Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. november 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 232 - 30. november 2001 TÍÐINDASKRIV Í dag, tann 30. novemb- er letur upp listafram- sýning við Philippe Carré í Smiðjuni í Lítlu Vík. Framsýningin eitur "Á bygd – SPOR". Hendan framsýningin vísir eina røð av 14 akrylmálningum, sum hvør er úr eini bygd, ið Philippe hevur vitjað í summar. Nakrar eldri myndir úr Mykines og Bø verða eisini sýndar. Bygdirnar eru: Hestur, Skúvoy og Mykines, í Norðoyggjum: Hattar- vík, Kirkja, Árnafjørður, Kunoy og Mikladalur, í Vágoynni: Bøur, í Eyst- uroynni: Elduvík, í Streymoynni: Tjørnu- vík, í Suðuroynni: Fámj- in og í Sandoynni: Dalur og Húsavík. Myndirnar eru bygdar á ein hátt, har spælt verður við perspektivið, soleiðis at myndaevnni bæði verða sædd úr luftini og av jørðini í senn. Hetta er ein roynd at vísa alla bygdina í somu mynd. Ætlanin her er at vísa tey spor, ið menniskjuni hava sett á náttúruna, so sum bygn- ingar, vegir og garðar. Tað er sum náttúran er viskað burtur, men kortini liggur undir øllum. Philippe hevur síðan hann fyrstu ferð sýndi fram á ólavsøkufram- sýningini í 1982, havt framsýningar í Smiðjuni í Lítlu Vík, í Norð- urlandahúsinum, verið við á nógvum ólavsøku- og várframsýningum, og umframt tað hevur hann havt tvær framsýingar uttanlands. Hetta er triðja framsýningin í eini røð um tær føroysku bygdirnar. Philippe er føddur í Bourgogne í Fraklandi í 1953. Hann er útbúgvin myndamaður, og hevur gingið á Grafisk Skole í Århus, og síðani 1982 hevur hann arbeitt burt- urav sum listamður. Stóra partin av hesi tíðini hevur hann verið búsitandi í Føroyum. Framsýningin "Á bygd – SPOR" letur upp í dag, 30. november, klokkan 14, og hevur opið hvønn dag fram til 4. desember frá klokkan 14 – 18. Klokkan 16.00 í dag spæla Kristian og Mikael Blak egin verk. Á bygd – SPOR TÍÐINDASKRIV Leygardagin 1. desemb- er verður langur leygar- dagur í Handilsmiðdepl- inum í Runavíkar Kommunu. Opið verður til kl. 17.00. Handils- miðdepil er komin í jólahýri, og tí vitja jóla- menn eisini handlarnar leygardagin. Teir hava okkurt gott við til børnini. Allir teir 33 handlarnir í Handils- miðdeplinum hava opið til kl. 17.00: Elding, Tera, Hógv, Ur- og Brillustovan, Shop In, Orkis, Com Data, Skó- sølan, Teymavirkið, AWJ-Foto, Sadolin Lita- val, Miðberg, Búnýti, Profa Farvur, Jallur, Eysturoyar heimavirki, Hygg Inn, Shari, Hjá Sannu, Bónus, Mikla- garður, Jungmann, Leikabúðin, Bókabúðin, Heiðabúðin, Fotomið- støðin, Vøggan og Runavíkar Sjómans- heim. Handlarnir eru á trem- ur við nýggjum vørum og Handilsmiðdepilin bjóðar øllum vælkom- num. Langur leygardagur í Runavík Jákup Heinesen hevur skrivað bók um pápa sín og skipið Ekliptika, sum hann átti og gekk burtur við. Bókin kom út mánadagin BÓK Eyðun Klakstein Tá Jákup Heinesen í Klaksvík var 13 ára gamal, misti hann pápa sín. Pápin átti skipið Ekliptika, sum í mars mánaði í 1941 hvarv á ferðini úr Aberdeen og til Føroya. Jákup sá pápa sín fyri seinastu ferð sum 13 ára gamal, tá hann róði hann tvørtur um vágna í Klaks- vík. Pápin skuldi til Havn- ar, og tí róði Jákup hann av Stongunum, har tey búðu, og yvir til Smiril, sum sigldi til Havnar. - Eg minnist sera væl hendan dagin, hann stendur púra greitt í minninum. Eg síggi enn fyri mær pápa mín, tá hann fór umborð á Smiril. Hetta var seinastu ferð, eg sá hann, greiðir Jákup Heinesen frá. Sendi nýggja mynd Pápi hansara skuldi til Havnar í ørindum í sam- bandi við KFUM, sum hann hevði verið við til at stovna í Klaksvík. Í Havn tók hann avgerð um at fara við skipinum hjá sær til Skotlands at selja fisk. Hetta gjørdist lagnuferðini hjá teimum, tí skipið kom ikki afturíaftur, tá tað var farið úr Aberdeen við kós móti Føroyum. Áðrenn pápi Jákup fór avstað, var hann og tók nýggja mynd av sær, sum hann sendi norður til Klaksvíkar í brævi. Í hesum brævi vóru eisini pengar. Brævið og myndin eru at síggja í nýggju bókini. - Tað hevði stóra ávirkan á okkum, at pápi ikki kom afturíaftur. Í langa tíð gekk eg hugdi út á vágni fyri at vita, um Ekliptika ikki fór at koma hóast alt, men hon kom ongantíð aftur, og tað er eingin, sum veit við vissu, hvat hendi skipinum, sigur Jákup. Byrjaði av tilvild Seinastu árini hevur Jákup Heinesen savnað tilfar um pápa sín og Ekliptiku. - Tað byrjaði mest sum av tilvild. Eg kom fram á pappír og skjøl um eina rannsóknarferð hjá Ekliptiku til Eysturgrøn- lands, og tað gav mær hugskotið at fara at savna meira saman um Ekliptiku, sigur Jákup Heinesen. Síðani er nógv tilfar savnað, og bókin er nú skrivað og útgivin. Hon kom í sølubúðirnar í gjár. Í bókini, sum hevur undirheitið minnisbrot, verður greitt frá skipinum Ekliptiku, ymsar søgur eru um ferðir og virksemi hjá skipinum, og pápi Jákup verður sjálvsagt eisini lýstur. Søgan um Ekliptiku út í bók Jákup Heinesen hevur skrivað bókina Ekliptika - minnisbrot, sum kom út mánadagin Ísraelski uttanríkis- ráðharrin, Shimon Peres, fanst í gjár hvassliga at for- sætisráðharranum, Ariel Sharon, í sam- bandi við royndina at fáa frið í Miðeystri. ÚTLAND - Tað er neyðugt at leggja bæði álvara og kenslur í samráðingarnar um frið, og her er munur á mær og forsætisráðharranum, segði Shinom Peres á einum fundi í Arbeiðaraflokkinum í gjár. Hann legði tó dent á, at ósemjan millum seg og stjórnarleiðaran er ikki persónlig. Shimon Peres hevur tikið undir við kravinum hjá Sharon um, at sjey dagar uttan ófrið er fyrsta treytin fyri, at Ísrael kann ganga við til samráðingar um at seta ta sonevndu Mitchell- frágreiðingina í verk. Í Mitchell-frágreiðingini verður víst á fleiri tiltøk, sum verða hildin at vera neyðug fyri at linna spenn- ingin millum ísraelsmenn og palestinar, soleiðis at partarnir aftur kunnu setast við samráðingarborðið. Amerikanska stjórnin hevur leingi hildið seg burtur frá ófriðinum í Miðeystri, men seinastu tíðina hava bæði George W. Bush, forseti og Colin Powell, uttanríkisráðharri biðið ísraelsmenn og pa- lestinar binda frið. Powell hevur eisini kravt, at ísraelski herurin skal taka seg aftur úr teimum pale- stinsku økjunum. Tveir amerikanskir sem- ingsmenn eru í løtuni í Miðeystri. Annar teirra, Anthony Zinni, hitti nú um dagarnar palestinska leið- aran, Yasser Arafat. Eftir funin segði Zinni, at útlit eru til broyting í Miðeystri. (Fartekst) Opið stríð í ísraelsku stjórnini UTTAN ÚR HEIMI Frá fríggjadegi 30. november til hósdagin 6. desember Rangt & Rætt Robinson Finaleshow 2001 Face/off Jólaløtan í útvarpinum Glóa Exit Poul Sunnudagin kl. 18.30 Leygarkvøldið kl. 21.10 Leygarkvøldið kl. 18.30 Fjølmiðlarnir – loftmiðlar- nir. Hvussu hevur farna vik- an verið. Ella kanska vit her við ummælisbyrjan kunnu hyggja nakrar vikur aftur. Tað, ið jú kastaði sín breiða skugga yvir alt annað, sum hevur rørt seg í sam- felagnum, var fólkatingsval- ið. Tað er langt síðani, at tað hevur verið so spennandi, sum hesaferð. Tað er, sum skilst, eisini óvanligt, at atkvøðuklivarnir hava verið so væl vitjaðir, sum hesaferð. Hetta er helst galdandi fyri allar partar av ríkinum. Danir skuldu seta fleiri krossar. Í Grønlandi høvdu politikarar júst hækkað egnu løn sína við 50%, umframt at ávist kjak um økt sjálvstýri merkti valið. Alt tílíkt, ið vit kenna so væl í Føroyum. Kanska eru vit her undan- gonguland. Her hjá okkum var tað tó stóra tvístøðan — polariser- ingin - um sjálvstýrisleiðina, ið skapti stóra áhugan. Helst einki annað (tí lønarhækk- ingin her heima er longu gloymd). Sum veðurhani Og hjá áhugaðum vóru møguleikarnir nógvir at fylgja við í valstríðnum, hó- ast hetta var stutt. Sjálv kapprenningin, kjakfundir- nir, millum valevnini, vóru kanska so sum so. Og onkun- tíð kundi ein ivast, um nakað høpi var í og hvør stýrdi hvørjum. Stóri valfundurin í Norðurlandahúsinum hevði ikki selt atgongumerki til nógvar eykasýningar, hóast okkurt ljóspunkt. Valkvøldið var spennandi! Útvarp og sjónvarp gjørdu seg út og eru vorðin rættiliga stinn til hesar avbjóðingar. Sjónvarpsmanningin sat í einum hølum og spældi ping pong — frá manni til mans. Væl eydnað! Útvarpið sendi eisini og har eru royndirnar fleiri og dygdin góð. Um- framt hevði ÚF heimasíðu, har talt varð upp og topp-listi var yvir persónar og atkvøð- ur. Sosialurin hevði eina exit poll á størsta valstaðnum, so eisini á heimasíðu blaðsins kundi eina fáa eina meting. Sum heild eitt rættuligt fjøl- miðlashow, har vanligi velj- arin rann sum fluga í fløsku. Útvarp frá, sjónvarp frá og teldan frá, við møguleika fyri fleiri heimasíðum og nýggj- um uppdateringum. Palleba mundi henda dag vera sum eina veðurhani. Við nøsini í allar ættir, fyri at fáa seinastu frágreiðingarnar, nýggjastu uppdateringarnar. Exit Poul Ikki øll trýstu á og vóru við til exit poll kanningina og onkur var, ið ikki var glaður fyri hana. Men exit bleiv tað. Bæði føroysku umboðini á Fólka- tingi máttu finna hurðina við exit tekstinum á. Onkur nevndi tað so, at pípan og sigarin kólnaðu. Jú, øskukalt og pípan fekk annað ljóð. Exit! Eisini donsku veljararnir vrakaðu sitandi leiðslu og Poul Ny- rup, eins og grønlendingar gingu nýggjar leiðir. Exit poll gjørdist til Exit Poul. Oyruni fáa frið So andaði alt aftur í friði. Og ger tað í hvussu er, til nýggja stjórnin ger um seg. Og kanska til nýggju umboðini gera um seg. Hvør veit? Ein føroyskur skipari skal ætl- andi umboða føroyingar á tingi dana. Ein skipari, ið ikki er kendur fyri at ganga stillisliga um hurðarnar, so kanska donsk kúgveygu hyggja undrandi. Livst, so spyrst. Hvat er annars hent á loft- miðlaøkinum? Kanska er tað serliga Svf, ið stendur fyri mestu broytingunum. Har er eisini nýggjur stjóri. Dagur og Vika er broytt og er oftari at síggja og føroyskt undir- hald er á skránni, eins og ymsar – góðar - røðir. Tó eru tað tey, meti eg, sum eru samd við mær í, at saknur er í flottu sendingini Basalt. Í ÚF tykist eitt slag av still- støðu at gera seg galdandi og størstu útsløgini á stigatalv- uni koma úr Norðoyggjum. Eins og kjak á ymsum heimasíðum, t.d. pop.fo, benda á, so eru lurtarar nú troyttir av ov nógvum 80’ara tónleiki í ÚF. Rás 2 hevur mist, men enn eru millum nógva tónleikin, áhugaverdar sendingar at finna. Nú er bara longri ímillum. Sum heild er ikki so nógv, ið krevst av oyrunum fyri tíðina. Dagfinn Olsen ummælir: Liquid News BBC Prime fer nú undir at senda nýggja »tíðindasend- ing«. Henda tíðindasend- ing fer at snúgva seg um tey kendu, og verturin verður Chri- stopher Price. Christopher hevur arbeitt innan BBC bæði útvarp og sjónvarp fyrr, og byrjar nýggja send- ingin, Liquid News, í kvøld 30. november. Liquid News fer nærri at stjørnunum og til tey stóru tiltøkini, har tey kendu luttaka. Til dømis var Liquid News við til MTV Music Awards í Frankfurt, og luttaka tey eisini á stórum festivalum og tiltøkum. Nevnast kann Roskilde Festivalen í Danmark og Oscar virðislønahandanin, Cannes Film Festival o.s.fr. Ein spennandi og øðrvísi tíðindasending á BBC Prime. Í desember mánað fer Barnaløtan hvønn ger- andismorgun kl. 7.15 at eita Jólaløtan. Tvær vættrar koma til Føroya at koyra í hosuna hjá øllum børnum í Føroy- um, og so fara jóla- menninir Kertustubbi og Greytasleikur eisini at hjálpa teimum at ferðast kring oyggjar- nar. Hvønn dag hoyra vit spennandi jólaka- lendarasøgu, sum snýr seg um ein gamlan vættur og drongin við tí síða hárinum. Eisini hoyra vit góðan og vælkendan jólatónleik, og kanska fara vættrar og jólamenn eisini at framføra nakrar sangir. Søgnin um Gamla Vættur og drongin við tí síða hári- num, er ein søga, sum Bent Haller hevur skrivað. Ein vættur fór at ferðast úr norði og suðureftir. Vætturin er farin á ferð, tí at hann skal hitta ein serligan drong, ið heldur, at allur heimurin fer at halda føðingardag hans- ara. Hvønn dag í desember hittast Gamli Vættur og drongurin. Saman fyrireika teir ta stóru jólaveitsluna. Drongurin dámar so væl at hoyra søgur úr teimum køldu londunum fyri Norðan. Og Gamli Vættur varn- ast, at drongurin við tí síða hárinum hevur yvirnátúrlig evni. Í 24 pørtum fortelur Bent Haller skemtiliga og hugvekjandi ta dýrdarfullu søguna um jólini. Laura Joensen hevur týtt søguna, sum er skipað sum ljóð- mynd. Hon leggur eisini ljóðmyndina til rættis. Fríggjakvøldið kl. 19.30 Leygardagin kl. 20.00 C M Y K 13 12