18-25, 16-25)
Fleyr liggur aftan fyri hini bæði
fremstu og lúrir – tvey stig aftan fyri
Mjølnir og fýra stig aftan fyri SÍ.
Sunnudagin var ÍF á skránni á
Kambsdali, men tað gjørdist ikki ein
dystur, ið gav Fleyr óneyðugar
trupulleikar, og talan gjørdist um
ein tryggan sigur.
Gjøgnum allan dystin var Fleyr
greitt betra liðið, meðan spælið hjá
ÍF versnaði, so hvørt sum sjálvsálitið
fór. Eftir at hava fylgt hampuliga væl
við í fyrsta setti, mistu tær hjá ÍF
mótið og duttu bara longur og
longur niður.
Meðan stór ábyrgd tykist hvíla á
nøkrum fáum hjá ÍF, er breiddin hjá
Fleyr eisini ein munur á liðunum, og
í gjár sást, at Fleyr hevði fleiri
streingir at spæla uppá.
ÍF-Fleyr 0-3 (22-25, 19-25, 22-25):
ÍF spælir
ikki liðugt
Illa hevur gingist í hond hjá fugl-
firð ing um, sum síðsta kapp-
ingar ár vun nu greipuna. Nú eru
fleiri av teimum royndu burturi,
og tí er tað eitt ungt og evnaríkt
lið, ið verður spælt sam an. Men
úrslitini lata bíða eftir sær, og í so
máta var heimadysturin ímóti
Fleyr í gjár einki undantak.
Fuglfirðingar vóru á odda í
bæði fyrsta og triðja setti, men
megnaðu ikki at halda fast við
leiðsluna, sum Fleyr tók aftur
báðar ferðir. Hetta hev ur eisini
verið trupulleikin hjá ÍF í fleiri
dystum, tí liðið megnar at fáa
nógv stig í hvørjum setti, men
eigur enn til góðar at vinna eitt
sett!
Í gjár vóru tað hinvegin roynd-
ir nar, ið gjørdu munin hjá Fleyr,
ið hevur fleiri lands liðs spælarar,
ið eru til reið ar at traðka í karak-
ter, tá avgerandi løtur nar eru í
dystunum. Tí vann havnar felagið
ein 3-0 sigur, ið sær greið ari út á
pappírinum, enn hann var á
vøllinum.
hil
SÍ, Mjølnir og Fleyr koyra á
– Eingin vinardystur
Spania vann leygarkvøldið 2-1 á Argentina í einum
vinardysti, men eftir dystin helt Barcelona-spælarin, Andrés
Iniesta, at talan ikki var um nakran vinardyst, tí til tað var
dysturin alt ov harður. – Hetta var eingin vinardystur, tí har
vóru nógvar ljótar hendingar, og eg hugsaði mest um, at eg
ikki mátti blíva skaddur, segði Iniesta, sum tó var fegin um, at
Spania vann dystin og at hann slapp heilskalaður burtur úr tí.
– Tað er ein góð kensla at hava vunnið – serliga, nú vit
fyrireika okkum til HM-endaspælið, segði hann.
Nani helst til Italia
Gongst, sum dagblaðið Manchester Evening News veit at
siga, so endar portugisin í Manchester United, Nani, í
italskum fótbólti í januar mánaði, tí bæði AC Milan og
Juventus skulu hava víst honum áhuga. Nani hevur havt ilt
við at fingið spælitíð í Manchester United, og fyri kortum
gjørdi hann ikki støðuna frægari, tá hann alment gramdi seg
um, at hann ikki fekk kjansin frá venjaranum, Sir Alex
Ferguson. Sum skilst, er Manchester United ikki avvísandi fyri
tilboðum, tí lítið bendir á, at Nani er partur av serligum
framtíðarætlanum í felagnum.
Mjølnir hevði ein lættan dyst
ímóti KÍF, tá allar sluppu at
spæla, og framvegis eiga
klaksvíkskvinnur næstbesta
kvinnuliðið í Eikliguni
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen