Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 17. november 2009 15 Er tað eitt framstig ella eitt afturstig, at ein løgtingsmaður er í ferð við at broyta føroyskar málreglur? Í mínari verð er ongin ivi um, at talan er um eitt afturstig. Grund­gevingin um, at øll verðin skrivar z, q, w, x og c, og tí skulu føroyingar eisini hava hesar stavir, er líka fjákut, sum tá afturhald­s­ sinnað knarra um, at føroyingar onki d­uga ella orka. Veruligi boðskapurin hjá Sjúrða Skaale er, at vit skulu lata vera við at menna og skapa okkara egna mál. Vit skulu bara apa okkum eftir øllum hinum   L at meg sláa fast beinan­ vegin, at eg vænti ikki, at  deyðin er í durunum hjá før­ oyskum máli, og henda við­ merking er tí ikki ein gravartala  fyri føroyskum máli. So nógv  er føroyskt ment, síðan Hamm­ ershaimb gjørdi skriftmálið í  1846, og jólafundurin í 1888  setti ferð á mentanarligu  endurvekingina í Føroyum, at  føroyskt mál er bjargað væl og  virðiliga. Túsundtals bøkur  standa í bókahillunum skrivaðar  samsvarandi teimum málregl­ um, sum í grundini hava verið í  gildi í heila øld. Føroyskt er  nógv ment við nýggjum orðum,  verður lystiliga brúkt í fjøl­ miðlunum og blómar eisini í  nýggjum elektroniskum miðl­ um sum eitt nú Facebook.   M en okkara tíð hevur við  sær, at bæði hugsjónir og  virðir upploysast meir og meir,  og kanska júst tí kann tað  henda, at ein løgtingsmaður úr  Tjóðveldi leggur eitt uppskot  fram á ting, ið kann skeikla ta  málsligu kós, vit hava hildið,  og sum kann upploysa tann  málsliga norm, ið okkara børn  sita á skúlabonki hvønn dag  og læra. Gev okkum z, q, w, x  og c, sigur løgtingsmaðurin,  og grundgevur við, at eins og  vit siga 1, 2, 3, so siga vit jú  eisini a, b, c. Retorisku  gávunum bagir onki, og  heima í stovunum siga lurtarar  og hyggjarar, at hatta ljóðar jú  so rætt, og undirtøkan tykist tí  at vera vís.    L øgtingsmaðurin brúkar  eisini eina aðra grund­ geving. Hann nevnir, at øll  verðin brúkar latínsku stavirnar,  og skulu føroyingar sleppa  burtur úr heimføðiliga haftinum  og gerast heimsborgarar, ja, so  mugu teir taka teir útihýstu  latínsku stavirnar til sín um­ gangandi. Hvør skal siga, tú ert  eitt bygdasligt, afturhaldssinnað  grenj, um tú ikki tekur undir  við mínum uppskoti, og tey,  sum ikki tíma at vera tað, yppa  so bara øksl og siga ok. At so  sjálv málnevndin nú rekur við  streyminum og mælir til at taka  undir við løgtingsmanninum,  virkar veikt og opportunt,  serliga tá nevndin í sama anda­ drátti formanar, at føroyskar  stavsetingarreglur ikki mugu  fara av lagi av broytingini.   H ví sigur málnevndin tað?  Er tað tí, at hon er greið  um ein alstóran vanda, ið kann  fara at taka seg upp? Tað má  tað vera, og tann vandin er ikki  so lítil, verður havt í huga,  hvussu føroysk stavseting hevur  lagað seg samsvarandi teirri  málkós, sum tolulig semja  hevur verið um at halda. Fleiri  serkønir viðmerkjarar hava í  orðaskiftinum um stavraðið víst  á, at verða teir fimm latínsku  stavirnir loyvdir í føroyska  stavraðnum, kann henda, at fólk  fara at taka sær frælsi at skriva  eitt nú cirkus í staðin fyri sirkus  og pizza í staðin fyri pitsa.  Viljin til at tillaga fremmand  orð til føroyska stavseting fer at  hvørva, og stavsetingin kann  gerast eitt brongl av øllum og  ongum.   H enda vanda er Jógvan í  Lon Jacobsen, formaður í  málnevndini, greiður um, tá  hann í sjónvarpinum loyvir  teimum fimm latínsku stavun­ um inn í stavraðið og samstund­ is hevur tað stóra fyrivarnið, at  stavsetingin má ikki fara av  lagi. Tá málnevndin hevur so  stórt fyrivarni, hvat er tað so,  sum fær hana at mæla til, at  bókstavirnir fáa heimarætt í  stavraðnum? Er avgerðin um­ hugsað? Er hon populistisk?  Hevur nevndin kannað møgu­ ligar avleiðingar? Hava vit eina  so veika málnevnd, at bara  onkur løgtingsmaður pippar um  ein málsligan spurning, so gerst  málnevndin ein viðloypari í  einum sekteriskum stemningi  um altjóðagerð mótvegis  føroyskum heimføðiskapi?   M ær tykir, at júst hetta er  støðan, men tað er sanni­ liga ikki heimføðiskapur at  menna og skapa sítt egna mál.  Tað er at hava sterka sjálv­ kenslu og tilvitan um sítt egna.  At leppa øllum, sum ikki er  eins egna, við teirri grund­ geving, at vit skulu fylgja við  verðini, er mangan bara at  pynta seg við læntum fjaðrum.  Ein fáfongd roynd at tykjast  nútímans og tekkjast flest  møguligum opportunistum,  sum innast inni ikki tíma at  taka málsliga spurningin í  álvara, lítið og onki innlit hava í  málsøguligar veruleikar og enn  minni tíma at læra seg føroyskt.  Loysnin hjá teimum, ið bera  seg soleiðis at, er altíð at geva  føroyskum skyldina fyri egnan  dovinskap. Føroyskt er so ringt,  føroyskt er so ræðuligt, og  meðan tey áttu at lært seg  málið, bróta tey tað bara niður  tað, sum upp er bygt. Av egnari  ómegd.   M en eg haldi ikki, at eitt  løgtingsuppskot frá einum  einstøkum manni skal enda við,  at hetta málsliga grenjið og  uppgávulyndið verður autori­ serað á hægsta stað. Tað er  sjálvsagt sum amen í kirkjuni,  at vit hóvliga eiga at laga  fremmadaorð, eisini staðarnøvn  og fólkanøvn, til galdandi før­ oyskar málreglur. Tað er sjálv­ sagt, at føroyingar skulu kunna  skriva Ný Sæland í staðin fyri  New Zealand, Kili í staðin fyri  Chile og Kristian í staðin fyri  Christian. Hetta hevur verið  málfrøðiliga kósin í heila øld.  Sjálvandi er navnaspurningurin  sera persónligur og viðkvæmur,  og sjálvur haldi eg, at júst  navnalistin einans eigur at vera  vegleiðandi og viðmælandi.  Men kósin? Skal hon sleppast  heilt? Vil málnevndin tað?   V ið tí, sum málnevndin nú  hevur borið fram, og við  áganginum hjá løgtingsmann­ inum á tey, sum sita í navna­ nevndini, snýr hetta málið seg  ikki longur um at loyva nøkrum  ósekum stavum inn í stavraðið.  Hetta snýr seg um eitt beinleiðis  álop á allan tann málfrøðiliga  normin, sum undirvíst verður  eftir í skúlunum, og sum higartil  hevur verið við til at ment før­ oyskt til eitt sterkt og sjálvstøð­ ugt mál. Als ongin fólksligur  hópuppreistur hevur sett fram  tann pástand, at føroyskt var eitt  ómøguligt mál, tí teir fimm  latínsku stavirnir ikki vóru í  stavraðnum. Tað hevur bara ein  løgtingsmaður gjørt, sum hevur  dugað væl at fingið alt málið at  ljóðað týdningarmikið.   M erkisvert er tað, at fremstu  fjeppararnir hjá løgtings­ manninum eru nakrir, sum í  fleiri áratíggju hava happað  hampiligar málrøktarar, sum  gamaní viðhvørt hava verið í so  bondskir sjálvir, men sum  sanniliga mentu málið og settu  eftir seg lívsverk málinum at  frama. Eg hugsi um tað, sum  Kristian á Brekkumørk, M. A.  Jacobsen, Jóhan Hendrik  Winther Poulsen, Jonhard  Mikkelsen, Annfinnur í Skála,  Árni Dahl og fleiri aðrir ótroytti­ ligir stríðsmenn við kønari  hond hava borið fram í talu og  ikki minst skrift. Teirra strev  hevur verið tað veruliga strevið,  og hetta, sum nú fer fram, er at  meta við niðurbrótandi og ikki  uppbyggjandi andstøðingavirk­ semi. Andstøðingarnir hava  sjálvandi loyvi at vera ósamdir,  men teir byggja onki upp.  Definera bara seg sjálvar við at  happa tað, sum hinir bygdu  upp.   M ítt endamál við hesi við­ merking er at mæla til  størsta umhugsni. Las viðmerk­ ingarnar hjá Jonhardi Mikkel­ sen, sum løgtingsins mentanar­ nevnd fekk í sambandi við  viðgerðina av stavraðnum, og  taki fult og heilt undir við teim­ um. Skilji eisini væl missiónina  hjá Árna Dahl, nú hann er  flogin í blekkhúsið í sambandi  við óumhugsaða álopið á mál­ normin. Skilji eisini so hjarta­ liga Annfinn Johansen, for­ mann í navnanevndini, at hann  stendur fast við navnalógina, tí  hvat skal hann annars gera?  Føra málpolitikk eftir høvdin­ um hjá einum einstøkum  løgtingsmanni?   T að kann væl vera, at ein  meiriluti í løgtinginum  heldur tað vera nýmótans at  taka undir við z, q, w, x og c,  kanska í einum populistiskum  herðindi. Men tað er heilt  margháttligt, at sama løgting  hevur lagt seg flatt fyri einum  uppskoti, ið kann føra við sær  stóran málfrøðiligan skaða, tá  tað ikki enn hevur ómakað sær  at hava aðalorðaskifti um stóra  álitið um framtíðar málpolitikk­ in í Føroyum. Landsstýri og  løgting hava við at ignorera  hetta álitið forsømt sína upp­ gávu og hildið tann stóra sak­ kunnleika, ið evnaði til hetta  álitið, fyri spott, og tíð er nú  uppá, at føroyskur málpolitikk­ ur kemur aftur á beint og verður  viðgjørdur skipað og virðiliga  og ikki samsvarandi onkrum  tilvildarligum upplopi í  løgtinginum. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Tann málsligi dovinskapurin Tíðargreinin tíðargreinin Uni Arge