Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 221 - 18. november 2009 Ein spurnarrunda, sum Sosialurin hevur gjørt millum tingfólk vísir, at ein meiriluti prinsipielt er fyri, at øl sterkari enn 5,8% verður lloyvt í Føroyum RÚSDREKKA­ POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo At rúsdrekka er eitt eymt mál hjá mongum, er eingin loyna. Millum tingfólk er støðan í fleiri førum, at vitið sigur eitt, meðan hjart­ að sigur eitt annað, og tað skapar eina tvístøðu hjá tingfólki. Í desember í fjør segði Johan Dahl, vinnumála­ ráðharri, við Rás2, at hann ætlaði sær at leggja uppskot fram um at loyva at bryggja sterkt í Føroyum, men á for­ síðuni á Sosialinum í gjár staðfesti hann, at meiriluti var ikki fyri einum slíkum uppskoti í samgonguni. Og hartil er vandin stórur fyri, at verður eitt slíkt uppskot lagt fram av landsstýris­ manninum, fer samgongan í tvíningar. Johan Dahl heldur ikki, at spurningurin er so týdningarmikil, at hann er verdur at seta samgonguna í váða fyri. Tað var annars ein send­ ing í sjónvarpinum í síðstu viku, sum setti lív í kjakið um øl, serliga um vit eiga at kunna bryggja og flyta inn sterkari øl í Føroyum enn tey 5,8 alkohol prosentini, sum lógin nú ásetur. Í sendingini »Ølfjeppar­ ar« varð ført fram, at tað er bæði synd og spell, at tað ikki skal bera til hjá før­ oyskum ølfjepparum at njóta øll sløg av øli í Før­ oyum, uttan at gerast lógar­ brótarar. Sosialurin gjørdi tí av at gera eina spurnarrundu í Tinginum, hvørja støðu tinglimir hava til spurningin um sterkt øl. Spurningurin ljóðaði í sínum einfaldni soleiðis: »Varð eitt uppskot lagt á ting um at loyva øli í Før­ oyum, sterkari enn 5,8%, hvussu hevði tú atkvøtt«. Givnu møguleikarnir vóru ja, nei, blankt. Meiriluti fyri Summir tinglimir høvdu eina greiða støðu, aðrir drógu á, meðan nakrir als ikki vildu svara spurninginum. Tað er sjálvandi øllum greitt, at júst rúsdrekka­ spurningurin er eitt mál, ið ikki er reint politiskt. Etikk­ ur og moralur stýra í minst líka stóran mun avgerðini, antin ein tinglimur svarar ja ella nei til sterkari øl í Føroyum. Men reint prinsipielt er ein rímiliga greiður meiri­ luti fyri, at tað skal verða loyvt at bryggja og innflyta øl til Føroya, sum er sterkari enn 5,8%. Talið av tinglimum, sum er ímóti kan væntast at vera støðugt, uttan mun til, í hvørjum líki eitt slíkt upp­ skot verður lagt fram. Hin­ vegin er væl hugsandi, at um eitt møguligt uppskot hevði veirð snikkað til og mýkt, hevði meirilutin verið enn størri enn hendan spyrjurundan vísir. Hinvegin skal sjálvandi eisini takast við, at skal eitt slíkt uppskot samtykjast, skal fyrst floksdisiplin og samgongu loyalitetur fáast upp á pláss. Sum yvirlitið vísir, høvdu 17 tinglimir út frá givnu treytunum avkvøtt ja fyri sterkari øli í Føroyum, 12 høvdu avkvøtt ímóti, ein atkvøða heðvi verið blonk, meðan tríggir tinglimir ikki vilja svara spurninginum. Tað merkir, at meirilutin kundi komið upp á 20­12­ 1, ella hann kundi verið 17­ 14­1. Ein meiriluti undir øllum umstøðum. Samgongan: Nei Løgtingið: Ja Hermenn taka lívið av sær Tað hava ongantíð verið so mong sjálvmorð í amerikanska herinum sum nú. Í fjør tóku 197 amerikanskir hermenn lívið av sær, og tað var met. Men árið í ár er uppaftur verri, tí teir seinastu tíggju mánaðirnar hava 211 hermenn beint fyri sær. Tað kom fram á tíðindafundi, sum herleiðslan skipaði fyri í gjár. Ein talsmaður fyri herleiðsluna segði, at tað er ikki so einfalt at svara spurninginum, hví so nógvir hermenn gera av við seg. Hann ásannaði tó, at rúsevnamisnýtslan hevur verið veksandi millum hermenninar, og at tað er ein av orsøkunum til tey nógvu sjálvmorðini. Línufiskur í Sørvági Línubáturin Havbúgvin, sum er fyrrverandi Núpur, landar í Sørvági í dag. Teir hava havt 11 setur, og nú túrur er lokin, er veiðan 110.000 pund. Umleið ein helmingur av veiðini er tosk­ ur. Á Landingarmiðstøðini í Sørvági siga tey, at útróðrarbátar­ nir Lírðaberg og Brynhild landaðu í gjár. Lírðaberg, sum setti 60 stampar, hevði 5.600 pund og Brynhild, sum er glastrevja­ bátur og setti 25 stampar, hevði 4.500 pund. Sum skilst, fóra bátarnir útaftur í gjárkvøldið. Nakrir smærri bátar royna eisini við snellu og skilja veiðina í Sørvági, men seinastu dagarnar hevur fiskiskapurin við snellu ikki roynst nakað serligt. A: JA NEI BLANKT Óli Breckmann X Bjarni Djurholm ___ ___ ___ Anfinn Kallsberg X Jógvan á Lakjuni X Rodmundur Nielsen X Jákup Mikkelsen X Heðin Zachariasen X B: Helgi Abrahamsen X Marjus Dam X Edmund Joensen X Bjørn Kalsø X Magni Laksáfoss X Alfred Olsen X Jaspur Vang X C: Katrin Dahl Jakobsen X John Johannesen X Gerhard Lognberg X Andrias Petersen ___ ___ ___ Eyðgunn Samuelsen X Mikkjal Sørensen X D: Kári P. Højgaard X Kári á Rógvu ___ ___ ___ E: Annita á Fríðriksmørk X Heini O. Heinesen X Høgni Hoydal X Tórbjørn Jacobsen X Bergtóra Høgnadóttir Joensen X Hergeir Nielsen X Bjørt Samuelsen X Sjúrður Skaale X M: Karsten Hansen X Bill Justinussen X Jenis av Rana X Í kjalarvørrinum av staðfestingini hjá Johan Dahl á forsíðuni á Sosialinum í gjár, hevur Bjørt Samuel­ sen gjørt av, at leggja uppskotið um bryggj­ an av sterkari løgi í Føroyum fram aftur RÚSDREKKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Tað tykist greitt, at skal eitt uppskot um at bryggja sterkt í Føroyum hava nakr­ an møguleika fyri at verða samtykt, so má tað verða andstøðan, ið leggur tað fram. Tað staðfesti Bjørt Sam­ uelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, tá Sosialurin av­ dúkaði úrslitið av spurnar­ runduni um sterkt øl í Føroyum. ­ Fyri mær er talan einans um eitt vinnupolitiskt mál, og hvussu tú vendir og snarar tí finst eingin logisk frágreiðing um, hví vit ikki kunnu bryggja sterkt í Føroyum. Sum nú er, er í fínasta lagi at selja sterkt í Føroyum, einasta treytir er, at tað ikki er framleitt her á landi. Og tað er óskiljandi, sigur Bjørt Samuelsen. Hon hevur tí gjørt av at taka gamla uppskotið, sum fyrr í ár fall, fram aftur, snøgga tað eitt sindur til, so tað samsvarar betri við við­ gerðina undir seinastu fram­ løgu, og síðani at leggja tað fram aftur. ­ Um tað verður í dag ella í morgin er ikki heilt greitt, tað veldst um, antin eg nái tað í dag ella ikki, segði Bjørt Samuelsen, tá vit tosaðu við hana fyrrapartin í dag. »Við undantaki av einstøk­ um londum, sum hava full­ komið bann fyri rúsdrekka­ framleiðslu og ­sølu, er loyvt í allar flestu londum kring heimin at bryggja øl, vín og brennivín. Forboðið at fara uppum 5,8% er serføroyskt, og sera ilt er at skilja hvørjum endamáli markið tænir«, verður sagt í uppskotinum og víst verður síðani á, at til ber at keypa sær vín og brenn ivín úr øllum heimsins herðashornum. »Men í Føroyum sleppa bryggjarí, ikki at bryggja nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Til samanberingar kann nevnast at Cider kann hava upp til 8m5 rúmprosent av alkoholi og vín á leið 13%. Vit innflyta stórar mongdir av rúsdrekka, sum hevur úr nøkrum fáum upp í 60 rúmprosent alkohol, og vit loyva sølu av hesum gjøgnum einkarsølur kring landið«. Og hildið verður fram: »Einasta treytin vit seta til sterkari øl og brennivín er, at vøran er framleidd uttanlands og innflutt til landið. Man tað finnast nak­ að annað land, sum leggur slíkar forðingar fyri egnari vinnu«? Sum tað sæst aðrastaðni á síðuni er stórur meiriluti fyri at lata røusdrekkasøluna út til vanligar matvøru­ handlar, men hetta er ikki ein spurningur, sum upp­ skotið hjá Bjørt Samuelsen tekur støðu til. ­ Hetta er eitt reint vinnupolitiskt mál fyri meg, og snýr seg útilokandi um, hvørt vit skula kunna framleiða tað, vit selja í Føroyum, sigur Bjørt Samuelsen. Tá Sosialurin tosaði við løgtingskvinnuna fyrra­ partin var ikki seinasta hond løgd á uppskotið, men greitt er, at tað verður Bjørt Samuelsen vegna Tjóðveldi, ið fer at leggja uppskotið fram. ­ Tað er ikki heilt greitt enn, men tað verður helst gjørt saman við øðrum flokkum ella tinglimum, sigur Bjørt Samuelsen. Leggja uppskotið fram aftur Soleiðis høvdu tinglimir (prinsipielt) atkvøtt fyri einum uppskoti um loyvi av sterkari øli enn 5,8% í Føroyum. Bjarni Djurholm, Kári av Rógvu og Andrias Petersen vildu ikki svara spurninginum. Rodmundur Nielsen er á Tingi fyri Poul Michelsen og Mikkjal Sørensen fyri Hans Paula Strøm, tá Sosialurin gjørdi spurnarrunduna