mánadagur 16. november 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
tíðindi
Nr. 219 - 16. november 2009
Neyðtøkumaður tikin
Bretska løgreglan hevur tikið ein 52 ára gamlan mann, sum
er undir illgruna fyri meiri enn 100 álop og neyðtøkur tey
seinastu 17 árini. Hansara offur hava verið eldri menn og
kvinnur í London, og har bleiv maðurin tikin í gjár.
Rannsóknarmenn hjá Scotland Yard siga seg vera
sannførdar um, at maðurin er sekur í minst 108 álopum og
neyðtøkum, men at tað veruliga talið kann vera næstan
200. Maðurin gjørdi seg bara inn á eldri fólk. Tað yngsta
offurið var 68 og tað elsta 93, skrivar Reuters-
tíðindastovan.
Avstralsk umbering
Í Avstralia hevur Kevin Rudd, forsætisráðharri, biðið um
almenna umbering fyri, at umleið ein hálv millión avstralsk
børn vóru fyri kynsligum ágangi í árunum frá 1930 til 1970,
meðan tann almenna barnaforsorgin hevði ábyrgdina av
teimum. Umberingin kom í einari sera kenslubornari røðu,
sum forsætisráðharrinn helt í tjóðartinginum í nátt okkara
tíð. Umleið 1.000 fólk vóru komin í tingið at lurta eftir
røðuni, og teirra millim vóru fleiri, sum vóru fyri kynsligum
ágangi, meðan tey vóru á stobnum, sum tann almenna
barnaforsorgin hevði ábyrgdina av.
Gongst sum ætlað
verður ein nýggjur
skúli nú settur á
stovn í Skálafirði.
Fyrireikingarnar eru
komnar væl áleiðis, og
bíðað verður nú eftir at
Mentamálaráðið skal
svara eini umsókn,
soleiðis at skúlin kann
byrja longu komandi
summar. - Vit miða
eftir at fáa glaðar,
sjálvstøðugar og væl
upplýstar næmingar,
sigur Jastrid Høj,
sum er forkvinna í
fyrireikingarbólkinum
Skúli
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Í Skálafirði: Tað var tann
tíð, tá børnini í bygdini
gingu í lítla bygdarskúlan-
um, sum liggur niðanfyri
høvuðsvegin.
Nú verða fyrireikingar
gjørdar til ein størri og
meiri víttfevndan skúla,
sum skal halda til omanfyri
høvuðsvegin í samkomu-
bygninginum hjá Kelduni í
Skálafirði.
Her fáa næmingar alla-
staðni frá møguleika til
skúlagongd í bæði forskúla
og frískúla, og ikki minst í
hølum sum eru vælegnað
til skúlabrúks.
Arbeiðið við at fyrireika
skúlan er komið rættiliga
væl áleiðis. Longu nú er
greitt, at ætlanin er at byrja
við einum forskúlaflokki
og einum 1. flokki, og síð-
ani hava eina tilgongd frá
forskúla ella 1. til 7. flokk.
Endamálið við skúla-
gongdini er sjálvandi at
børnini skulu fáa nógv burt-
urúr fakliga. Men dentur
verður soleiðis lagdur á, at
teir skulu gerast tryggir,
glaðir, sjálvstøðugir og væl
upplýstir persónar, sum æra
Gud og eru ein signing fyri
familju, samkomuna, kirkj-
una og samfelagið.
Nýggi frískúlin fær ikki
óvæntað navnið “Keldan”.
Stórur áhugi
Fyri sløkum tveimum vik-
um síðani varð tann fyrsti
kunnandi
áhugafundurin
um henda frískúlan hildin í
stórsalinum hjá samkomuni
Kelduni í Skálafirði.
Væl av fólki var komið
saman og stórur áhugi var
fyri skúlanum. Her kom
fram, at samkoman hevur
sent ein umsókn til Menta-
málaráðið 1. september í ár,
og at ein í løtuni bíðar eftir
einum svarið hagani.
Fyri at fáa ta endaligu
góðkenningina skal eisini
ein áhugalisti við foreldra-
undirskriftum latast inn til
Mentamálaráðið áðrenn 1.
desembur. Hesar undirskrift-
ir skulu vísa, at grundarlag
er fyri at stovna frískúlan.
Frískúlin skal hava 12 und-
irskriftir til forskúlan og 12
undirskriftir til 1. flokk.
Fyrireikingarnar til frí-
skúlabygnaðin eru í gongd.
Ein arbeiðsbólkur er settur,
sum arbeiðir miðvíst fyri at
skapa karmarnar um frískúl-
an.
Integrering
Hóast skúlin enn ikki hevur
fingið endaliga loyvið, er
greitt at forskúli, skúli og
frítíðarstova verða á einum
og sama staði.
Hølini í samkomubygn-
inginum hjá Kelduni eru
nýmótans og væl egnað til
skúlavirksemi, og umhvørv-
ið í Skálafirði er eisini góð-
ur karmur um hetta virk-
semið.
Eitt av endamálunum við
skúlanum er at hann skal
verða fyri allar næmingar.
- Málið er at integrera
næmingar
við
serligum
tørvi, saman við tí vanliga
flokkinum í mest møguligan
mun, greiðir Jastrid Høj frá.
Dentur verður tí lagdur á
eitt
gott
samstarv
við
foreldrini, har tey eru ein
virkin partur av skúlanum.
Fyrireika nýggjan frískúla í Skálafirði
Heldur til í samkomubygninginum Kelduni í Skálafirði
Skúlin fylgir lesiætlanini fyri fólkaskúlan, og heldur seg
haraftrat til løgtingslógina um frískúlar frá 2002.
Endamálið er, at frískúlin, sambært fólkaskúlaskílalógini
vil í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næm
ingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling
Frískúlin fær 85% í stuðli frá landsmyndugleikanum, og
foreldrini gjalda 15%. Gjaldið hjá foreldrunum fyri hvørt
barnið verður umleið 500 kr. um mánaðin.
Verður eftir ætlan klárur til skúlaárið 2010/2011
Áhugað kunnu venda sær til Jastrid Høj, forkvinnu í fyri
reikingarbólkinum við telduposti: jastrid@keldan.fo ella á
tlf. 742500.
FAKTA um frískúlan »Keldan«
Í longri tíð hevur verið arbeitt
við at fyrireika frískúlan. Og her
hevur ein sett sær nøkur mál, ið
ein ynskir at røkka:
Ætlanin er í fyrstu syftu, at upp-
ala næmingarnar til at gerast
tryggar, glaðar, sjálvstøðugar og
væl upplýstar persónar, sum æra
Gud og eru ein signing fyri fam-
ilju, samkomu/kirkju og
samfelagið.
Foreldrini skulu somuleiðis
stuðlast í teirra ábyrgd at læra,
venja, uppala og vegleiða síni
børn.
Út frá hesum ynskir ein at
menna næmingin á hesum økjum:
- Í kunnleika
Taka støðið í tí einstaka.
Læra næmingarnar at kenna
sín lærihátt og at menna hann í
undirvísingini.
Gera menningarætlanir fyri
hvønn næming og hava regluligar
eftirmetingar saman við
foreldrum og næmingum.
At KT er ein dagligur partur av
undirvísingini.
- Sosialt
Skúlin setir trivnaðin í hásætið
og fyribyrgir happing.
Læra næmingin at samskifta
við onnur menniskju.
Læra at virða menniskju, ið
eru øðrvísi.
- Likamliga
Leggja dent á ein heilsugóðan
lívsstíl: Næmingarnir skulu røra
seg ein part av degnum og læra
um heilsugóðan mat.
Mennast í einum skapandi
umhvørvi úti og inni. Gera brúk
av náttúruvinarliga umhvørvinum
í Skálafirði við haga, fjøru og á.
- Andaliga
Vísa á góðar søguligar og
bíbilskar fyrimyndir sum t.d.
móðir Theresu og Jesus. Arbeiða
við eginleikum frá ymsum fyri-
myndum, sum geva eitt grundar-
lag fyri karakterbygging.
Geva rúm fyri grundleggjandi
lívsspurningum.
- Vónin er, at úrslitið av einum
tryggum umhvørvi, sum gevur
rúm fyri læring, verða glaðir,
sjálvstøðugir og vælupplýstir
næmingar.
Hetta vil nýggi frískúlin
Nýggi frískúlin fer at halda til í smakomubygninginum hjá
Kelduni í Skálafirði. - Hann fær navnið “Keldan”, upplýsir
Jastrid Høj, forkvinna í fyrireikingarbólkinum
Inni í Kelduni eru góðar
umstøður til at hýsa børn í
øllum aldrum