Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 232 - 30. november 2001 Nr. 232 - 30. november 2001 7 Norðís Seafood á Eiði varð serliga keypt til virking av hýsu. Tí fór virkið fyri góðum ári síðan eisini undir at roykja hýsu, og tað gera tey enn. - Men alt broytist. Nú verður fiskurin koyrdur til dyrnar, fiskasløgini eru ikki tey somu, og fiskurin er nógv smærri, enn hann hevur verið. Vit plagdu at rokna hýsusesongina hjá virkinum at vera frá august til apríl, men nú november mán- aðin er umliðin, ar- beiða vit næstan bara upsa, samstundis sum hýsan fer óvirkað av landinum, siga tey á Eiði Vilmund Jacobsen Í dag er minni vanligt at síggja skip landa á Eiði, enn tað onkuntíð hevur verið. Tað merkir tó ikki, at Norðís Seafood liggur í fiskaloysi. Virkið keypir meginpartin av ráfiskinum á uppboðssøluni á Toftum og frá P/F Beta í Saltang- ará. Hetta riggar eftir øllum at døma væl, tí á Eiði siga tey, at tey hugsa slett ikki um koyringina longur. Koyringin gongur heldur ikki útyvir fiskin, tí hann er í kassum allan vegin. – Vit landaðu bátarnar her norðuri, men tað gera vit sjáldan longur, tí tú kanst ikki binda fólk og bjóða teimum ein arbeiðs- dag um vikuna ella um mánaðin. Til tess er eftir- spurningurin eftir arbeiðs- megi ov stórur. Tí er tað heldur ikki lætt at fáa fólk at landa. Á Eiði eru tey væl nøgd við tænastuna, tey fáa á Fiskamarknaði Føroya og hjá P/F Beta, sum hevur átta bátar og stóran og góð- an bygning til fiskin. – Hetta er góð leveransa, siga tey. Tey siga, at t.d. P/F Beta ger tað møguligt hjá teim- um smærru virkjunum at yvirliva, tí her kanst tú keypa tær nøgdir, tú hevur fyri neyðini. – Alternativið kundi jú verið, at tú keypir fiskin frá tveimum partrolarum – einum »pari« – sum kanska hevur 200.000 pund, og tað er ein ov stórur biti at gloypa í okkara verð. Hetta er tískil ein nógv høgligari máti, enn um fiskurin varð landaður um bryggjukantin á Eiði. Arbeiða mest upsa Tá ið klaksvíkingarnir, Jóh- an Páll og Hans David, saman við øðrum keyptu virkið á Eiði, varð dentur í fyrsta lagi lagdur á at keypa og virka hýsu, og fyri góð- um ári síðan byrjaði Norðís eisini at roykja hýsu. – Vit eru til arbeiðis hvønn dag á virkinum, men tað, vit arbeiða, er mest at kalla bara upsi. Síðan summarfrítíðina, sum var í tríggjar vikur fram til hálv- an august, hevur bara verið turt gólv ein ella tveir dagar tilsamans. Hesa tíðina hava vit serliga arbeitt upsa, men hetta hevur ikki verið van- ligt hesa tíðina av árinum. Orsøkin er, at næstan øll hýsan er farin óvirkað av landinum í hesum tíðar- skeiði, serliga tann stóra hýsan. Á Eiði siga tey, at hýsu- sesongin hjá virkinum van- liga hevur verið roknað frá august til apríl, men soleið- is hevur ikki verið í ár, nú november mánaði er umlið- in. – Ikki tí; bátarnir fáa nógva hýsu, men sum nevnt, kemur bert ein lítil partur til virkingar á landi. Mai, juni og juli verður ikki roknað sum hýsutíð. Haraftrat plaga línubátarnir at fara út á djúpt vatn at royna um summarið. Aðrir pussa bátarnar upp, og at enda er hýsan vanliga verri fyri um summarið, sam- stundis sum lýggjari er í veðrinum, og fiskurin blotnar skjótari. Nógv er til, men fiskurin er smáur Á Eiði siga tey, at bæði hýsan og upsin eru smærri, enn tey hava verið í fleiri ár. Í síðstu viku greiddi ein av okkara royndastu virkis- leiðarum, Jason Johannes- en frá, at upsin er nógv smærri í ár enn í fjør. – Her norðuri eru vit púra samd. Upsin er smærri, og hýsan er eisini so nógv smærri, enn hon hevur ver- ið. Vit plagdu at siga, at 60- 70% av hýsuni vigaði meira enn 1 kg., men í dag viga 60% av hýsuni minni enn eitt kg. Menn plaga at halda tað vera gott tekin, tá ið nógv er til av smáum fiski, so vónandi verður tað so við upsanum og hýsuni. – Skal tað loysa seg at arbeiða upsa, er neyðugt, at nógv fer ígjøgnum maskin- urnar, men her hjá okkum er orkan ikki so stór. Vit noyðast tó, sum allir aðrir, at liva við tí, sum er. – Alt broytist. Nú verður fiskurin koyrdur til dyrnar, høvuðsfiskaslagið er ikki tað sama, sum síðsta heyst, og fiskurin er nógv smærri, enn hann hevur verið. Hesa tíðina av árinum plagdi hýsan at vera álitið, men soleiðis er ikki í ár, og tað er ein stór broyting hjá okkum. Samstarv millum virkir ÁEiði arbeiða tey ikki nógvan tosk. Virkið sam- starvar við Sammut í Klaksvík, sum Jóhan Páll og Johan David eisini eiga og Vestís í Sørvági, har Vesturvón er høvuðseigari. Áhesum báðum virkjunum arbeiða tey serliga tosk og nakað av upsa. Norðís Seafood hevur higartil í ár tikið ímóti 2400-2500 tonsum av rá- fiski, og tað er væl meira enn í fjør. 55-60 fólk arbeiða á virk- inum. Tey flestu eru av Eiði, men nøkur eru eisini úr grannabygdunum. Norðís Seafood, Eiði: Hýsuvirkið arbeiðir upsa, tí hýsan fer óvirkað av landinum Á Sandoy Seafood er nógv fiskaarbeiði, og virkið hevur keypt nógv meira fisk í ár enn í fjør. Seinastu vikuna hava tríggir trolarar landað á Sandi Vilmund Jacobsen Fyrst í nítiárunum, tá ið samfelagskreppan legði sína køldu hond yvir før- oyska samfelagið, vóru flakavirkini í Sandoynni millum tey mongu, sum bukkaðu undir. Men í dag er vent í holuni. Fyri fýra árum síðan lótu virkini uppaftur undir navninum, Sandoy Seafood, og árini síðan hava meira enn 100 fólk verið til arbeiðis á virkjunum á Sandi og í Skopun. Tá ið fólk tjena pengar, kemur meira í kommunukassarnar, og meira verður keypt. Tað lítla bygdasamfelagið fer aftur at blóma. Og soleiðis hevur verið í Sandoynni seinastu árini. Sandoyggin er lyft upp úr aftur aldudal- inum, og svartskygni er vent til bjartskygni. Arbeiða hvønn dag Jóan Petur Vest sigur, at tey 110-120 fólkini, sum starv- ast hjá Sandoy Seafood á Sandi og í Skopun, hava úr at gera, og soleiðis hevur verið alt hetta árið. Saml- aðu ráfiskanøgdirnar í ár eru eisini munandi størri enn seinasta ár. Á Sandi arbeiða tey salt- fisk, og í Skopun verður fiskurin skorin til flak. Eini 40-50 fólk eru til arbeiðis á Sandi og eini 70 í Skopun. Allur fiskurin, sum Sandoy Seafood keypir um bryggjukantin, verður landaður á Sandi. Fiskurin, sum felagið keypir á upp- boðssølu, kemur í bili um Skopunarfjørð. – Toskurin, tann stóri upsin og nakað av longu verður saltað á Sandi, með- an restin verður skorin til flak í Skopun. Virkið á Sandi er eitt saltfiskavirki burtur av. Jóan Petur sigur, at Sandoy Seafood serliga hevur lagt seg eftir at keypa tosk, upsa, hýsu og longu. – Hava skipini onnur fiskasløg, eitt nú kongafisk og havtasku, selja skipini tey til onnur virki. Eru nøgdirnar smáar, kemur fyri, at vit keypa og selja fiskin víðari til aðrar. Hann sigur, at best hevur loyst seg at saltað toskin, meðan upsin hevur verið eitt ískoyti, men toskurin er dýrur at keypa, so margin- alarnir eru smáir. Tríggir trolarar seinastu vikuna Seinastu vikuna hava trígg- ir trolarar landað á Sandi. Kolumbus og Nornagest- ur vóru inni mánadagin við 140.000 pundum tilsamans, og hósdagin í síðstu viku var Eysturbúgvin inni við 200.000 pundum. Megin- parturin av veiðini hjá Kol- umbusi og Nornagesti var upsi. Teir høvdu eisini nøk- ur tons av kongafiski og havtasku, sum aðrir keyptu. Tað nógva av veiðini hjá Eysturbúgvanum var eisini upsi. Sum skilst, fiska trol- ararnir ikki nógvan tosk í løtuni. Spurdur, um tey vænta nakað skip aftrat hesa vik- una, sigur Jóan Petur, at Eysturbúgvin kemur inn- aftur ein av fyrstu døgun- um, helst seinni í hesi vik- uni. Sandoy Seafood keypir veiðina hjá Kolumbusi, Nornagesti og Eysturbúgv- anum at kalla hvørja ferð, men hetta er í kapping við onnur virki. – Umframt tær nøgdir, vit keypa um bryggjukantin, keypa vit eisini nógvan fisk á uppboðssølu, og í seinast- uni hevur tað serliga verið upsi. Hetta ger, at vit kunnu arbeiða hvønn dag, bæði á Sandi og í Skopun. Er onk- ur hendinga dagur, har einki er at flekja á Sandi, verður pakkað, sigur Jóan Petur. Viðrar illa hjá útróðrinum Nakað av útróðri er á Sandi, og sum skilst, fáa bátarnir eitt sindur av fiski, tá tað viðrar. Men hetta er ring ársins tíð til veður, og veðrið má ráða sær. – Einir 2-3 bátar royna við línu og nakrir við snellu. Teir hava fingið toluligt, tá ið teir hava verið úti. Men tað viðrar illa, og ringt er í sjónum. Vit keypa allan útróðrarfiskin hjá bátunum á Sandi, sigur Jóan Petur Vest at enda. Stjóri á Sandoy Seafood er tvørámaðurin, Magnus Jespersen og virkisleiðari er Martin Olsen úr Havn. Martin er virkisleiðari bæði í Skopun og á Sandi. Sandoy Seafood 4 ár á baki: Lyfti Sandoynna úr aldudalinum Síðan Sandoy Seafood fór undir virksemi sítt í Sandoynni fyri fýra árum síðan, er oyggin lyft upp úr aftur aldudalinum; svartskygni er vent til bjartskygni. 110-120 fólk arbeiða á virkjunum á Sandi og í Skopun Mynd: Jens Kr. Vang – Hesin óskikkur, ið hevur tikið seg upp seinasta árið, at ósemjur á arbeiðs- marknaðinum verða lagdar fyri fútarættin í heilum, má steðgast, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðara- felag ARBEIÐS- MARKNAÐUR Áki Bertholdsen – Fakfeløgini hava ongantíð verið so hart kroyst, sum tey eru nú. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag, er alt annað enn nøgd við gongdina hetta seinasta árið. Tað, henni als ikki dám- ar, er, at nú tykist tað at vinda upp á seg, at tá ið ósemjur á arbeiðsmarkn- aðinum stinga seg upp, verða málini løgd fyri fúta- rættin. Tað er hent nakrar ferðir hetta seinasta árið. Feskasta dømi, er, at Fíggjarmála- stýrið legði ósemjuna við Havnar Arbeiðsmannafelag um portørarnar fyri fúta- rættin og tað endaði við, at rætturin kom til ta niður- støðu, at verkfallið var ólógligt og dømdi tískil portørarnar aftur til ar- beiðis. Hetta eru fakfeløgini sera misnøgd við. Eisini for- maðurin í landsins størsta fakfelag, Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðarafelag hevur tikið hetta illa upp. – Tað, sum hevur tikið serliga fast, er, at fúta- rætturin hevur als ikki viðgjørt, um sáttmálin er brotin ella ikki. Hann ger bara tann úrskurð, at friðarskyldan er brotin og dømir eftir tí. Rætturin hevur ikki hugsað um, at hevur arbeiðsgevarin brotið sáttmálan, er tað hann, sum hevur brotið friðarskyldina og ikki fakfelagið, tí at tað heldur fast um sáttmálan. Sníkjandi arbeiðsrættur Ingeborg Vinther heldur, at tað líkist ongum, at fúta- rætturin nú er farin at lata seg brúka til at ganga ørindi fyri arbeiðsgevaran, tá ið trætur taka seg upp a ar- beiðsmarknaðin. – Somuleiðis er ta átalu- vert, at landsstýrið skal ganga á odda at føra nýggj- ar siðvenjur inn á okkum. – Tað, sum hetta endar við, er, at so við og við verður fútarætturin til ein veruligan arbeiðsrætt í Før- oyum. Og soleiðis fær landsstýrið í veruleikanum sníkt inn á okkum arbeiðs- rættin, sum fakfeløgini annars eru samd at tey ikki vilja vita av. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tí má hgesin ólevnaðurin steðgast sum sjtóast, áðrenn tað verður rættarsið- venja í Føroyum. Hon er vís í, at nú al- menni arbeiðsgevarin er farin at brúka fútarættin, verður tað ikki leingi, til privati arbeiðsgevarin fylg- ir eftir. IngeborgVinther sigur, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini mugu taka í allarstørsta álvara. – Vit mugu leggja allar aðrar ósemjur til viks og sta okkum í felag at viðgera, hvussu vit fáa steðga hes- um óskilinum, tí tað er alt umráðandi, sigur Ingeborg Vinther. – Støðan nú er tann, at fakfeløgini eru so illa fjøtra nú, sum tey ongantíð hava verið fyrr, og sleppur hetta at halda fram, verður tað skjótt, at tað als ikki ber til at føra fakfelagspolitikk longur. Sera óheppið Eisini Karl Johansen, for- maður í Havnar Arbeiðs- mannafelag, heldur, at støðan, sum hevur tikið seg upp, er stak óheppin. – Fútarætturin viðgjørdi als ikki mannin sum so. Hann kom bara til ta nið- urstøðu, at verkfallið var ólógligt. Hann sigur, at hetta máar av álvara støðið undan sátt- málunum og spurningurin er nú, hvat teir eru verdir. Hann heldur, at fak- feløgini møguliga eiga at taka málið upp. Men hann heldur eisini, at málið er líka nógv politiskt, tí tað eru politikarar, sum brúka fútarættin. Strandingar skulu betala meiri í skatti næsta ár, men teir skulu eisini fáa nakað fyri pengarnar, sigur Eivind Jacobsen, borgarstjóri STRENDUR Áki Bertholdsen Strandingar verða dýrir í drift næsta ár. Bygdaráðið hevur havt fíggjarætlanina fyri 2002 til viðgerðar og tað er greitt, at Sjóvar Kommuna ætlar sær at brúka nógv meiri pening næsta ár, enn hon plagar at brúka. Samanlagt javnvigar fíggjarætlanin hjá Sjóvar Kommunu fyri komandi ár við 18.350.000 krónum og tað er næstan fýra milliónir meiri enn fíggjarlógin í ár javnvigar við. Men fyri at fáa ráð til at hava so stóra nýtslu, hevur bygdaráðið eisini gjørt av at hækka skattaprosentið næsta ár eitt prosent, upp í 18%. Í løtuni er kommunu- skatturin 17%. Men afturfyri at taka við aðrari hondini, lorar Bygdaráðið eitt sindur aftur við hinari hondini, tí sam- stundis er tað greitt, at barnafrádrátturin hækkar 500 krónur næsta ár, upp í 3.000 krónur. – Alt hetta, og so tað, at tað er meiri arbeiði, ger, at tað streymar so nógvur skattur inn í kommunu- kassan á Strondum, at bygdaráðið fekk at kalla øll síni ynski uppfylt fyri næsta ár, sigur Eivind Jacobsen, borgarstjóri á Strondum. Stórar útbyggingar Borgarstjórin á Strondum sigur, at nú bygdaráðið hevur lagt fíggjarætlan fyri komandi ár, er grundhugs- anin, at borgarin er fegnari fyri at fáa nakað fyri peng- arnar, heldur enn at sleppa eitt sindur bíligari í skatti. – Vit halda, at tað er neyðugt, at Sjóvar Komm- una verður før fyri at veita borgarunum somu sømdir sum aðrar kommunur veita sínum borgarum, men tað fáa vit ikki gjørt við einum skattaprosenti, sum liggur eini trý prosent lægri enn tað hjá grannakommun- unum. Tí er aðaltátturin hjá okkum, at vit skulu hava kommununa upp á sama støði, sum aðrar kommunur eru á. Kommunurnar rundanum okkum hava hægri skatta- prosent enn vit og tí hava vit gjørt av hækka okkara skattaprosent eisini. Men hóast vit hava hækkað tað upp í 18%, er tað framvegis lægri enn flest aðra staðni. Men Eivind Jacobsen leggur samstundis dent á, at borgararnir skulu fáa nakað fyri peningin, teir betala meiri í skatti komandi ár. Sjóvar kommuna kann byggja út fyri 3,5 milliónir og tann kvotan verður brúkt til fulnar komandi ár. Og meginparturin av tí verður brúkt til vælferðar- tænastur. – Vit hava sett tvær milli- ónir av til barnagarð næsta ár og 500.000 til eldrasam- býli. Harumframt skal ein millión brúkast til at bøta um kloakskipanina og vatn- veitingina. Borgarstjórin sigur, at ætlanin er bæði at byrja uppá eldrasambýlið og barnagarðin komandi ár. Talan er um eitt eldra- sambýli til eini 10 fólk. Barnagarðurin verður væl størri. – Vit ætla at gera ein barnagarð sum tekur eini 60 børn. Men vit hava frammaundan eina væl- virkandi dagrøkt, so vænt- andi vera tað ikki meiri enn eini 20-40 børn í barna- garðinum í fyrstu syftu. Men vit ætla avgjørt, at børnini í dagrøkt eisini skulu kunna brúka spæli- stovur og aðrar hentleikar í barnagarðinum. Bygdaráðið fer nú undir at fyrireika at byggja báðar stovnarnar, at útvega grundstykki, tekningar, neyðug loyvi o.s.fr. Raksturin hækkar 40% Samstundis, sum íløgurnar hækka munandi, er tað eisini greitt, at raksturin hjá kommununi hækkar eini 40% næsta ár. Men orsøkin til tað, er, at Bygdaráðið ætlar at as- faltera at kalla allar veg- irnar í kommununi og tað kostar einar tvær milliónir. Eivind Jacobsen sigur, at Sjóvar Kommuna er væl fyri nú. Kommunan skyldar ikki eitt oyra men eigur sjey milliónir á bók. – Tað gevur okkum eitt gott grundstøðið at standa á, nú vit av álvara fara at byggja kommununa út, sigur hann. Fíggjarlógin skal hava eina viðgerð í bygdaráð- num afturat, men hon er longu viðgjørd so nágrein- liga, at borgarstjórin vænt- ar, at tað verður ikki annað enn ein avgreiðsluspurn- ingur. Vit hava aldrin verið so hart kroyst sum nú Fakfeløgini eiga at leggja alt annað til viks fyri at fáa steðgað hesum óskilinum, sigur Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag. Karl Johansen í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at nú er tað ein spurningur um, hvat sáttmálarnir eru verdir Strandingar verða dýrir í drift næsta ár C M Y K 7 6