Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16. november 2009 – Nr. 219 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Morten Olsen til 2012 Danska fótbóltssambandið gevur nú til kennar, at tað fegið vil hava Morten Olsen at halda fram sum landsliðsvenjari fram til 2012. Síðstu 10 árini hevur Morten Olsen staðið á odda fyri danska fótbóltslandsliðnum, men núverandi sáttmálin gongur út eftir HM-endaspælið í Suðurafrika komandi summar. Tó vil DBU hava, at hann heldur fram, og longu nú hava partarnir sitið til tingingar, har DBU hevur givið til kennar, at fótbóltssambandið fegið vil halda fram við samstarvinum í tvey ár aftrat. Maradona sleppur væl Hóast argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradona, er dømdur í karantenu í tveir mánaðir, tí hann var ov opinskáraður eftir 1-0 sigurin á Uruguay herfyri, missir hann einki av HM-endaspælinum í Suðurafrika av teirri orsøk. Karantenan byrjar beinanvegin og er tí av, áðrenn tað nakrantíð kemur so langt sum til dystirnar um heimsmeistaraheitið. Umframt karantenu, fær Maradona eisini 200.000 krónur í bót, og tað er einasti parturin av revsingini, ið tykist raka, tí Maradona sigst vera illa sperdur fíggjarliga… Við knúsandi 3-0 sigrinum í toppdystinum ímóti SÍ, staðfesti Mjølnir sína odda støðu, og nú skal vilja illa til, eru klaks vík- ing ar ikki komnir í steypa- finaluna, tá landskappingin er hálvrunnin Tey, sum høvdu væntað ein javnan og spennandi toppdyst í Badmin- tonhøllini í Klaksvík í gjár, tá odda- liðið í Eikliguni hjá monnum, Mjøln- ir, tók ímóti sínum argasta kapp- ingarneyta, SÍ, gjørdust avgjørt vón- svikin, tí til tað var munurin alt ov stórur. Mjølnir hevði bara tveir eyka- menn á bonkinum, men megnaði kortini at spæla vælmannaða SÍ-liðið av vøllinum í teimum trim- um settunum, ið vóru nóg mikið til at avgera dystin. Og samanborið við fyrru ferð, liðini møttust í Sørvági, tá fimm sett máttu til, áðrenn Mjølnir hevði tikið sigurin, bleiv hesin dysturin snøgt sagt ein avgreiðsluspurningur hjá klaks- víkingum. Longu frá byrjan sást, at SÍ ikki hevði ta stóru mótstøðuna at geva, tí móttøkurnar riggaðu illa, samstundis sum einki bar til við álopsspælinum. Á pappírinum kundi sæð út til, at spenningur var í fyrsta setti, sum Mjølnir vann 25-23, men tað var altso bara á pappírin- um, tí Mjølnir var á odda allan vegin, og ongantíð var SÍ avgerandi nær við at venda settinum. Uppaftur størri gjørdist munurin í teimum báðum seinnu settunum, har Mjølnir fult og heilt stýrdi øllum, sum hendi á vøllinum. Liðið spældi róliga og hevði gott tamar- hald á, og tað sá í løtum næstan út, sum teir í Mjølnir bara hugnaðu sær, tí tað stóð ongantíð nakað á teimum. SÍ líktist hinvegin einum liði í upploysn, og sørvingum eydnaðist slett ikki at taka endan á dystinum fyri viku síðani við sær, tá teir í fimta settinum ímóti Fleyr líktust tí, manningin annars skuldi borgað fyri. Í løtuni situr Mjølnir tí sera trygt á oddasessinum, uttan at hava orsøk til at órógvast av nøkrum, sum andar í nakkan! Vit eru betri – Vit høvdu ikki beinleiðis væntað, at vit skuldu vinna ein so lættan sigur, men høvdu roknað við einum heldur torførari dysti. Vit høvdu vant miðvíst og hart, og allir vóru støðugir í avrikunum í dag, og tað gjørdi munin í dag, sigur Jóannes Poulsen hjá Mjølnir. – Eg haldi, at vit eru so mikið betur enn SÍ, sum dysturin vísti í dag, og nú tori eg at siga, at vit hava fingið annan fótin innum í steypafinaluna. Hópurin er kanska ikki so breiður hjá okkum, men hann er góður. Hópurin hjá Mjølnir taldi í gjár bara tveir menn, umframt teir, sum vóru inni. Ein hevur fingið skaða á fjalli og ein er farin niður í 1. deild at spæla, tí hann ikki hevur stundir til Eikliguna júst nú. hil Svóvu á vøllinum – Vit høvdu fyrireikað okkum øgiliga væl og vant hart, men her koyrdi bara akkurát einki. Vit stóðu snøgt sagt og svóvu á vøllinum. Hetta var ein av teim- um døgunum, har einki eydn- að ist, sigur Ragnar í Haralds- stovu, ið slett ikki heldur, at Mjølnir er tað betri enn SÍ. – Teir eru slett ikki hetta betri enn vit, tí teir hava ein smalan hóp, ið telur sjey mans, harav onkur er farin upp um 40 ár. Vit hava hinvegin ein breiðan hóp við 14 monnum, sum eru bæði ungir og royndir, men eg veit ikki, hvat feilti hjá okkum í dag. Ragnar ásannar, at SÍ nú má hava hjálp frá onkrum øðrum, skal liðið megna at koma fram við Mjølnir í oddanum, áðrenn kappingin er hálvrunnin og oddaliðið tá vinnur seg beinleiðis í steypafinaluna. hil SÍ var í løtum í fullum upploysningi – sum í hesi støðuni, har tað sær út, sum teir í Mjølnir bara standa frammi við netið og undrast á, hvat hendir hinumegin… Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Mjølnir-SÍ 3-0 (25-23, 25-17, 25-19): Mjølnir líkist steypafinalisti einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen