týsdagur 17. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 220 - 17. november 2009
Fyri fyrstu ferð
nakrantíð eru land
og kommuna gingin
saman um eina um
hvørvis verkætlan. Í
einari sera ambitiøs
ari verkætlan er
fyrsta stigið til eitt
stórt frílendisøki,
sum fyribils umfatar
Boðanes og Hoydalar,
nú tikið, ein verkætl
an, sum við tíðini skal
gerast Tórshavnar
»Central Park«
UMHVØRVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Annika Olsen, landsstýris
kvinna í umhvørvismálum,
var sjálv møtt upp til
framløguna av verkætlanini.
Hon gjørdi longu tíðliga
sum
umhvørvismálaráð
harri greitt, at hon raðfestir
økið høgt.
Hendan ætlanin gongur
út upp á, at vit skulu hava
fleiri grøn økir kring landið,
og hetta er so eitt kærkomið
høvi at fáa uttan iva størsta
frílendisøki í Føroyum, sum
umfatar niðaru Hoydalar og
Boðanes,
sigur
Annika
Olsen.
Ætlanin er, at fáa eitt øki,
har borgarar kunnu fáa eina
uppliving úti í náttúruni.
Tað er eisini neyðugt, at
landið leggur upp til fleiri
grønar blettar runt um í
landinum.
Ikki tí. Tú kanst siga, at
allar
Føroyar
eru
ein
frítíðarpark yvirhøvur við
dølum og fjøllum og fjøru,
men tað er neyðugt í fram
tíðar býarskipan at leggja
grøn øki av til okkara borg
arar, har teir kunnu røra seg
og taka sær av løttum og
hugna sær saman við familj
uni, sigur Annika Olsen.
Hon fegnast eisini um
tað, sum hon kallar eitt sera
spennandi samstarv, sum
nú er fingið í lag millum
land og kommunu.
Tað er settur ein arbeiðs
bólkur, sum skal gera eina
frílendisætlan fyri økið, og
tann ætlanin verður so liðug
í 2010. Ætlanin er eisini, at
borgararnir skulu sleppa til
orðanna og koma við sínum
hugskotum, ætlanum og
ynskjum um, hvussu økið
skal nýtast. So tað verður
spennandi at vita, hvat
spyrst burtur úr, sigur
Annika Olsen.
Hon vísir á, at tað finnast
jú ein hópur av møguleikum,
og tað er fyri so vítt bara
hugflogið, sum setur mark
fyri, hvat úrslitið kann
verða.
Gamal dreymur
Tað er nakað óvanligt og
heilt nýtt, at land og komm
una ganga saman um eitt
slíkt
umhvørvissamstarv.
Tað gamla hevur jú verið,
at landið dikterar og komm
unurnar fylgja eftir.
Men her er so talan um
ein gamlan tanka, ið stavar
heilt afturi frá byrjanini av
90unum.
Tá var tað soleiðis, at
borgarstjórin í Tórshavnar
kommunu var fastur limur í
Skógarfriðingarnevndini.
Og um hetta mundi var tað
Poul
Michelsen.
Hann
hevði stóran áhuga í at
grønka um býin, og tað var
tá, tankin um eitt frílendi í
Hoydølum og Boðanesi
spratt, sigur Tróndur Leivs
son, leiðari av Skógrøkt
Landsins.
Ein av uppruna trupul
leikunum var jú, at komm
unumarkið fram til 1980
stórt sæð bert gekk niðan á
Háls. Ein annar trupulleiki
var, at ein partur var lands
jørð, meðan kommunan átti
ein
part,
sigur
Heðin
Mortensen.
Men nú er so funnið fram
til eitt samstarv millum
land og kommunu, sum
fyribils hevur sett hol á ein
dreym um eina stórpark,
sum kann røkka heilt frá
Skansanum, niðan í Hoy
dalar, niðan í Villingardal
og oman móti Gundadali.
Tað er sjálvandi í teoriini,
men skøtil er so settur á við
hesum samstarvinum um
Boðanes og Hoydalar (so
sum víst á kortinum).
Grøn øki neyðug
Tað eru sostatt gingin útvið
20 ár síðani hugskotið
spratt, til eitt samstarv nú er
fingið í lag millum land og
kommunu um frílendið.
Tað er ein gomul ætlan,
men eg vóni veruliga, at
nakað gott kann spyrjast
burtur úr, ikki minst tá
hugsað verður um ferða
vinnuna, sum kann fáa eina
veruliga uppliving á hesum
økinum. Økið rúmar jú
nógva siðsøgu við gamla
Sanatoriinum og trøðni, har
stórur dentur varð lagdur á
frísku luftina og ta sálarbót,
ið fekst gjøgnum hana,
sigur Annika Olsen.
Hon vónar, at hetta fyrsta
stigið við einum frílendi
gjøgnum samstarv millum
land og kommunu kan føra
til aðrar líknandi verkætlanir
við aðrar kommunur kring
landið.
Tað vóni eg í hvussu er.
Tað verður neyðugt hjá
okkum at raðfesta grøn øki
og umhvørvi ovarliga og
tað hevur týdning, at vit
gera hetta í góðari tíð, sigur
Annika Olsen.
Hon tekur Plantaguna í
Havn sum dømi.
Har vóru tað framskygdi
politikarar og fólk innan
økið annars, sum tá í tíðini
høvdu
hugflog
til
tað
neyðuga í at leggja grøn øki
í býnum soleiðis, at sjálvt
um talan var um ein bý í
vøkstri, funnust grøn øki,
har borgarar kunnu taka
sær av løttum, sigur Annika
Olsen.
Arbeiðsbólkurin
skal
verða liðugur við sítt arbeiði
komandi ár, og tá roknar
landsstýriskvinnan við, at
eitt skap av økinum so líð
andi kann síggjast.
Slóðbrótandi frambrot
innan umhvørvið
Topparnir vóru møttir, og tað vísir, hvussu stóran dent ávikavist umhvørvismálaráðharrin og borgarstjórin leggja á frílendið
Mynd: Jens Kristian Vang
Vil hava afturtøkuætlan
Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, vil hava eina
ætlan fyri, nær teir útlendsku hermenninir í Afghanistan
kunnu lata afghanska herin átaka sær ábyrgdina av at tryggja
frið í landinum, soleiðis at teir útlendsku hermenninir kunnu
fara heimaftur. Forsætisráðharrin segði í gjár, at Bretland
ætlar sær at leggja sína afturtøkuætlan fyri Afghanistan
toppfundin hjá NATO, sum verður í mars næsta ár. Brown er
undir trýsti. Fyri nøkrum døgum síðani vísti ein meininga
kanning, at 71 prosent av bretska fólkinum vilja hava
hermenninar úr Afghanistan um eitt ár.
Ormar út í rúmdina
Amerikanska rúmdarleiðslan hevur gjørt av at senda
meiri enn 4.000 ormar og maðkar út í rúmdina. Ormar
nir og maðkarnir verða sendir út við einum rúmdarfari,
sum skal ferðast kring jørðina í ellivu samdøgur í 300
kilometra hædd. Talan er um eina vísindaliga roynd,
sum hevur til endamáls at kanna, hvussu vektloysi ávirk
ar vøddar. Vísindafólk siga, at rúmdarmenn missa nógv
av sínum vøddum á einari rúmdarferð. Hjá summum er
minkingin heili 50 prosent, men í meðal missa rúmdar
menn millum fimm og 15 prosent, skrivar Times.