týsdagur 17. november 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 220 - 17. november 2009
Síðan hálvan august
eru 12 føroyingar
aftrat funnir við sjúk
uni CTD (carnitin
transporter defekt)
og komu beinanvegin
í viðgerð. Tann elsti
sjúklingurin er 69
ára gamal, og alt
bendir á, at fólk, sum
hava sjúkuna, kunnu
liva leingi, um tey
halda seg til vanliga
føroyska kostin, sig
ur barnalæknin og
granskarin Ulrike
Steuerwald
CTD
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Á loftinum í húsinum, har
Landslæknin og Deildin
fyri Arbeiðs- og Almanna-
heilsu halda til, situr barna-
læknin Ulrike Steuerwald
og kýtir seg frá morgni til
myrkurs.
Hvønn dag hevur hon
viðtalur við fólk til langt út
á kvøldið.
Fleiri av fólkunum eru
tey við CTD.
Tá ið Ulrike ikki er í Før-
oyum, arbeiðir hon á einum
rannsaknarstovni í Hann-
over í Týsklandi. Tað er
tann stovnurin, sum kannar
flestu blóðroyndirnar fyri
carnitin úr Føroyum.
Hesaferð kom eg til Føroya
2. november, og tá hevði
stovnurin í Hannover síðan
miðan august kannað 2500-
2600 blóðroyndir úr Føroy-
um, sigur Ulrike Steuerwald.
Við hesum blóðroyndun-
um eru funnir tólv føroying-
ar aftrat við CTD-sjúkuni.
Ulrike Steuerwald er feg-
in um, at føst mannagongd
nú er fyri fyri tey, ið hava
fingið staðfest sjúkuna. Tað
er ikki nóg mikið at fáa stað-
fest sjúkuna. Føst manna-
gongd má vera fyri, hvussu
so skal berast at.
Føst mannagongd
Mannagongdin er, at beinan-
vegin, sum tey í Hannover
hava staðfest sjúkuna hjá
einum fólki, verður ringt til
Landssjúkrahúsið, sum aft-
ur beinanvegin ringir til
sjúklingin.
Viðkomandi
verður í skundi lagdur inn á
Landssjúkrahúsið, kannað-
ur og settur í viðgerð.
Hvørja ferð ein tilburður
verður staðfestur, sleppa
næstrafólkini til ókeypis
kanningar. So bliva tað
fleiri og fleiri, sum bliva
kannað. Tað er, sum ringar,
ið breiða seg í vatninum.
Av teimum, sum kannað
eru síðan august, hava 12
fólk sjúkuna. Yngsta fólkið
er fýra ár, og tað elsta er 69
ár.
Tá ið vit finna fólk, sum
hava nátt so høgan aldur
sum 69 ár, so kann tað vera,
at viðkomandi hevur livið
at so leingi við tí, tí hann
hevur hildið seg til føroyska
kostin, turran fisk, turt kjøt
og annað, sum inniheldur
nógv av carnitini, sigur
Ulrike Steuerwald.
Allastaðni
Hon dugir ikki at siga, um
tey, sum sjúk eru, øll eru
skyld, ella um nakað ávíst
øki í landinum er harðast
rakt.
Upplýsinarnir,
sum
fylgja blóðroyndunum til
Týskland, eru bert navn og
føðidagur, men ikki bústað-
urin hjá viðkomandi. Men
hinvegin veit Ulrike Steuer-
wald, at onkur av fólkunum,
sum hava fingið staðfest sjúk-
una, hava fingið blóðroynd-
ina tikna á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi og onkur á Suðuroyar
Sjúkrahúsi. Tað vil siga, at
sjúkan er als ikki avmarkað
til Sandoynna, har fleiri til-
burðir hava verið. Hon veit
um onkran sjúkling í Klaks-
vík, og sjúklingar eru eisini
funnir við bústaði í Eystur-
oynni.
Tað kann væl vera, at fleiri
fólk eru deyð av sjúkuni,
men hjá seks fólkum er sjúku-
orsøkin staðfest at vera
CTD.
Tey hava øll verið ung
fólk, tvey áðrenn skúlaaldur
og fýra ung vaksin.
Ulrike Steuerwald sigur, at
felags fyri tey fýra føroysku
fólkini, sum doyðu aftaná
barnaárini, er, at tey hava
búð í Danmark í longri tíð.
Kostvanarnir
avgerandi
Og so koma vit inn á kost-
vanarnar.
Teimum, sum hava sjúk-
una, vantar eitt evni, ið
nevnist carnitin. Nógv car-
nitin er í føroyskum mati,
so sum í turrum fiski, turr-
um kjøti og kjøtmati sum
heild. Føroyskan mat eta
fólk ikki so nógv av, tá ið
tey fara burtur, og tað er
eisini heilt vanligt, at ung
fólk leggja um til at eta mat,
ið ikki líkist tí føroyska.
Reglurnar eru, at tá ið ein
tilburður er staðfestur, verða
næstringarnir kallaðir inn
og kannaðir ókeypis. Onnur
kunnu verða kannað við at
gjalda fyri kanningina.
Tað er ikki nóg mikið at
gera kanningar út frá blóð-
royndunum, ið tiknar verða
av
nýføðingum.
Hvussu
høgt carnitin-talið er hjá ný-
føðingum, veldst um carnit-
in-talið hjá mammuni. Í
USA verður blóðroyndin tik-
in av barninum sama dag,
sum tað kemur í verðina. Tá
hesi børnini bliva kannað
aftur tvær vikur gomul, bliva
dupult so nógv børn funnin
við CTD enn við tí fyrstu
kanningini. Í Føroyum verð-
ur blóðroyndin ikki tikin
fyrr annan dagin ella triðja.
Tí kann ein rokna við, at
fleiri verða funnin her enn í
USA, men ikki øll.
Ulrike Steuerwald vænt-
ar, at eisini í teimum kom-
andi
mánaðunum
verða
fleiri sjúklingar funnir í Før-
oyum. Hon metir, at tá ið av
tornar, verða tað umleið ein
av 800 ella 900 føroyingun-
um, sum hevur fingið stað-
fest CTD.
Higartil vita læknarnir um
42 fólk við sjúkuni. Av
teimum eru seks deyð. 24
fólk fingu staðfest sjúkuna,
áðrenn føstu kanningarnar
byrjaðu í august, og síðan tá
eru funnir 12 tilburðir. Tey
flestu høvdu bara fá ella als
ongi sjúkueyðkenni, og tað
er takkað veri føroyska kost-
inum, sigur læknin.
Góður kostur
Tað er ein sannroynd, at før-
oyski kosturin ikki einans er
góður fyri tey sum hava CTD
sjúkuna. Eisini fólk, sum
hava eina aðra arvaliga sjúku
og ikki kunnu niðurbróta alt
stívilsi (glykogen goymslu
brek typa 3a ella GSD 3a),
hava tað betri við at eta
vanligan føroyskan kost.
- Eingin vandi er fyri, at
eitt fólk doyr, sum hevur
fingið staðfest sjúkuna, um
bara viðkomandi kemur í
viðgerð og tekur carnitin
regluliga. Viðkomandi kann
tá liva eitt gott lív, sigur
Ulrike Steuerwald.
- Míni ráð til føroyingar
eru at halda seg til vanliga
kostin. Tey, ið hava sjúkuna,
kunnu liva líka leingi sum
valig fólk við at taka car-
nitin og eta vanligan før-
oyskan mat, sigur barna-
læknin Ulrike Steuerwald.
Kunnu liva leingi við CTD-sjúkuni
Harðrend løgregla
Mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at løgreglan í
eysturafrikanska landinum Mosambik fer alt ov harðliga
fram ímóti mótmælsifólki, og at fólk verða skotin uttan
ávaring. Eitt nú sigur Amnesty International, at 46 fólk eru
fallin fyri løgreglukúlum tey seinastu trý árini. Uppaftur
verri er í Suðurafrika. Amnesty International sigur, at í
býnum Klipfontein eru 912 fólk fallin í samanbresti við
løgregluna tað seinasta árið. Í einum føri skeyt løgreglan
ein trý ára gamlan drong, tá hann peikaði við onkrum
spískum út ígjøgnum vindeygað á einum bili.
Løgreglumaðurin, sum skeyt, helt tað vera ein byrsumúla.
C-vítaminir hjálpa ikki
Ein týskur stovnur, sum heldur eyga við, hvørja ávirkan
ymiskur heilivágur hevur á tey, sum brúka hann, er komin
til ta niðurstøðu, at tað hjálpr ikki at taka C-vitaminir ímóti
krími. Niðurstøðan byggir á úrslitið av einari kanning, sum
Cochrane Collaboration í Bretlandi hevur gjørt, og sum
umfataði meiri enn 11.000 fólk. Kanningin vísti, at fólk,
sum byrjaðu at fylla seg við C-vitaminum, tá tey fingu
krím, gjørdust líka sjúk og vóru sjúk líka leingi sum tey,
sum als ikki tóku vitaminir, skrivar Aftenposten.
barnalæknin Ulrike Steuerwald