Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 232 - 30. november 2001 Nr. 232 - 30. november 2001 9 Inntøkurnar frá oljuvinnuni í Før- oyum skulu fara í ein grunn, men hesin skal vera leysur frá hinum pørtunum av føroyska búskapin- um. Oljuvinnan kann gerast avgerandi stuðulin hjá fiski- vinnuni, sigur Menas, sum hevur gjørt eina kanning um árini av einari umfatandi oljuvinnu í Føroyum. Avgerðin liggur hjá føroyingum, men kjakið eigur at byrja beinanvegin, um líkinda úrslit skal spyrjast burturúr KANNING Heri á Rógvi Síðani í mai mánað 2000 hevur bretsk ráðgevingar- fyritøka verið í holt við eina kanning um árini av einari størri oljuvinnu í Føroyum. Kanningin hevur enska heitið: A Study of The Impact of The Development of Hydro- carbon Resources on The Faroe Islands. Ráðgevingarfyritøkan, talan er um, er Menas. Tað eru mestir ikki nógv, ið kenna tað nógva til hesa fyritøka, men vit kunnu stutt lýsa fyritøkuna sum eina bretska ráðgevingar- fyritøka, sum síðani 1982 hevur ráðgivið almennum og privatum innanfyri politikk, búskap og vinnu- lív. Fyritøkan skal ikki blandast við felagsskapin Mensa, hóast onkur kanska er við í báðum tveimum. Menas hevur royndir við at smásamfeløgum. John Christensen, ið hevur staðið á odda fyri kann- ingini er eisini sjálvur av oynni Jersey. Til at hjálpa sær við hesari kanningini, fingu menninir hjá Menas køna hjálp frá Fróðskaparsetri Føroya. Føroyskir serfrøð- ingar hava síðani í fjør vár arbeitt saman við fleiri altjóða serfrøðing við at gera hesa kanningina. Orðið kanning er mestir tann best hóskandi lýsingin av arbeiðinum hjá Mensa og Fróðskaparsetri Føroya. Sjálvt leggur Menas ógvuliga stóran dent á, at kanningin eigur at vera mett sum eitt slag av kort- leggjan føroyska samfelag- in í dag og í sambandi við oljuna. Kanningin skal ikki metast sum ein verkætlan, har sagt verður soleiðis og soleiðis, hóast teir í fleiri førum koma við uppskot- um um, hvussu kundi verið gjørt, aloftast grundað á samanberingar. Teirra boð- skapur við hesum og fremsta endamál er at eggja til alment kjak um teir spurningar, sum verða settir fram og viðgjørdir í teirra kanning. Teir siga seg ikki hava endaliga svarið til spurningarnar, men hetta skal eitt alment orðaskifti til at avgera, hvørja leið Føroyar ætla at ganga. Reyði tráðurin í kanningini er, at føroysku myndug- leikararnir eiga at leggja eina ítøkiliga ætlan, hvat vit vilja hava burturúr, og hvussu hetta skal gerast. Menas menninir siga, at tað enn er tíð til at fáa neyðugar ásetingar settar í verk, og ein yvirordnaður politikkur kann enn verða staðfestur. Hóast tað enn er óvist nær ein framleiðslu oljuvinnan fer at byrja í Føroyum, ella um ein tílík yvirhøvur verður til nakað, so merkir hetta ikki, at føroyingar eiga at seta seg niður at bíða eftir svørtu dropunum. -Tað snýr seg um at koma ígongd beinanvegin, ljóðar boðskapurin frá John Christensen, Jay Wagner og Stephen Royle, ið umboðu Menas á ojuráðstevnuni fyrr í vikuni. Burturúr kanningini eru ein 360 síður frágreiðing. Hetta er kanska ikki nógv í mun til tað so kendu bankakanninga, men allíka- væl fer kannigin hjá Mensa og monnunum á Rossa- trøðni rættiliga víða, hóast ikki allar niðurstøðar eru nóg mikið til eina yvir- skrift. Henda er stytt niður í teir ymisku partarnar, tá ið kanningin hyggur eftir fleiri økjum, eitt sosialu fylgjunum og fíggjarligu fylgjunum. Eisini er ein 15 síður samandráttur gjørdur. Hesin er júst almenna- kunngjørdur, og tað er fyri tað nógvan hesin, sum henda greinin er grundað á. Á oljuráðstevnuni, Off- shore Faroes 2001, var tað fyrst og fremst tann politiski og sosiali parturin av kanningini, ið varð lagd- ur fram. Kanningin umfatar eisini eina búskaparliga meting, har samanborið verður nógv við Hetland. Tann parturin av kann- ingini, sum snýr seg um umhvørvi er grundaður á ásetingar í Agenda 21, sum eru altjóða umhvørvis- ásetingar fyri hesa 21. øldina. Støðumynd Eftir at manningin var sett, fóru teir undir at gera hesa góðu kanning. Tá teir fóru undir nakað sum líkist einari kortlegging, so var tað kanska natúrligt at byrja við einari støðumynd. Fyri uttan at fáa greiða á teimum búskaparliga og politisku viðurskiftunum, so vildi manningin eisini gera sær eina mynd av, hvat føroyingar seta í samband við teirra samleika sum føroyingar. Fyri uttan lykla- persónar (leysliga umsett), slap almenningurin eisini til orðanna. Hetta var gjørt í bólkum, sum vóru settir saman av »vanligum« fólk- um, og so leitaðu Menas menninir eisini innum skúlagátt, fyri at gera sær eina mynd av yngra ættar- liðnum. Her er talan um tað kvalitativa háttalagið, har upplýsingar verða savnaðir sum meiningar hjá júst hesum persónunum, ið vórðu spurdir, ikki umboð- andi fyri alt fólkið so sum í einari veljarakanning. Úrslitið av samrøðunum og kjakinum, sum kanning- arfólkið fylgdi við í, var, at teir fingu staðfest nøkur viðurskifti viðvíkjandi før- oyska samleikanum. Sambært kanningini er føroyska samfelagið ein blandingur av modernaðum og siðvenjubundnum virð- um. Fremsta eyðkenni fyri føroyskan samleika er før- oyska málið, sigur kann- ingin. Føroyingar broytast meira og meira móti teim- um modernaðu lívsvirð- unum við eitt arbeiðsvali, men vilja framvegis halda fast við tey eldru føroysku virðini, og sum heild eru føroyingar rættiliga aftur- haldandi mótvegis fremm- andum íleggingum í tað føroyska samfelagið. Fiskivinnan Spurningurin um hvussu oljan og fiskivinnan fara at einast er rættiliga kendur, hóast tað ikki hevur so ovurhonds nógv av kjaki um henda spurning. Hægri lønarlag og skaði á um- hvørvi og fiskileiðir eru nakrir av spurningunum, sum hava verið settir fram. Í kanningini hjá Menas verður ikki hugt sum um at hesa verið sum hundur og ketta. Sambært kanningini, so eiga vit heldur at hyggja eftir oljuvinnuni sum ein møguleika at gera fiski- vinnuna betur, effektivi- sera. Vitanarstøði fer vænt- andi at hækka, og hetta eigur at koma øllum til góðar. Tað kann væl hugsast, at fiskiflotin og fiskivinnan sum heild fara at gerast minni, men hetta vil gera sterkari eindir. Sambært kanningini, so vil hetta gagna fiskivinnuni og samfelagnum yvir eitt longri tíðarskeið, hóast skiftistíðin kann fara at gerast eitt buldraslig. Búskapurin Gongur mann útfrá, at oljuvinnan kemur til eina framleiðslufasu í Føroyum, so fer hetta at merkja føroyska búskapin. Tað er stýringin av hesum, sum verður tað mest neyðturvu- liga at fáa greiða á skjótast gjørligt. Fyri at gera ein langa søga stutta, so kunnu vit siga, at kanningin leggur upp til, at oljupeningurin verður koyrdur í ein grunn, men hesin verður leysur frá hinum pørtunum av før- oyska búskapinum. Grunn- urin líkist kanska mest í modellinum, sum vit kenna úr Hetlandi, har ein olju- grunnur verður brúktur til at stimbra útbúgving og mentan, og eisini fyri ein part infrastrukturin. Skipanin við einum olju- kekki, sum tey hava í Alaska, er ikki nøkur góð loysn sambært serfrøðing- unum hjá Menas. Hetta vil í síðsta enda skaða búskapin, tá ið nýtslan vil veksa rættiliga nógv eftir so stuttari tíð, og tá er vandi fyri inflatión. John Cristensen sigur, at tað í Føroyum ikki er vandi fyri tí sokallaða hálendsku sjúkuni, sum serfrøðingar meta gera seg galdandi í Norra. Hetta skyldast, tí at føroyska krónan jú er tað sama sum hin danska. Hálendska sjúkan viðførir høgt lønarlag, og kapping- arføri minkar eisin av tí sama. Ber saman við Hetland Til at samenbera við nýtir kanningin fyri tað nógva Hetland. John Christen greiðir frá, at hetta er tí, at Hetland og Føroyar á so nógvum økjum líkjast. At kalla einki arbeiðsloysi er í Føroyum, og tað var tað heldur ikki, tá ið oljan kom til Hetlands. Politikkurin hjá um at afturhalda (contain) bæði sjálva olju- vinnuna og oljuarbeiðar- arnar. Eisini hava teir í Hetlandi ein felagsskap við Skotland, sum minnir nógv um okkara ríkisfelagsskap, hóast hesir eru hvør sítt. Hetlendingar valdu loysnina við einum olju- grunni, sum tað eisini verð- ur brúkt. Ikki sum í Norra, har oljugrunnurin bert veksur og veksur mest sum óendaligt. Ikki tí hetlendski oljugrunnurin veksur eis- ini, men hesin hevur grund- arlagið undir stóran parti av hækkaða støðinum innan mentan og infrastruktur. Menas kanningin metir hetlendsku loysnina vera á góðari leið, og hetta verður eisini fyri ein stóran part tilmælt. Serliga tað, at oljuvinnan verður aftur- hildið ella isolerað er nak- að, sum mestir kann hugs- ast í Føroyum. Kanningin metir eisini, at ríkisfelagsskapurin, t.e. mest búskaparliga sam- starvið, vil steðga ella minka um eina møguliga stórinflatión, tá ið oljuvinn- an kemur. Kanningin gong- ur útfrá, at ongin olja verð- ur tikin í land í Føroyum. Sum heild kann tað sigast, at kanningin sær minst líka nógvar møgu- leikar sum vansar við einari oljuvinnu í Føroyum. Tað er bert upp til føroyingar at avgera, hvussu og hvat á teimum mongu økjunum, eisini teir grundleggjandi spurningarnir. Ráðini eru at byrja beinanvegin. Tað er BP, sum hevur fíggjað kanningina. Kann- ingin eggjar staðiliga til, at fleiri kanningar verða gjørdar. Gloymið alt um oljukekkin Oljukekkurin er ikki nakað gott hugskot fyri føroyska búskapin, halda serfrøðingar frá bretsku ráðgevingar fyritøkuni Mensa. Pengarnir eiga at vera settir í grunn, sum skal haldast uttanfyri hinar partarnar av føroyska búskapinum. Mynd: Jens Kristian Vang. Teir tríggir, f.v. Jay Wagner, John Christensen og Stephen Royle, eru partar av liðnum, sum hevur gjørt hesa kanningina um Føroyar og olju. Mynd: Heri á Rógvi. Formaðurin í pedagogfelagnum sigur, at mótparturin hevur brotið eina avtalu við ikki at góðtaka eina lønar- talvu, sum tey í felag hava gjørt. Tummas Magnussen, samráð- ingarleiðari, sigur hinvegin, at eingin felags lønartalva er gjørd og var ikki við í upprunaliga kravin- um frá pedagogun- um. Nú er nýggj løn- artalva gjørd VERKFALL Stefan í Skorini Tað er lønartalvan, sum er orsøk til verkfallið. Um pedagogfelagið fær eina lønartalvu, ið umfatar bæði pedagogar og tænastu- menn, so verður verkfallið avblást. Carita Bjørklund, for- maður í pedagogfelagnum, sigur, at báðir partar høvdu sett ein arbeiðsbólk at gera eina felags lønartalvu, ið umfataði bæði pedagogar og tænastumenn. – Tá arbeiðið við hesi lønartalvu varð liðugt, sig- ur fíggjarmálastýrið, at tænastumenninir ikki kunnu vera við í henni. Hetta ber ikki til at siga aft- aná, tá arbeiðsbólkurin, ið gjørdi lønartalvuna, er lið- ugur við sítt arbeiði. Tað tekur grundalagið undan útrokningini av talvuni. sig- ur Carita Bjørklund. Hon sigur, at um pedag- ogarnir fáa tænastumennin- ar við í lønartalvuna, so verður verkfallið avblást. Mótparturin ósamdur Mótparturin hjá pedagog- unum er ikki samdur við hesi útgávuni av søguni. Tummas Magnussen, ið er samráðingarleiðari hjá kommununum og fíggjar- málastýrinum, sigur, at ar- beiðsbólkurin als ikki hev- ur gjørt eina fullfíggjaða lønartalvu fyri bæði peda- gogar og tænastumenn. Tað er hinvegin pedagogfelagið, ið hevur lagt eina slíka løn- artalvu fram. Tí sigur Carita Bjørklund ósatt um lønartalvuna, sam- bært Tummasi Magnussen. Nú hevur fíggjarmála- stýrið gjørt eina lønartalvu fyri bæði tænastumenn og pedagogar. Hetta er lønar- talvan hjá tænastumonnum, har pedagogarnir eru settir inn. Tummas Magnussen sig- ur, at hann hevur sent sem- ingsmonnunum hesa lønar- talvu, mikukvøldið. Nú skulu teir so taka støðu til, hvat teir gera við hana. – Orsøkin til at vit hava gjørt hesa lønartalvuna er, at vit mugu fáa ein enda á hesum verkfallinum. Vit fingu eina áheitan frá peda- gogfelagnum via semings- menninar mánakvøldið um at gera eina lønartalvu við báðum starvsbólkunum. Hana hava vit gjørt og vóna, at pedagogfelagið fer at taka undir við hesi lønar- talvuni, sigur Tummas Magnussen. Óvist um undantaksloyvir Annars sigur Carita Bjørk- lund, at nevndin ikki hevur tikið støðu til, um undan- taksloyvini skulu takast aftur. Tíð hevur ikki verið at umrøða henda spurning- in, tí onnur mál hava verið á skránni. Ein hópur av pedagogum vóru og lurtaðu eftir Karst- en Hansen í tinginum í gjár, tá landsstýrismaðurin við fíggjarmálum svaraði fyri- spurningum frá Annitu á Fríðriksmørk og Katrin Dahl Jakobsen. Carita sigur seg øtast um tey ósannindi, ið Karsten Hansen bar fram á tingsins røðarapalli mikudagin. Hon sipar til m.a. til hetta brotið úr svarinum hjá landsstýris- manninum. – Eg kann tí vísa aftur, at Fíggjarmálastýrið skal hava forkastað eina lønartalvu, sum arbeiðsbólkurin kom til, tí sum eg havi greitt frá, so gjørdi arbeiðsbólkurin ikki nakra lønartalvu, sigur Karsten í svarinum. Lønartalvan liggur í buktini Pedagogarnir eru enn í verkfalli. Mikudagin vóru teir í tinginum og lurtaðu, tá Karsten Hansen svaraði fyrispurningum um verkfallið Mynd: Jens Kr. Vang Klaksvíkar kommuna bjóðar nú vinnulív- inum at byggja goymsluhallir á Grót- rætt, har økið er vorðið óruddiligt og óskipað HAVNALAG Eyðun Klakstein Klaksvík: Klaksvíkar kommuna ætlar at lata goymsluøkið á Grótrætt til vinnulívið at byggja hallir á. Hetta økið, sum liggur stutt norðan fyri Klaksvík, hevur verið brúkt sum goymsluøkið hjá sjóvinn- uni, men nú er økið vorðið óskipað og óruddiligt. Tí kemur Klaksvíkar kommunua við hugskotin- um um at skipað økið betur, og tað verður lagt upp til, at vinnan sjálv tekur sær av at byggja og reka tvær goymsluhallir har. – Vit vilja skapa vinnuni so góð kor sum gjørligt, og tí taka vit nú stig til hetta. Tað er javnan at vit frætta um, at fyritøkur og virki mangla goymslupláss. Nú bjóða vit teimum at taka seg saman og byggja tvær goymsuhallir á hesum øki. Kommunan vil hjálpa til og stuðla ætlanini, sigur Tor- leif Sigurðsson, sum er for- maður í havnanevndini hjá Klaksvíkar kommunu. Privatir byggja Klaksvíkar kommuna hev- ur kannað økið, og teir siga, at pláss er fyri tveimum hallum á umleið 660 fer- metrar. Ætlanin er, at hesar allir skulu býtast upp, so tey ymsu virkini, skipini ella fyritøkurnar fáa sítt egna pláss at ráða yvir. – Vit mæla til, at vinnan tekur seg saman, ger ein nevnd, sum skal finna út av fígging, bygging og skipan- in við hallunum. Á hendan hátt fær vinnan júst tað, sum hon ynskir sær, sigur Torleif Sigurðsson. Hugskotið er, at eitt partafelag skal byggja hall- irnar, og síðani skulu tær leigast út í pørtum til tey, sum hava áhugað í teimum. – Vit eru púra ósamd við teimum, sum halda, at Klaksvíkar havn fer ongan týdning at hava, tá vit hava fingið undirsjóvartunnil. Vit skulu hinvegin byggja út og skipað havnalagið enn betri, so vit hava ein góða havn, eisini eftir at undir- sjóvartunnilin kemur, sigur Torleif Sigurðsson. Klaksvíkar kommuna ynskir nú at frætta frá teim- um, sum hava áhuga í at verða við í byggingini. Grótrætt skal ruddast Økið á Grótrætt, stutt norðan fyri Klaksvík, skal nú skipast betur, og Klaksvíkar kommuna kemur við hugskotinum, at vinnan sjálv byggir tvær goymsluhallir á økinum C M Y K 9 8