Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 232 - 30. november 2001 Nr. 232 - 30. november 2001 3 Hesi seinnu árini hevur Havnarkórið sett sær fyri at framføra annaðhvørt ár Händels Messias og annað- hvørt ár Jólaoratoriið eftir J.S. Bach fram móti jólum. Í ár er aftur Messias á skránni, og framførslurnar verða nú um vikuskiftið Tann fyrra framførslan verður leygardagin 1. december kl. 17.00 í Fuglafjarðar Kirkju og tann seinna sunnudagin 2. december kl. 20.00 í Vesturkirkjuni. Solistar verða: Berghild Poulsen, sopran, Elsa Sú- sanna Dalsgaard, alt, Ernst Sondum Dalsgarð, tenorur og Hans Lawaetz, bassur. 15-manna kamarorkestrið mynda lærarar og næm- ingar musikskúlans við stuðuli úr Havnar Horn- orkestri. Havnarkórið telur 40 sangarar, og leiðari í ár er Ólavur Hátun. MESSIAS er sokallað- oratorium, kirkjuligt tóna- verk, sum hevur sínar røtur í katólsku mótreformatión- ini. Fólk møttust tá til upp- byggiligar fundir í sokall- aðum oratorium, iðmerkir biðisalur. Hetta gav navn til bíbilskar tónleikaframførsl- ur í hesum sambandi , sum løgdu støði undir hesa nýggju, mætu tónleika- grein. Ikki er taðov nógv sagt, at týsktføddi og tónleika- liga italskt uppaldi ong- lendingurin Georg Fried- rich Händel ( 1685-1759) meira enn nakar hevur skrivaðoratoriir, sum sam- an viðpassiónunum hjá s a m t í ð a r m a n n i n u m J.S.Bach verða standandi eftir í tónleikasøguni, tá ið tíðarinnar tonn hevur gnagað so mangt annað- burtur. Heppiðvar taðfyri tey kirkjuliga tónleikahugaðu, at bretlandskongur í 1732 av pietistiskum ávum setti forboðfyri teatralskum framførslum av bíbliuhend- ingum á operupalli. Hän- del, sum frammanundan hevði veriðoperukompon- istur fram um allar, varð nú av umstøðunum noyddur at geva sjálvari frásøgnini meira tyngd og persónun- um eina djúpari lýsing, sum oratoriiðkrevur tað, iðikki eins og operan hevur sjón- leikaralæti og íklæðing at styðja seg til. Í flestøllum av hesum kirkjuligu verkum er taðsøga Ísraels, sum verður lýst, so sum heitini eisini geva til kennara: »Esther«, »Deborah«, »Samson«, »Joshua«, »Saul«, »Judas Makkabæus« og fleiri onnur. Men »Messias« hevur sína serstøðu. Her snýr taðseg ikki um at lýsa trupulleikar hjá einstøkum persónum, ella um, hvussu eitt einstakt fólk,Ísraels fólk, verður fríaðúr trongd og neyð; men um, hvussu øll mannaættin verður loyst frá synd og trega og reist upp á evsta degi. Teksturin og viðhonum musikalska íklæðingin lýsir søgu Krists frá fyrijáttan, føðing, lívi, deyða og fram til uppreisn. Drúgt er hetta oratorium, eisini um, sum í hesum føri, ikki allir partar verða tiknir við. Men neyvan í allari tónleikasøguni er verk skrivað, sum soleiðis eins og ein perlurøðviðsínum resitativu frásøgnum, sín- um undurføgru solosangum (arium) og sínum mongu máttmiklu, ljómandi kór- pørtum hongur organiskt saman frá byrjan til enda. Händel skrivaði »Messias«, hetta í fullari longd meira enn 2-tíma tónaverk, í musikalskari og religiøsari ekstasu eftir bert trimum vikum - eitt bragd, sum tónleikasøgan ikki kennir makan til. Og um enn skrivaðlongu mitt í hansara virkistíð, í 1741, so gjørdist hetta verkið yvir øllum verkum, hann læt úr hondum. Ár eftir ár varð tað framført undir tón- askaldsins leiðslu fyri stúgvandi fullum kirkjum og konsertsølum, og 8 dagar, áðrenn hann doyði, var tann blindi og likamliga avmaktaði meistarin viðtil at framføra hetta sítt yndisverk. »Messias« hevur varð- veitt sín tokka millum fólk, og ongantíðman hátíðar- stundin kennast onglend- ingum sterkari, enn tá iðHalleluja-kóriðenn í dag lyftir mannfjøldina úr sæti, eins og taðgjørdi á fyrsta sinni fyri nú meira enn hálvttriðja hundraðárum síðan. Ólavur Hátún Í hvussu er 16 ameri- kanskir hermenn og ein fregnartænastu- maður eru falnir í bardøgum í Afghan- istan. ÚTLAND USA hevur seinastu vikuna sent hundraðtals herflota- menn til leiðina við býin Kandahar har suðuri í Afghanistan, og hermenn- inir hava longu verið í bardaga við Taliban-her- menn, sum verja býin, ið er høvuðsstøð hjá Taliban. Talsmenninir hjá ameri- kansku stjórnini hava ikki verið serliga tíðindafróir, tá teir eru spurdir um gongd- ina í bardaganum um Kandahar, men pakistanska blaðið Frontier Post skrivar, at 16 amerikanskir her- menn eru deyðir í bardøg- unum um býin. Sambært blaðnum doyðu teir 16 hermenninir, tá amerikanararnir lupu á Dolangi-floghavnina í út- synning úr Kandahar sein- asta mánadag. Blaðið visti at siga, at amerikansku hermenninir vóru í ferð við at fyrireika sær eina støð tætt við floghavnina, tá ein deild av Taliban-hermonn- um leyp á teir. Talsmenninir hjá ameri- kansku stjórnini hava einki grett um mannfallið, og vesturlendskir fjølmiðlar hava heldur ikki borið nøk- ur tílík tíðindi. Hinvegin hevur ameri- kanska stjórnarumsitingin viðgingið, at ein starvs- maður hjá fregnartænastuni CIA doyði í Mazar-i-Sharif har norðuri í Afghanistan. Tann 32 ára gamli Johnny Spann doyði, tá ameri- kanskir og bretskir her- menn hjálptu Norðursam- gonguni at berja ein fanga- uppreistur í býnum niður. Minst 450 fangar lógu eftirá, og Amnesty Inter- national vil vera við, at nógvir av fangunum vórðu avrættaðir. Myndir hava víst, at fleiri fangar vóru bakbunnir, tá teir vórðu skotnir. (Fartekst) UTTAN ÚR HEIMI Fleiri amerikanskir hermenn falnir Messias í kirkjuni C M Y K 3 2