mikudagur 18. november 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 221 - 18. november 2009
Kanska er tað í lagi, at
Alexandur og Victoria eta
pizza áðrenn tey hava sex.
Kanska Una Arge ikki
nýtist at óttast teirra
frælsi...
Eg skal ikki troytta fólk
meira, men kenni meg
noyddan at svara onkrum
av tí, sum Uni Arge skriv
aði um hetta góða alfabet
málið í gjár.
UA sigur at: »Veruligi
boðskapurin hjá Sjúrða
Skaale er, at vit skulu lata
vera við at menna og skapa
okkara egna mál.« Men
havi eg sagt nakað, sum
bendir á tað? Hvar? Nær?
UA heldur eisini at tað,
eg í veruleikanum sigi, er:
»Tú ert eitt bygdasligt,
afturhaldssinnað grenj, um
tú ikki tekur undir við
mínum uppskoti« Men
havi eg sagt nakað, sum
líkist hesum? Kunnu onnur
nú eisini, púra frítt, siga
hvat »veruligi boðskap
urin« hjá Una er?
UA óttast fyri at »fólk
fara at taka sær frælsi at
skriva (...) pizza í staðin
fyri pitsa.« Men hví er tað
so ræðuligt? Hví ræðist
Uni so illa at fólk »taka
sær frælsi«, tá tey skriva
sítt egna mál? Er tað nakað
at ræðast? Tað gera fólk í
dag. Tey skriva pizza. Og
CO2. Og CTD. Og www.
com. Og Zachariassen. Er
tað so ræðuligt? Vil Uni
hava fólk at skriva »seks« í
staðin fyri sex? Og hví er
tað betri?
Uni kallar hetta »Ein
fáfongd roynd at tykjast
nútímans og tekkjast flest
møguligum opportunistum,
sum innast inni ikki tíma at
taka málsliga spurningin í
álvara, lítið og onki innlit
hava í málsøguligar veru
leikar og enn minni tíma at
læra seg føroyskt.« Meiri
lutin av føroyingum heldur,
at alfabetið skal víðkast.
Man orsøkin bara vera, at
øll eru dovin og býtt og
søguleys? Ella kann tað
hugsast, at tey vilja hava
alfabetið at endurspegla
veruleikan?
Kanska frælsi er OK?
UA sigur at »Tað er
sjálvsagt, at føroyingar
skulu kunna skriva Ný
Sæland í staðin fyri New
Zealand, Kili í staðin fyri
Chile og Kristian í staðin
fyri Christian. Hetta hevur
verið málfrøðiliga kósin í
heila øld.« Men tað passar
ikki. Tann radikala linjan
er spildurnýggj.
UA sigur: »...og við
áganginum hjá løgtings
manninum á tey, sum sita í
navnanevndini« What?
Havi eg framt ágang á hesi
fólk?
UA spyr um Navna
nevndin skal »føra mál
politikk eftir høvdinum hjá
einum einstøkum løgtings
manni?« Nei. Men kanska
skal eingin taka sær rættin
at definera, at ein rúgva av
føroyskum nøvnum eru
skeiv til stóran ampa fyri
nógv.
Kanska skuldu myndug
leikarnir bara havt eitt lítið
sindur størri virðing fyri
fólki.
Kanska er tað í lagi, at
Alexandur og Victoria eta
pizza áðrenn tey hava sex.
Kanska skulu myndug
leikarnir bara geva teimum
frið til tað.
Kanska er teirra frælsi
einki at ræðast.
Ávaring: Kanska onkur tekur sær frælsi at skriva pizza!
Sjúrður
Skaale
Svar til Árna Dahl
Málfelagið hevði boðið til
fundar leygardagin í
Miðlahúsinum. Framløga
var um staving av geograf
iskum nøvnum. Eivind
Weyhe greiddi frá arbeið
inum hjá STfelagsskap
inum UNGEGN við at
standardisera skrivingina
av geografiskum staða
nøvnum. Sjúrður Skaale
tosaði um gongdina í
ABCmálinum, sum fekk
undirtøku í Løgtinginum,
og hvat víðari kann fara at
henda við tí. André Nicla
sen hugleiddi um møguleik
arnar at fáa eitt breiðari
málráð enn tann núverandi
málnevndin, og um uppgáv
urnar hjá einum málráði.
Har var fult hús, eini 60
fólk vóru komin at lurta og
skifta orð henda illveðurs
dag. Hetta var eftir mínum
tykki ein góður og sakligur
fundur. Men ov fá, sum eru
ímóti hesum broytingar
uppskotum, vóru til staðar.
Bert ein maður hevði ta
meining, at føroyska Heims
atlassið við teim serligu
landanøvnum, sum har eru
at lesa, var gott og í lagi.
Árni Dahl greiðir frá
Nú hevði Árni Dahl eina
viðmerking í mánadags
dimmu til henda fund og
nógv ymiskt annað. Lat
yvirskriftina fara (Við
Sjúrði Skaale og sprok
foreiningini aftur til Køben
havn). Hatta er so býtt og
frekt, sum nakað kann vera.
Árni var mær vitandi
ikki sjálvur á fundinum.
Men nevnir allar fýra, sum
høvdu innlegg, við navni
og ein aftrat. Árni er sorg
arbundin um, at færri og
færri taka undir við nation
alistisku málpurismuni,
sum í alt ov langa tíð hevur
verið næstan einaráðandi.
Hvør ynskir seg aftur til
gamlar dagar?
Stílurin hjá Árna er at gita,
hvat ið onnur meina, og so
at skjóta eftir tí. Nú fáa vit,
sum vóru á fundi í Miðla
húsinum henda dag, at
vita, at »hesi fólk ynskja
seg aftur til tíðina, tá ið
danskt embætisvald ráddi
fyri, hvussu føroyskt skuldi
skrivast«.
Góði Árni – hesin setn
ingur er høpisleysur upp á
fleiri mátar. Eg kann siga –
meini, at hinir tríggir halda
nakað tað sama at eingin
okkara ynskir seg aftur til
farnar tíðir, hvørki so ella
so. Tú vart ikki á fundi,
men um tú hevði verið har,
so hevði tú einki hoyrt,
sum kundi útleggjast á
hendan hátt. Annars var tað
ikki embætisvaldið, ið
gjørdi reglur fyri føroyska
rættskriving og hvussu
kirkjubøkur skuldu førast.
Tað mundi vera onkur
hægri lóggevandi stovnur.
Árni gremur seg um, at
»tey«, sum hann tekur til
»stevna til fundar og
breiða seg í vørpum. Og
tey skriva lesarabrøv í
bløðum og á portalum.«
Ja, ólíka lættari hevði verið
hjá tær, um tú og títt partí
hevði monopol.
Og so gloymdi hann eitt
gamalt portur
So skula vit sjálvandi
eisini setast í bás: »Teirra
altjóðagerð er rótfest
innan grindirnar í Keyp
mannahavn, ta norðaru,
eystaru og vestaru«. Helst
man Árni meina við tey
gomlu portrini í Vollanum
rundanum býin. Nørreport
og so víðari. Men, jamen
Árni? Tú hevur gloymt eitt
portur, ella hevur tú ongan
tíð lagt til merkis, at á
Christianshavn út móti
Amager er ein Sønder
port???
Helst man hann meina,
at tey, sum hava gingið í
býnum við hesum portrum
hava fingið skaða. Men
hvat er tað, sum er skaði
ligt? Býurin, stórbýurin,
høvuðsstaðurin, portrini,
sum teir rivu niður fyri
umleið 150 árum síðani. Er
tað tað, at Keypmannahavn
er danskur býur, ella hvat?
»Eitt nú í Danmark….«
Aftur til sakina. Ilt er at
diskutera nakað við ein
mann, sum ikki veit, men
bara heldur seg vita. Tú
heldur teg vita (og skrivar
so): Hví eitur tað Hetland
og ikki Shetland? og tú
skoytir eina parentes uppí:
(danir siga jú Shetland). Í
hasum eru longu tvær
misskiljingar, tí mítt upp
skot er at respektera, at
føroyskt mál hevur nakrar
traditioneller ella kon
ventionellar formar, tá tað
kemur til staðanøvn í
fremmandum londum. Eitt
er nettupp Hetland, sum er
gamalt ella vanligt før
oyskt. Men tað eru ikki
bara danir ella danskarar,
ið siga Shetland. Tað siga
hetlendingar sjálvir, og
skottar og eingilskmenn.
Og vit fáa meira av somu
skuffu. »Boðskapurin hjá
hesum ”nýggju” málreins
arunum er tann sami:
Vertin liggur á, um tey, ið
búgva á Grønhøvdaoyggj
unum, tala portugisiskt og
skriva og siga Cabo Verde.
Í Føroyum skula vit skriva
Kap Verde, tí soleiðis gera
tey í øðrum londum – eitt
nú í Danmark.« Soleiðis er
tað nettupp IKKI sagt ella
skrivað í mínum uppskoti.
Eg kann bara svara tær:
Tú veitst ikki, hvat tú
skrivar um. Men tú heldur
teg vita.
At vita, ella at halda seg vita
rg@geo.ku.dk
rolf GutteSen
Nú nógv hevur verið at
hoyrt um 10. flokk í Tórs
havnar kommunu, havi eg
hug at koma við mínum
ískoyti.
Í 2006 varð ein arbeiðs
bólkur settur, sum skuldi
gera eitt álit um framtíðar
10. flokk í Tórshavnar
kommunu.
Arbeiðssetningurin hjá
bólkinum var soleiðis
orðaður:
»Arbeiðsbólkurin verður
biðin at koma við uppskoti,
hvussu 10. flokkur skal
verða skipaður undirvísing
arliga í framtíðini, og um
hann skal verða skipaður í
eina eind ella fleiri eindir.«
Burturúr hesum arbeiði
komu 2 tilmæli. Eitt minni
lutatilmæli um at skipa 10.
flokk í 2 eindir, eina í
Kommunuskúlanum og
eina í Eysturskúlanum.
Meirilutatilmæli ljóðaði
soleiðis:
»Meirilutin í arbeiðs
bólkinum mælir til at savna
allar 10. floks næmingar
nar í Tórshavnar kommunu
í ein sjálvstøðugan skúla
depil frá skúlaárinum
2008/2009 við egnari
leiðslu og lærarum, sum
burturav arbeiða í hesum
skúla«. Meirilutin mælti til
at savna 10. flokk í Eystur
skúlanum.
Býráðið samtykti at taka
undir við meirilutatilmæli
num, tó so at ætlanin bleiv
útsett til skúlaárið
2010/2011.
Skjótt var tó greitt, at
eingin sjálvstøðugur
skúladepil bleiv. Menta
málaráðið góðtók ikki
egna leiðslu, men segði, at
10. flokkur skuldi vera ein
partur av Eysturskúlanum.
Lærararnir skuldu nú í
mest møguligan mun
arbeiða við 10. flokki.
Við øðrum orðum so er
býráðssamtyktin ikki í sam
svar við veruleikan, og tað
er ein av orsøkunum til, at
málið er tikið uppaftur.
Eg hoyrdi í útvarpinum
býráðslim siga, at um 10.
flokkur framhaldandi
skuldi vera í Kommunu
skúlanum, vóru vit býráðs
limir kanska noyddir at
útseta byggingina av
Røktarheiminum yviri við
Strond, tí tað kom at kosta
nógvar pengar at umvæla
skúlan her og nú. – Hetta
er ikki at skemta við, men
eg havi hug at endurgeva
mín fyrrverandi arbeiðs
gevara, tá hann spurdi:
»Hvat dámar tær betri
pannukøkur ella ólav
søku?« – 10. flokkur og
Røktarheimið hava onki
við hvørt annað at gera, og
eitt mál sum Røktarheimið
skal ikki brúkast at ræða
fólk við.
Í hesum sambandi skal
eg taka burturúr áður
nevnda áliti, har fyrimunir
við at hava 2 eindir vera
nevndir:
»Fyrimunir kunnu vera:
• skjótt at seta í verk
• ikki neyðugt at gera
stórar íløgur«
Hetta vóru orðini tá. –
Tørvur er á at umvæla
Kommunuskúlan, óansæð
um 10. flokkur er har ella
ei. – At missa so nógvar
næmingar kann harafturí
móti hava álvarsligar av
leiðingar fyri skúlan.
Kommunskúlin hevur uml.
80 næmingar í 10. flokki
og hevur koyrt eftir einum
leisti tey síðstu 4 árini,
sum hevur víst seg at rigga
sera væl og sum bæði
lærarar, næmingar og
foreldur eru glað fyri.
At kapping er millum
skúlar er bara til gagns fyri
næmingin.
Mín vón er, at vit í fram
tíðini hava tvær 10. floks
eindir í Tórshavnar komm
unu, eina á Eysturskúlan
um og eina á Kommunu
skúlanum.
10. flokkur í Tórshavnar Kommunu
Býráðslimur í
Tórshavnar kommunu
Maria
HaMMer
olSen
viðmerkingar