Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 221 - 18. november 2009 Færri á arbeiðsmarknaðinum Ein framrokning hjá hagstovuni í Grønlandi vísir, at har eins og aðrastaðni verða fleiri pensjonistar og færri yngri hendur á arbeiðs­ marknaðinum í komandi árum. Hagstovan sigur, at í 2040 verður talið á grønlendingum oman fyri 65 ára aldur tvær ferðir størri enn nú, samstundis sum tað verða 14 prosent færri børn og ung. Hetta fer at hava við sær, at í 2040 verða fimm prosent færri fólk í í arbeiðsvirkna aldrinum. Um orsøkina sigur hagstovan í Nuuk, at grønlendingar liva longri enn fyrr, samstundis sum fólk fáa færri børn enn fyrr. Jupiter í Noreg við sild Jupiter var í gjár í Måløy í Noregi við 1.400 tonsum av sild, sum teir fingu í trimum køstum seinasta vikuskiftið. Jupiter kastaði tvær ferðir leygardagin og fekk ávikavist 700 og 200 tons av sild. Sunnudagin fingu teir 500 tons í einum kasti afturat og fóru at sigla til Måløy, hagar teir komu í dag. Vektin á sildini hjá Jupiter er 200 tons á 303 gram, 800 tons á 315 gram og 500 tons á 338 gram, og fyri hetta fær skipið 2,59 norskar krónur í meðal fyri kilo, skrivar reiðaríið á heimasíðuni. Ein kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt, vísir púra greitt, at ein stórur meiriluti av føroyingum held­ ur, at tíðin er komin til at lata øl og vín út í handlarnar at selja RúsdRekka Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein spildurnýggj kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt um sølu av rúsdrekka í Føroyum, gevur í fleri førum nakrar fullkomiliga greiðar ábendingar. Spurningarnir vóru fýra í tali. • Hvussu oftani ert tú í eini av deildunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins? • Hvør er orsøkin til, at tú ikki ert oftari í eini av deild­ unum hjá Rúsdrekkasølu Landsins? • Hvussu ert tú nøgd/ur við úrlavið av vørum hjá Rúsdrekkasølu Landsins? • Hvør er tín støða til sølu av rúsdrekka í Føroyum? Áhugaverdi spurningurin í kanningini er sjálvandi hesin fjórði. Og sigast má, at úrslitið sanniliga er áhugavert, og má geva orsøk til umhugsni í kjaki­ num um framtíðar rús­ drekkapolitikk í Føroyum. Innan bólk fýra eru spurn­ ingarnir fleiri. Tveir teirra eru: » Øl og vín skal kunna keypast í vanligu mat­ vøruhandlunum« og »Øl, vín og brennivín skal kunna keypast í vanligu matvøru­ handlunum«, og her er úrslitið hugvekjandi. 30% svara, at rúsdrekka skal kunna keypast so sum nú er, 5% vita ikki, meðan heili 62% ynskja, at tað skal kunna keypast í vanligu matvøruhandlunum. At tað finst ein meiriluti fyri, at øl og vín verður latið út í handlarnar at selja, høvdu tey flestu helst ein varhuga av framman undan, men at hann er so stórur, sum kanningin hjá Gallup Føroyar bendir á, kemur helst óvart á tey flestu. Sundurbýti Kanningin er býtt sundur í fleiri undirspurningar, bæði hvussu ofta fólk yvirhøvur eru í Rúsuni, á aldursbýti, ja, sjálvt á útbúgving. Sum heild kann sigast, at kanningin vísir, at tess oftari fólk eru á einari av deildun­ um hjá Rúsdrekkasølu Land­ sins, tess størri er meirilutin fyri, at alt verður latið leyst út til handlarnar at selja. Tó skal viðmerkjast, at heili 15% av teimum, sum ong­ antíð eru í Rúsuni, mæla til, at øl, vín og brennivín skal kunna keypast í vanligu matvøruhandlunum. Talið fyri tey, sum eru ávikavist minst eina ferð um vikuna og 1­3 ferðir um mánaðin er 56% og 54%. Í bólkinum øl og vín í handlarnar eru tað hinvegin tey, ið vitja Rúsuna 1­3 ferðir um árið, ið eru flest í tali, nevniliga 42%. Har er talið ávikavist 34% og 31% hjá teimum ídnastu vitjandi. Ikki óvæntað eru tey í meiriluta, 54%, sum ongan­ tíð vitja Rúsdrekkasølu Landsins, ið vilja hava støðuna so, sum hon er. Yvirlit yvir status quo – tey, sum vilja varðveita úr­ søluna av rúsdrekka so sum hon er – vísir ikki óvæntað, at 54% vitja ongantíð í Rúsuni, 41% minni enn einaferð um árið og 25% 1­ 3 ferðir um árið. Útbúgving ávirkan Kanningin, býtt á aldurs­ bólkar, vísir, at tess yngri fólk eru, tess størri er ynsk­ ið at sleppa søluni av rús­ drekka leysum. Tó er eitt lop í aldrinum 50­59 ár. Tey, sum vilja hava øl, vín og brennivín í vanligu matvøruhandlarnar, eru 43% í aldrinum 15­24 (einki er viðmerkt um, hví fólk, ið ikki hava loyvi at keypa rúsdrekka, eru við í kanningini), 42% í aldrinum 25­39, 28% í aldrinum 40­ 49 ár, so eitt lop upp í 38% í aldrinum 50­59 og niður aftur á 28% í aldrinum yvir 60 ár. Tendensurin er hin mót­ satti, tá tað ræður um at varðveita verandi útsølu­ politikk. Men tað eru so mong viðurskifti, sum ávirka meiningarnar um, hvussu sølu­ og rúsdrekkapolitikk­ urin í síni heild skal verða. Eisini útbúgving hevur eina ávirkan. Meðan útbúgving ikki tykist at hava stóra ávirkan á, antin øll rúsdrekkasøla – tað vil siga øl, vín og brenni­ vín – skal út í vanligu handl­ arnar at selja, so er ábend­ ingin greið um, at tess betri útbúgvingin er, minni er undirtøkan fyri at varðveita verandi útsøluskipan. Í bólkinum »Enn longri útbúgving (meiri enn seks ár eftir lokna student.)« ynskja bert 11% at varðveita verandi søluskipan, meðan heili 68% ynskja øl og vín í handlarnar, og 7% brennivín eisini. Tað merkir, at heili 75% av føroyingum við hægstu útbúgving ynskja fría rúsdrekkasølu. Niðurstøðan av hesi kann­ ingini hjá Gallup Føroyar er tískil rætiliga greið: Tað er stórur meiriluti við ikki bert at fáa øl og vín í handl­ arnar, men eisini til rætt og slætt at seta fría rúsdrekka­ sølu í gildi í Føroyum. Øl og vín í handlarnar takk Stabbamyndin vísir, at heili 62% av føroyingum ynskja øl, vín og brennivín út í handlarnar at selja, ella við øðrum orðum fría rúsdrekkasølu