Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 221 • 17. november 2009 3. partur Pápi mín doyði so ungur, at tað er nokk so avmarkað, hvat vit vita um hann umframt tað, sum stendur í bókini Fylking. Men tíbetur hevur hann lagt eftir seg nakað av skrivligum tilfari, sum lýsir hann sum ein kenslusaman mann, sum hevði stóra umsorgan fyri síni. Hesar frásagnir verða endurgivnar serstakt í hesum og komandi parti av Miðvikuni. Umframt hesa frásøgn hevur hann við síni vøkru hondskrift innskrivað í sínu notubók sangir av ymiskum slag. Millum hesar eru eisini slíkar, sum eru yrktir av sjúklingum, hann var saman við á sjúkrahúsum í Danmark. Serliga hevur hann fingið slíkar sangir frá einum, sum kallaðist Emil Sørensen úr Valby, sum nú er partur av Keypmannahavn. Emil skrivaði eina ferð eina vísu um allar sjúklingarnar á deildini, har teir lógu. Í henni vóru 32 ørindi. Vísan byrjar soleiðis: Stue 89 har det bedste ry, tralala Som den roligste i vor by, - Paa denne stue hver patient Paa stilhed har et vist patent. Pápi fekk hesi ørindi: Mortensen er en voksen knægt Han hører med til sværvægt Men naar han skal i skakspil pines Kan han høre, hvor vi andre griner. Hurtigst i lys han gerne vil Og sidst op, det er ligetil, Om nogen er der, trækker vi ej For at skyde til pigerne gør han ej Hetta er kanska ikki tann stóri skaldskapur, men teir hava so eisini dugað at hugna sær. Pápi hevur annars verið ein maður við ordan í sínum tingum. Hann førdi neyvan roknskap fyri hvønn ordra fyri at ramma myndir inn, sum hann hevur gjørt fyri fólk. Fyri hvønn ordra vóru 11 teigar í roknskaparbókini, har hann millum annað uppá oyra roknaði út, hvussu nógv tilfar hann hevði nýtt, og hvussu nógva løn hann roknaði sær. Her eru fleiri áhugaverd nøvn. Eitt tað mest áhugaverda man vera Sigmund Petersen, ein tann mest produktivi og væl umtókti málari í landinum. Máttu hava prógv fyri at vera arisk Eg fari eisini at koma eitt sindur aftur til ættina hjá ommu í Puntabyrgi, Margrethu, sum var fødd Nolsøe. Hon átti tríggjar beiggjar. Ein var Groth Nolsøe, sum giftist til Dals. Frá honum er ein rættuliga stór ætt. Ein beiggi Niels Nolsøe giftist til Vágs. Frá honum er ein sera stór ætt. Ein sonur hansara var Eli Nolsøe, sum giftist til Klaksvíkar. Hann gjørdist landsstýrismaður og seinni tingmaður. Nakrir av “Frændir” eru synir hansara. Men tað mest sjáldsama var við Daniel, sum endaði í Týsklandi. Eina ferð var Kalli, sum var giftur við Nicolinu, mostir míni, í Hamburg. Tá sær hann eitt skelti á eini forrætning við heitinum “Daniel Nolsøe.” Hann gerst sjálvsagt forvitin og fer inn at vita. Tá var tað hjá ommubeiggja. Men hann var sjálvur deyður, og nú vóru tað eftirkomarar sum høvdu forrætningina. Tvey av børnunum hjá Daniel skuldu giftast við týskarum. Men hetta var undir nasismuni, tá ið tað var eitt krav fyri at giftast, at ein hevði “ariaraváttan”, t.v.s. at viðkomandi ikki var av jødiskari ætt. Tey máttu so skriva heim til sýslumannin á Tvøroyri um at fáa eina slíka váttan. Hana mundu tey eisini fáa. Megnarmenn stovnaðu Fylking Tað er klárt, at Fylking fylti nógv hjá mær við tí tilknýti til hetta felag, sum eg havi bæði gjøgnum faðir- og móðurættina. Felagið var stovnað í 1915 sum fyrsta arbeiðarafelag í Føroyum. Ein av stovnarunum var Rudolf Niclassen, sum eg kom at kenna væl í AT, har hann bæði var arbeiðsformaður og limur í driftsráðnum. Rudolf var føddur í 1889. Tað finst ikki nógv skrivligt um stovnanina av Fylking, men munnligar keldur søgdu, at tað var Rudolf, sum tók fyrsta stigið til stovnanina. Hann var alla ævi sína ein av fremstu stríðsmonnunum í Fylking. Hansara børn og eftirkomarar annars hava heldur ikki smæst burtur í so máta. Rudolf doyði í 1951. Hann var giftur við Ellu, sum var úr Øravík. Tann av stovnarunum av Fylk- ing, sum livdi longst var Andreas Lindberg, kallaður Andreas í Beitinum. Hann var føddur í 1889 og gjørdist 97 ára gamal. Hann var heitur talsmaður fyri arbeiðaramálum og sosialum rættvísi. Sagt verður um hann, at hjá honum og starvsbrøðrum hansara var eingin andsøgn millum kristindóm og sosialismu, ið vóru partar av somu søk. Teir vóru allir trúgvandi menn, vóru trúfastir kirkjugangarar ella virknir í eitt nú brøðrasamkomuni. Andreas var heilt til sín deyð í 1986 trúfastur móti sínum ungdómshugsjónum og fylgdi væl við í samfelagsviðurskiftum. Hann hevði allar sínar dagar mynd av Petur Mohr Dam hangandi á vegginum. Dammin- um helt Andreas sera nógv av. Hann var annars ein av høvuðs- heimildarmonnunum hjá Jóannes Dalsgaard til bókina um Fylking. Um stovnanina greiddi hann millum annað frá: “Eg minnist væl, táið arbeið- ararnir tóku seg saman og gjørdu felag. Tað var eitt grúiligt stríð av at stovna felagið. Mótstandurin var øgiliga stórur, tí arbeiðsgevararnir vildu hava alt at siga, arbeiðararnir skuldu ikki mukka eitt tað einasta orð. Tað vóru fimm ella seks mans, sum byrjaðu at arbeiða við hesi foreiningini at fáa hana stovnaða. So komu teir út við hesum listanum og spurdu arbeiðararnar á bedingini, um teir vildu vera við, og allir sum ein vóru alt fyri eitt við uppá at gera Gerda Einarsson: Bumbur undir krígnum Í seinasta parti greiddi Gerda millum annað frá sínum arbeiði hjá AT. Hesa ferð er millum annað frásøgn um Tvøroyri undir krígnum. Hóast tað stundum kundi vera nokkso buldrasligt, slapp Tvøroyri sera væl undan mannskaðum. Men fyrst verður trivið í nakað av tí, sum hevur verið í undanfarnum pørtum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Starvsfólkið í AT umleið 1940. Aftast frá vinstru Betty Olsen f. Ejdesgaard, Solveig Jespersen f. Samsonsen og Magdalena Olsen f. Johannnesen. Fremst f.v.: Turid Joensen f. Michelsen og Gerda Einarsson. Smágentan ➘ Tey í Puntabyrgi eru flýggjað inn í Trongisvág. Gerda saman við Margo og Don, synir hjá mammubeiggjum