Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 17. november 2009 19 fyri einum góðum úrsliti á ST-veðurlagsráðstevnuni COP15 í Keypmannahavn. Tey 16 í Major Economic Forum: Tey virknastu londini í samráðingunum hava verið sonevndu MEF-londini, Major Economic Forum, svarandi til ríkastu og týdningarmestu londini, ið eisini standa fyri 80% av øllum útlátinum. Og sum tí eisini skulu lúka harðastu treytirnar, bæði fyri skerjingum í útláti og við at veita alstóru fíggingina uppá 100 mia evrur til veðurlags- tillagandi átøk í menningar- londunum. Innasta kjarnan: Men 2 lond er tó tann innasta og altavgerandi kjarnan, sum mugu koma til eina semju um nakað yvirhøvur skal spyrjast burturúr. USA vil onki uttan samsvarandi tilsøgn frá Kina – og øvugt. Hesar samráðingar teirra millum hava so gingið í einum lagi fyri seg sjálvan – og beint nú í vikuskiftinum fundast báðir ríkisovastarnir í hesum londum á vitjanini hjá Obama í Peking. Ein semja teirra millum verður altavgerandi fyri COP15. 192 limalondini í UNFCC: Síðan er tað samráðingarnar í tí stóra hópinum við øllum 192 limalondunum í veðurlagskommissiónini hjá ST, UNFCC. Her er høvuðsuppgávan at fáa tey stóru og týdningarmiklu menningarlondini at taka undir við einum útspæli, sum setir greið krøv til minking av útlátinum hjá stóru ríku ”syndarunum”, og sum eisini gevur menningarlondunum bæði rásarúm til at menna sín egna búskap – og kontantan fíggjarligan stuðul til at gera neyðugar umleggingar til meira grønan, orku- og umhvørvisvinarligan vøkstur. Júst frá týðandi menningar- londum – sum t.d. Suðurafrika – kemur harðasti kritikkurin av USA og Kina. Meðan ríku MEF-londini hava lyndi til at góðtaka enntá ógviliga lág tøl frá USA og Kina, bara fyri at fáa tey við, so er nógv av menningarlondunum meira harðrend og vilja als ikki verða við til nakað sum helst, um londini við tí nógv størsta útlátinum nú og komandi – tvs USA og Kina – ikki koma við greiðum lyftum um munandi skerjingar av CO2-útlátinum. Fer so at eydnast at fáa eina bindandi avtalu? At tað er ov langt útliðið, til at tað ikki eydnast at fáa ein løgfrøðiliga bindandi sátmmála kláran til COP15, er greitt. Men realistiska málið er so at fáa eina politiskt bindandi avtalu, sum so seinni verður útbygd til ein løgfrøðiliga bindandi sáttmáli. Og hetta tykist vilji vera til. Tann stóri spurningurin er nú, um tað fer at eydnast at fáa allar tær stóru tungu og truplu semjurnar upp á pláss nú í síðstu løtu. Her á ST-høvuðsborgini er hugsanin sum heild positiv: tí tað tykist verða ein ósvitaliga sterkur vilji og sterk opinión fyri at røkka neyðugum og brúkiligum málum fyri veðurlagsrástevnuni, so COP15 kann gerast ein marknaðsteinur fyri at venda skeivu gongdini. • Henda sterka opinión og sterki vilji síggja tey millum politikarar allastaðni frá. • Eisini frá kjarnupørtunum í vinnulívinum, sum duga at síggja, at eitt umskifti í veðurlagspolitikkinum eisini er til teirra fyrimuns. • Eisini frá fólkinum í øllum londum, har bæði vanligi borgarin og ótal av fólksligum felagsskapum syngja sama sang, at hetta er okkara felags framtíð, sum stendur uppá spæl. • Og so eisini frá trúðarfelags­ skapum, kirkjum og sam- komum úr øllum religiónum, sum longi hava havt økumeniskar virkisbólkar í veðurlagsforum at ávirka politisku skipanina fram til at taka neyðug stig á COP15 - út frá eini felags átrúnaðarligari fatan av stóra týdninginum av umhvørvis- og veðurlags- málum fyri okkara tilveru. Heilt ítøkiliga er eitt samstarv millum 12 av heimsins størstu religiónum, sum setir felags veðurlagspolitisk mál fram sum stuðul til veðurlagsráðstevnuna COP15 í Keypmannahavn. Guðstænasta og klokkuringing fyri veðurlagsrástevnuni Eitt dømi um hetta, sum er nevnt omanfyri, er at 13. des. verður hildin økumenisk guðstænasta í Keypmannahavnar Dómkirkju tann 13. des. til frama fyri góðum úrslitum á veðurlags- ráðstevnuni COP15 í Keyp- mannahavn. Til tess at stuðla hesum átaki, hava donsku biskupparnir givið øllum kirkjum í Danmark loyvi til at ringja við kirkjuklokkunum fyri veðurlagsráðstevnuni henda dag. Kanska hevði hetta verið eitt hugskot til okkara góða biskup, Jógvan Fríðriksson, at eisini føroysku kirkjurnar kundu fingið loyvi til at ringja við kirkuklokkunum tann 13. des. fyri góðum úrslitum á veðurlagsráðstevnuni, við umhugsni fyri øllum okkum, sum búleikast í hesum heimi í dag, men serstakliga fyri øllum komandi ættarliðum. New York, 14. nov. 2009 Hans Pauli Strøm á Brooklyn Bridge í New York. Hann umboðar Føroyar á ST-aðalfundinum í hesum døgum