Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 16. november 2009 – Nr. 219 Eingin er úti og eingin er heilt inni í hitanum enn. Leygar kvøldið spældu átta evropeisk lið um at tryggja sær sætið í HM- endaspælinum, men so leið is sum úrslitini lagaðu seg, er absolutt einki avgjørt undan seinnu play- off dystunum Tríggir sigrar – tó eingin við meira enn einum máli – umframt ein mál­ leys ur javnleikur. Tað vóru úrslitini av teimum fýra play­off dystunum leygar kvøldið. Harvið er líkt til, at vit fáa eitt rimm ar endabrak upp á undan­ kapp ingina til HM­endaspælið, sum byrjar fríggjadagin 11. juni í 2010. Fraklendingar góð kort Av teimum átta liðunum, mugu frak lendingar metast at hava best kort í hondini, nú teir á heimavølli skulu verja eina 1­0 leiðslu. Málinum stóð Anelka fyri, tá hann 18 minuttir fyri leiklok og umvegis eitt írskt bein snýtti Given við einum skoti úti frá. Sæð við føroyskum eygum er henda uppgerð rættiliga áhugaverd. Ikki minst tí, at Føroyar vóru í sama bólki sum Frankaríki, men eisini tí, at lands liðsvenjari okkara, Brian Kerr, er íri og hevur staðið á odda fyri írska landsliðnum. 1­0 er ikki nøkur leiðsla sum so, men føroyingar vita, at fraklendingar á heimavølli kunnu vera óhugnaliga sterkir. Seinastu dystirnir hava eisini stað­ fest, at franska liðið er við at finna seg sjálvt spakuliga. Sigurin leygar­ kvøldið staðfesti hetta, tí Írland hevði annars ikki tapt ein dyst í hesi undankappingini. Tríggir tættir dystir Í hinum trimum evropeisku play­off dystunum ber ikki til at tosa um favorittar í sama mun. Portugal fekk við eymk og fret hálað ein heimasigur í hús, tá Bos­ nia/ Hersegovina vitjaði. Portugal førdi 1­0, men beint fyri leiklok raktu gest irnir f yrst tvørtræið og so stong­ ina. Væntandi nærleikin í avgerandi løtunum kann kosta Bosnia/Her se­ go vina dýrt, tí ikki færri enn tríggir mans eru leikbannaðir til miku­ kvøldið. Spahic, Rahimic og Mura­ tovic sóu allir gult og eru tískil leik­ bannaðir. Tað var annars Alves sum gjørdi málið hjá Portugal, eftir at Nani og Deco høvdu staðið fyri uppspælinum. Nani, sum røkti plássið hjá skadda Ronaldo, var mest eyðsýndi leikarin hjá Portugal. Málríkasti dysturin leygarkvøldið var í Russlandi, har heimaliðið vann 2­1. Tveir minuttir fyri leiklok sá tað sera gott út hjá Russlandi. Bilya let­ dinov hevði syrgt fyri eini góðari 2­0 leiðslu, men innskifti Pecnik skaffaði Slovenia eitt ógvuliga umráðandi úti vallarmál í 88. minutti. Í Grikkalandi megnaði hvørki heima liðið ella gestirnir úr Ukraina at skora. Hetta hóast grikska liðið hevði toppskjútttan í hesum undan­ umfarinum á liðnum. Gekas hevur nevni liga sum tann einasti skotið tíggju mál. Men hvørki hann ella hinir leikar­ arnir á vøllinum megnaðu at skora. Fótbóltsliga var dysturin heldur eingin uppliving, men spenningurin er kortini ikki minkaður undan sein­ na play­off dystinum. Spenningur í Afrika Eisini í Afrika er spenningurin øgi lig­ ur undan mikukvøldinum. Tá spæla Egyptaland og Algeria á uttan velt­ að um vølli, um hvør teirra skal víðari í HM­endaspælið. Tey bæði liðini endaðu nevniliga púra jøvn í bólkaspælinum, eftir at Egyptaland vann 2­0 á Algeria leygar dagin. Tískil er neyðugt við um dysti, sum verður spældur í Sudan. Í Afrika eru tó fleiri lið, sum hava spælt seg víðari. Ghana, sum spældi 2­2 í móti Mali leygardagin, hevði undan dystinum tryggjað sær lut­ tøku, men bæði Cameroon og Nigeria spældu seg víðari tá. Hjá Cameroon er hetta sætta ferðin, at liðið skal royna seg í eini enda kapping, og tað er afrikanskt met. Metið settu teir við 2­0 sigrinum á Marokko. Hjá Nigeria er ikki talan um nakað met, men teir spældu seg víðari við at vinna 3­2 á Kenya. Eitt annað fjarskotið land, sum eisini tryggjaði sær luttøku til HM­ enda spælið um vikuskiftið, var New Zea land. Teir vunnu 1­0 í play­off dysti á Bahrain og eru harvið við í enda spælinum fyri aðru ferð. Í Suðuramerika eru tey hinvegin ikki heilt liðug við undankappingina. Har vann Uruguay 1­0 á Costa Rica leygar kvøldið, og eins og í evro pei s­ ku undankappingini, verður seinni dyst ur in spældur mikukvøldið. Alt er opið mikukvøldið Seinnu play-off dystirnir mikukvøldið: Frankaríki­Írland (1­0) Bosnia/Hersegovina­Portugal (0­1) Ukraina­Grikkaland (0­0) Slovenia­Russland (1­2) FAKTA Franski landsliðsspælarin, Andre-Pierre Ginac, vinnur her bóltin frá írska mótstøðumanni sínum, Sean St Ledger, í dystinum millum Frakland og Írland í Dublin leygarkvøldið Mynd: Peter Morrison/ AP Photo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Skotski venjarin ridlar Sambært bretskar miðlar, stendur á gomlum nøglum hjá skotska landsliðsvenjaranum, George Burley, eftir at Skotland leygardagin tapti 0­3 í einum venjingardysti ímóti Wales. Burley tók við sum venjari eftir miseydnaðu HM­undankappingina hjá skotum, men longu nú sigst skotska fótbóltssambandið umhugsa at skifta hann út. Sum altíð, verða longu nú nevnt nøvn, ið kunnu hugsast at loysa hann av, og sambært miðlarnar eru Dundee­venjarin, Craig Levein, og Rangers­venjarin, Walter Smith, best hugsandi avloysararnir. Franskir skaðar darva Franska landsliðið slapp ikki snikkaleyst frá at vinna á Írlandi leygarkvøldið, tí Eric Abidal bleiv skaddur og spælir ikki við mikukvøldið, eins og Jeremy Toulalan, ið ikki var við leygarkvøldið, heldur ikki verður klárur til seinna dystin mikudagin. Hóast nógv stendur upp á spæl, hevur franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, boðað frá, at hann ikki ynskir at taka aðrar spælarar út í teirra stað.