mikudagur 18. november 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 221 - 18. november 2009
Hanus Hansen,
stjóri í JFK, hevur
í dag boðað frá, at
Skálaberg er seldur
til Argentina. Nú eitt
gott boð kom upp
á Skálaberg, angrar
hann at Sundaberg
varð seldur fyrr í ár
SkipaSøla
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fráboðanin kom í dag, at
Skálaberg er seldur til Arg
entina
fyri
slakar
200
milliónir krónur, góðar 20
milliónir meira enn skipið
kostaði at byggja fyri bara
6 árum síðani.
Skipið er stórt og dýrt
til tað fiskarí og framleiðslu,
sum skipið ger. Tað er ein
sannroynd, at minni og eldri
skip hava eitt nógv størri
avlop, enn tað er gjørligt at
fáa við Skálaberg. Tí hevur
reiðaríð í hyggju at útvega
annað og meira hóskandi
skip, sigur Hanus Hansen,
stjóri í JFK.
Fyrr í ár varð verksmiðju
trolarin Sundaberg, sum var
nakað eldri enn Skálaberg
og sum bar seg betri, seldur.
Og tað er nakað, Hanus
Hansen er keddur av í dag.
Jú, tað eri eg keddur av
í dag. Men tað er nú eina
ferð so, at tá vit seldu Sunda
berg, vistu vit ikki at vit
kundu selja Skálaberg. Tað
hevði dámt okkum betri,
um tað var øvugt. Vit høvdu
kunnað hugsað okkum at
havt Sundaberg í dag og
kanska sett hann í stand,
segði Hanus Hansen við
Rás2 fyrr í dag.
Kvoturnar góvu
mønustingin
Tað eru eftir øllum at døma
nógv broyttu kvotuviður
skiftini, sum hava givið
Skálabergi mønustingin.
Ætlanin við skipinum
var at framleiða meira
umborð. Arbeitt varð við
hesum fyrstu tíðina, men
úrslitið var ikki gott nokk.
Heilt einfalt, so eru sátt
málaviðurskiftini ikki liði
lig nokk til at fáa forrætning
í slíkt, sigur Hanus Hansen
í tíðindaskrivi.
Avgerandi fyri støðutak
anina hevur eisini verið
óvissan um kvotuviðurskift
ini í Barentshavinum,nú
svartkjafturin er minkaður
so nógv, samstundis sum
sera stór ósemja er um
makrelin. Felagið metir tað
ov váðið at vera so fíggjar
liga bundin, um tilveru
grundarlagið verður broytt
munandi skeiva vegin, boð
ar stjórin í JFK frá.
Eingin uppsagdur
Hóast Skálaberg nú er seld
ur, er eingin av manningini
uppsagdur.
Tingast verður um keyp
av øðrum skipi, og roknað
verður við, at hetta er
avgreitt innan stutta tíð.
Eingin verður tí sagdur úr
starvi, hevur Hanus Hansen
boðað frá.
Sostatt hevur Hanus Han
sen framvegis gott mót upp
á at halda fram, og ætlanin
er sum skjótast at fáa nýtt
skip til vega.
KoyriKort
Hjá Marnar andreasen
Tel. 314381
FarTel. 214381
Um nóg nógv tekna seg,
verður vikuskiftisskeið
til taxakoyrikort
20. - 21. nov.
tilmelding á
tlf. 214381
til taxa
Hanus Hansen:
Angri at eg seldi
Sundaberg
Nú tað hóast alt eydnaðist at selja Skálaberg, hevði tað dámt Hanusi Hansen betri, um
Sundaberg enn var eftir í flotanum
Mynd: Eirikur í Jákupsstovu
Nú fáa kvinnurnar viagra
Kvinnur, sum líða av vantandu hugi til kynsliga samveru,
kunnu nú byrja at gleða seg til at fáa hjálp frá Viagra
tablettum. Amerikanskir granskarar, sum hava gjørt royndir
við heilivági ímóti tunglyndi, komu eftir, at evnið hevði onga
ávirkan á fólk við tunglyndi, men at tað harafturímóti vakti
kynshugin hjá kvinnum. Ritzau skrivar, at hetta minnir um
tað, sum hendi, tá vísindin fann Viagratablettirnar til menn.
Ta ferðina vóru tað royndir við hjartaheilivági, sum avdúkaðu,
at heilivágurin hevði aðra ávirkan enn ta ætlaðu, men sum
kortini er komin mongum manni væl við síðani.
Brúka neyvan alt lánið
Norðurlond hava sagt seg vera til reiðar at læna Íslandi 2,5
milliardir dollarar í hjálp, men tað er als ikki vist, at íslend
ingar fara at brúka alt lánið. Íslendski fíggjarmálaráðharrin,
Steingrímur J. Sigfússon, segði í gjár, at kanska fer stjórnin
bara at brúka helmingin av láninum. Higartil hevur Ísland
fingið ein fjórðing av láninum. Pengarnir vórðu útgoldnir í
síðsta mánað, tá Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF hevði
kannað íslendsku búskaparstøðuna. Steingrímur J. Sigfús
son sigur við Morgunblaðið, at enn er ikki avgjørt, hvussu
lánið frá Norðurlondum skal brúkast, ella hvussu nógv skal
brúkast.
Fólkaflokksungdómur,
HUXA, hevur, sum
fyrsta ungdómspol
itiska felag, skipað
sína egnu politisku
stevnuskrá. Millum
annað vilja tey strika
upp og afturlatingar
lógina
politikkur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Vit hava valt at gjørt okk
ara egnu stevnuskrá, fyri
fólkið skal vita, hvat vit
standa fyri, sigur Bjørk K.
Olsen, forkvinna.
Politikkurin er skipaður í
10 bólkar: Arbeiðsmarknað
ar, vinnu, tjóðskapar,
heilsu, almanna, uttanrík
is, rættar, umhvørvis og
útbúgvingarpolitikkur.
Politikkurin
verður
almannakunngjørdur í bit
um fram til 5. januar 2010,
og sigur millum annað:
Tað er okkara hugsan, at
vælferðin í samfelagnum
verður skapað av privata
vinnulívinum. Tí er tað sera
týdningarmikið, at natúrlig
amboð verða nýtt at skapa
umstøðurnar hjá føroysku
fyritøkunum, sigur HUXA.
Fyri tað fyrsta, skulu fyri
tøkuskattir lækkast/avtakast,
soleiðis at kappingarførið
kann betrast. Samstundis
skal allur stuðul til vinnulívið
avtakast. Stuðul skapar ójavn
vág á marknaðinum og gevur
pørtum av honum kunstigt
lív. Landið skal ikki hava
nakra ávirkan á, hvørjar fyri
tøkur skulu virka á føroyska
marknaðinum.
Tað er okkara hugsan, at
sjálvræðismentanin og íverk
setaraandin er tað grund
leggjandi
fyri
føroyska
búskapin. Tað skal gerast
eggjandi, og góðir karmar
skulu skapast hjá íverk
setarum, bæði føroyskum
og útlendskum, at seta egna
fyritøku á stovn í Føroyum.
Tí mælir HUXA til, at,
partafelagsskatturin
skal
lækkast/avtakast, eingin stuð
ul skal gevast privata vinnu
lívinum, íverksetara og sjálv
ræðismentanin skal styrkjast
og at alt alment vinnuvirk
semi skal einskiljast.
Hartil sigur HUXA eisini,
at upp og afturlatingarlógin
gongur ímóti allari sunnari
fornuft og skal strikast.
HUXA gongur egna leið
Nevndin í HUXA er komin við egnari politiskari stevnuskrá.