Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 220 - 17. november 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 60 ára føðingardagur Mikudagin hin 18 nov. verður Eydna Hansen, Fuglafjørður, 60 ár. Dagurin verður hildin heima hjá soninum Hans Hansen, Hjallavegur 56, Saltangará, leygardagin hin 21. nov. frá kl. 18. Øll eru hjartaligani vælkomin. 85 ára føðingardagur Mikudagin 18. nov. fyllir Hanna Justinusen, Leirvík, 85 ár. Hon er burturstødd føðingardagin. Silvurbrúdleyp Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@ post.olivant.fo áðrenn 3. des. Silvurbrúdleyp Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry-o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Gullbrúdleyp Hósdagin 19. nov. hava hjúnini Ása og Jógvan Rasmussen, í Miðvági, gullbrúðleyp. Dagurin verur hildin heima, frá kl. 16. Øll eru vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin 21. nov. hava hjúnini Annelena og Arnstein Niclasen, Hoyvík, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni í Hornahúsinum í Havn. Gullbrúdleyp Sunnudagin 22. nov. hava hjúnini Elsipa Jóhanna og John Frederiksen, í Miðvági, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima frá kl. 16. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 - 737751 ella toraolavur@ gmail.com áðrenn 20. nov. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. hava hjúnini Jóna og Kjartan Z. Jacobsen, Klaksvík, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Skálanum frá kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á heimatlf. okkara 455646, tlf. 224750 og tlf. 225698, til og við leygardagin 21. nov. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð, í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúðleyp Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba, diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppa diamantbrúðarparið eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 14-19. merkisdagar Karin Justesen fødd Dalsgaard, búsitandi í Helsingør, ættað úr Tórshavn andaðist í Helsingør mánadagin 16. november, 81 ára gomul. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 10.00 frá Kapellinum í Helsingør. Góða Marlena. Vita skalt tú, at okur eru fleiri, sum ynskja at siga tær stóra takk fyri alt og hjartaliga til lukku, nú tú ert vorðin 90 ár. Okur minnast væl aftur á góðar og minnisríkar løtur, tá familjan var samlað, ofta í Akrabergi ella úti í Keri. Fyri meg var kósin tíðliga løgd. Eg skuldi hava eina útbúgving. Tað høvdu eg og foreldur míni avgjørt. So umráðandi var at finna eitt stað at búgva. Systir mín fór líka til Danmarkar at ganga í realskúla, tí har kundi man búgva á skúlanum. Eg kom at búgva í Vági hjá tykkum, og enn í dag eit- ur eitt kamar í tykkara húsi: ”Kamarið hjá Marius.“ Eg minnist aftur á hesa tíðina, tá eg búði hjá tykk- um, við stórari gleði. Hetta var kanska mín besta tíð. Tíðin, har eg búnaðist og byrjaði at gerast vaksin. Eg hevði, eins og øll onnur á hesum búningarstigi, brúk fyri skilagóðum vaksnum fólkum rundan um meg, og vita skalt tú, at har hevði tú stóran týdning . Tú var sum ein onnur mamma fyri meg. Altíð blíð og vísti mær stórt álit og virðing, sum hevur so nógv at siga fyri menn- ingina. Góð var barlastin, tí eg helt kósina líka á mál, og kundi venda heim aftur mong ár seinni, við teirri útbúgving, sum eg hevði sett mær fyri. Tá gjørdist eg enntá tykkara granni. Tá var eg glaður, tað skalt tú vita góða Marlena. Nógv vatn er runnið í hav- ið síðani tá, og mong av teimum, sum høvdu so ómetaliga nógv at siga fyri okkara familju, eru ikki millum okkum meir. Men enn síggi eg teg , Marlena, sum 90 ára gomul kona, virkin, sera kvik og í sama góða lagi. Gott at okur enn eiga teg! Hjartaliga til lukku. Heilsan Marius Heilsan til Marlenu Djurhuus á 90 ára føðingardegnum 14. nov. 2009 Dagurin eitur Anianus 17. november. Anianus, deyður ár 453. Hann var abbati í kleystrinum Orgerils, nærhendis Orleans, har hann gjørdist biskupur og fekk húnakongin Attila at eira býnum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Bjarki Adolfsson f. 28. aug. 1939 d. 9. okt. 2009 Takk til tykkum øll, ið bæði áðrenn og eftir jarðarferðina, hava víst umsorgan, stuðlað og hjálpt okkum í tí sváru tíð, tá ið okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi bleiv sjúkur, andaðist og varð jarðaður. Takk fyri sýnda samkenslu, blómur, kransar, gávur til krabbameinsfelagið og til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Takk til kirkjutænarar, sangarar, og gravara og til Hannis fyri vakran sang í kirkjuni. Familjunnar vegna Gunnvør og Hanna við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu okkum samkenslu og hjálptu okkum, tá kæra kona, mamma, vermóðir og omma okkara Anna Midjord Vágur so brádliga varð tikin burtur. Takk fyri talur og sangir. Takk til øll, sum vóru í kapellinum og til jarðarferðina og takk fyri gávur til Traktatgrunnin. Arne, Maybritt, Niels, Jens, Brian , Sharon, Simon og Sara Tøkk Hjartaliga takka vit teimum, sum við deyða og jarðarferð mostur, fastur og systur okkara Ragnhild Fuglø vístu samkenslu, og teimum, ið mintust Vitnið í Hvalba. Fyri tey avvarðandi Hannis