Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 10 nr. 221 • 17. november 2009 eina foreining. Tað hjálpti við arbeiðsmannafelagnum, og tað bleiv nógv betri hjá arbeiðarum – tað var einastandandi. Ikki tí, eg var nú á bedingini, og har var nógv betur at vera enn aðra staðni. Bedingin var líka sum uttanfyri annað arbeiði. Vit høvdu næstan altíð fast arbeiði.” Annars plagdi Andreas í yngri árum eisini at vera til skips á sumri og arbeiddi so á bedingini um veturin. Hann hevur uttan iva arbeitt saman við pápa og Petur Lars abba. Okkurt skifti arbeiddi Andreas eisini í kolinum. Andreas var giftur við Hansinu, sum var úr Víkunum í Vágum. Tey fingu 10 børn sum umframt í Føroyum eisini búsettust í Danmark, Íslandi og USA. Nógv kann enn sigast um AT Tað er heppið, at Jóannes Dals­ gaard hevur fingið skrivað søguna hjá AT í bók sína um Fylking. Hetta hevði ikki kunnað verið gjørt eins væl í dag, nú so nógv av heimildarfólkunum eru farin. Sum fyrr sagt var Hjalgrim á Heygum stjóri, og hann dámdi mær sera væl. Hann var ættaður úr Vestmanna og var føddur í 1898. Heygum, sum hann vanliga var kallaður, var stjóri í AT frá byrjan í 1936 til 1952. Hann var dugnaligur vinnulívsmaður og hevði gott hegni at leiða eina so sermerkta fyritøku sum AT. Hann vísti eisini starvsfólkunum virðing. Eg minnist væl, tá ið hann tann 15. januar 1949 bjóðaði øllum teimum føstu starvsfólkunum heim til sín. Av 24, sum vóru ætlað at koma møttu 23. Eg goymi enn tann sangin, sum varð gjørdur, og hvar hvør okkara átti eitt vers. Hetta var eitt sera stuttligt kvøld. Okkurt stuttligt er eisini at minnast frá hesi tíðini. Tað var ein sum arbeiddi hjá AT, sum varð kallaður Stalin, tó ikki tá viðkomandi hoyrdi. Ein dagin heitur Hjalgrim á Solveig, sum arbeiddi í krambúðini, um at fara oman á kajuna at biðja Stalin koma niðan til hansara. Tað var okkurt hann vildi honum. Hon ber boðini og sigur, at “Heygum biður Stalin koma niðan.” Tað var ein lítil tøgn. Men Stalin dugdi at taka tað. Hann svaraði: “ Heilsa mær kongi, og sig, at Stalin skal koma!” Tá hon kom niðan aftur á kontórið, segði Solveg fyri Heygum, hvat Stalin hevði svarað. Tá hvakk Heygum við. Hjalgrím á Heygum var millum sjófólkið kallaður Kongur. Hetta navnið kemur fyrstu ferð alment fram í sanginum, um tá ið Vest­ manna sleipaði Marité heim úr Grønlandi, og sum greitt verður frá í einum komandi parti. Men minni stuttligt var tað, tá ið vit komu fram til 1951. Tá vórðu øll starvsfólkini søgd úr starvi uttan seks, og eg var ein av hesum, sum ikki vórðu uppsøgd. Av teimum føstu starvsfólkun­ um hjá AT livir vist umframt meg bert eitt eftir. Hetta er Alexandra Michelsen, hjá Lítlanum. Bumbing undir krígnum Tað var ikki stuttligt at vera í AT undir krígnum. Sirenan til loftávaring stóð á sentralinum beint omanfyri fyri skrivstovuna. Tað var óhugnaligt, tá ið hon fór í gongd. Tvøroyri man vera millum tær føroysku bygdirnar, sum týsk flogfør vitjaðu dúgligast undir krígnum. Har vóru eisini mong krígsmál: skip, havn, sleipi­ støð, ísvirki, hermannatilhald, telegrafstøð, kol­ salt­ og olju­ goymslur. Tað vóru hundraðtals týsk flogfør yvir bygdini, og tað vórðu 30 bumbur sleptar, ætlaðar hesum málum. Men so heppið var tað, at ongar av hesum bumbum gjørdu mannskaða. Men hetta var tó ringt fyri nervarnar á fólki, sum javnan máttu sleppa sær í skýli. Ta einu tíðina var luftávaring dag um dag. Eitt tað ringasta eg minnist var eina ferð, tað var so nógv fólk og eisini nógv børn inni í handlinum. Ein maður sigur ein dagin, tað er luftávaring: “Gerda, tú má fara niður í bumburúmið í kjallaranum saman við hesum børnunum. Tey náa ikki til hús, áðrenn tað kann gerast álvari.” Eg mátti so niður í hetta myrka bumbuskýli við teimum. Tað var óhugnaligt, og tað var ein slíkur grátur og skríggj. Mann hoyrdi bara hvinið av øllum bumbunum út fyri. Eg segði, at eg fór so aldrin niður í bumbuskýlið aftur við børnum. Tað vanliga var annars at rýma niðan í hagan, tá ávaring var. Tað var nokk so nógv bumbing á Tvøroyri. Tann eina dagin kastaðu teir tríggjar bumbur út fyri kajuna. Eina ferð kastaðu teir eisini bumbu eftir Leivur Øssurson, sum lá inni á fjørðinum. Bumban kom niður við síðuna av trolaranum og eksplosiónin kom upp aftur hinu­ megin, so tað hendi honum einki meira enn, at hann fór at leka. Men hann varð lagdur til kaj og holdin lens við pumpum av landi. Aftaná bumbaðu teir eitt hús inni á Tvøroyrabakka. Teir bumbaðu eisini saltsiloina á Drelnesi. Fyrst sást ein svørt súla og so ein hvít fara upp í luftina. Hon líka sum lyfti seg upp frá. Tá ið avkláraði stóð bert ein nakin, gráur, ótrivaligur skrokkur eftir. Ove Djurhuus hevði verið uppi á saltrúgvuni, stutt áðrenn flúgvarin kom. Hann leitaði sær skjól í einum víðum kloakkrøri undir vegnum, og hetta bjargaði honum. Teir raktu bæði kol­ og salt­ goymsluna. Tað er merkiligt at siga tað, men hetta var veruliga ein merkisverd sjón. Tá stóðu vit beint har niðri á vegnum. Eg og ein onnur á skrivstovuni vóru farnar út at fáa okkum eina bita frá eini fish og chipssølu, sum var á Tvøroyri. Nu rópa tey, at tað er luftalarm­ ur. Vit síggja, at flúgvarin vendir inn eftir og so út gjøgnum býin. Eg stóð beint við mjólkavirkið. Har vóru stoyptir veggir. Ein tekur í meg og renur meg inn fyri dyr. Tá vit koma út aftur, hoyra vit, hvussu flúgvarin skjýtur út gjøgnum allan býin. Tað var eisini farið eitt stykki burtur úr horninum, har vit høvdu staðið. Men kortini hendi eingin mannskaði. Annars var tað eisini so, at hóast føroyingar mistu nógv skip og fólk undir krígnum, slapp Tvøroyri serstakliga væl. Her var eingin, sum doyði. Men í Vági vóru fleiri skip sum fórust, sum Cheerful, Aldan og Milly við allari manningini. Fyrst í 1942 vóru vit úr Punta­ byrgi og alt grannalagið evakuer­ aði, tí oljugoymslan var á Tangan­ um beint eystanfyri Puntabyrg. Vit fluttu inn til mammu Hans­ inu Nolsøe, sum seinni giftist við Niels Juel Mortensen. Har høvdu vit báar nógvar stuttligar løtur saman. Vit vóru javngamlar og høvdu nógv felags áhugamál, so sum at ganga túrar og at ganga í dans saman. Vit fluttu út aftur um várið í 1943. Leivur Øssurson var flaggskipið hjá AT Gerda fór á Fish and Chips tann dagin Drelnes var bumbað Tað var ikki nógv gott eftir av Drelnes aftaná bumbingina ➘ Andreas Lindberg var ein av stovnarunum av Fylking og trúgvur javnaðarmaður Rudolf Niclasen var alla sína tíð stríðsmaður fyri arbeiðaran Hjalgrim á Heygum var ein dugna­ ligur og væl umtóktur stjóri á AT