týsdagur 17. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 17. november 2009
13
viðmerkingar
Viðmerking til Bergtóru
Høgnadóttir Joensen
Løgtingskvinnan Bergtóra
Høgnadóttir Joensen, hevði
eina grein í Dimmalætting
fríggjadagin, sum hon
kallaði ”Góða mamma, tað
var ikki eg”. Í greinini
harmast hon um, at sam
bandsfólk hava hug at geva
Tjóðveldinum skyldina fyri
tær fylgjurnar, sum blokk
niðurskurðurin hevur havt
fyri samfelagið.
Bergtóra sigur, at brutto
tjóðarúrtøkan er vaksin við
meira enn trimum milliard
um, síðani blokkstuðulin
lækkaði, og hetta, heldur
hon, skuldi vigað væl
uppímóti mistu inntøkuni.
Men ger tað nú tað?
Bruttotjóðarúrtøka og
blokkstuðul er hvør sítt
Bruttotjóðarúrtøkan sigur,
hvussu nógv tað føroyska
samfelagið (bæði alment
og privat) framleiðir fyri,
men hon sigur einki um
tað bygnaðarliga hallið hjá
landskassanum. Og her
liggur sjálvur trupulleikin.
Føroyski búskapurin hevur
tað sum heild gott, men
landskassin hevur eitt stórt
bygnaðarligt hall, sum er
umleið líka stórt sum
blokkniðurskurðurin.
Sjálvandi smittar ein
búskaparvøkstur fyrr ella
seinni yvir á landskassan,
men hann kann ikki saman
berast við tað, sum stendur
beinleiðis á inntøkusíðuni í
landskassaroknskapinum
(her hugsi eg um blokkin).
Mangt er broytt
síðani Hvítubók
Sigast má, at mangt er
broytt hesi 10 árini, síðani
tann navnframa Hvítabók
kom á marknaðin. Tá fingu
vit at vita frá Tjóðveldis
flokkinum, at um brutto
tjóðarúrtøkan bara vaks 2
prosent um árið, so kundu
vit taka allan blokkstuðulin
burtur eftir fáum árum,
uttan at tað fór at kosta í
vælferð. Men nú hava hesi
somu fólkini úr at gera við
at greiða frá, hví tað
kortini ikki gekk soleiðis,
sum tey søgdu.
Vit fáa at vita frá Berg
tóru, at bruttotjóðarúrtøkan
er vaksin nógv meira enn 2
prosent um árið, og kortini
hongur fíggjarlógin als ikki
saman. Men hon kemur
sjálv við eini frágreiðing.
Hon sigur, at tað er tí at
ABCsamgongan gav
skattalættar fyri 400 mió.
krónur árliga, og tað eru
hesar 400 milliónirnar,
sum nú mangla í.
Talið 400 mió. er skeivt,
og harafturat er tað løgið,
at hon bara nevnir skatta
lættarnar hjá ABCsam
gonguni, og ikki skatta
lættarnar hjá fullveldissam
gonguni og sjálvstýrissam
gonguni, men sig mær
eitt: Veit Bergtóra ikki av,
at tað eru meira enn 600
mió. krónur eftir av blokk
stuðlinum? (hann skuldi jú
allur burtur, uttan at tað fór
at kosta í vælferð). 600
mió. í meirinntøku er nógv
meira enn 400 mió. í
mistari inntøku.
Kann Bergtóra siga mær,
hví veruleikin bleiv so
nógv øðrvísi enn tað, sum
Hvítabók lovaði okkum?
Og kann hon eisini
greiða frá, hvussu hon fær
60 mió. krónur í skatta
lætta um árið í 4 ár, at
blíva til 400 mió. krónur
tilsamans? 60 ferðir 4 var
ikki 400 tá eg gekk í skúla.
Eingir pengar at
spara upp
Bergtóra endurgevur í
greinini ein fíggjarmála
ráðharra hjá Sambands
flokkinum, sum aftur og
aftur segði, at føroyski
búskapurin var yvirhitaður,
og at ov nógvur peningur
var sendur út í samfelagið
frá tí almenna, og hetta
tekur hon sum okkurt slag
av prógvi um, at pengar
manglaðu ikki.
Eg ivist í, um endurgev
ingin er heilt røtt, men
hugsanin aftanfyri er, at tá
nógv ferð er á búskapinum,
skulu vit halda aftur við
almennu útreiðslunum og
goyma pengarnar til verri
tíðir. Men trupulleikin
síðani blokkniðurskurðin
hevur alla tíðina verið, at
sjálvt í góðum tíðum hava
vit ikki átt nóg mikið til at
spara upp til verri tíðir, og
tí fáa vit ein trupulleika.
Trupulleikin er ikki at vit
áttu ov nógvar pengar í
teimum góðu tíðunum,
men at vit ikki megnaðu at
spara upp til verri tíðir. Í
ringum tíðum er undir
skotið risa stórt.
Sosiali radarin hjá CHE
Bergtóra viðgerð síðani
sparingarnar, sum sitandi
samgonga hevur framt á
almannaøkinum, og har eri
eg ikki ósamdur við øllum,
sum hon sigur. Men hyggja
vit eftir heildini, so hevur
henda samgongan játtað
fleiri pengar til almanna
mál, enn CHEsamgongan,
sum Bergtóra var partur av,
játtaði til hetta økið. Eisini
tá vit hyggja eftir almanna
málum sum prosentparti av
samlaðu fíggjarlógini,
liggur henda samgongan
frammanfyri CHE, so tað
er ikki høvuðsraðfestingin
í sær sjálvum, sum galið er
við, men pengar mangla,
og eg veit hví!
Tjóðveldi kann ikki
ganga og billa fólki inn, at
talið av krónum, sum fer
niður í landskassan, onga
ávirkan hevur á, hvussu
nógv kann takast úr
kassanum aftur.
Fortíðin broytist ikki
Sjálvandi er tað keðiligt, at
sambandsfólk skulu vera
so forherðað, at tey geva
Tjóðveldinum skyldina fyri
blokkniðurskurðin, og alt
tað sum honum fylgir á
baki. Men veruleikanum
kann man nú einaferð ikki
renna undan.
Tað verður trupult at broyta fortíðina
løgtingsmaður
Helgi
AbrAHAmsen
Heðin Mortensen hevði
aftur í ár – og við blíðari
manning boðið teim fyrr
verandi og teim verandi
býráðslimum í Móttøku
húsið við Tróndargøtu til
eina hugnaløtu (9/10). Og
hugfarsligt varð vituliga at
hitta bæði nýggjar limir og
teir »gomlu gubbarnar og
vestalinnurnar« aftur og
at heilsa upp á fyrrverandi
og núverandi leiðslu
býarsins.
Sum tíðin fer, so sáldar
minnið skuggaløturnar
burturfrá. Og ein gleðist
meir og meir, í sínum stilla
sinni, yvir tey hissini fram
tøk, sum tá í løtuni – ikki
tyktust at vera so nógv
verd í dagsins meldri – í
mun til onnur tyngri tøk og
átroðkandi mál í kvøld
annar seiga og seina tíma.
Mong munandi framtøk,
ið komu, sum: ringvegurin,
nóg mikið av og reinsað
drekkivatn úr Villingadali,
havnarvíðkanin,
svimjihøllin o.s.fr.
Men so hini:
Sandstrondin í Sandágerði
kennist bæði frálík og
fjálg, ár um ár, síðani hon í
1980’unum vendi kærkom
in aftur til Sandáarósan
serliga hjá spælandi
børnum og mammum
teirra í summarsins sól. Og
sandurin har úti er bæði
víðari og betri nú, enn
hann var, táið hann varð
tikin burtur og hvarv, sum
ífylla til betong í sambandi
við hospitalið í 1922. Og
restin fór seinni til líknandi
endamál.
Hóskandi húsanøvn eru
komin aftur á flestu húsini
úti á Reyni: Skrivarastova,
Dalólastova, Mettustova, í
Tranti, Boyggjastova, í
ovara og niðara Kina o.s.fr.
Og hetta er at gleðast um,
soleiðis at hesin rákin ikki
bara hvørvur úr lokalsøgu
høvuðsstaðarins, sum ein
hugbirtandi søguligur og
tekkiligur »húsroykur« tó
hongur uppi í.
Meistaraverkið – bæði í
dygd, stødd og teksti – bók
in: »Tann deiliga Havn«
eftir Villiam Heinesen/
John Davidsen við fram
úrskarandi tekningum av
Ingálvi av Reyni kom tá
útaftur. Ein fragd fyri øll at
dvølja við ella bara at
blaða í.
Klokkutornið
Í Havnar kirkju spælir síni
sorgblídnu løg fyri ung og
eldri: at dagurin hallar og
at stóra fossinum dregur
og hetta fyri pengar frá
gamla »Nótafelagnum«
(sum als ikki hevði nakað
við musikk at gera, men
við horvnan veiðireiðskap
frá gamlari tíð). Peningurin
fór til at skifta niðurslitna
mekaniska klokkuverkið út
við nútíðar tøku og tekn
isku hentleikar.
Listaskálin slapp virði
liga at vaksa inn í Plantas
juna eftir makaleysa sorlið
av ódnunum um árskiftið
í 1988/89.
Ótýddliga økið á Glaðs
heyggi við sandi, hyljum
og kolarestum er vorðið
eitt nossligt parkerings
pláss við standmyndum og
útsýni (økið er langtíðar
leigað frá landinum).
Og gøturnar fram við
ánni í Hoydølum verða nú
væl vitjaðar í sambandi við
tey tilráddu rørsluheilsu
átøkini til bata fyri likam
og sál (ja, lat tað verða sagt
her, at ein kennir ogn í
býargartnaranum Tóra í
Hoyvík (í Kvívík?), sum
við lættari hond í tekning
og teksti og ikki minst
við hepnum handalagi
fekk tey hálvvaksnu
arbeiðsleysu undir »krepp
uni« í 1990’unum at fáa
avrikað hetta gøtukervið
undir Svartafossi. Hetta
bæði við hegni og humori
(sum Tórur ikki hevur frá
fremmandum. Og so er tað
sagt eisini .)
Bátahavnin undir
Skálatrøð og sermerkta
umhvørvið í Vágsbotni –
sum nú er komið enn
longur á leið við Müllers
pakkhúsi seinni o.m.a.
Men, merkiligt er tað tó,
sum Skansin (sum eitt
forfjónað barn) verður
gloymdur – eitt nú bara við
litaðum perum á Ólavsøku.
Skansin sum tó er eitt
symbol – hóast ikki so
vinnandi – um Magnus
Heinason í uml. 1585 og
onnur seinni, sum tó høvdu
ein dreym um, ja: »We
Shall Overcome …«(!)
Ella nakað sovorðið.
Men var hetta nakað?
Og eitt hjartasuff ella
kanska eitt heldur krímsett
hugarensl at enda: man
tíðin vera farin frá tí ein
sama og trónandi »Konga
minninum«, og man tað
vera nakar, sum vitjar hetta
løgna fyribrigdi?
Og kennist eisini nøkur
serstøk ogn í storknaðu
standmyndini av »norska
sjómanninum« í Plantas
juni, nú ið vit eiga so evna
ríkar myndhøggarar í
landinum?
Reykjavík hevur sínar
»Kjarvalstaðir«, sum, bæði
høg og lág, fremmand og
heimlig, kunnu og eiga at
at vitja, og har kunnu fáa
sær ein bita og gleðast yvir
tað besta av landsins heila
, handa og hugakynstri.
Hvat nú um vit – eitt nú
har á einum av hesum
støðunum ella aðrastaðni á
býnum – gjørdu einar
»Ingálvsstaðir« og/ella
»Williamsstaðir«, hesir
báðir – sum við samdari
samtykt í býráðnum vórðu
tilnevndir heiðurslimir
býarins. Hóast tann fyrr
nevndi sær sjálvum so
líkur bar seg »strangliga«
(!) undan hesum bæriliga
heiðuri . Og hetta bleiv
honum eftirlíkað. (Ingálvur,
Ingálvur, Havnin verður
ikki aftur tann sama, eftir at
hann er farin .)
Og á hesum staði kundi
so funnist tað besta av
føroyskum kunsti: myndir
gjøgnum tíðina frá Miki
nesi, Ingálvi og øllum
hinum góðu. Eisini stand
myndir, ja og hví ikki
tær bestu tekningarnar eftir
eitt nú Ingálv, William og
Óla P. eisini?
Tað kundi verðið ein
landsogn, sum bar av
øllum, bæði tiltrongd og til
gleði fyri alt fólkið í dag
sins og lívsins andróðri.
Í móttøkuhøli býarins og býurin
Arnstein
niclAsen
Tað gleðir meg at onkur av vanligu borgarun
um í landinum framvegis stríðist móti sníkjandi
donsku málimperialismuni. Eg vóni til tað
síðsta, at floksins kosnu síggja álvaran í hesum,
fyri tjóðina, sera týdningarmikla máli. Annars
er tað alt rós vert, tað sjálvbodna arbeiðið, sum
málrøktararnir Árni Dahl og Eyðun á Borg verja tjóðina við hvønn guds
skapta dag.
Vit eiga helst øll persónligar søgur at byggja á, sum Árni Dahl so væl lýsir í
síni seinastu almennu viðmerking. Kann leggja afturat, at pápi mín varð
doyptur Niels av einum donskum presti. Einki forðaði tó okkum í at kalla
hann upp, tá sonur okkara varð doyptur Nils, við aðrari stavseting.
Tað er eisini komið mær fyri oyra, at málsligu alnótsásetingarnar verða
víðkaðar í komandi tíðum, so fleiri upprunamálsstavir eisini kunnu nýtast á
eitt nú heimasíðum, fyri at tryggja at »internationaliseringin« ikki fer avstað
við ymsu upprunamálunum. Júst tí tykist tað uppaftur løgnari, at vit nú so
glaðbeint skulu kíka øllum tí, sum danskt er.
Og uppaftur meira harmiligt, tá álopini koma innanífrá.
Málið er, og hevur síðani okkara fyrsta mannaborna málrøkt fór at virka,
verið høvuðsamboðið í øllum okkara tjóðskaparstríði, og eingin orsøk er til at
máa burturav okkara sterkasta trumfi. Heldur hinvegin. Vit skulu leggja
doyðin á at gera alt vit megna at rudda burtur alt, sum kann hugsast at hótta
mál okkara.
Sjálvmálið veruleiki?
Páll á
reynAtúgvu