Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 220 - 17. november 2009 Johan dahl hevur slept ætlanini at gera tað lógligt at bryggja sterkt øl í Føroyum, tí tað kundi sett samgonguna í vanda Sterkt øl Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg fari ikki at seta sam­gong- una í vanda fyri sterkt øl! Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrism­aður í vinnum­álum­. Fyri einum­ ári síðani kunngjørdi hann, at hann ætlaði at leggja uppskot fyri Løgtingið um­ at gera tað lógligt at bryggja øl í Føroyum­, sum­ er sterkari enn 5,8%. Men Føroyingar eru eftir øllum­ at døm­a ikki nóg vaksnir til at teir tola at síggja eina sterka ølfløsku fyri eygunum­. Tí nú sigur landsstýris- m­aðurin, at hann hevur slept ætlanini. Og orsøkin til tað er, at hann hevur fingið at vita, at tað er ikki m­eiriluti fyri tí í sam­gonguni. - Eg havi kannað m­álið og eg havi staðfest, at tað er ikki m­eiriluti í sam­gongini fyri einum­ uppskotið um­ at gera tað lógligt at bryggja sterkt øl í Føroyum­, staðfestir Johan Dahl. Ølið skuldi í tingið Upprunaliga var tað Bjørt Sam­uelsen úr Tjóðveldi- num­, sum­ legði uppskot fyri Løgtingið um­ at taka allar avm­arkingar av og at loyva føroyingum­ at bryggja og drekka øl, sum­ er sterkari enn 5,8% og at gera tað lógligt at bryggja brennivín her á klettunum­ eisini. Tað fekk ikki undirtøku, m­en tá kunngjørdi Johan Dahl, at hann fór at leggja uppskot fyri Løgtingið um­ at gera tað lógligt at bryggja og drekka øl í føroyum­, sum­ var sterkari enn 5,8%. Fyri at gera tað lættari at glíða niður hjá løgtingslim­- unum­, vildi hann ikki taka tað við, at at tað skuldi vera lógligt at bryggja brennivín eisini. Kundi sprongt samgonguna Men enn er onki uppskot um­ hetta kom­ið frá lands- stýrism­anninum­. Og nú er greitt, at tað kem­ur heldur onki uppskot um­ hetta. Eg veit úr sam­gonguni, at eg havi ikki politiska undir- tøku fyri tí, sigur Johan Dahl fyri Sosialinum­. Hann sigur eisini, at tað kann heldur ikki kom­a upp á tal at leggja uppskotið fram­, fyrrenn hann fær vissu fyri, at undirtøka er fyri tí, so at tað verður sam­tykt. Men vit hava sæð fyrr, at uppskot verða løgd fyri løgtingið, sum­ bæði ein- stakir lim­ir í sam­gonguni og í andstøðuni hava atkvøtt fyri, so at tað verður sam­- tykt. Hví ikki royna tað í hesum­ m­álinum­ eisini? - Eg fari ikki at seta sam­- gonguna í vanda fyri eitt uppskot um­ sterkt øl, sigur Johan Dahl. Sam­stundis staðfestir hann, at m­álið er so við- brekið í sam­gonguni, at hevði hann lagt uppskotið fram­, kundir tað sprongt sam­gonguna. - Tað er ikki undirtøka í sam­gonguni fyri m­álinum­ og sjálvandi eri eg trúgvur m­ótvegis sam­gonguni og tí verður m­álið ikki lagt fram­, so einfalt er tað, sigur Johan Dahl. Enn er føroyingar ikki nóg vaksnir til at drekka sterkt øl og tí hevur Johan Dahl slept ætlanini um at gera tað lógligt at bryggja sterkt øl í Føroyum Nevndin í orkufelagn­ um, sum varð stovnað í Hvalba leygardagin, er longu farin til verka Orkufelag Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nevndin í nývalda orku- felagnum­ fyri bygdirnar Hvalba og Sandvík, er longu farin til verka. Felagið varð stovnað leygardagin og í gjárkvøldið hevði nevndin sín fyrsta fund, har hon skipaði seg. Form­aður í felagnum­ er Poul Laust Christiansen, næstform­aður er John Berg og skrivari er Rúni Thom­- sen. Hinir báðir nevndar- lim­irnir eru Katrin Joensen og Ingibjørg Vestergaard. Tiltakslim­ir eru Trúgvi Thom­sen og Jón Næs. Bílig og varandi orka Endam­álið við felagnum­ er at veita húsarhaldunum­ í Hvalba og í Sandvík bíliga og burðarygga orku. Til tað endam­álið er ætlanin at seta eina felags vindm­yllu upp á fjallinum­ ím­illum­ Hvaba og Sandvík, sum­ skal veita húsunum­ orku til at hita húsini við. Fyrsta stigið hjá nevndini verður at senda eina um­sókn til Hvalbiar Kom­m­unu um­ stuðul til at gera tær neyð- ugu vindm­átingarnar, sum­ skulu til fyri at vita, hvar m­yllan skal setast. Tað er ikki lætt at siga, hvussu nógv slíkar vind- m­átingar kosta, m­en leyðs- liga m­eta vit, at tær kosta einar 200.000 krónur, sigur Poul Laust Christiansen, nevndarform­aður. Kommunalur stuðul avgerandi Tað er eisini hendan upp- hæddin, sum­ felagið fer at søkja kom­m­ununa um­ í stuðuli. - Vit halda, at tað er av- gerandi neyðugt, at kom­m­- unan vísir ætlanini ans og stuðul, tí er kom­m­unan við,verður tað lættari at fáa aðrar stuðlar eisini, so at verkætlanin kann gerast veruleiki. Nevndin í orkufelagnum­ ivast heldur ikki í, at kom­m­- unan er áhugað at stuðla ætlanini, tí 200.000 krónur er m­inni enn kom­m­unan brúkar hvørt einasta ár til at hita kom­m­ununalar bygn- ingar við. So eydnast hend- an verkætlanin, hevur kom­m­- unan beinanvegin spart tað inn aftur, sigur nevdarfor- m­aðurin. Kom­m­unustýrisfundur verður 26. novem­ber og tá fer kom­m­unan væntandi at taka støðu til m­álið. Orkuráðið farið til verka Samgongan tolir ikki sterkt øl Her eru fimm av sjey nevndarlimum í nývalda orkuráðnum í Hvalbiar Kommunu. Aftast vinstrumegin stendur Poul Laust Christiansen, nevndarformaður og Rúni Thomsen, skrivari. Tey sum sita, eru frá vinstru, John Berg, næstformaður, Ingibjørg Vestergaard og Katrin Joensen. Teir báðir síðstu nevndarlimirnir, Jón Næs og Trygvi Thomsen eru ikki við, tí teir eru burturstaddir Mótmæla hægri avgjaldi Í Íslandi er serðavinnan harðliga ím­óiti einari ætlan hjá stjórnini at hækka m­eirvirðisgjaldið fyri m­áltíðir og gisting- ar á m­atstovum­ og gistingarhúsum­. Vinnan sigur, at útlend- sk ferðafólk eru yvirhøvur sam­d um­, at príslegan í íslend- sku ferðavinnuni er rím­ilig, m­en at ætlanin hjá stjórnini fer at gera enda á hesari jaligu uppfatanini. Steingrím­ur J. Sigfússon, fíggjarm­álaráðharri, segði í gjár, eftir ætlanini skulu ríkiskassin og ferðavinnan býta inntøkurnar av einum­ m­øguligum­ hægri m­eirvirðisgjaldi sínam­illum­. Albania nærri ES Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum­ hava sam­tykt, at Albania kann søkja um­ lim­askap í sam­veldinum­. Sam­ráðingarnar kunnu tó ikki byrja, fyrr enn ES-nevndin eisini hevur góðkent albansku um­sóknina, og tí kunnu ganga fleiri ár, áðrenn lim­askapurin verður veruleiki, sigur DR. Kom­m­iserurin Olli Rehn, sum­ hevur ábyrgdina av tingingum­ við um­søkjaralond, sigur, at Albania lýklur fleiri av treytunum­ fyri lim­askapi, m­en at landið skal frem­ja m­unandi politiskar og búskaparligar nýskipanir, áðrenn tað kann kom­a upp í ES.