týsdagur 17. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 220 - 17. november 2009
1. Føst mál fyri skerjing av
CO2 útlátinum í ríku
londunum
2. Ætlan um minking av
vøkstrinum av útlát in
um í menningar lond
unum
3. Fígging frá ríku lond
unum av vakstrar
umlegging í menn ingar
londunum
4. Og so skulu heimsins
týdningarmestu USA
og Kina bæði spæla
við!
tíðargrein
Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður
Vísindaliga grundarlagið er
klettafast. Onki grundarlag er
fyri at seta spurnartekin við
neyðugu skerjingina av CO2
útlátinum. Krøvini byggja á
klettafastar vísindaligar
niðurstøður. Í 20 ár hevur eitt
altjóða panel av 4.000
serfrøðingum arbeitt í
ST-nevndini IPCC –
International Panel of Climate
Change – og lagt óreingiliga,
vísindaliga grundarlagið fyri
neyðugu politisku avgerðunum:
• IPCC hevur útgreinað orsøk
irnar til veðurlags broyting-
arnar, sum longu henda og
fara at koma.
• Tað hevur útgreinað og lýst
avleiðingarnar av verandi og
komandi veðurlagsbroyt-
ingum.
• Og tað hevur víst á, hvørjar
møguleikar heimsins lond
hava fyri at steðga og venda
gongdini, um sleppast skal
undan óbøtiligum katastrof-
um.
Út frá hesum hava verið hildnar
14 altjóða veðurlagsráðstevnur
higartil. Nú verður tann 15. og
týdningarmesta av teimum
øllum í Keypmannahavn um
ein mánað – COP15 kallað.
Kunnu ikki steðga upphiting
ini, men noyðast at minka
vøksturin
Fyri at sleppa undan størstu
vanlukkunum, er neyðugt at
hitalagið globalt ikki økist
meir, helst minni, enn 2° í
allari hesi øldini. Tá verður
lagt upp fyri, at tað ikki er
gjørligt at støðga vøkstrinum í
útlátinum og harvið upphit-
ing ini her og nú, men at
vøksturin má verða minst
møguligur.
Tað er ongin ivi um, at
høvuðsorsøkin til ringu
støðuna er tann øgiliga
orkutunga ídnaðarmenningin og
nærum óendaligi nýtsluvøkst
urin í ríka heiminum, sum
hevur staðið við í meir enn
hálvaaðru øld.
• Haraftrat kemur tann seink
aða ídnaðarmenningin í
menningarlondunum, sum nú
tekur dik á seg – harímillum
ídnaðarligir risar hava tikið
seg upp sum t.d. Kina og
India.
• Trupulleikin gerst so upp
aftur størri av økta trýstinum
á CO2 útlátið, sum kemur av
ovurstóra fólkavøkstrinum í
heiminum, har talið væntast
at veksa úr 6 uppí meir enn 9
mia fram til 2050.
Ongin møguleiki er fyri at
bremsa ídnaðarliga og
búskapar liga vøkstrinum.
Serstakliga ikki í menningar-
londunum, sum tvørturímóti
hava serstakligan tørv á at
stimbra og økja um ídnaðarligu
menningina. Tí eru kravboðini
at menna og fremja nýggjar
alternativar formar fyri vøkstri,
sum nú ofta verður nevndur
grønur ikki-orkutungur vøkstur.
Ógvisligur ójavni millum lond
í CO2 útláti – og tí ymisk
krøv
Við núverandi gongdini merkir
tað, at roknað frá 1990 til 2050
skal útlátið minkast við 50%.
Og skulu vit hava nakran kjans
at røkka tí, so er neyðugt at
útlátið fram til 2020 í heims-
høpi verður minkað við 20%.
Men aftan fyri miðaltalið liggja
ógviliga ójøvn krøv til ymisku
londini. Grundin til tað er tann
stóri munurin millum londini í
CO2 útlátinum, sum er í dag:
• USA: 20 tons pr. íbúgva, ES
10 tons - Kina 5 tons - India
1 tons - menningarlond
annars langt niðan fyri 1
tons.
Tí vera málini eisini ymisk, og
fyri ríku londini merkir tað, at
tey skulu skerja útlátið við 80%
fram til 2050 - framvegis
roknað frá 1990.
Út frá hesum verða eisini
settu tølini fyri 2020 avgerandi.
Og har eru krøvini til ríku
londini, at tey nú til COP15
skulu áseta tøl, sum liggja
millum 20 og 40% í minking av
CO2 útlátinum.
Ófrávíkilig treyt at USA og
Kina spæla við
ES hevur longu boðað frá, at
teirra lond vilja binda seg til
eina skerjing uppá 20% fram til
2020. Føroyar somuleiðis.
Japan vil ganga longur, upp í
25%. Størsti trupulleikin
verður tó at fáa teir týdningar
mestu leikpartarnar, USA
og Kina at spæla við.
Her er ein ófrávíkilig treyt frá
øllum øðrum londum, fyri
yvirhøvur at fáa nakrað semju
um eina veðurlagsavtalu í
Keypmannahavn, at eisini USA
leggur greið tøl á borðið um
teirra minking av útlátinum.
Hetta hevur verið stóri
trupulleikin higartil.
Samstundis hevur USA tengt
sína støðu óloysiliga til eitt krav
um, at eisini næststørsta
ídnaðarrisin í heiminum, Kina,
kemur við greiðum tølum fyri
eini minking í útlátinum. At
hetta er ein avgerandi treyt
skilst greitt av tí veruleika, at
við verandi ferð í vøkstrinum
væntast kinesiski búskapurin at
tvífaldast fram til 2050.
Higartil hevur stórur ivi
verið, um USA yvirhøvur
verður til reiðar at koma við
nøkrum sum helst í Keyp-
manna havn. Verður tað ikki –
og tískil heldur ikki Kina -
verður øll ráðstevnan ein
dundrandi fiasko, og onki sum
helst fer at spyrjast burtur úr,
annað enn eitt øgiligt afturstig.
ES við 20% USA bert við
fjórðinginum
Á okkara fundum hjá donsku-
føroysku-grønlendsku ST-ting-
mannanevndini her yviri í
USA, bæði við amerikanska
uttanríkisráðið í Washington og
embætisfólk við ST-høvuðs-
borgina í New York, tykist tó at
verða greiða málið hjá USA at
spæla við – men langt ífrá so
væl sum europearar og nógv
onnur vildu ynskt. Nógv bendir
á, at tað mesta USA vil ganga
við til, verður ikki meir enn
17%, roknað frá 2005 – og tað
svarar ikki til meira enn 5%
roknað frá 1990. Ella bert ein
fjórðingur av tí sum ESlondini,
og Føroyar, vilja binda seg til.
Stóri spurningurin er, um
evropearar - og nógv av menn-
ingarlondunum sum seta
harðlig krøv til størsta syndaran
av CO2 útlátinum – kunnu liva
við so smáligum viðspæli frá
USA. Nógv bendir tó á, at
størsti denturin verður lagdur á
at fáa USA við, so væl sum
gjørligt, heldur enn at standa
við ongum. Tí so er komin
gongd á, og málini kunnu við
seinni avtalum justerast
uppeftir.
Men amerikanarar kunnu fáa
kinesarar við sær!
Hinvegin kann USA tað, sum
hini ikki megna, nevnaliga fáa
Kina við sær – at tey bæði
ídnaðarligu stórveldini semjast
um ein felags leiklut á veður-
lags ráðstevnuni – og tað verður
ein veldigur vinningur fyri eina
komandi avtalu. Júst í hesum
døgum er Obama á eini 3-daga
vitjan í Kina, har m.a. teirra
støða til eina veðurlagsavtalu
stendur ovarliga á breddanum.
Ongin annar enn USA kann fáa
kinesarar við – ella rættari: teir
báðir risarnir vilja treyta sær
eina sína´millum javnvág, at
hvør teirra bindur seg at gera
sítt – ella verður onki!
100 mia. evrur frá ríku til
fátæku londini fyri at fremja
veðurlagsavtaluna
Sum nevnt undir yvirskrivtini,
eru fýra greiðar fyritreytir fyri,
at veðurlagsráðstevnan í
Keypmannahavn skal kunnu
føra til eina altjóða semju um
veðurlagsavtalu fram til 2020.
1. Ríku londini:
Fyrsta treytin er, at øll ríku
londini skulu leggja tøl á
borðið, um hvussu nógv tey
vilja skerja CO2 útlátið við.
Her er útspælið komið frá
ES, Japan og øðrum, men
enn verður bíðað í ótolnið
fyrst og fremst eftir USA –
uttan USA ongin avtala!
2. Menningarlondini:
Onnur treytin er, at tey
fátæku menningarlondini
leggja greiðar, ítøkiligar
virkisætlanir fram, um
hvussu tey vilja støðga
vøkstrinum í CO2 útlátinum.
Grundin til at man ikki
krevur føst tøl um minking
frá menningarlondunum, er
at tey ikki vóru við sum
avtalupartur í Kyotu í 1990,
og so at siga heldur ikki hava
skapt trupulleikan við
veðurlagsbroytingunum.
Men tey skulu kortini við í
avtaluna, tí hjá teimum fer
tann komandi stóri CO2-
tungi vøksturin at liggja.
Tað er eisini neyðugt at vísa
á, at tey ríku londini hava jú
í longri tíð flutt størsta partin
av teirra meira einføldu og
CO2-tungu ídnaðarligu
framleiðslu út til lønarbíligu,
fátæku menningarlondini –
so tað viðvíkjandi CO2-
roknskapinum jú lættir um
hjá ríku londunum og tyngir
hjá fátæku menningar-
londunum.
3. ”No Money – No Deal”:
Triðja treytin verður ein
herskin biti hjá ríku
londunum at svølgja, tí hann
krevur, at tey lata 100 mia
evrur til at fíggja ítøkiligar
virkisætlanir, sum kunnu
gera tað møguligt hjá fátæku
menningarlondunum at
tillaga sín ídnaðarliga
vøkstur, so hann ikki økir
men heldur minkar um
vøksturin í CO2 útlátinum.
Men her er ongin bøn: ”No
money – no deal”! Tað er
greiða treytin hjá
menningarlondunum. Og tað
hava ESlondini so eisini
tikið undir við í yvirlýsing
fyrr í vikuni, har tey vátta
sín politiska vilja til at reisa
neyðugu fíggingina.
At hetta er nógvur peningur
skilst av samanberingini, at
hetta er líka nógv sum øll
menningarhjálpin, íð tilsam-
ans verður veitt menningar-
londunum í stuðli!
4. USA og Kina – tann
innasta kjarnan:
Fjórða treytin um at bæði
USA og Kina skulu spæla
við, skal eg royna at lýsa við
myndini niðanfyri. Seinastu
mánaðirnar hava tættar sam-
ráðingar verið millum mest
týðandi londini í UNFCC,
ST-veðurlags kommissiónin,
sum stendur við ábyrgdini
Veðurlagsavtalan á COP15 skal
standa á fýra hornasteinum
– uttan allar fýra verður ongin avtala:
Tíðargreinin
192 lond, limirnir í
UNFCC, veður-
lagskommissiónini
16 lond: MEF, Major
Economic Forum
2 lond, insta kjarnan:
USA og Kina