mikudagur 18. november 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 221 - 18. november 2009
nøvn
Borgarstjórin í Eystur
kommunu, Jóhan
Christiansen, sigur,
at kommunan hevur
verið fullgreið yvir
og hevur gjørt vart
við, at íløgukarmurin
upp á 40 miljónir
krónur fór ikki at
halda. – Nú verða
leirvíkingar gjørdir
til syndabukkar í
hesum leiki, sigur
Jóhan Christiansen,
borgarstjóri í Eystur
kommunu
Leirvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jóhan Christiansen, borgar
stjóri í Eysturkommunu,
sigur, at Leirvík kann ikki
geva frá sær bátahyl, parker
ingspláss og atkomuvegir
umframt aðrar tænastur,
sum borgararnir í Leirvík
hava frammanundan – og
einki fáa afturfyri.
Longu áðrenn verklags
lógin varð samtykt á tingi,
vístu vit á, at íløguætlanin
upp á 40 miljónir krónur
fór ikki at halda.
Jóhan Christiansen sigur,
at bygdaráðið fyri umleið
tveimum mánaðum samtykti
einmælt, at krøvini, sum
Leirvíkar kommuna áður
hevur sett, skulu fylgjast.
Borgarstjórin dugir onga
sum helst meining at síggja
í, at leirvíkingar ikki fáa
endurgjald fyri tað, sum
bygdin missir við ætlaðu
linjuføringini í sambandi
við hesa vegagerð.
Syndabukkar
Tað almenna segði seg
ikki hava ráð at gera henda
vegin í góðum tíðum, og nú
tað eru verri tíðir búskapar
liga, verða vit av landsins
myndugleikum gjørdir til
nøkur grenj.
Borgarstjórin endurtekur,
at tey longu áðrenn verk
lagslógin
varð
samtykt
vendu sær til landsins mynd
ugleikar og enntá til hvønn
løgtingslim sær – um hann
minnist rætt – og gjørdu
vart við, at íløguætlanin
ikki fór at halda.
Nú tað er vorðið greitt,
at íløguætlanin ikki fer at
halda, og vit hava endurtikið
okkara rímiligu krøv um
endurgjald, er líkt til, at
málið aftur stendur í botni
– og einki hendir. Tí kenna
vit tað soleiðis, at tað eru
leirvíkingar, sum enn eina
ferð eru gjørdir til synda
bukkar í hesum annars so
átroðkandi máli, sigur Jóh
an Christiansen, borgarstjóri
í Eysturkommunu.
Leirvíkingar eru syndabukkar
- Tað almenna segði seg
ikki hava ráð at gera vegin
í góðum tíðum, og nú tað
eru verri tíðir búskaparliga,
verða vit av landsins
myndugleikum gjørdir til
nøkur grenj, sigur Jóhan
Christiansen, borgarstjóri í
Eysturkommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Annika Olsen, lands
stýriskvinna, sigur,
at samgongan er
ikki sinnað at hækka
íløgukarmin í sam
bandi við vegagerðina
í Leirvík, og tí liggur
alt í løtuni í óvissu
um, hvussu verður við
hesi verkætlan
Leirvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stýgur er av álvara komin í
ætlanina at byggja vegin í
Leirvík, sum skal føra ferðsl
una úr Norðoyatunlinum
gjøgnum Leirvíkar bygd og
niðan í Leirvíkartunnilin.
Tíðindini bórust, tá ein
arbeiðstakari, sum Sosialur
in hevur samrøðu við í blað
num í dag, lat okkum vita, at
teir, sum høvdu lægsta boð
við lisitatiónina á Lands
verki hin 11. juni í ár, enn
einki endaligt hava frætt um,
hvussu verður og ikki.
Í aðrari grein í blaðnum í
dag sigur stjórin í Lands
verki, Oyvindur Brimnes, at
verklagslógin, sum løgting
ið hevur samtykt við einum
íløgulofti upp á 40 miljónir
krónur, fer ikki at halda.
Hann sigur, at verkætlanin
við teimum krøvum um
endurgjald fyri eitt nú verri
bátahyl, mist parkerings
pláss og onkran atkomuveg
í Leirvík fer at tátta í 50
miljónir krónur.
Tí verður neyðugt hjá
landsstýriskvinnuni, Ann
iku Olsen, at fara aftur í løg
tingið við verklagslógini,
sigur stjórin í Landsverki.
Støðan fastløst
Annika Olsen, landsstýris
kvinna, ásannar, at málið við
leirvíkarvegnum er steðgað
upp, nú tað vísir seg, at neyð
ugt verður við meira enn teim
um 40 miljónum krónunum,
sum samtyktar eru í verandi
verklagslóg.
Eg havi reist málið í sam
gonguni, men havi ikki fing
ið undirtøku fyri, at íløgu
karmurin verður øktur. Hetta
málið harmar meg ógvuliga
nógv, men sum er, er ikki líkt
til, at eg kann røkka á mál í
samgonguni. Tí nyttar heldur
einki at fara í løgtingið við
málinum, sigur hon.
Annika Olsen sigur seg
vóna, at Landsverk og Eyst
urkommuna
onkusvegna
kunnu koma ásamt um eina
verkætlan við vegnum gjøg
num Leirvíkar bygd, sum
ger, at hendan verður innan
fyri galdandi íløgukarm.
Samgongan ikki sinnað at hækka íløgukarm
Annika Olsen, landsstýriskvinna
El-drivnir hýruvognar í Tokyo
Amerikanska fyritøkan Better Place, sum hevur til endamál at minka um
globalu brúki av olju og at innføra ein infrastruktur við elbilum, er nú farin í
samstarv við japonsku stjórnina um eitt pilotprojekt við eldrivnum
hýruvognum í Tokyo. Talan er um fyrsu verkætlan av sínum slagi, har
hýruvognarnir verða útgjørdir við battariskiftitøknini hjá Better Place. Hóast
talið av hýruvognum bert er tvey prosent av øllum persónbilunum í Japan,
standa hýruvognarnir fyri umleið 20 prosentum av samlaða CO2útlátinum.
Bara í Tokyo eru umleið 60.000 hýruvognar. Battarískiftistøðir vera í løtuni
settar upp, og tað er størsta hýruvognsfyritøkan í Tokyo, Nihon Kotsu, ið
kemur at samstarva við Better Place um verkætlanina, sum eftir ætlan byrjar í
januar 2010.