fríggjadagur 30. november 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 232 - 30. november 2001
Nr. 232 - 30. november 2001
5
Í dag er móttøka í
3´aranum í sambandi
við, at útgivin er
higartil fyrsta og
einasta tónleikaár-
bókin í Føroyum.
Bókin er ein saman-
umtøka hendingum
innan tónleikalívið í
Føroyum seinasta
árið
ÚTGÁVA
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Bókin "Tónleikur
2001"
Tiltakið, sum flest øll fólk
helst seta í samband við ár
2001 man verða Prix Før-
oyar. Og jú, sjálvandi, Prix
Føroyar er tað heilt stóra
innan tónleikaheimin í Før-
oyum, men als ikki tað
einasta.
– Árið í ár hevur verið
eitt ógvuliga hendingaríkt
og forvitnisligt ár innan
føroyska tónleikaheimin,
sigur Eyðun Klakstein, sum
er ein av teimum, sum
hevur lagt bókina til rættis.
– Nógv er hent, nógvir
bólkar hava verið uttan-
lands og spælt, og eisini
hava
nógvir
útlendskir
bólkar verið í Føroyum. Tí
haldi eg, at tónleikalívið í
Føroyum hevur uppiborið
eina árbók.
Hugskotið
til
bókina
kemur
frá
heimasíðuni
pop.fo, sum hevur lagt seg
eftir tónleikatíðindaflutn-
ingi innan føroyska tón-
leikaheimin.
– Tað var í summar at
byrjað varð at tosa um, at
tað hevði verið stuttligt at
samla alt tilfarið saman til
eina samlaða mynd av tí,
sum er hent innan tónleik í
Føroyum.
Møguliga
eftirfylgjarar
Og hvussu nú? Bókin er út-
komin, men kunnu vit
vænta fleiri slíkar?
– Um marknaðurin er
fyri tí, ja, sigur Eyðun
Klakstein.
– Uttanlands hevði tú
fyrst kannað um markn-
aðurin var fyri eini slíkari
bók, men tað verður ikki
gjørt í Føroyum, her loypur
tú bara útí tað, og er tað tað,
sum vit hava gjørt. Vit hava
lagt okkum eftir at stíla
breitt, sjálvt um bókin bert
er um tónleik. Mest poppur
og rockur er í bókini, men
eisini ymiskt annað hevur
fingið sítt pláss.
Eyðun sigur seg vera
ógvuliga glaðan fyri úr-
slitið. Nógv arbeiðið er lagt
í bókina, men tað hevur
ongan týdning. Fólk síggja
ikki arbeiðið, sum liggur
aftanfyri, tí er tað týdn-
ingarmikið, at úrslitið er so
gott sum møguligt.
– Nú er spurningurin
bara um fólk taka ímóti
bókini. Um undirtøkan
verður nóg góð, so verður
uttan iva farið undir eina
slíka bók aftur næsta ár.
Tónleikalívið í Føroyum er
ríkt og hendingarnar nógv-
ar, so trupulleikin liggur
ikki í at savna saman tilfar.
Gott úrslit
Tónleikur 2001 er 109
síður og eru allar síðurnar í
litum. Nógvar góðar mynd-
ir eru í bókini, og ger tað
bókina lætta, bæði at lesa
og at blaða ígjøgnum.
Bókin hevur bæði langar
og styttri greinar. Hon
byggir á tað, sum er skrivað
um tónleik í Sosialinum og
á pop.fo seinasta árið, men
er meginparturin av til-
farinum endurskrivaður.
Aftast í bókini er eitt
yvirlit yvir útvaldar tón-
leikahendingar 2001, og at
enda er eitt yvirlit yvir tær
føroysku fløgurnar, sum
eru komnar út higartil í ár.
Hestprent hevur staðið
fyri umbróting og prenting.
Bókin kostar 159 krónur,
og er avgjørt eitt gott
hugskot í jólagávu til ein og
hvønn, ið er áhugaður í
tónleiki á ein ella annan
hátt – um hann spælir, ger,
lurtar ella bara er forvitin
kann verða líkamikið.
Tónleikur 2001:
Tónleikalívið í orðum og myndum
Endashowið hjá All That
Rain til undanumfarið til
Prix Fo í Klaksvík. Regn og
fýrverk
Týr trinu uppá gólv í studionum PUK studio
Terji Skibenæs, fyrrverandi gittarspælari í Flux
-Vit hava havt eitt
sera gott og positivt
samstarv við stóru
oljufeløgini í hesum
fyrsta leitiskeiðnum á
føroyskum øki. Tey
hava verið ómetaliga
hjálpsom og hava víst
vilja til at hjálpa í
allar hugsandi mátar.
Thor hevur fingið
nógv burtur úr
hesum samstarvi
segði Sue Philbrow,
frá frálandareiðarí-
num Thor í Hósvík á
oljuráðstevnuni í
Norðurlandahúsinum
OLJULEITING OG
VIRKSEMI
Jan Müller
Tað vóru ikki bara ónøgdar
føroyskar fyritøkur umboð-
aðar á oljuráðstevnuni í
Norðurlandahúsinum
í
vikuni. Ein av fyritøkunum,
Thor Offshore Services í
Hósvík hevði mótvegis
PAM Offshore Services,
bara gott at bera olju-
feløgunum. Sue Philbrow,
skrivstovustjóri hjá felag-
num,
hevði
eina
sera
áhugaverda framløgu, har
greitt varð frá felagnum
Thor, sum frá at vera ein
fiskivinnufyritøka meira og
meira er vorðin ein frá-
landafyritøka. Felagið varð
stovnað í ringu tíðunum í
1994 og varð fyrsta skipið
fiskibáturin Thor. Sama
skip var eisini tað fyrsta hjá
felagnum at útinna frá-
landauppgávur í føroyskum
sjógvi fyri seismikkfelagið
Fugro Geoteam. Í 1997
varð avgjørt at keypa
Tórsvík fyri at gerast minni
bundin av fiskivinnuni.
Síðani gekk slag í slag, og
felagið fekk eisini øll tey
neyðugu sertifikatini og
loyvini til at kunna arbeiða
í frálandavinnuni, bæði her
heima og úti á heimsins
høvum.
- Hetta var ein dýr gongd,
men vit halda, at hon var
røtt segði Sue Philbrow. Í
juli í ár varð so enn eitt av-
gerandi
stig
tikið,
tá
samvinna varð tikin upp
við kenda og roynda Esvagt
í Esbjerg við støði í tí sera
vælútgjørda og nútímans
frálandaskipinum
Faroe
Connector. Hetta var so ein
nýggj roynd hjá felagnum
at koma longur enn bara at
hava vaktar- og hjálparskip.
Seinasta íløgan hjá felag-
num er Thor Supporter, eitt
útgerðarskip, sum í eisini
skal arbeiða burturav í frá-
landavinnuni. Skipið verð-
ur nú gjørt út í Singapore
og skal virka í Indiska
havinum. Skipini hjá Thor
arbeiða nógva staðni, eitt
nú vestan fyri Hetland, í
Norðsjónum og í Afrika.
Felagið, sum byrjaði sum
reiðarí fyri fiskiskip, er nú
meira reiðarí fyri skip í
oljuvinnuni. Sue Philbrow
vísti á, at meðan fyritøkan í
1994 arbeiddi burturav í
fiskivinnuni stava 65,5% av
virkseminum í ár frá frá-
landavinnuni. Fyritøkan er
eisini nógv vaksin hesi
árini. Í 1994 hevði fyritøk-
an 17 fólk í arbeiði. Í dag
er talið 87. Men tað hava
eisini verið nógvir trupul-
leikar á leiðini segði Thor-
stjórin í síni framløgu. Tað
hevur m.a. verið torført at
áseta lønirnar við løntak-
arafeløgini og helt hon tað
vera mangul uppá forstáilsi
frá løntakarafeløgunum at
luttaka í menningini av eini
føroyskari fdrálandavinnu.
Hon vísti eisini á ein
annan trupulleika. Nevni-
liga tann, at føroysk sjófólk
høvdu verið noydd til at
taka trygdarsekið í útland-
inum, sum gjørdi tað nógv
dýrari. Eisini helt hon, at
skattingin hevur verið trup-
ul, ógreið og ikki kapping-
arfør.
Positivt
Men síggja vit burtur frá
trupulleikunum, so hevur
alt samstarv við stóru olju-
feløgini verið positivt. –
Tey hava verið ómetaliga
hjálpsom og hava bara víst
vilja til at hjálpa í allar
hugsandi mátar, og eg
haldi, at vit hava fingið
nógv burtur úr hesum sam-
starvi.
Hon vísti at enda á, hvat
Thor Offshore Services
hevur fingið burtur úr í
hesum fyrsta leititskeið-
inum. Frálandaskipini hjá
felagnum hava havt úr at
gera, og nú boringarnar eru
lidnar á landgrunninum er
flaggskipið í Thor-flotan-
um, Faroe Connector leigað
til BP at arbeiða vestan fyri
Hetland.
Fyrimyndarligt
samstarv við
oljufeløgini
Sue Philbrow, skrivstovustjóri hjá Thor í Hósvík
var sera væl nøgd við samvinnuna við stóru
oljufeløgini í sambandi við fyrstu boringarnar á
føroyskum øki
Mynd Jan Müller
Flaggskipið hjá Thor (ESVAGT-THOR) er Faroe
Connector, sum hevur arbeitt á landgrunninum í ár
við nærum føroyskari manning burturav
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
5
4