Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-16, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. november 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 219 - 16. november 2009 tíðindi Klaksvíkar Skúli hevur valt at skipa allar sínar 10. flokkar í ein felags skúladepil fyri Norðoyggjar, nevndur »Valskúlin« – ein higartil sera væl eydnað skip an, sum gevur íblást ur til aðrar fram halds­ skúlar kring landið 10. FLOKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyri stuttum var býráðs um­ sitingin á stuttari kunn ing­ arvitjan í báðum teimum stóru skúlunum í Klaksvíkar kommu, sum eru Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziska­ trøð. Undir leiðslu av skúla­ stjór unum báðum, Símin Petur Hjelm og Signar á Brúnni, samstarva hesir báð ir skúlar innan fleiri tættir. Eitt av samstarvsøkjum skúlanna er innan 10. flokk­ arnar, sum eru lagdir saman í ein felags skúladepil fyri allar Norðoyggjar, nevndur »Valskúlin«, ið fevnir um íalt 63 næmingar. Tað var ein ikki sørt errin Signar á Brúnni, skúlastjóri, ið vísti borgarstjóranum og umsiting hansara runt í hugna ligu hølunum hjá Val­ skúlanum, og tað var ikki uttan orsøk, tí Valskúlin er, sum skilst, ein higartil sera væl eydnað skipan fyri allar 10. flokkar í Norðoyggjum. Tey halda støddina vera júst ta røttu, tí við hesum næmingatalinum hava tey eitt nøktandi grundarlag til at kunna bjóða nógvar ymiskar vallærugreinir, og samstundis er Valskúlin ikki so stórur, at tað gongur út yvir tað hugnaliga og heimliga umhvørvið. Við tilvísing til skúla­ stjóran samskipar, Hanus T. Bærentsen, sum er royndur lærari, undirvísingina í Val­ skúlanum, har hann sjálvur er flokslærari hjá einum av flokkunum, samstundis sum hann samstarvar sera tætt við hinar flokslærar ar­ nar, sum eru Simona Jo ­ hannesen, Tummas Joensen og Høgni á Reynatrøð. Samstarvið millum hesar 10. flokkarnar er rættiliga tætt. Eitt nú fylgjast teir í sambandi við allar felags lærugreinarnar, soleiðis at lærarar og næmingar støð­ ugt kunnu samstarva og stuðla hvørjum øðrum í frálæruni og menningini, eins væl og teir kunnu av ­ loysa hvønn annan. Royndirnar av at hava undirvísing í sergreinum, sum strekkja seg ígjøgnum alt skúlaárið, eru ikki bara góðar, tí tað vísir seg at vera torført at varðveita áhuga næminganna ígjø­ gnum alt árið, halda tey. Men her hevur Valskúlin brotið upp úr nýggjum við heldur at leggja øðrvísi frálæru í tíðarskeiðum, har heilar vikur ístaðin verða lagdar av til serlig tiltøk, so sum fyrstuhjálparskeið, trygdarskeið, høvuðsverk innan ymiskar lærugreinar o.s.fr. Eitt nú fer Valskúlin í november at geva næm­ ingum møguleika at velja seg at arbeiða við einum evni í eina viku. Millum evn ini eru list, og í tí sam­ bandi fær skúlin eini fýra kend listafólk at undirvísa, og fara hesi at samstarva við næmingarnar og leggja teimum lag á. Arbeitt veðrur við horni, seyming o.a., og tá ið ið vikan er liðug, verð­ ur alt arbeiðið sýnt fram. Royndir Valskúlans hava higartil boðað frá góðum. Hesin frálæruháttur tykist rigga sera væl. Valskúlin leggur stóran dent á, at allir partar verða mettir, viðfarnir og ábyrgd­ aðir sum vaksin fólk. Barna skúlatíðin er farin afturum – nú skulu næm­ ingarnir royna seg í einum vaksnum umhvørvi, sum á mangan hátt minnir nógv um ein miðnámsskúla. Eisini nakrar av læru­ grein unum, sum kunnu velj­ ast, og nakrar av høv uðs upp­ gávunum, sum næm ingarnir fáa í hesum skúla árinum, eru á mið náms skúlastøði, og sam starv við miðnámsskúlar er eisini partur av tilboðum Valskúl ans. Valskúlin – ein sólskinssøga um 10. flokkarnar í Norðoyggjum Myndirnar sýna, hvussu fjølbroytta undirvísing næmingarnir í 10. flokki í Klaksvík fáa Myndir: Eyðbjørn Jacobsen