mikudagur 18. november 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 18. november 2009
17
Vitanin um, at kritikkur kann
vera tí evni, stovni ella persóni,
hann er vendur ímóti, til gagns,
tykist vera farin í gloymsil
F
øroyar vóru fyri eini øld
síðani ein grein, sum hekk og
sveiggjaði, frísk og grøn, á tí
europeiska bulinum. Megin
landsins sevjur streymaðu uttan
forðing út í greinina og førdu við
sær sín virðismikla fong kunn
leika, klassiska mentan, kynstrið
at hava ein siviliseraðan dialog.
Hetta samband millum stórheim
in og avbygdina setti sín dám á
tátíðar orðaskifti, og tí undrast vit
enn á vitanina, víðskygnið og
tann argumentativa førleikan í
summum greinum, sum eitt nú
Símun av Skarði, Kristin í Geil
ella Rasmus á Háskúlanum tá
lótu almannakunngera.
Tann føroyska tjóðskaparrørsl
an, sum meira enn nakað annað
einstakt rák formaði tær nýggju
Føroyar, er tann grund, vit í dag
byggja á, eitt støði, har málrøkt
og mentanarrøkt eru – ella eiga at
vera – hornasteinar. Men av
ymiskum grundum linkaði í
hennara kjalarvørri sambandið
við tann intellektuella, europ
eiska meginbulin. Við vaksandi
flokkabýti, nýggjum bløðum og
einum vaksandi tali av religiøsum
trúarbólkum kom landið meira og
meira at minna um eitt avstikað
spælipláss, eyðkent av sínámill
um kegli og við lítlum sambandi
við umverðina.
Hetta tykist hava sett sítt lívs
seiga merki á okkara mentanar
liga diskurs. So løgið tað kann
ljóða, tykjast nýggir mentanar
berar og samskiftismiðlar sum
sjónvarp ella alnet ikki hava
broytt hesa mynd, kanska av tí
orsøk, at framburður av hesum
slag er tvígreindur og eins væl
kann føra inn í ljós og vitan sum
niður í myrkur og vankunnu.
Okkara orðaskifti, sum einaferð
hevði kontinentalar veingir, er av
somu grund í stóran mun mátt
stolið og kryplað, atomiserað og
personaliserað. Og vitanin um,
at kritikkur í eini ávísari støðu
kann vera tí evni, stovni ella
persóni, hann er vendur ímóti,
til gagns, tykist vera farin í
gloymsil.
Eitt aktuelt dømi kann mynda
avleiðingarnar av hesi diskur
sivu armóð. Í dag eru bæði
løgting og landsstýri gyrd í
brøkur, tí at hallið á fíggjar
lógini fyri í ár nærkast eini
milliard, og tí onki bendir á, at
tey komandi árini fara at broyta
hesa ójavnvág. Øll rópa eftir
eini loysn, men í tí búskap
arliga aldudali, vit eru í, er ilt
at hóma nakran útveg.
Politikarar tykjast hava gloymt, at
teir sjálvir hava skapt hesa støðu,
tí teir fyri fimm árum síðani, á
einum búskaparligum tindi, sýttu
fyri at taka tað inn í skatti, sum
tíðin og vælferðin tá loyvdu og
kravdu.
Í framkomnum londum er tann
aðalregla galdandi, at tú í góðum
tíðum førir ein strangan fíggjar
politikk, men í ringum tíðum
letur pengar streyma út í sam
felagið. Hjá okkum verður tað
øvugta gjørt. Um onkur roynir at
taka hesi mál til umrøðu, hendir
antin tað, at viðkomandi onki
svar fær, ella at hann verður
tagdur burtur ella biðin um at
tiga. Sostatt kann okkara ser
føroyski búskaparpolitikkur – at
loysa reimina í góðum tíðum og
tátta í í ringum tíðum – halda
fram, og orsøkin til hetta, kunnu
vit staðfesta, er m.a. at finna í
eini trótandi kjakmentan. Skaldið
sigur, at »tú skalt eta tey eplir tú
sjálv hevur velt«, og avleiðingin
kann blíva, at landið um fimm
ella tíggju ár aftur kemur undir
umsiting.
Á ein hátt tykist enntá okkara
málburður at spegla aftur okkara
armóðsligu avrik á tí leikpalli,
har Aristoteles á sinni strikaði
upp sína gitnu syllogismu. Tí
diskurs rópa vit kjak og gloyma,
at høvuðsmerkingin hjá hesum
orði er, ikki mentað próvgrundan,
men »kegl«, metan og trætan,
ofta um einki. Ein umrøða av
siviliseraðum slag, har, sum ein
av mongum møguleikum, tesan
og antitesan gloppa portrið inn á
syntesunnar grønu markir, átti í
grundini at itið orðaskifti. Men
tað kolluta orðið kjak lýsir á
adekvatan hátt okkara menning
artig, hvat mentaðum dialogi
viðvíkir.
Avleiðingarnar eru sjónskar.
Vit tosa alsamt um at fáa eitt nýtt
framleiðslubein at standa á, men
sýta okkara vinnu at íðka og
menna tað ediliga brygging
arkynstrið. Vit vita, at framtíðin –
um nøkur framtíð er – er grøn,
men leggja stóran dent á at
planleggja og byggja landsvegir
við ongum súkklubreytum. Vit
krevja at fáa eitt nýtt risaberghol,
sum kostar eina milliard, men
sýta samstundis fyri at rinda tann
skatt, sum skal fíggja hesa
bygging. Vit siga, vit ætla at
byggja utopia, men tá vit skulu
seta fólk í leiðandi størv, tykjast
førleiki, ídni ella starvsfólkarøkt
ikki at viga mest.
Vit tosa um serføroyska ment
an, men rakføða okkara kring
varp og hungra okkara søgu
vísindir. Vit eru samd um, at brúk
er harðliga fyri know-how, men
tey samkyndu – sum eins og aðrir
bólkar umboða vitan og førleika
– reka vit av landinum. Okkara
fremstu tjóðskaparligu flaggberar
føra í heilum fram, at vit skulu
hava ein føroyskan skúla, men
fólk á sama vongi virka fyri at
lækka skúlans støði, einsrætta
hansara innihald og treingja um
hansara tilboð á humanioraøki
num. Tey gloyma tá, at hugtakið
ein góður skúli er og verður tað,
sum stendur fremst og ovast, at
hetta hugtak, sum nakað sjálvsagt
og undirskilt, eisini fatar um tað
føroyska, men at tann, ið dúvar
upp á hetta seinasta og soleiðis
kámar tað hierarkiska lutfallið
millum tað europeiska og tað
tjóðskaparliga, júst setir fót fyri tí
føroyska.
Vit fáa eina góða mynd av okk
ara diskursivu mentan, um vit
hugsa okkum nakrar dreingir,
sum á fyrsta sinni royna seg á
einum fótbóltsvølli. Bólturin
verður blakaður út á vøllin, og
allir tvíspora aftaná, hvør í hølun
um á øðrum. Sama skilið er á
okkara diskursiva heimavølli,
onkur kastar út eitt klingandi orð
– einskiljing, skattalætti, fullveldi
– og so renna øll aftaná, høvuð
og heilaleys at kalla. Bólturin
trillar út av vøllinum, so er hann
gloymdur, og vit finna bara ein
annan. Hvør tosar í dag um Stóru
tjørn? Ella um Visión 2015? Ella
um eitt serføroyskt fíggjareftirlit?
Ja – hvar fór kavin frá í fjør?
Viðhvørt kann bólturin, vit
renna eftir, lýsast, meira abstrakt,
sum hugurin til, mestsum fram
eftir fummum, at taka tað av
grundum, sum er bygt upp.
Eystarlaga í okkara høvuðsstaði
liggur landsins fagrasti dalur, ein
vøkur viðarlund, ein fløta, leskað
av eini vellandi á, seyður á biti,
villgæs, býarins besti sólargang
ur. Ei undur í, at teir ráðandi fyri
hálvari øld síðani, tá førleikin at
hugsa ikki enn var gloppin
okkara landsmonnum av hond
um, valdu at leggja landsins tá
hægsta skúla á hesum stað.
Vitjandi skúlafólk úr øðrum
londum undrast og taka til,
hvussu heppin okkara ungdómur
er at kunna nema sín lærdóm í
óspiltum, grønum umhvørvi. Og
júst hetta, at megna at flætta
saman lærdóm og varðveitslu av
friðaðari náttúru, taka tey fram
sum dømi um næstan flogvituga,
framskygda planlegging. Til tey
fáa at vita, at okkara myndugleik
ar í sínum vísdómi hava gjørt av
at taka hetta eldorado frá okkara
ungdómi. Tey spyrja hví, undr
andi og forfard, men svar fæst
einki. Men vit, ið eru heima
kunnug, kenna svarið. Onkur
tveitti orðið depil út á vøllin, og
so runnu politikarar, arkitektar og
skúlafólk aftaná, uttan at hugsa,
argumentera ella planleggja,
tíansheldur hava nakað orðaskifti.
Lat tað vera sagt straks, at eg á
ongan hátt føli meg skøddan at
døma um júst hetta ivaleyst sera
torgreinda evni. Mín við
merking snýr seg at kalla bara
um okkara máta at viðgera ein
spurning uppá og hevur umframt
tað einans eitt burturav landslags
og umhvørvisligt atlit. Men ein
spyr seg sjálvan: Tá ið depils
bólturin trillar út av vøllinum,
hvat hava vit tá?
Um vit venda aftur til høvuðs
evnið, kann ein loyva sær at
spyrja, hvørjar avleiðingar okkara
serliga diskursiva atferðarmynst
ur hevur fyri okkara veikaru
landsmenn. Eg fari at taka fram
tvey dømir, sum eg tó ikki haldi
tað vera neyðugt at lýsa í staklut
um. Í báðum førum var talan um,
at máttmiklir profetar, í fyrra føri
ein politikari, í seinna føri ein
bókmentafrøðingur, umboðandi
fjølment og sterk politisk ella
religiøs baklond, stigu fram og
tóku sær rætt til at útleggja tekst
in og umboða lógina. Kritikkur er
neyðugur, men í hesum føri bleiv
orðið ført so bondskliga og harð
liga, at tann veiki kom at vera
fyri – rætt og slætt – mannajagstr
an. Og tá krevst, í øllum siviliser
aðum samfeløgum, eitt mótspæl.
Tað er í hesi støðu, at ein knáur
beiggi – tað tørvandi dirvið –
kemur tí tørvandi diskursiva
førleikanum til hjálpar. Ongin ivi
er um, at okkara land hevur
djarvar bakkamenn, bøndur og
sjómenn. Men – hóast nøkur
glæsilig undantøk eru tykist
dirvi ikki vera ein eginleiki, sum
eyðkennir okkara intellektuellu
og akademisku stætt. Tá ið
profeturin, umboðandi lógina,
leggur tann veika á spískastein,
er tøgn. Orðað øðrvísi trótar
okkara intellektuellu tað, sum
einaferð bleiv rópt civilcourage.
Onkur hevur rópt tað fyri
brigdi, her verður sipað til, tøgn
mentan. Men hetta orðið tykist
ikki bara beinrakið, tí henda
tøgnin er ikki ljóðleys. Í staðin
fyri hoyrist á skrivstovum, á
vegamótum, í skotum, á móttøk
um, á fundum eitt áhaldandi,
ljódligt suss, sum kann snúgva
seg um viðkomandi evnir, men
sum oftast snýr seg um einki, er
túnatos, sleyg, tómt hornatutl.
Hjá okkum er henda sussimentan
í dag so framkomin, at ein
spurningur er, um hon ikki átti at
tryggjað okkum eitt heiðurspláss
í Guinness Book of Records.
Onkuntíð kemur tað fyri, at
ágangurin móti tí einstaka og
verjuleysa – har úti í tí veruliga,
harðføra lívinum – verður so
ógvisligur, at hann otar seg inn í
ta hugnaliga sussandi sam
komuna. Tað kann tá bera á, at
onkur raknar við, slotar og heldur
fyri, eitt nú: »Eg mundi skrivað
eitt lesarabræv«, ella »Eg var tætt
við at taka telefonina«, ella
»Hevði hann gjørt tað eina ferð
aftrat, so hevði eg talað at«. Og
fram at hesum prúða, konjun
ktiviska evstamarki – men
ongantíð longur røkkur tað
sivila dirvið hjá okkara
intellektuellu.
Far nú ikki og halt, kæri lesari,
at henda serliga støða er okkara
landi til ófyrimunar. Tí sjálvsagt
hava bæði okkara diskursivi
vesældómur, okkara tøgnmentan
og okkara sussimentan eitt hægri
endamál, eina skilvísi, sum kann
vera loynd fyri mongum, men
sum er teimum vísu opinber. Tí
hevur tað avbyrgda, innistikaða
samfelagið ein telos, eitt hægri
endaligt stavnhald, so er tað hetta
at sementera og perpetuera sína
egnu inerti. Tað er púra í
samsvari við hetta, at tey fáu,
sum eru so óskettin, at tey loyva
sær at tala at valdsins harðskapi
ella órættvísi, ella at krevja dygd
í staðin fyri grunt og erpið káva
læti, skjótt verða sett í bás sum
ómøgulig, ikki rættsiktað ella
løgin. Og um hetta er tann
sussandi skarin sjálvsagt eisini
altíð fullsamdur.
Eftir er bara ein trupulleiki.
Tey mongu, sum eru sperd,
happað ella á onkran hátt forðað
ella við undirlutan – vinnan, sum
ikki fær virkað fyri óneyðugum
meinbogum, tann nýhugsni
granskarin, tann kreativi sam
kyndi, tey kvalifiseraðu, sum seta
krøv, tey mongu, sum verða
vanrøkt av eini stjóramentan úr
fornøldini, tey dugnaligu, røsku
og nærlagdu, sum ikki fáa brúkt
síni evnir – hava kanska ilt við at
síggja á botn í tøgnmentanar
skútunnar innara gonguverki.
Men ivaleyst hava summi teirra
ein varhuga av, at okkurt ikki
ruggar rætt, somu kenslu, sum
gamli Ibsen orðaði, heldur
dramatiskt, við regluni:
Jeg tror vi seiler med et lik i
lasten!
Og hvør veit, kanska er hetta ein
av ymiskum orsøkum til, at ein
meiriluti í okkara landi framvegis
aftrar seg at mynstra við fullveld
isins skútu. Um hetta er so, kem
ur ongin vend í, fyrr enn tey
krókutu rætta ryggin, ands
mennini vakna og aftur fara at
hugsa sjálvstøðugt, tann dygdar
góði skúlin verður endurreistur,
uppgjørdir ódugnakroppar verða
riknir úr sínum skýmaskotum,
klassisk mentan aftur verður sett
í hásætið, og tann føroyska
greinin aftur sveiggjar grøn,
stinn og sevjumikil á tí
europeiska meginbulinum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Føroysk kjakmentan
Tíðargreinin
tíðargreinin
Hanus Kamban