Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 tíðindi Nr. 219 - 16. november 2009 Átta feløg, sum reka fiska virki og partvís hava skiparakstur, høvdu samanlagt eitt hall í fjør upp á 58,7 miljónir krónur. Ár ið fyri var hallið heil ar 103,7 miljónir krón ur. Ein stórur part ur av hallinum í fjør og fyrraári stavar frá skiparakstri. Av átta feløgum, hekk raksturin saman hjá teimum fýra. Hetta vísir ein rokn skap­ ar greining, sum grann skoð aravirkið NOTA hevur gjørt. Virk ini, sum eru við í greiningini, hava umleið ¾ av fiska framleiðsluni í Føroyum Fiskavirkir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo NOTA, sum er fyrrverandi Ras mussen & Weihe, hava síðan 2004 greinað gongd­ ina hjá føroyska fiski skipa­ flotanum og fiska virkis­ vinnu ni. Flestu fiskiskip yvir 110 tons (línuskip/ garnaskip) og trolarar, sum hava yvir 400 hk, eru við í greiningini. Útróðrarflotin og eitt nú trol bátarnir, sum um sumr­ ar nar hava loyvi at fiska á land leiðini, eru ikki við. Í blaðnum fríggjadagin høvdu vit nakað um grein­ ing ina, sum viðvíkur fiski­ skipaflotanum, og í dag fara vit at hyggja at gongdini hjá føroysku fiska virkju­ num, sum eru við í rokn­ skap ar greiningini hjá NOTA. Luttakandi feløgini, sum eru við í hesi greining, eru P/F Føroya Fiskavirking við 54,7 % av rávøruni í 2008, P/F Kósin (14,6%) P/F Fiskavirkið í Gøtu (8,2%), P/F Delta Seafood (8,2%), P/F Sandoy Seafood (5,6%), P/F Vaðhorn (5,1%), P/F Norðís Seafood (2,5%) og Sp/f Eystís Seafood (1,1%). Um hesi prosenttøl yvir keypta rávøru verða løgd sam an, geva tey 100%. Tað merk ir tó ikki, at hesi átta feløg ini vóru einastu keyp­ ar ar av rávøru í hesum ári. Nøkur virki eru ikki við í grein ingini hjá NOTA. Tó um boða hesi feløg umleið ¾ av samlaðu fiska fram­ leiðslu ni í Føroyum. Í síni frágreiðing til grein ingina, sigur grann­ skoðaravirkið, at hendan bygg ir á almennar rokn­ skap ir umframt á eyka upp­ lýs ingar frá ymisku feløgu­ num, sum í sínum árs rokn­ skapi annars ikki upplýsa rá fiskanøgd, nettosølu og rá fiskakostnað. ­ Roknskapirnir hjá lut­ tak andi feløgunum eru upp­ settir ymiskt, eins og kontur eru bólkaðar ymiskt. Hetta kann viðføra, at feilir kunnu vera í samanlagda rokn­ skapinum fyri øll feløgini, men hetta hevur helst bert lítlan týdning, sigur felag­ ið. Hall øll árini Í stuttum gevur ársúrslitið hjá hesum átta feløgunum í 2008 eitt samalað hall upp á 58,7 miljónir. Hetta er tó eitt frægari úrslit enn í 2007, tá samlaða hallið var heilar 103,7 miljónir krón­ ur. Í síni frágreiðing, sum vit venda aftur til seinni í hesi grein, vísir NOTA á, at tað ser liga er skiparaksturin, sum tvey av hesum feløgum høvdu í 2008, ið stóð fyri megin partinum av stóra hall inum hesi bæði árini. Hetta sæst eisini í saman­ løgdu ársúrslitunum hesi bæði árini, har dóttirfeløg/ at knýtt feløg góvu heilar 91,9 miljónir krónur (2007) og 43,6 miljónir krónur (2008) í halli. Sjálvur virkisraksturin er so munurin á samlaða halli­ n um og úrslitinum hjá dóttir feløgum/ atknýttum feløg um. ­ Vit hava ikki eina ein­ týdda niðurstøðu um gongd ina hjá hesum feløg­ um. Tó kunnu vit staðfesta, at raksturin hjá virkjunum samanlagt hevur givið hall øll árini, sum greiningin fevn ir um (2004­2008). NOTA vísir á, at úrslitini hava verið svingandi øll árini, men árini 2006­2007 var talan um eina stóra aftur gongd. ­ Skiparakstur hevur aftur tyngt um raksturin hjá fiska virkisvinnuni í 2008, men ikki í sama mun sum í 2007. Hetta er einamest orsøk in til, at ársúrslitið í 2008 var betri enn ársúrslitið í 2007. Tó gjørdist 2008 aftur eitt vánaligt ár hjá virkju num, sum eru fevnd av okkara kanning. Greiningin vísir eisini, at eginognin hjá feløgunum, sum reka fiskavirkir, sam­ an lagt minkar, sam stund is sum skuldin veksur. ­ Nøkur feløg hava rími­ ligan rakstur, kanska serliga tey, sum virka saltfisk, men hjá fleiri virkjum er gjald­ førið hart spent í 2008, og neyðugt hevur verið við hjálp frá fíggingarstovnum at halda virkseminum í gongd. Á fundi í hølunum hjá Norð oya Sparikassa í Mið­ lon seinasta hósdag, helt Bjarni Arnason, sum saman við Jacobinu í Lambanum stóð fyri framløguni, tað vera áhugavert, at fólk yvir­ høvur hætta sær undir fiska framleiðslu, soleiðis sum gongdin hevur verið sein nu árini. ­ Tað er gott, at fólk hava mót uppá at fara í gongd, tí tað er ein sannroynd, at før­ oyska fiskavirkisvinnan hev ur ongantíð givið tað stóra, sum hann tók til. Bjarni sipaði í hesum sam bandi til, at P/F Kósin í Klaks vík nú er undir endur­ reisn og væntandi letur upp aftur í nærmastu fram­ tíð. Ein av teimum, sum var við á framløgufundinum hós dagin, var Hanus Han­ sen, ið er høvuðsmaðurin aftan fyri keypið og endur­ reisnina av Kósavirkinum í Klaksvík. Dýrur ráfiskur Á framløgufundinum varð eisini víst til ársfrágreiðing hjá Føroya Rá fiska keypara­ felag, sum kemur til ta Føroyska fiskavirkisvinnan gev Bjarni Arnason og Jacobina í Lambanum, sum stóðu fyri framløguni hjá NOTA Mynd: Vilmund Jacobsen USA og Kina ikki fíggindar Amerikanski forsetin, sum er á vitjan í Kina, sigur, at tað stendur ikki skrivað nakrastaðnmi, at USA og Kina eiga at vera fíggindar. Tað segði Barack Obama í einari røðu fyri studentum á lærda háskúlanum í Shanghai. Hann segði, at góð viðurskifti millum Beijing og Washington kunnu gera menna friðin og vælferðina í heiminum. Hann segði, at kinesarar skulu hava lut í tí, sum hann kallaði heimsrættindi. ­Hetta er galdandi fyri øll fólk, eisini átrúnaðarligar og etniskar minnilutar, sama um teir búga í USA, Kina ella onkrum øðrum landi, segði Obama í røðuni fyri studentunum í Shanghai. Skulu úr Afghanistan Ein stórur meiriluti av bretska fólkinum vilja hava stjórnina at taka teir bretsku hermenninar úr Afghanistan. Í einari meiningakanning, sum blaðið The Independent kunngjørdi í gjár, svaraðu 71 prosent av teimum spurdu, at hermenninir skulu takast heim eftir einum ári ella so. Bara 22 prosent halda, at Bretland skal framhaldandi hava hermenn í Afghanistan. Í løtuni eru 9.000 bretskir hermenn í Afghanistan, og Gordon Brown, forsætisráðharri, hevur sagt, at stjórnin ætlar at senda 500 hermenn hagar afturat.