Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 232 - 30. november 2001 Nr. 232 - 30. november 2001 11 Líggjas Høgnesen Tá úrslitið av fólkatingsval- inum var greitt, stóð ein ikki sørt spyrjandi. Fólka- flokkurin hevur í trý ár breggjað sær av skilagóð- um fíggjarpolitikki og góð- um vinnulívspolitikki. Løgið at fólkið ikki virðir hetta arbeiði meira enn sum so. Hví kann ein spyrja. Sjúka fólkafloks- hugsjónin Fólkaflokkurin hevur havt vinnumál um hendi. Hvat hevur hann fingið av skafti. Jú, hann var um at geva norðmonnum alivinnuna. Í síðstu løtu var landsstýris- maðurin í vinnumálum steðgaður. Somuleiðis hevur Fólkaflokkurin megnað at sorla almennar stovnar, koyrt stjórar, skapt klandur og ótryggleika á stovnunum. Endamálið er eittans – Privatisering. Tann vitan, ið gjøgnum nógv ár er uppbygd á hesum stovn- um, verður við øgiligari ferð niðurbrotin, tí starvs- fólk siga upp ella verða søgd úr starvi. Tað er nógv, ið bendir á at settir stjórar hava fingið til uppgávu at grenja sum mest um, hvussu ringt tað er at leiða ein almennan stovn. Eg kann nevna 2 dømi. Post- húsverkið og Strandferðsl- an. Hvussu ofta hava stjór- arnir á hesum stovnum verið í fjølmiðlunum og kært sína neyð. Nógv er sum bendir á, á stjórin í Føroya Banka er farin upp í fólkaflokskórið. Aðrir stovnar eru eisini í kórin- um, men lat tað liggja. Fólkaflokkurin hevur hó- reiggjað sær uttan íbland- ing frá Tjóðveldisflokkurin, ið hevur tikið høgrapoli- tikkin til sín við húð og hár. Tjóðveldispropaganda Vitleys peningagirnd skap- ar einki land. Tað eigur Tjóðveldisflokkurin eisini at skriva sær aftan fyri oyr- að. Høgravendingin og harðrenda støðan yvir fyri lønmóttakarunum kemur at kosta Tjóðveldisflokkinum dýrt til komandi løgtings- val. Tjóðveldisflokkurin fer uttan iva at nýta oljuna í valstríðnum, men veruleik- in er at oljan kemur ikki at loysa blokkin av. Í øllum førum ikki tey komandi 20 árini. Ístaðin fyri at føra politikk fyri borgaran, hava tjóðveldisfólk biðið um eitt stríð, ið er til onga nyttu. Tað veruliga, føroyingin, hava teir gloymt. Andstøðan til verka Tað er líkt til, at bert ein ar- beiðaraflokkur er til í Før- oyum og at hann fer at hava eitt gott val um fýra mán- aðir. Skal Sambandsflokk- urin fylgja Javnaðarflokk- inum, eigur hann at verja tað, ið virkar. Eisini tað, ið virkar í almenna sektorin- um. Sleppið privatisering- ini hjá Fólkaflokkinum, ið ikki er baserað upp á út- rokningar, men heldur hatur til alt, ið er alment. Hetta mistak má Sam- bandsflokkurin ikki endur- taka. Lat ikki smákegl oyðileggja gylta møguleik- an til komandi løgtingsval. Javnaðarflokkurin og Sam- bandsflokkurin eiga at leggja hetta aftur um og síggja frameftir. Alterna- tivið kenna vit, og meiri- lutin í Føroyum vrakaði tað so dyggiliga á fólkatings- valinum. Stóru málini ovast á listan Av sera stórum týdningi er at hesir ikki snorksova og droyma eins og henda sam- gongan hevur gjørt, men taka øll forsømd mál til viðgerðar. Skúlaverkið liggur í skeljasorli, sjúkra- húsini eru skammiliga for- sømd orsakað av ov lítlari játtan. Deildir eru stongdar 4 mánaðir um árið, tí tær skulu spara. Sjúkrasystrar siga upp, tí umstøðurnar á deildum eru út av lagi vánaligar. Sjúklingar líða undir vánaligu umstøðun- um. Mangul er uppá lækn- ar. Skatturin er framvegis alt ov høgur. Pensionistar- nir eru sleptir upp á fjall. Heimahjálpin fær súkklur ístaðin fyri bilar osfr. Samarbeiði ístaðin fyri konfrontatión Stór orka eigur at verða løgd í at fáa normalisera okkara viðurskifti við Dan- mark, so leingi vit eru í ríkisfelagsskapinum. Vit skulu føra konstruktivan politikk landanna millum. Tað ber til um vilji er til tess. Er eingin vilji, ja, so er einki annað í at velja enn at heita á Kjartan Hoydal, ið bjóðar seg fram at skriva talur og greinar fyri fólk, ið stuðla konfrontatiónspoli- tikkinum hjá Tjóðveldis- flokkinum, men sum mugu hava stuðulspedagog fyri ikki at skaða heilagu sak- ina. Tað er vorðið sum sjálvrespekt, at lata pennin í annan mans hond. Nýggja landstýrið eigur at brúka blokkin til tað, hann er ætl- aður til og ikki til reklamu- herferð hjá Tjóðveldis- flokkinum. Hesin peningur er ikki ætlaður landsbank- anum, men til heilsu/al- mannaverkið og til skúla- verkið, soleiðis at vit kunnu koma upp á tað støðið, ið restin av ríkinum hevur. Uppsøgn Landsnevnd Sjálv- stýrisfloksins v/ Ronald Poulsen, Tórshavn Við hesum geri kunnugt, at eg, frá í dag, havi tikið meg úr landsnevndini. Virðisliga Edvard Hermansen VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. - Hvat er henda samgongan í grundini samd um? Henda spurningin setti óivað mangur sær sjálvum mikudagin. Tá kom undan kavi, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin heldur ikki eru samdir um ætlan- ina at lata pensjónistar leiga íbúðir og kømur út skatta- frítt. Fólkaflokkurin - bæði løgtingsmenn og býráðs- politikkarar - hava talað fyri at lata húsaeigarar sleppa undan at geva leiguinntøkur upp í skatti. Hetta skal galda fyri øll. Hinvegin hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðað frá, at hann fer at leggja eitt uppskot fram, sum gevur pensjónistum heimild at leiga út uttan at geva leiguinntøkuna upp sum skattskyldug inntøka. Men mikudagin boðaði Fólkaflokkurin frá, at hann tekur ikki undir við uppskotinum. Og í sínum lagi svaraði Karsten Hansen aftur, at tekur Fólkaflokkurin ikki undir við uppskotinum, so tekur hann uppskotið aftur. V.ø.o. eru hesir góðu politikkarar ikki búnir til tað politiska arbeiðið, sum fyrst og fremst er at finna semjur um ymisk áhugamál. Endamálið við uppskotinum - ella tonkunum - er fáa fólk at leiga út íbúðir og kømur, sum kanska standa tóm. Hetta, tí íbúðaneyðin í høvuðsstaðarøkinum er katastrofal. Hvørki hetta ella undanfarin landsstýrið hava av álvara vilja ført ein íbúða- ella bústaðar- politikk. Og hetta landsstýrið hevur so snorksovið, hóast øll tekin vóru í sól og mánað um, at fólk fóru at streyma til landið aftur. Serliga, um ein oljuvinna fór at gera innrás. Hetta verður so gjørt fyri kanska at taka broddin av teimum ringastu avleiðingunum, hóast tað ikki loysir tann stóra trupulleika, sum samfelagið hevur rent seg í, tí øll, sum koma aftur til Føroya, vilja búseta seg í Havnini. Í staðin fyri at flokkar nú fara at keglast um eitt uppskot, sum ikki loysir nakra trupulleika, áttu landsstýrismenninir, sum varða av hesum øki, at sett seg niður og komið við nøkrum tonkum um, hvussu vit skipa ein veruliga íbúða- og bústaðarpolitikk. Karsten Hansen hevur ferð eftir ferð sagt, at hann er sinnaður at lóggeva soleiðis, at leigarar og eigarar verða javntstillaðir. Men tað veða teir hvørki eftir hesum uppskoti, ella eftir tonkunum hjá Fólka- flokkinum. Líka mikið, hvønn veg vit hella, so kunnu vit bara staðfesta, at tann, sum frammanundan fær rentustuðul, ella hevur heimild at fáa hann sum húsaeigari við sethusalánum, eisini skal sleppa undan at geva leiguinntøku upp í skatti V.ø.o. Honum sum eigur, skal verða givið. Góður Fólkaflokspoltikkur! Ein panikkloysn, sum miðjar meiri ímóti at geva fólki at fáa ta fatan, at nú kunnu tey sleppa undan at gjalda skatt fyri eina inntøku, enn at loysa ein samfelagsligan trupulleika. Og hvør rindar? Jú, leigarin, tí sethúsaeig- arin fær bæði rentustuðul og skattafría leiguinntøku! DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Politisk ósemja um neyðloysn Landsstýrið valt kós, komandi má venda ella kollsigla ÚTGÁVA Innihaldið er alt upp- runaligt føroyskt tilfar. Eftir Sverra Egholm, sum doyði fyrr í ár, men sum hevur verið annar av ritstjórunum á Birting frá byrjan, er greinin: Hvussu Johan Henriks navnið kom til Føroya. Knút Olsen hevur áhugaverda frásøgn um ferð við Greipi úr Havn til Eiðis, Erling Poulsen skrivar um ein óhugn- aligan reka undir kríg- num, Jákup Pauli Niel- sen hevur frásøgn um høv í Fámjin og Johns. Andrias Næs hevur fimm stuttar ferðafrá- søgur frá fyrst í farnu øld. Harafturat eru fýra stuttsøguhøvundar við í blaðnum í ár, Jens Pauli Heinesen, Lydia Didrik- sen, Heine Hestoy og Marjun Kjelnæs við hvør sínari nýggjari stuttsøgu. Tekningar hava Gunn- vør Joensen, Gyðja H. Didriksen og Tove Ask- ham gjørt. Ritstjóri er Niels Nattestad. Birting kostar í bókabúðunum 80 kr. eintakið. VERKFALLIÐ Turið Kjølbro Foreldur at børnunum í Býlingshúsinum undir Fjalli vísa í skrivi til fjølmiðlarnar á misnøgd sína við, at børnini ikki sleppa í barnagarð og vøggustovu. Foreldrini heita á allar partar um at taka samráðingarnar uppaftur, so loysn kann fáast á trætuni. Núverandi støðan er ótolandi fyri bæði børn og foreldur, sigur For- eldraráðið í Býlingshús- inum undir Fjalli, sum minnir á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at stovnarnir eru stongdir vegna verk- fall. 13. árgangur av Birting er komin Misnøgd við verkfallið VIÐMERKINGAR Munir og mismunir Jónas Johnsson Dagrøktin í Kollafirði hev- ur øll árini, innan Tórs- havnar kommuna noktaði tí í fjørheyst, nýtt sama gjald til dagrøktarmammuna pr. barn. Men í Tórshavn fáa dagrøktararnir væl meira fyri tey minstu børnini. Men tá ið tey fylla 3 ár, lækkar gjaldið fleiri hundr- að krónur til dagrøktar- mammuna pr. barn. Eg haldi at tað snýr seg um yvir 700 krónur. Hetta fyri- brigdi hevur ivaleyst verið politikkur, t.v.s. jarnbrot at fáa tey eldru børnini flutt á stovn. Tað ber bara ikki til í Kollafirði, tí • í Kollafirði er eingin stovnur fyri hesi børnini, • í Kollafirði ynskja vit ikki psykososialan terror yvir børn, • í Kollafirði hugsa vit demokratiskt og • í Kollafirði eta og slíta børnini meir, so hvørt tey vaksa til. Hugsið tykkum eina dag- røktarmammu, sum hevur 5 børn, ið fylla ár um hetta merkið í sama ári. Tað verður ein vanlukkulig lønarniðurgongd uttan nakra høpisleysa grund- geving. Hon fær tá eina lønarlækking uppá 3-4 túsund krónur. Ein slík skipan kann einans geva órógv, bæði millum røktar- ar og foreldur. Fyri ikki at tala um barnið, um tað við kenslum sínum fatar, at tað er orsøk fyri ónøgd hjá teimum vaksnu. At nøkur børn skulu vera meira aktiv enn onnur er snøgt sagt ein tápulig skip- an. Innan innblandingina hjá Tórshavnar kommunu í ár- inum 2000, máttu dagrøkt- ararnir í Kollafirði eisini opna síni heim fyrr á mni, tí nógv foreldur koyra væl longri til arbeiðis úr Kolla- firði, enn støðan er í Havn. A. Guttormur Djurhuus Onkur av okkara politikar- um, Høgni Hoydal m.a., hava uppundir danska fólkatingsvalið, ditta sær til at endurgeva Frank Jensen fyri tað, hann fyrr í ár segði um ræðisrættin yvir før- oysku undirgrundini, og harvið yvir oljuni sum har er. At tað eru danir sum hava hann. Og sjálvandi er tað so. Tað danski løgmálaráð- harrin segði var orðarætt: Det færøske hjemmestyre har med råstofaftalen alene fået overdraget den lovgivende og administra- tive kompetance. Der er således ikke med aftalen tale om overdragelse af ejendomsretten over und- ergrunden på Færøerne. Nú halda summi her á landi at hesin veruleiki skal dyljast fyri útlendingum og -okkum sjálvum. Annars verður tað til skaða fyri landið. Teir vilja innføra sensur. Ikki at undra seg yvir, at løgmaður, sum fegin vil hava tað at síggja út sum um hann hevur vald, sum hann ikki hevur, ikki tolir at hoyra sannleikan, um hvør ið hevur evsta vald yvir undirgrundini. At undra seg yvir er hinvegin at tveir mætir løgfrøðingar halda at danski løgmála- ráðharrin ikki má endur- gevast fyri tað hann hevur sagt av fólkatingsins røð- arapalli. Ella er tað at undr- ast yvir? Er tað glorian sum fúnar? Tað var sera óheppið, fyri teir, sum høvdu billað Før- oya fólki inn, at nú var undirgrundin yvirtikin, at hoyra danska løgmálaráð- harran siga frá fólka- tingsins røðarapalli at í roynd og veru, var einki hent. At hann skuldi vera so opinskáraður var skelkandi. Tað var honum tit skuldu givið múlaband og ikki Høgna Hoydal. Heldur skuldi Jan Müller, blaðstjóri, fingið løgmann, Halgir W. Poulsen, advokat og Herálv Joensen, stjóra í oljumálastýrinum at fara í hernað móti danska løg- málaráðharranum, enn at fara á heksajakt her heima hjá okkum sjálvum. Súsanna Holm, Kvívík Tað eru fleiri enn Sjúrður Skaale, ið sóu sendingina Indefra týskvøldið 6. nov. frá DR2. Tveir sera popu- listiskir journalistar pass- aðu fólkatingslimum upp inni á Christiansborg og vístu teimum trý fløgg – tað norska, íslendska og tað føroyska. Spurningurin var sjálvandi um hvørji lond høvdu hesi fløgg. Ongin ivaðist í tí norska – ivin stóð um tað føroyska og tað íslendska. Høvuðsinnihaldið í send- ingini var at Norðurlanda- ráðsfundurin, ið varð hildin beint tá á Christiansborg og hví so lítið hoyrdist til hetta í teimum donsku fjølmiðl- unum. Og so til kardinal- punktið – hví skuldi Danmark gjalda 750 mill. minnist meg rætt, til hetta tvætlið, sum teir atlíkavæl als onki fingu burturúr og onki kendu til, eftir tí at meta sum báðir journa- listarnir spurdu ymisk fólk um niðri á Strøgnum. Hetta var í høvuðsheitinum tað, ið sendingin snúði seg um Sjúrður. Um danskir politikarar kenna tað íslendska flaggið ella tað føroyska ella halda at talan er um tað álendska, ja tað er teirra problem – Men eg haldi at langt størri spell er at danir ikki vita meira um tað norð- urlendska samarbeiðið inn- an mentan, útbúgving, gransking, almenna fyrisit- ing v.m. Men tað er jú við øllum, sum virkar væl, tað verður tikið sum ein sjálvfylgja. Sum føroyingar hava vit ómetaliga stóra gleði av tí norðurlendska samarbeið- inum. Tað hevur fyri iki at siga ósatt, sera stóran týdning fyri mentanarlívið og ikki minst fyri ung lesandi føroyingar. Tí var sendingin fyri mær at síggja sera vánalig og direkta manipulerandi. Men eitt positivt fekk eg so burturúr, at norðanlond sum eru limir í EU noyðast at tosa við einari tungu í EU, um tey skulu hava ein livandi tjans fyri at verða hoyrd. Aftur til Sjúrða, eg haldi at fullveldistríðið skal stríðast í Føroyum, millum føroyingar og ikki á Christiansborg – viss- heitina um fullveldið hava tit, men tit mugu vinna fólki á demokratiskan hátt í Føroyum – tað er her slagið skal standa. Ikki Høgni Hoydal, men Frank Jensen Jo, det flag kender jeg Soleiðis fer tey klandrast so illa at alt nú man rilla og burtur tað spilla sum í skuldi fylla tey bardust um flokkin sum nú brátt er sokkin ei støðin varð rokkin men formaður hvokkin tey flestu jú fóru tó mest av teim stóru nú sjálvstýristjóðri sleit eisini Hóri ej C M Y K 11 10