týsdagur 17. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 220 - 17. november 2009
Landingarmiðstøðin í
Klakvík hevur seinas
tu dagarnar landað
fýra línuskip, harav
tey trý landaðu í gjár
og hitt fjórða leygar
dagin
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár landaðu trý línuskip í
Klaksvík.
Jákup B og Klakkur, sum
hava roynt undir Føroyum,
høv du góð 80.000 og sløk
80.000 pund í part og
He lena, sum hendan túrin
var undir Íslandi, hevði sløk
93.000 pund.
Línubáturin Kvik landaði
í Klaksvík leygardagin, og
hann hevði sløk 70.000
pund. Teir høvdu eisini ver
ið undir Íslandi.
Úr Klaksvík verður sagt,
at stórur partur av veiðini
hjá línubátunum, sum royna
und ir Føroyum, er toskur,
með an teir, sum royna undir
Ís landi, serliga fiska longu
og brosmu.
Seinni í hesi vikuni vænta
tey Fugltúgvuna, sum hend
an túrin er undir Íslandi.
Útróðrarbátarnir í Klaks
vík loysa, tá roynandi er, og
streymurin er til vildar.
Á Landingarmiðstøðini í
Klaksvík, sum landar hesar
bátar, siga tey, at útróðurin
hev ur
verið
hampiligur
higar til í heyst.
Vanliga plagar útróðurin
at batna so hvørt, sum tað
kóln ar, og tí vóna menn,
sum royna við línu, at vetur
in, sum stundar til, fer at
roynast.
Klakkur landaði sløk 80.000 pund í Klaksvík í gjár
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bara ein burturflytari
Natascha Kampusch, sum sat fangi í einum kjallara í
Wien í átta ár, avsannar gitingar um, at burturflytari
hennara, Wolfgang Priklopil, fekk hjálp frá einum øðrum
manni. Natascha Kampusch var 10 ára gomul, tá hon
bleiv burturflutt í 1998, og eitt vitni vil vera við, at tað
vóru tveir menn, sum koyrdu hana inn í ein vøruvogn.
Eysturríkska løgreglan hevur avhoyrt ein mann, sum kann
hava verið hjálparmaður, men hann er tó ikki skuldsettur.
Men hann er ósekur, sigur Natascha Kampusch, tí
Wolfgang Priklopil var einsamallur um burturflytingina,
sigur hon við sjónvarpið OFR2.
Heldur fisk enn olju
Í Noregi eru fólk misjøvn á máli um, hvørt tað er rætt at
fara undir oljuvinnu við Lofoten og Vesterålen, tí talan er
um sera týdningarmiklar fiskileiðir. Í síðstu viku segði
Statoilstjórin, Hege Norheim, at fiskifrøðingarnir hava
verið ógreiðir, tá teir eru spurdir, men tað avsannar Ole
Arve Misund, stjóri á havrannsóknarstovuni. Í hansara
eygum er eingin ivi um, at Lofoten og Vesterålen eiga at
vera fiskileiðir heldur enn oljuleiðir. Hann sigur við
Lofotposten, at eitt óhapp við oljudálking hevði fingið
sera álvarssamar avleiðingar fyri fiskin á leiðunum, sum
eru týðandi gýtirnarleiðir.
Trý línuskip landaðu
í Klaksvík í gjár
Agnar Nielsen, sum
mong munnu kenna
frá tíðini, tá hann sat
á løgtingi, er í dag 82
ára gamal. Síðan hann
fór úr politikki, hevur
hann havt góðar
stund ir til ymisk ítrív,
og fremsta ítrivið hjá
vest menn inginum er
bát ur in
veiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú so nógv verður gjørt
burt ur úr teimum, sum veiða
hemara við tráðu, hev ur lítið
verið at hoyrt um allar teir
hemararnar,
sum
Agnar
Nielsen í Vest manna hevur
fingið seinnu ár i ni og hevur
ført til lands.
Hjá einum 82 ára gomlum
man ni er tráðuveiða eftir
hemara næstan vónleys, tí
tað tekur langa tíð og er nógv
knoss at fáa ein hem ara upp
til bátin, sum tú fært á tráðu.
Tað tekur so leið is eisini
langa tíð, áðr enn tú hevur
fingið lívið av einum so
stórum fiski.
Agnar roynir tí í staðin við
trimum hemarahúkum, sum
hann hevur hangandi nið ur
úr eini boyðu, sum hong ur
aftur úr bátinum.
Leiðirnar, honum dámar
best, eru leiðirnar út fyri
Bari num, og veiðan eydnast
best, tá streymviðurskiftini
eru til vildar, og árstíðin er
hin rætta.
Hendan dagin, myndirnar
eru tiknar, fekk Agnar Niel
sen ikki færri enn tríggjar
hemarar.
Hann er altíð einsamallur
á báti, og tí er einki at ivast í,
at hesin dagurin hevur ver ið
eitt ordiligt knoss hjá ein um
82 ára gomlum man ni.
Tað er ikki altíð sum at
siga tað at fáa bilbukt við
hemara, og er rákið ov hart,
tá hann tekur, noyðist hann
viðhvørt at sigla við hesum
stóra fiski afturút, til hann
kem u r inn á betri rák.
Til tess at gera ”sleipið” so
varisligt sum gjørligt, hev ur
Agnar fingið sær fatu r á
einari bilslangu, sum hann
bindur millum bátin og
hemaran, so vandin fyri at
missa fongin gerst tað min
ni.
Men Agnar er væl fyri, og
sjálvur hevur hann sagt, at tá
hann hoppar aftur og fram,
kemum honum við hvørt til
hugs, at hann kanska átti at
ansa eitt sind ur betri eftir
sær, nú hann er farin um tey
áttati.
Agnar er í bátinum hvørja
løtu, sum høvið býðst, og tað
er rættiliga ofta, tí bát ur in er
hansara lív, nú hann eldist.
Agnar Nielsen ger eisini
nógv ar túrar við kalvalínu
mill um ár og dag.
82 ára gamal
er bitin av
hemaraveiði
Hetta er ein av teimum góðum
døgunum hjá Agnari Nielsen,
sum í dag er 82 ára gamalur.
Hendan dagin fekk hann
tríggjar hemarar, einsamallur
á báti