Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 16. november 2009 29 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hilbert Martin Blástein, ættaður av Válinum í Vestmanna, búsitandi á Viðareiði, andaðist umborð á Polarhav hósdagin 12. novmeber, 29 ára gamal. Wivica Birch Larsen andaðist á Ålborg Hospitali mikudagin 11. november, 47 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Dagurin 16. november. Otenius. Skrivað skeivt fyri hin halga Otmarus, sum var abbati í kleystrinum St. Gallen í Sveis og doyði í 759. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Mynd frá minningarhaldi teirra sjólætnu í Havna alla halgannadag í 1979. Minningarhaldið var á Sjómansheiminum, og aft­ aná varð farið niðan í Viðar­ lundina, har kransar vórðu lagdir við minnisvarða teirra sjólætnu. Fimm vóru sjólætnir hetta árið: Torfinn Hov­ gaard, Vágur, Eilif Mørkøre, Eiði, Eyðun Djurhuus, Tórs­ havn, Arthur Peter Frost, Tórshavn, og Joen Johanne­ sen, Leirvík. Umframt tey avvarðandi vóru eisini umboð fyri almennar stovnar við til minningarhaldið so sum Sjóvátrygging og Skipa­ sýnið, Atli Dam og Leif Groth løgdu kransar fyri ávikavist landsstýrið og donsku stjórnina, Petur Christiansen fyri Tórshavnar býráð og Óli Jacobsen legði krans fyri Fiskimannafelag­ ið. Næmingar á Føroya Sjó­ mansskúla og Føroya Fólka­ háskúla luttóku eisini í minningarhaldinum. Fyri 30 árum síðan: Fimm sjólætnir í 1979 Petur Christiansen, býráðsformaður, og Leif Groth, ríkisumboðsmaður Kelda: Kolon 1979 Silvurbrúdleyp Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@ post.olivant.fo áðrenn 3.desember. Silvurbrúdleyp Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Gullbrúdleyp Hósdagin 19. nov. hava hjúnini Ása og Jógvan Rasmussen, í Miðvági, gullbrúðleyp. Dagurin verur hildin heima, frá kl. 16. Øll eru vælkomin. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 ­ 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. hava hjúnini Jóna og Kjartan Z. Jacobsen, Klaksvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á heimatlf. okkara 455646, tlf. 224750 og tlf. 225698, til og við leygardagin 21. nov. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð, í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin. merkisdagar Bedford lastbilur hjá Restorffs Bryggjarí í 1979. Myndin er á eini lýsing hjá Restorffs, har teir lýsa við, at soleiðis fer bilurin hvønn morgun við ørgrynnu av leskidrykkum og øli at sløkkja tostan við. Sløgini sum Restorffs Bryggjarí lýsir við eru: Pepsi Cola, Hawaii Dream, Sitrónvatn, Appelsin Squ­ ash, Perudrykkur, Appolin­ aris, Sisu, Lemonada, Murcia, Sportvatn, Tonic Water, Garpe Tonic Víking­ ur og Maltøl. Myndin er tikin í niðan­ koyringini til bryggjaríið frá Landavegnum. Rokaður bryggjaríbilur