Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 220 - 17. november 2009 Føroyar hava gamlan fiskiflota Árið í fjør var eitt sera vánaligt ár hjá føroyska fiskiflotanum. Samanlagt hevði flotin eitt hall upp á tilsamans 186,6 miljónir krónur. Hetta vísir roknskapargreiningin, sum grannskoðaravirkið NOTA hevur gjørt. Men fiski­ flotin gongur ikki bara illa í løtuni. Hann er eisini gamal og gerst eldri so hvørt, sum árini ganga. Miðaldurin á føroyskum fiskiskipum var í 2008 heili 28 ár, og tað eru serliga línu­og garnaskipini, sum hála miðalaldurin niðureftir. Línu­og garnaskip hava ein miðalaldur, sum er ávikavist 38 og 42 ár. Fleiri av hesum skipum eru tó umbygd og eru sett í stand, men skrokkarnir eru gamlir. ­ Vit halda, at eitt skip, sum Tróndur í Gøtu, sum fór úr føroyska fiskiflotanum fyrr í ár, er rímiliga nýggjur, men fyrrverandi flaggskipið hjá gøtumonnum kom til landið í 1987 og var tískil 22 ára gamal, nú hann varð seldur. Tað segði Bjarni Arnason, tá NOTA hevði framløgufund um gongdina hjá fiskiflotanum seinasta hósdag. Hann vísti eisini á, at miðalaldurin hjá pelagisku skipunum er 20 ár, og hetta er tað sama sum hjá rækjuflotanum. Nýggjastu skipini í føroyska fiskiflotanum vóru í 2008 verksmiðjutrolararnir, sum høvdu ein miðalaldur upp á 16 ár. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu fegnast um samstarvið við landið og ivast ikki í týdninginum, frílendi við Hoydalar og Boðanes fer at fáa. - Hetta verður ein varði fyri Havnina – eisini uttan fyri landoddarnar, sigu Heðin Mortensen UMHVØRVI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Økið fram við Boðanesi og fram við strondini niðan í Hoydalar hava longu í eina rúma tíð verið lagt av til fríøki sambært býarætlanini, men nú er ein meiri ítøkilig ætlan á veg fyri alt økið. ­ Landið hevur átt ein part og kommunan hevur átt ein part, men við hesum samstarvinum fáa vit eitt stórt øki, heilt frá Boðanes­ gjógv og niðan í Hoydalar samanflættað, so borgarar­ nir kunnu fáa fulla nyttu av økinum, sigur Heðin Mortensen. Økið er í stóran mun leigutræðir í dag, har fólk fyri tað mesta hava og hava havt seyð og gæs gangandi. ­ Men eg skilji, at tey leigumálini nú eru søgd upp, og nú verður meiri ítøkiligt farið í gongd við at leggja ætlanir um, hvat skal verða á ymsu økjunum, sigur Heðin Mortensen. Men hann leggur dent á, at talan verður ikki bara um eina nýggja viðalund við trøum yvir tað heila. ­ Nei, tað er ikki ætlanin. Heldur skal økið leggjast út til ymiskan frítíðaraktivitet, har borgarin í frið og náum kann ganga á øllum økinum uttan at skula renna seg í hegn ella aðrar forðingar, sigur Heðin Mortensen. Hann vísir á, at komm­ unan longu framman undan hevur gøjrt eitt rímiliga stórt arbeiði við at reinsa áirnar og fríðka um økið í síni heild. ­ Og so er tað sjálvandi allar tær gøturnar, sum vit hava lagt fram við áum og øðrum støðum, har ikki var framat komiligt fyrr, sigur Heðin Mortensen. Stórt øki Á framløguni varð sagt, at talan her bert var um fyrsta stig í einari størri ætlan um frílendi. ­ Hyggur tú at býarætlan­ ini, so hava vit lagt ein grønan ál heilt av Skans­ anum og niðan í Villingardal og oman móti Gundadali og niðan móti Hvítanesi. So økið er stórt, tað er rætt. Og í løtuni leggja vit eina ætlan 25 ár fram í tíðina um, hvussu Tórshavnar kommuna skal síggja út, og tað umfatar eisini fríøkini, sigur Heðin Mortensen. Sostatt verður framhald­ andi tiin hædd fyri, at borg­ arin kann uppliva náttúruna, eisini inni í býnum. ­ Tað eru spennandi tíðir fyri framman, har eisini tað søguliga verður tikið við. Í hesum økinum hava vit øki, har havnarmenn skóru torv, og vit hava Hvítasand, har menn fingu sær sand av byggja sær hús ella grundir við, sigur Heðin Mortensen. Eitt av mongu tiltøkunum hjá kommununi er at gera faldarar yvir tær mongu gøturnar, sum eru lagdar hesi seinastu árini, og har finst júst ein faldari yvir nýggju gøturnar í Hoydølum og har um vegir. Sandurin á Hvítasandi minkaði burtur í einki, men hann er komin aftur. ­ So nú kunnu havnarfólk og føroyingar í síni heild aftur njóta ein túr í náttúruni og eisini Hvítasand, sigur Heðin Mortensen. Kann gerast varði Hetta er ein verkætlan, sum kann fara at geva afturljóð eisini uttanlands. Keyp­ mannahavn hevur sína havfrúgv, Stockholm hevur sín gamla stan og ikki minst hevur New York sína Frælsisgudinnu, men kann Tórshavn við hesum fáa sína »Sea Park«? ­ Tað kann tað. Vit hava tíbetur megnað at varðveitt fuglalívið fram við strond­ ini, og vit hava fingið lív aftur í áirnar við sílum og øðrum, og eg haldi heldur ikki, at tú skal avtaka allan annan fenað. Eg haldi fram­ vegis, at tú skal kunna síggja seyð, gæs, dunnur og hønir. Bara tað er undir skipaðum viðurskiftum, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin sigur, at uppi á Hvítanesi finst onkur vøkstur, sum ikki finst aðrastaðni í landinum, og tað er av stórum týdningi, at vit megna at varðveita slíkt fyri eftirtíðina. ­ Vit hava nógv serstakt at vísa fram á økinum, og tað kann saktans eisini verða fyri fremmand ferðafólk, umframt føroyingar sjálvar, sigur Heðin Mortensen. Hann heldur, at tað er av stóum týdningi, ikki bert at varðveita, men at fáa søguna fram aftur. ­ Vit fara longu undir verkætlanina næsta ár, og tað kann saktans gerast til eina park, ið vit gerast kend av, sigur Heðin Mortensen. Kann gerast ein varði fyri Havnina Hetta kortið vísir ætlaða frílendi, ið nú sum eitt samstarv millum land og kommunu verður rekreativt øki fyri borgararnar Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni, bjóðaði vælkomin til framløguna á stovninum í morgun Mynd: Jens Kristian Vang