Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 220 - 17. november 2009 Ein illbrýnt fíggjar­ nevnd kravdi í gjár svar frá løgmanni, hví hann í fjølmiðlunum í seinastu viku boðaði frá, at karmurin fyri útreiðslurnar á fíggjarlógini fyri 2010 møguliga má víðkast. Kaj Leo lovaði høgt og heilagt, at landsstýrið vil halda karmin og leggja fram neyðugu sparitiltøkini. Men fíggjarnevndin er framvegis skeptisk Fíggjarlógin Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Tá Kaj Leo Johannesen týs­ dagin í seinastu viku segði við Sosialin, at samtykti karmurin fyri útreiðslurnar á komandi fíggjarlóg møgu­ liga má víðkast, settu limir­ nir í fíggjarnevndini knyklar í brýr. Og tá løgmaður í Degi og Viku tveir dagar seinni endurtók síni orð um, at hallið kann blíva størri enn tær 767 milliónirnar, sum uppskotið hjá Jóannes Eidesgaard ber boð um, kravdi fíggjarnevndin eina forkláring. Boð vórðu send eftir Kaj Leo Johannesen, sum í gjár skuldi svara fyri sínum útsagnum framman­ fyri sjey skeptiskum limum í figgjarnevndini. Fíggjarnevndin vildi vita, um sparitiltøkini í tí so­ nevnda ólavsøkupakkanum eru slept? Um landsstýrið ikki kemur við teimum lógar­ uppskotunum, sum fíggj­ arlógaruppskotið hjá Eides­ gaard tekur útgangsstøði í? Og um landsstýrið hevur slept ambitiónunum í ólav­ søkupakkanum, hvør skal so finna alternativar sparingar? Landsstýrið? Ella løgtingið? Løgmaður lovar Kaj Leo Johannesen svaraði í fyrstu syftu, at man ikki skal ganga so høgt uppí, hvat fjølmiðlarnir siga og skriva. Men tá fíggjarnevnd­ in vísti á hansara egnu orð í sjónvarpinum hóskvøldið og forlangaði eina greiðari forkláring, lovaði løgmaður høgt og heilagt, at landsstýr­ ið skal koma við teimum uppskotunum, sum eru ásett í ólavsøkupakkanum, og sum framvegis ikki eru kom­ in niðan í tingið. Og hann lovaði eisini, at samtykti karmurin fyri útreiðslurnar í 2010 framvegis er intaktur. Fíggjarnevndarlimurin Torbjørn Jacobsen úr Tjóð­ veldi vil hava lyftini hjá Kaj Leo Johannesen svart uppá hvítt og spyr í munnligum fyrispurningi í morgin, um samtykti rakstrarkarmurin skal halda, og hvør skal kom­ pensera fyri mistar sparing­ ar, um ymsu sparitiltøkini ikki vinna frama á tingi. Vantrúgvin fíggjarnevnd Kaj Leo tók við øðrum orð­ um frástøðu frá sínum orð­ ingum um ein víðkaðan karm, og fíggjarnevndin fekk tað svarið, sum hon vildi hava. Enn mangla millum átta og tíggju uppskot frá landsstýrinum, áðrenn alt ólavsøkuuppskotið fyriliggur til politiska viðgerð í løgting­ inum. Og sum vit eftirhondini hava skrivað nakrar ferðir á hesum síðum, so valdar stór­ ur ivi um fleiri av uppskot­ unum orsakað av politiskum ósemjum í landsstýrinum. Tann nógv umtalaða inn­ tøkutrygdin til fiskimenn, sum sambært ólavsøkupakk­ anum skal strikast á fíggjar­ lógini og leggjast út á arbeiðs­ marknaðin, hongur í einum klønum tráði. Hon kostaði landskassanum 42 milliónir í ár og fer sambært nýggjastu útrokningunum at kosta landskassanum 50 milliónir komandi ár. Nýggjastu ábend­ ingarnar siga, at hon ikki verður klár at leggja út á arbeiðsmarknaðin fyrr enn 1. mars í 2010, men fíggjar­ nevndin kann bara budgett­ era við galdandi lóggávu og má seta 50 milliónir av, um lógin ikki er broytt áðrenn 1. januar. Pensjónsreformurin er heldur ikki liðugur, hóast hann sigst vera nærri eini loysn, og hann skal spara landskassanum 25 milliónir. Ivi er eisini um fleiri spari­ tiltøk á almannaøkinum. M.a. skulu 18 milliónir skarv­ ast av vanligari forsorg, og samgongan hevur trupult við at finna útav, hvar inntrivini skulu gerast, uttan at forsíð­ urnar gerast ov ótespiligar. Flokkarnir hava ymiskar raðfestingar. Eingin vil geva seg, áðrenn mótpart­ urin eisini gevur seg. Og beint nú hevur samgongan trupult við at koma víðari. Við øllum hesum ivamál­ unum ber fíggjarnevndin milt sagt ótta fyri, at mangl­ andi uppskotini ikki koma ígjøgnum á tingi, áðrenn fíggjarlógin skal til aðru og triðju viðgerð mitt í desem­ ber. Og so er karmurin sprongdur og hallið væl størri enn tær 767 milliónir­ nar, sum uppskotið hjá fíggj­ armálaráðharranum sigur. Provisorisk fíggjarlóg Einans tíðin má vísa, hvussu langt landsstýrið kemur við teimum lyftum, sum løgmað­ ur í gjár bar fram á torg í nevndini, sum í seinasta enda skal snikka saman eina fíggjarlóg fyri 2010. Men óttin fyri eini provisoriskari fíggjarlóg við einum halli á yvir 900 milliónum hongur í luftini. Um landsstýrið ikki leverar, og um samgongan ikki verður samd um spar­ ingarnar, so er tað upp til fíggjarnevndina at finna fram til, í hvønn mun spari­ knívurin skal takast fram. Meirilutin í fíggjarnevnd­ ini vil hava samtykta karm­ in í ólavsøkuuppskotinum at halda. Men sum Torbjørn Jacobsen ramliga spyr, hvussu skal fíggjarnevndin so finna 200 milliónir í eini handavending, tá samgong­ an ikki fær sínar egnu sam­ tyktir ígjøgnum? Løgmaður stóð skúlarætt Kaj Leo Johannesen segði við Sosialin í seinastu viku, at samtykti karmurin fyri útreiðslurnar á komandi fíggjarlóg møguliga má víðkast. Hetta fall ikki í góða jørð hjá Anfinni Kallsberg (høgrumegin) og restini av fíggjarnevndini, sum í gjár kravdi eina forkláring frá løgmanni. Og løgmaður tók orðini í seg aftur Rættarmál útsett Tann 18. januar skal italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, fyri rættin í Rom, har hann skal royna at verja fyritøku sína Mediaset, sum sambært ákæruvaldinum hevur framt umfatandi skattasvik. Upprunaliga skuldi málið koma fyri rættin nú, men tað er útsett, tí at Berlu­ sconi tekur lut í einari ST­ráðstevnu, sum er í Rom í hesum døgum. Sambært ákæruvaldinum hevur Mediaset falsað skjøl, soleiðis at fyritøkan skal hava rindað meiri fyri at sleppa at senda sendingar, enn hon í veruleikanum rindaði. Á tann hátt gjørdist yvirskotið minni, at tað í veruleikanum var, og tilsvarandi minni skuldi fyritøkan rinda í skatti. Skal hava týdning Veðurlagsráðstevnan í Keypmannahavn skal koma til eina niðurstøðu, sum hevur skjóta ávirkan. Tað er í hvussu er ætlanin hjá amerikanska forsetanum, Barack Obama. Hinvegin heldur hann ikki, at tað ber til at røkka einari løgfrøðiliga bindandi veðurlagsavtalu fyrr enn næsta ár, men at tað er umráðandi at fáa semju um eina politiska avtalu fyrst. Barack Obama er í hesum døgum á vitjan í Kina. Eftir ein fund við kinesiska forsetan, Hu Jintao, í gjár segði Obama, at USA og Kina hava stóra ábyrgd, tá tað snýr seg um at avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.