týsdagur 17. november 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 220 - 17. november 2009
viðmerkingar
Á ting er komið eitt upp
skot um hegnskyldu, ið
brýtur við kanska 1.000
ára hevd á økinum.
Uppskotið er at tey, ið
eiga kríatúr skulu hegna
hesi burturav vegum og
bústøðum.
Verður ognartikið til veg
ella útstykkingar, ja so skal
tann íð mist hevur eisini
gjalda og halda við líka tað
tilhoyrandi hegni. Um
hetta ikki verður hildið ja
so hevur kríatúreigarin
endurgjaldsskyldu!
Verður hetta samtykt so
verður helst allur seyður
tikin av har vegir og
bústaðir eru.
Tað einasta jaliga, ið
sigast kann um hetta upp
skotið er, at tað setur fokus
á stóra trupulleikan, ið
ferðslan og nógvir hagar
hava av yvirkoyring, mest
av seyði. Sjálvsagt er hetta
vandamikið fyri fólk og
seyð og sera dýrt fyri
seyðaeigara, tryggingar
feløg og bileigara.
Tó hevur hetta uppskotið
við sær, at óðalsmenn og
bøndur eru samdir fyri eina
ferðs skyld.
Lagt navn til uppskotið
hava Magni, Helgi, Eyðgun,
Sjúrður og Torbjørn. Tað
sigst, at framtíðarálit sam
bandsins er pennasjaførur.
Hvat er galdandi nú?
Sum nú er, er kaos á
økinum. Og hví er tað tað?
Jú, tað er tí at Landsverk
og játtandi myndugleikin –
Løgtingið ikki halda
hegnskyldu sína.
»Lov om hegn og mark
fred«, vanliga nevnd »hegn
lógin« er ein partur av
sonevndu »gráubók«, ið
kom í gildi í 1937 og 38,
aftan á næstan tríati ára
viðgerðartíð. Hart stóð á
gomlum nøglum av hesi
lóg, ja so hart, at vit fingu
Fólkaflokkin burturúr
stríðnum.
Sjálvt um sera fáir bilar
og vegir vóru tá, so er
lógin á hesum øki fram
tíðartryggjað, tí í grein 6
stykki 2 sigur Hegnlógin:
»De foranstående regler
finder ikke anvendelse på
ejendomme, som adskilles
ved driftevej for kvæg
(geil). I dette tilfælde kan
enhver ejer af ejendom,
som støder op til vejen
eller ligger så nær ved
den, at han udsættes for at
lide skade ved ved mangel
af hegn, kræve hegn mod
vejen.
Hegnspligten påhviler
alle disse ejere samt de
ejere, som benytter vejen
som driftevej«.
Greiðari kundi tað valla
sigast í 1937.
Við øðrum orðum so
eiga okkara 20.000 bilar og
nakrir fáir jarðaeigarar at
gjalda og halda øll neyðug
vegahegn.
Sum samfelagið er nú er
upplagt, at Landsverk
hevur hesa uppgávu. Um
so útreiðslan fer á bilar og
jarðaeigarar ella á sama
hátt sum aðrar vegútreiðsl
ur, tað vil siga umvegis
landskassainntøkur og
Løgtingsjáttan, er ein
annar spurningur.
Men sum sagt fyri at
loysa trupuleikan er einans
neyðugt at Landsverk og
Løgting akta galdandi
lógarverk.
Hvat kann hetta óskilið
kosta seyðaeigara?
Semja er um, at ongin
hagi er er so meint raktur
av seyðamissi av ferðsluni
sum Hoyvík.
Í tríati ár hevur, uttan
úrslit, verið togast við LV
um hegn framvið
Kalbaksvegnum.
Í hesi tráti ár eru umleið
900 seyðir farnir. Tað er ein
ótrúliga stór gonga. Stórur
missur hjá bónda, ferðslu
fólki og tryggingum.
Vónandi eru ikki deyðs
vanlukkur hendar av hesum
óskili, men tað er ilt at vita.
Vit eiga at fáa skil á hes
um óskili ongantíð ov skjótt.
Men at taka áður nevnda
uppskot í álvara er »totalt
langt úti«.
So langt úti, at tað mest
minnir um »pipar og salt«
skemt.
Vónandi vaknar
Løgtingið.
Øvugt hegnskylda?
Hanus Vang
Eitt ávíst lesarabræv um
vikuskiftið fær ein at
undrast á, at eitt menniskja
– fyri at svína onnur út –
setur seg at viðgera heila
kyknurnar hjá øðrum.
Hetta er so langt úti, at orð
eru ikki fyri tí. Tað man
siga rættiliga fitt um
brævskrivaran
Tað er ikki hvørt orð, tú
skalt svara til, og ikki
hvørt gildi, tú skalt fara til.
Gamla orðatakið er hósk
andi, eftir at eg havi lisið
eitt framúr óseriøst lesara
brævið, sum ein løgtings
limur í Tjóðveldi hevði í
bløðunum um vikuskiftið.
Undrunarvert er, at eitt
menniskja – fyri at svína
onnur út – setur seg at
viðgera heilakyknurnar hjá
øðrum. Hetta er so langt
úti, at eg havi ikki orð fyri
tí. Tað man siga rættiliga
fitt um brævskrivaran.
Tann mest óseriøsa
partin av lesarabrævinum
fari eg at lata liggja.
Netverk og samskifti við
serfrøðingar
Vamlisliga lesarabrævið
finst at undirritaða, tí eg
ditti mær at samskifta við
skilafólk um politiskar
spurningar og harumframt
søki mær ráð frá serkønum
samskiftisfólkum.
Til hetta er í stuttum at
siga, at eg havi altíð havt
eitt gott netverk. Tað er
samansett av nógvum yms
um fólkum, stovnum, fyri
tøkum o.ø. bæði í Føroyum
og uttanlands. Gott netverk
tryggjar, at man sum polit
ikari hoyrir nógv ymisk
sjónarmið, og at mál verða
vend væl og virðiliga.
Sjálvandi leiti eg mær
eisini kunnleika hjá serkøn
um innan tey ymsu sam
felags– og fakøkini. Á tann
hátt verða politiskar støðu
takanir og avgerðir undir
bygdar best møguligt.
Vónandi er hetta gald
andi fyri flestu politikarar
her heima. Í øllum førum
er hetta vanligur politiskur
arbeiðsháttur aðrastaðni í
heiminum. Fyri meg er
heilt avgerandi, at politik
arar duga at lurta.
Positivt at samskiftið
gerst betur
Sama er galdandi fyri hetta
at leita sær serkøna ráð
geving innan samskiftisliga
fakøkið. Onki er meira
náttúrligt í tíðini, vit liva í,
sum er merkt av, at øll eru
stórforbrúkarar av
samskifti.
Í londunum kring okkum
er púra vanligt, at einstak
lingar, fyritøkur, áhuga
feløg, politikarar og polit
iskir flokkar leita sær ser
køna ráðgeving innan
samskifti. Í Føroyum eru
tíbetur fleiri – eisini politi
karar – ið halda somu leið.
Fleiri munnu hava sann
að, at tey, ið forsøma at
samskifta væl, kunnu fáa
trupult við at sláa ígjøgn
um. Aðrastaðni er politiskt
samskifti professionaliser
að fyri langari tíð síðani,
og fyrimunurin er væl sak
tans, at sum frá líður er
møguleiki fyri at hækka
støðið á politiska
samskiftinum.
Eg hugsi, at hetta er ein
positiv og røtt gongd, sjálvt
um summi royna at gera
hana mistonkiliga.
At taka sín egna heilivág
Eg skal ikki peika eftir
øðrum, tí tey samskifta væl
úteftir. Tvørturímóti er tað
ein dygd, ið m.a. Tjóðveldi
kann njóta gott av. Tann
flokkurin hevur traditión
fyri at gera brúk av journal
istum og samskiftisfólki,
m.a. í Løgtinginum. Tað er
eisini ein royndur lutur, at í
nevnda flokki eru ikki
færri enn tveir fyrrverandi
og alment settir samskiftis
ráðgevarar og trý fyrrver
andi tíðindafólk úr Sjón
varpi Føroya.
Hetta skuldi gjarna
tryggjað Tjóðveldinum
gott samskifti úteftir, og
tað er bara positivt.
Neyðarsligt er tað tó, at
summi klára ikki at taka
sín egna heilivág.
Nú kundi eg saktans
hildið fram eftir tráðnum í
lesarabrævinum um viku
skiftið, ið niðrandi umrøð
ur “spunasmiðir”, “politisk
ar kannustoyparar”, “chef
ideologar” og aðrar spenn
andi figurar. Eg vil kortini
ikki fara niður á støðið hjá
honum, ið skrivað hevur.
Ikki ráð til tunlar í løtuni
Nevnda lesarabræv geva
eisini eina fatan av, at
undirritaði hevur eina
ógreiða støðu til tvey ávís
politisk mál. Veruleikin er
tó ein annar.
Fyrra málið snýr seg um
nógv umrødda tunnilin
Norður um Fjall.
Vit eru fleiri – seinast
bakkað upp av Búskapar
ráðnum – sum hava ta sjón
armið, at Føroyar í løtuni
ikki hava ráð til at gera nakr
an tunnil Norður um Fjall.
Í longri tíð havi eg ført
fram ta sjónarmið, at vit í
Føroyum kunnu ikki halda
fram við at økja útreiðslur
nar og at skarva av inn
tøkunum, m.a. við at skerja
og frysta ríkisveitingina.
Búskaparliga er hetta ein
vandamikil kós. At kósin
eisini kostar vælferð hjá
føroyskum borgarum, ger
hana ikki minni vandafulla.
Tá land okkara er komið
í slættari sjógv búskapar
liga, kunnu vit taka spurn
ingin um tunlar upp aftur.
Men ikki fyrr enn tá, og
bert um tað er skilagott
fyri allar Føroyar.
Fólkaatkvøða er
demokratiskur ventilur
Aftur og aftur havi eg
greitt frá, hví tað er rætt, at
Føroyar framhaldandi eru
skipaðar í eitt valdømi.
Bert fá hava sagt seg ivast
í, hvat eg meini og hví.
Bert tvey ár eru liðin, síð
ani vit fóru yvir til eitt val
dømi fyri øll. Skipanin má
fáa loyvi at royna seg. Tí
eigur formansskapurin í Løg
tinginum ikki at koma við
uppskoti um broytingar nú.
Fleiri týðandi fyrimunum
eru við at skipa Føroyar í
eitt valdømi:
• Meira enn 80% av
føroyingum búgva í einum
samanbundnum øki
• Kvinnuliga umboðanin
í Tinginum skal økjast
• Demokratiska undir
skotið, har summi ikki
kunnu velja allar uppstill
aðar flokkar, má burtur
• Valúrslit við órættvís
um tingmannatali mugu
burtur
• Meira landspolitikkur
má inn í myndina
• Gamla valskipanin er
leivd frá fortíðini
Hesi argument eru
framvegis góð og galdandi,
og tað talar fyri, at Føroyar
eiga at halda fast við ver
andi skipan við einum val
dømi fyri øll.
Kemur formansskapurin
í Løgtinginum – møguliga
við stuðuli frá Tjóðveldi –
kortini við uppskoti um at
fara aftur til eina skipan
við fleiri valdømum, so fer
undirritaði at skjóta upp
fyri Løgtinginum, at vit
halda fólkaatkvøðu um
valskipanin
Um lokalpolitisku aftur
haldskreftirnar ikki kunnu
lata verandi valskipan
sleppa at royna seg, so má
føroyingurin sjálvur sleppa
at avgera sína egnu valskip
an. Hetta nevnist
demokrati.
Um at taka sín egna heilivág
Løgtings- og
fólkatingsmaður
Edmund
JoEnsEn
Vorðið sum vikuskifti: Foreiningin
hevur møti, og ”einig kommisión”
mælir til bábelskan ruðuleika á bók
stavaøkinum! Og eg, sum helt, at hasir
jassarnir kundu teljast á einari hond!?
Ei undur í, at tað var illveður og áarføri,
serliga leygardagin um nón!
FOREININGIN: Gestur var komin
úr heimlandinum. Hann skuldi royna at
fáa chil á óchilið, nú bókabrenningar
tíðin nærkast.
Lektarin og skálamaðurin, sum upp
runaliga fekk øði í grindina, vóru eisini
á møtinum. Krage søger mage.
Hoyrdi umboð fyri Foreiningina mæla
mergjað orð í Útvarpinum viðvíkjandi
útlendsku bókstavunum: ”Tað skuldi
vera hensyntakan til FNregi(n).” Eg
meini tað!
Sambært Foreiningini man tað ikki
gera petti, um fjøld av føroyingum
brúkar donsk landanøvn: Polen, Syrien,
Australien, Grekenland o.s.fr., men tað
er ræðuligt, um okkurt einstakt land
verður stavað við K og ikki donskum C!
KOMMISIÓNIN: Vónbrot, snøgt
sagt! Tú veitst, hvat tú kanst vænta av
danskligu Foreiningini, men eisini
kommisiónin!? Hatta tilmælið fer at
elva til ruðuleika, og verður eitt stórt
bakkast fyri móðurmálið og føroyska
rættskriving.
Eru málsligu hugsjónir Jóhan Hend
riks sleptar í nýggju lon á Debesartrøð?
NAVNANEVNDIN: Ein tøkk til
navnanevndina! Gott, at tað framvegis
glógvar í onkrum, at onkur verjir borg.
UPPSKOT UM BROYTING Í
STAVRAÐNUM: aæ, iy, íý.
Ein Skaalemaður (ikki hin, kortini)
skeyt upp, at vit seta bókstavirnar við
sama ljóði undir liðina hvør á øðrum:
aæ (fyrra a og seinna æ), iy (fyrra
og seinna), íý (fyrra og seinna).
Hatta er helst eitt frálíkt hugskot. Tað
kann minna føroyingar, sum so ofta
hugsa á útlendskum, á, at a og æ hava
somu úttalu, somuleiðis i og y og í og ý.
KURLA (@): Nú eru vit jú so
altjóðalig og kunnu tískil ikki gloyma,
at ein ”bókstavur” eitur kurla. Kurla má
eisini sleppa við í stavraðið!? Er teldu
heimurin annars ikki í ferð við at góð
kenna serbókstavir hjá teimum ymsu
málunum?
E.S.: Sum skúlamaður og málvinur
endurtaki eg: Takið IKKI útlendsku bók
stavirnar inn í føroyska stavraðið, men
umhugsið uppskotið um aæ, iy, íý!
Við føroyskari stavkvøðu
O, móðurmál! nú brýtur í bæði borð
Eyðun á Borg