mikudagur 18. november 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 221 - 18. november 2009
Stjórin í Landsverki
væntar, at verkætlanin
í Leirvík verður út við
10 miljónir krónur
dýrari, enn verandi
verklagslóg sigur. - Tí
verður neyðugt at
broyta lógina, sigur
Oyvindur Brimnes
Leirvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Oyvindur Brimnes, stjóri í
Landsverki, sigur, at Eystur
kommuna, sum Leirvík er
partur av, hevur sett nakrar
treytir um endurgjald sum
gera, at galdandi verklags
lóg, sum hevur ein íløguloft
upp á 40 miljónir krónur
má broytast.
Eftir
verklagslógini
kann samlaða verkætlanin
ikki fara yvir tær 40 miljónir
krónurnar – og tað fer hon
við teimum treytum um end
urgjald, sum kommunan
hevur sett, sigur stjórin í
Landsverki.
Oyvindur Brimnes sigur,
at alt eftir, hvussu tað fer at
gangast
landsstýriskvinn
uni, Anniku Olsen, at finna
út av verklagslógini, fer
Landsverk at samráða seg
fram til ein endaligan sátt
mála við arbeiðstakarar.
50 miljónir
Stjóri í Landsverki sigur
seg væl skilja, at leirvíkingar
ikki vilja gerast verri still
aðir enn frammanundan.
Eg vænti, at samlaða
verkætlanin við teimum
treytum, sum kommunan
setir, fer at nærkast teimum
50 miljónum krónunum.
Annars eru øll viðurskifti
við ognartøku og samráð
ingum við eigarar av eitt nú
gomlu neystunum lidnar,
sigur Oyvindur Brimnes,
stjóri í Landsverki.
Løgtingið má broyta verklagslógina
- Eftir verklagslógini kann
samlaða verkætlanin í Leirvík
ikki fara yvir tær 40 miljónir
krónurnar – og tað fer hon
við teimum treytum um
endurgjald, sum kommunan
hevur sett, sigur stjórin
í Landsverki, Oyvindur
Brimnes
Hóast lisitatión
var í sambandi við
nýggjan veg gjøgnum
Leirvíkar bygd
longu 11. juni í ár,
hava arbeiðstakarar,
sum bjóðaðu upp á
arbeiði, einki endaligt
fingið at vita enn – og
enn er eingin sáttmáli
um gerð av hesum
vegi undirskrivaður
Leirvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tíðliga í summar bjóðaði
Landsverk út arbeiði at gera
nýggjan veg, sum skal føra
ferðsluna úr Norðoyatunlin
um
gjøgnum
Leirvíkar
bygd og í vegin, sum gongur
omanfyri Tavuna og niðan í
Leirvíkartunnilin.
Lisitatiónin upp á hesa
verkætlan var á Landsverki
hin 11. juni í ár. Sjey tilboð
komu inn og lægsta boð,
sum var 29,3 miljónir krón
ur, átti eitt samtak millum
RTS
Contractors,
JHR
Entreprenørar og SeaStar
Contractors.
Umframt tey sjey vanligu
boðini, vóru eisini tvey
alternativ boð, sum bæði
lógu niðanfyri vanligu boð
ini. Lægsta alternativa boð
ið átti Arcticon, og tað var
upp á 26,8 miljónir krónur.
Alternativu
boðini
merkja, at felagið hevur
loyst onkrar uppgávur øðr
vísi enn lýst er í útbjóðing
artilfarinum.
Óheppin støða
Andrias Lamhauge, stjóri í
RTS Contractors, sigur, at
enn hava teir, sum høvdu
lægsta vanliga boðið, einki
endaligt fingið at vita um,
hvør fær arbeiði at gera
nýggja vegin í Leirvík.
Hann sigur, at vanligt er,
tá lisitatión hevur verið, at
so fáa feløg, ið hava bjóðað
innan fáar vikur at vita,
hvør fær arbeiði.
Vit hava verið í samband
við Landsverk fleiri ferðir,
men fáa bara at vita, at alt
ikki er klárt enn, sigur
Andrias Lamhauge.
Hann vísir á, at tað er
óheppið, at so long tíð gong
ur, áðrenn greiða fæst á,
hvør fær arbeiði, og nær
farast skal í gongd.
Hetta er ein stór verk
ætlan, og tí himprast tú við
at bjóða upp á onnur stór
arbeiði, tá tú ikki veitst,
hvussu verður við vegnum
gjøgnum Leirvík, har vit
høvdu lægsta boð, sigur
Andrias Lamhauge, stjóri í
RTS Contractors.
Einki røkist
fyri nýggjum
vegi í Leirvík
- Leirvíkarvegurin er ein stór verkætlan, og tá tú hevur lægsta boð, himprast tú við at bjóða upp
á onnur stór arbeiði, so leingi ógreiða er um hesa verkætlan, sigur Andrias Lamhauge, stjóri í
RTS Contractors
Toyota leita eftir
samstarvspartnara
Týskir fjølmiðlar upplýsa at Toyota leita sær eftir einum
samstarvspartnara í Evropa. Týska bilblaðið „Auto, Motor
und Sport“ vil vera við, at Toyota og Daimler AG, sum er
týska Mercedes verksmiðjan, hava tosað saman um eventu
elt samstarv við evropeisku Toyota verksmiðjurnar um m.a.
felags plattformar. Sølan av Toyota bilum er í hesum
árinum minkað við 26 prosentum í Evropa. Hvørki Toyota
ella Daimler ynskja at gera viðmerkingar til tíðindini.
Rock’n roll skeið í Vestmanna
Vikuskiftið 20. og 21. november skipar »Kom og Dansa« fyri seinasta
dansiskeiði fyri jól. Hesaferð verður dansistovan í Vestmanna karmur um
hetta dansiskeiðið. Kom og Dansa hevur skipað fyri fleiri skeiðum í heyst,
m. a. Rock’n roll og Salsa. Eisini hevur skeið verið fyri børnum í alt heyst í
Tórshavn. Tey halda frí í desember mánaði og ætla at byrja fleiri skeið aftur
komandi ár, bæði fyri børnum og vaksnum. Vikuskiftisskeiðið í Vestmanna
verður fríggjakvøldið 20. november klokkan 19 – 21 og heldur fram
leygardagin 21. november klokkan 14 – 16. Øll eru sjálvandi vælkomin,
bæði støk/pør, sigur Marylin Danielsen, ein av fyrireikarunum.